Fyrispurningur um tyrlutilbúgving

100-15 Fyrispurningur til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi tyrlutilbúgving í Føroyum

 

Ár 1999, hósdagin 16. december, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er tað danska stjórnin, umvegis ella umboðað av donsku sjóverjuni, sum hevur ábyrgdina av at røkja tyrlutilbúgving í Føroyum, ella metir danska stjórnin, at hetta er eitt mál, sum Føroya Landsstýri umsitur?
  2. Í hvønn mun er danska sjóverjutyrlan tilbúgvin og tøk, tá ið brúk er fyri henni til bjarging og sjúkraflutning, í Føroyum og á føroyskum øki?

Viðmerkingar:

Tað tykist vera ógreitt fyri teimum flestu, um tyrlutilbúgvingin í Føroyum er danskt ella føroyskt ábyrgdarøki.

Háttvirdi løgtingsmaður Henrik Old reisti málið í Løgtinginum hin 16. september 1999 í einum skrivligum fyrispurningi. Í svarinum frá Vibeke Larsen, ríkisumboðsmanni hin 24. november 1999, fæst einki at vita um hesi viðurskifti. Tað verður bert sagt: "Der er ingen overvejelser om at reducere eller at opgive Søværnets helikoptertjeneste på Færøerne.". Tað framgongur á ongan hátt av svari ríkisumboðsmansins, hvørt danska stjórnin tekur ábyrgdina av eini fullgóðari tyrlutilbúgving í Føroyum ella ikki. Tað er ynskiligt, at ábyrgdarspurningurin verður nágreiniliga staðfestur í svarinum.

Tingfundur 20. december 1999. Sambært tingskipanini § 53, stk. 5, boðar Ríkisumboðsmaðurin løgtinginum frá, um og nær fyrispurningurin verður svaraður.

Á tingfundi 21. mars 2000 svaraði Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til brug for besvarelsen har jeg indhentet følgende udtalelse fra Statsministeriet:

"1. Søredningstjenesten er efter den færøske hjemmestyrelov overtaget som et færøsk særanliggende. Det ligger således inden for de færøske myndigheders ansvarsområde at vurdere og sikre, at de til rådighed værende ressourcer på området er i overensstemmelse med det ønskede indsatsniveau.

2. Forsvarets tilstedeværelse i det færøske område muliggør, at inspektionsskibets helikopter kan inddrages i eftersøgnings- og redningsopgaver."

Málið avgreitt.