Fyrispurningur um lóggávu viðv. stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum

100-13 Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi lóggávu viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum

 

Ár 1999, mikudagin 8. december, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

1. Um landingarprís á sild

  1. Er løgtingslóg nr. 14 frá 27.04.1967 um landingarprís á sild enn í gildi?
  2. Hvør nevnd hevur nú tær heimildir, sum lógin gevur, og hvør situr í henni?
  3. Nær er lógaheimildin seinast brúkt?
  4. Hvørjar útreiðslur hevur hitt almenna havt av lógini seinastu árini?
  5. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at taka av umrøddu løgtingslóg, um ikki, hvør er grundgevingin fyri at varðveita heimildina?

2. Um agnstudning og agnprísir

  1. Er løgtingslóg nr. 62 frá 23.06.1983 um agnstudning og agnprísir enn í gildi?
  2. Hvussu kann lógin í verki virka, nú lógin um ráfiskagrunn er tikin av, og eingin ráfiskagrunnur og nevnd er til longur, og um so er, at hon virkar, hvør situr tá fyri teim heimildum lógin gevur?
  3. Nær er lógaheimildin seinast brúkt?
  4. Hvørjar útreiðslur hevur hitt almenna havt av lógini seinastu árini?
  5. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at taka av umrøddu løgtingslóg, um ikki, hvør er grundgevingin fyri at varðveita heimildina?

 

3. Um serlán til fiskifør

  1. Hvør landsstýrismaður útinnir vegna landsstýrið lógaheimildirnar, sum ásettar eru í Ll. nr. 41 frá 20.05.1988 um lán/serlán til fiskifør, sum broytt við Ll. nr. 92 frá 13.06.1995?
  2. Hvussu stór upphædd av samlaðu lógaheimildina at veita lán uppá kr. 150 mió. kr. hevur landsstýrið higartil nýtt?
  3. Hvussu nógv av givnu lánunum eru afturgoldin?
  4. Hvussu stór er eftirstøðan av lánum sbr. lógini, og hvussu stórur partur av útlánunum má roknast fyri at vera mistur peningur?
  5. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at taka av umrøddu løgtingslóg, um ikki, hvør er grundgevingin fyri at varðveita heimildina?

4. Endurnýggjan fiskiskipaflotans

  1. Hvør landsstýrismaður situr fyri heimildum landsstýrisins sbr. løgtingslóg nr. 102 frá 19.08.1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast broytt við Ll. nr. 73 frá 20.05.1996?
  2. Hvussu stórar upphæddir eru árliga latnar úr landskassanum pr. ár, sbr. lógini, síðan landskassin tók við skyldum serliga grunsins fyri endurnýggjan fiskiskipaflotans í 1992, og hvuss nógv er sett av á fíggjarlógini fyri komandi ár?
  3. Metir landsstýrið seg at hava lógaheimild fyri at játta pening sbr. lógini, uttan at tilsvaraandi upphædd er sett av á fíggjarlógini?
  4. Eru ætlanir um at leggja fyri Løgtingið uppskot til lógabroytingar í umrøddu lóg?

5. Upphøggingarstuðulslóg

  1. Er løgtingslóg nr. 46 frá 30.03.1990 um upphøggingarstuðul, sum broytt við Ll. nr. 102 frá 17.12.1991, í roynd og veru farin úr gildi, við tað at heimildin sbr. § 1 bara røkkur til fíggjarárini 1990 og 1991?
  2. Í hvønn mun hevur lógin framvegis týdning fyri tey føri, har upphøggingarstuðul er givin?
  3. Er ætlanin formliga at taka lógina av, ella gera broytingar í henni?
  4. Nær er seinast veittur upphøggingarstuðul sbr. lógini, og kann landsstýrismaðurin útgreina samlaðu nýtsluna úr landskassanum sbr. lógini?

6. Stuðul til feskfiskaflotan

  1. Hvør landsstýrismaður útinnir heimildirnar eftir løgtingslóg nr. 34 frá 04.03.1993 um stuðul til feskfiskaflotan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 23.05.1997?
  2. Hvussu nógvur peningur er nýttur sbr. hesi lóg útgreinað á árini, síðan hon fekk gildi?
  3. Metir landsstýrismaðurin, at neyðugt eisini er við lógaheimild á fíggjarlógini fyri at nýta peningaheimildirnar í lógini?
  4. Eru ætlanir frammi um at leggja fyri Løgtingið uppskot um avtøku ella broyting av lógini

7. Stuðul til feskfiskaflotan undir 20 BRT

  1. Hvør landsstýrismaður útinnir tær heimildir, sum givnar eru við Ll. nr. 140 frá 25.05.1993 um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, sum broytt við Ll. nr. 110 frá 29.12.1998?
  2. Ein útgreining ynskist av, hvussu nógvur stuðul er veittur árliga úr landskassanum, frá tí at lógin fekk gildi?
  3. Ein útgreining ynskist av, hvussu nógv veðhald er veitt árliga úr landskassanum, frá tí at lógin fekk gildi, hvussu nógv av hesum eru vorðin effektiv, og hvussu stórar upphæddir av útlagda peninginum landskassin væntar sær at fáa innaftur?
  4. Eru upphæddirnar, sum ætlast nýttar sbr. lógini í komandi ár, settar av á komandi fíggjarlóg, og metir landsstýrismaðurin seg at hava lógaheimild at nýta heimildirnar í lógini uttan tilsvarandi heimild á fíggjarlógini?
  5. Er ætlanin at leggja uppskot um lógabroytingar í lógini fyri Løgtingið?

8. Stuðul til ídnaðartrolarar

  1. Hevur løgtingslóg nr. 48 frá 30.04.1996 formliga enn gildi?
  2. Hvør landsstýrismaður útinnir heimildirnar sbr. lógini, og er heimild at nýta pening sbr. lógini?
  3. Um so er, hvussu nógvur peningur ætlast nýttur komandi ár?
  4. Er ætlanin at leggja fyri Løgtingið uppskot um at taka av lógina ella gera broytingar í henni?

9. Stuðul til varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota

  1. Hvør landsstýrismaður útinnir heimildirnar sbr. løgtingslóg nr. 72 frá 20. mai 1996 um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota?
  2. Hussu nógvur peningur er nýttur sbr. lógini árliga, síðan hon fekk gildi?
  3. Hvussu nógvur peningur er ætlanin at seta av á hvørjum ári frameftir at nýta sbr. lógini?
  4. Er ætlanin at gera broytingar í lógini?

10. Stuðul til ídnaðartrolarar

  1. Hvør landsstýrismaður útinnir heimildirnar sbr. løgtingslóg nr. 85 frá 6. juni 1997 um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðirættindi í føroyskum sjógvi?
  2. Hussu nógvur peningur er nýttur sbr. lógini árliga, síðan hon fekk gildi?
  3. Hvussu nógvur peningur er ætlanin at seta av á hvørjum ári frameftir at nýta sbr. lógini?
  4. Er ætlanin at gera broytingar í lógini?

 

11. Ábyrgd fyri fiskamjøli

  1. Hvør landsstýrismaður útinnir heimildirnar sbr. løgtingslóg nr. 111 frá 29.12.1998 um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu?
  2. Hvussu nógv veðhald er veitt sbr. lógini?
  3. Hvussu nógv veðhald eru vorðin effektiv, og um so er, hvussu nógv av hesum kann ikki væntast at fáast innaftur?
  4. Er ætlanin at leggja fyri Løgtingið uppskot um at endurtaka lógina, nú hon fer úr gildi 31.12.1999?

Viðmerkingar:

Fyrispurningurin er settur, tí at omanfyri nevnda lóggáva, sum umrødd er, er lóggáva, sum kann áleggja landskassanum rættiliga víðfevnandi skyldur, og tí hevur tað alstóran týdning fyri teir, ið vara av landskassanum, og fyri alt fólkið, sum eigur landskassan, at fáa greiði á hesum.

Í stóran mun eru hetta leivdir frá tí tíðini, tá ið planbúskapurin ráddi í landinum, og tað er alramanna vitan, hvørjar avleiðingarnar vóru. Í líka so stóran mun hava slíkar skipanir givið vinnuni álvarslig bakkøst, og álvarslig afturstig í vinnuni gerast sjálvandi, alt í einum, búskaparlig vandamál fyri hitt føroyska samfelagið (jfr. LL nr. 13 frá 02. mai 1967).

Viðmerkjast skal, at ájøvn lóggáva viðvíkjandi stuðli til fiskivinnuna á landi, alivinnuna og skipabygging, ikki er tikin við í hesum umfari.

Á tingfundi 9. december 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar: 

1. Um landingarprís á sild

Løgtingslóg nr. 14 frá 27.04.1967 um landingarprís á sild er formliga enn í gildi. Sambært § 1 í lógini, er landsstýrinum heimilað við kunngerð at fyriskipa, at prísurin á sild, landað í Føroyum, verður settur av nevndini eftir § 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. desember 1951 um avrokning og Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna. Fiskimálastýrinum kunnugt, er lógarheimildin ongantíð nýtt, og hevur tað almenna sostatt ongar útreiðslur havt av lógini.

2. Um agnstudning og agnprísir

Løgtingslóg nr. 62 frá 23. juni 1983 um agnstudning og agnprísir er framvegis formliga í gildi, men innihaldsliga verður ikki mett, at lógin hevur nakran týdning, tí sambært §§ 2, 3, 4, og 5 er tað nevndin fyri Ráfiskagrunnin, sum ásetir hámarksprís, avreiðingarprís og avrokningarprís á agni og harvið eisini agnstuðulin. Sambært løgtingslóg nr. 118 frá 10. september 1990 varð lógin og harvið eisini reglugerðin fyri Ráfiskagrunnin sett úr gildi, og er tí eingin agnstuðul útgoldin síðani fíggjarárið 1990.

3. Um serlán til fiskifør

Sambært løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør verða landsstýrinum saman við fíggjarnevndini givnar ávísar heimildir, sum í dag høvdu verið útintar av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Viðvíkjandi spurningunum um, hvussu stóra upphædd av samlaðu heimildini landsstýrið hevur nýtt, hvussu nógv lán eru afturgoldin og, hvussu stórur partur av lánunum kann roknast fyri at vera mistur peningur, verður víst til seinast í svarinum. Tað kann tó viðmerkjast, at sambært § 6 í løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan er landsstýrinum heimilað at umleggja stuðuls-, kurstaps- og serlán í fiskiførum, sum koma undir lógina, til rentu- og avdráttarfrí studningslán, sum verða avskrivað yvir 10 ár. Fleiri av serlánunum eru antin umløgd eftir áðurnevndu heimild ella eru roknað sum mist, við tað at skip eru farin um tvingsilssølu.

4. Endurnýggjan fiskiskipaflotans

Sum tað framgongur, er lógin frá 1988, og er tað í lógartekstinum nýtt orðingin "landsstýrið". Men eftir at løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya kom í gildi, er tað nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum situr fyri heimildum landsstýrisins sambært løgtingslóg nr. 102 frá 19.08.1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum við seinni broytingum.

Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu stórar upphæddir árliga eru latnar úr landskassanum síðani 1992, verður víst til seinast í svarinum. Fyri fíggjarárið 2000 er einki sett av, men eftir nærri gjøgnumgongd, er Fiskimálastýrið komið eftir, at tað áttu at verið settar 1,5 mió. kr. av til part av einum gjaldførisláni, sum varð játtað einum fiskiskipi í 1998. Talan er um seinasta gjald av íalt 4. Neyðugt verður tí at søkja um eykajáttan fyri hesi upphædd. Annars kann verða víst til fíggjarlógina fyri 1999, har ein tílík upphædd varð innroknað fyri 2000.

Spurt verður, um landsstýrið metir seg at hava lógarheimild fyri at játta pening sambært lógini, uttan at tilsvarandi upphædd er sett av á fíggjarlógini. Til hetta kann svarast, at sambært § 43, stk. 2, í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya má eingin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.

5. Upphøggingarstuðulslóg

Sambært § 1, stk. 1, í løgtingslóg um upphøggingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 17.12.1991, verður landsstýrinum heimilað í 1990 og 1991 at veita upphøggingarstuðul. Nevnda áseting hevur við sær, at lógarheimild ikki er fyri at veita upphøggingarstuðul aftaná 1991.

Grundgevingin fyri, at lógin ikki varð tikin av í 1991, var, at í § 2, stk. 2, í lógini er ásett, at fiskifar, sum fær upphøggingarstuðul, missir veiðiloyvið og kann ikki fáa veiðiloyvið aftur.

6. Stuðul til feskfiskaflotan

Sambært lógartekstinum er tað landsstýrið, sum eftir løgtingslóg nr. 34 frá 04.03.1993 um stuðul til feskfiskaflotan við seinni broytingum fær ávísar heimildir. Men eftir at løgtingslóg um stýrisskipan Føroya kom í gildi, er tað nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kann útinna tær heimildirnar, sum lógin ásetir, og er tað eisini Fiskimálastýrið, sum hevur fyrisitið málsøkið.

Spurt verður aftur her, um landsstýrið metir, at neyðugt eisini er við lógarheimild á fíggjarlógini fyri at nýta peningaheimildirnar í lógini. Her kann aftur verða víst til § 43, stk. 2, í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, sum sigur, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ávíst verður.

7. Stuðul til feskfiskaflotan undir 20 BRT

Víst verður til fyrsta part av svarinum undir pkt. 5 og 6. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað nú er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kann útinna tær heimildir, sum eru í løgtingslóg nr. 140 frá 25.05.1993 um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT.

Viðvíkjandi spurninginum um eina útgreining av, hvussu nógvur stuðul er veittur úr landskassanum, frá tí at lógin varð sett í gildi, verður víst til seinast í svarinum.

Spurt verður um, hvussu nógv veðhald eru veitt árliga úr landskassanum, hvussu nógv eru vorðin effektiv, og hvussu stórar upphæddir væntast at fáast innaftur. Til hetta kann svarast, at lógin ikki heimilar veitan av veðhaldi, og er tí einki veðhald latið sambært løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT.

Tað er eingin játtan sett av á fíggjarlógini í sambandi við løgtingslóg um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT. Tað kann her viðmerkjast, at sambært § 1 í lógini kundi stuðul latast til eitt avmarkað tal av fiskiførum undir 20 BRT í 5 ár, og lógin kom sum kunnugt í gildi 7. mars 1993.

8. Stuðul til ídnaðartrolarar

Løgtingslóg nr. 48 frá 30.04.1996 um stuðul til ídnaðartrolarar er enn formliga í gildi. Hóast tað sambært § 1 í lógini verður sagt, at landsstýrinum verður heimilað, so var tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kundi útinna heimildarnar.

Tað framgongur av § 1 í lógini, at heimilað varð av árligu játtanini á løgtingsfíggjarlógini at veita stuðul í tvey ár til eigarar av ídnaðartrolarum við veiðiloyvi, og er tað tí greitt, at tað nú eingin heimild er sambært lógini, og kann sostatt heldur ikki stuðul veitast komandi ár.

9. Stuðul til varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota

Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kann útinna heimildirnar sambært løgtingslóg nr.72 frá 20. mai 1996 um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.

Á fíggjarlógini fyri 2000 eru settar 3 mió. kr. av til kontoina varðveiting av fjølbroyttum flota.

Uppskot til broytingar í lógini um varðveiting av fjølbroyttum flota vórðu lagdar fyri tingið á vári 1999, men varð uppskotið felt.

10. Stuðul til ídnaðartrolarar

Sum tað beinleiðis er ásett í § 1 í løgtingslóg nr. 85 frá 06.06.1997 um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðirættindi í føroyskum sjógvi, er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kann útinna heimildirnar.

Allir ídnaðartrolarar hava fingið frátikið veiðirættindini til ídnaðarveiði í føroyskum sjógvi, og verður sostatt ikki neyðugt at seta pening av á fíggjarlógini framyvir til hetta endamál.

11. Ábyrgd fyri fiskamjøli

Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum kann útinna tær heimildir, sum givnar eru sambært løgtingslóg nr. 111 frá 29.12.1998 um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu.

Viðvíkjandi yvirliti yvir, hvussu nógv veðhald eru veitt sambært lógini og, hvussu nógv eru vorðin effektiv, verður víst til seinast í svarinum. Tað kann tó upplýsast, at í fíggjarárinum 1999 varð einki veðhald latið. Tað kann haraftrat upplýsast, at landsstýrið ikki hevur ætlanir um at leggja uppskot fyri tingið um ábyrgd fyri fiskamjøl og lýsi v.m. í fíggjarárinum 2000.

Svar uppá felagsspurningar

Ein spurningur, sum gongur aftur til tey ymisku lógarøkini, er spurningurin um, hvørjar útreiðslur tað almenna hevur havt av lógini seinastu árini. Til at svara hesum setti Fiskimálastýrið seg í samband við Føroya Gjaldstovu til tess at svara spurninginum. Haðani verður sagt, at starvsfólk á Føroya Gjaldstovu hava lisið fyrispurningin ígjøgnum og eru komin til ta niðurstøðu, at tíðin at svara fyrispurninginum er alt ov stutt, tí tey skulu fleiri ár aftur í tíðina til at finna upplýsingar og gera støðuna upp. Gjaldstovan arbeiðir í løtuni við at geva § 19-nevndini upplýsingar um veðhald og lán, og verður hetta væntandi liðugt seinast í februar 2000.

Viðvíkjandi spurninginum um at taka av ella gera broytingar í umrøddu lógum, skal verða víst á, at sambært samgonguskjalinum skal ein greiður fiskivinnupolitikkur orðast. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er í løtuni, saman við umsitingini, í ferð við at orða ein slíkan politikk, og verður tað, tá hesin verður lagdur fram, nærri víst á, hvørjar ætlanir eru at gera broytingar í, ella taka av, ávísar lógir.

Málið avgreitt