Fyrispurningur um tyrlutilbúgving

100-14 Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi tyrlutilbúgving í Føroyum

 

Ár 1999, hósdagin 16. december, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

 

  1. Metir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at tyrlutilbúgving í Føroyum er føroyskt ella danskt ábyrgdarøki?
  2. Metir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at tyrlutilbúgvingin í Føroyum er nóg góð og munadygg, soleiðis at hon kann tryggja sjófólki okkara og útoyggjafólki ta bestu og ta neyðugu trygdina ?

Viðmerkingar:

Um so er, at fyrispurningurin um hesi viðurskifti hjá háttvirda løgtingsmanni, Henriki Old, frá 16. september 1999, stendur einsamallur saman við svarinum hjá Vibeke Larsen, ríkisumboðsmanni, frá 24. november 1999, tá kunnu løgtingsmenn, og fyri alt tað Føroya fólk yvirhøvur, lættliga fáa ta fatan, at um bert hitt danska sjóverjuskipið við tyrlu framhaldandi verður í Føroyum, so er hetta borganin fyri, at vit hava eina nóg góða tyrlutilbúgving, sum kann veita sjófólki okkara og útoyggjafólki hina bestu trygdina.

Tað munnu vera mong saman við undirritaða, sum ivast í hesi trygdini, og sum meta, at hon stendur á einum alt ov veikum grundarlagi, og at Føroyar í veruleikanum hava eina alt ov óskipaða, fyri ikki at siga vánaliga, tyrlutilbúgving.

Á tingfundi 20. december 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. mars 2000 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Tyrlutilbúgvingin er knýtt aftrat sjóbjarging, sum er føroyskt sermál og ábyrgdarøki hjá Føroyum. Við gildi frá 1. januar 1969 varð sjóbjargingartænastan løgd til Færøernes Kommando og frá 1978 varð ásett, at Vaktar- og bjargingartænastan skuldi taka sær av tí føroyska partinum. Ein samstarvsavtala varð gjørd partanna millum, sum er í gildi enn. Tyrlutænastan er ein partur av bjargingartænastuni og í nógv ár hevur tann danska tyrlan á sjóverjuskipum teirra verið nýtt til hesa uppgávu. Í nógvum førum verður eisini tann føroyska tyrlan nýtt til leiting og bjarging á sjógv og landi og sjúkraflutning.
  2. Verandi tyrlutilbúgving er ikki nóg góð og munadygg, at hon tryggjar bæði sjófólki og útoyggjafólki ta bestu og neyðugu trygdina. Royndir og samstarv við sjóverjutyrluni og teirri føroysku tyrluni í arbeiðinum um leiting og bjarging á sjógv og landi, sjúkraflutningi og tá vanlukkur henda vísa, at tað altíð mugu verða minst tvær tyrlur tøkar. Fyri at bøta um viðurskiftini hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at seta av pening á fíggjarlógini, sum løgtingið hevur samtykt, til tess at bøta um hesi viðurskifti. Fiskimálastýrið fer nú undir samráðingar við Atlantsflog um ein 10 ára sáttmála til tess at tryggja eina munabetri tænastu.

Málið avgreitt.