Fyrispurningur um serskatting av hjúnum

100-20 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi serskatting av hjúnum

 

Ár 2000, hósdagin 27. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um serskatting av hjúnum í hesi tingsetuni?

Viðmerkingar

Sagt verður, at familjan myndar samfelagið. Hevur familjan tað gott, sæst tað aftur í samfelagnum.

Fyri árum síðani legði Sambandsflokkurin uppskot fyri Løgtingið um serskatting av hjúnum. Uppskotið fekk ikki undirtøku og fall. Síðan eru royndir gjørdar, uttan komið er á mál.

Ein kann spyrja, hví Sambandsflokkurin ikki hevur framt málið um serskatting av hjúnum, tá flokkurin hevur myndað landsstýrið.

Svarið er, at hvørja ferð, boð hava verið eftir Sambandsflokkinum at mynda landsstýri síðan fyrst í 80’unum, hevur landið verið um at fara av knóranum. Hvørja ferð komið er nøkunlunda á rættkjøl aftur, er Sambandsflokkurin settur uttanfyri.

Nú skjótt 2 ár eftir, at Sambandsflokkurin varð settur uttanfyri aftur, sigst, at so væl kom burturúr, at landskassin hevur millum hálva og heila milliard krónur í avlopi árliga, so ikki kann sigast annað enn, at væl varð lagt til rættis árini 1994-98.

Um serskatting av hjúnum, har annar hjúnafelagin av ein hvørji orsøk er heimaarbeiðandi, varð sett í verk, og har inntøkan t.d. verður javnað upp til kr. 140.000, hevði hetta í fyrstu atløgu kostað landskassanum umleið 28 – 30 mió. kr. árliga, men hevði minkað so hvørt, sum trivnaðurin øktist.

Við føroysku familjuni og risaavlopi landskassans í huga, og tá fyrispurningurin er í tráð við setningin, samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum, loyvi eg mær at seta landsstýrismanninum í skattamálum, Karsten Hansen, henda spurning.

Á tingfundi 1. februar 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 8. mars svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður spyr, um eg havi ætlanir um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um serskatting av hjúnum í hesi tingsetuni. Seinni, í viðmerkingunum til fyrispurningin tosar Flemming Mikkelsen um samskatting. Niðanfyri verður spurningurin svaraður út frá viðmerkingunum, har Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, tosar um samskatting og kemur við einum dømi um hetta.

Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, nevnir at byrja við í viðmerkingunum til fyrispurning sín, at hevur familjan tað gott, sæst tað aftur í samfelagnum.

Eg skilji tí spyrjaran soleiðis, at hann ynskir at veita familjuni trygg og góð kor til gagns fyri familjurnar og samfelagið. Hesum kann eg taka undir við.

Hinvegin eigur skattalógin ikki at verða nýtt til onnur endamál enn skattapolitisk, serliga um so er, at ein við aðrari lóggávu lættari og betri kann røkka teimum endamálum, ein hevur sett sær.

Skattalógin hevur áður verið nýtt til at reka t.d. fiskivinnupolitikk (telefonfrádrátturin), íbúðarpolitikk (rentufrádrátturin), almannapolitikk (barnafrádrátturin). Um skattalógin verður nýtt til at loysa ymisk onnur endamál enn skattapolitisk, verður lógin skjótt so torskild, at hon ikki verður at skilja hjá skattaborgarum, og hartil verður hon munandi tyngri at umsita hjá skattafyrisitingini. Hetta verður til vansa bæði fyri borgaran og fyrisitingina.

Landsstýrið hevur tí arbeitt við at gera skattalógina einfaldari seinastu árini. Nærum allir frádráttir eru avtiknir. Nakrir eru tó lagdir um til útgjaldsskipanir, t.d. rentustuðul í staðin fyri rentufrádrátt, ferðastuðul í staðin fyri ferðafrádrátt, telefonstuðul í staðin fyri telefonfrádrátt, stuðul til konu- og barnapening í staðin fyri frádrátt í inntøku. Annars eru bert fáir frádráttur eftir, t.d. frádráttur í inntøkuni fyri inngjøld til eftirlønarskipanir og frádráttur fyri meirútreiðslur vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum. Pensjónistfrádrátturin og barnafrádrátturin eru eftir sum vanligir frádráttir í skattinum.

Henda umskipan gjørdi tað óneyðugt hjá 70% av skattaborgarunum at senda inn sjálvuppgávu. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur tí, at ein eigur at vera varin við nú afttur at byrja at brúka skattalógina til onnur endamál enn at krevja skatt inn. Endamálið við automatiseringunum, sum eru gjørdar og koma at verða gjørdar, kunnu tá vísa seg at vera nyttuleysar.

Serskatting

Við løgtingslóg nr. 168 frá 30.12.1997, sum fekk gildi frá 1. januar 1998, varð samskattingin av hjúnum, soleiðis sum hon varð nágreinað í § 4 í skattalógini, avtikin. Meðan tað fyrr var soleiðis, at húskið var skattasubjekt (maður og kona vórðu skattað saman), so er føroyska skattalóggávan og uppkrevjingin av skatti nú tillagað tí meginreglu, at einstaki borgarin er skattasubjekt.

Um skattalóggávan verður broytt soleiðis, at inntøkan hjá hjúnafeløgunum verður løgd saman og síðani býtt í tvey, ella møguliga tann hjúnafelagin, sum onga inntøku hevur, kann flyta upp til kr. 140.000 frá hinum hjúnafelagnum til skattingar hjá sær sjálvum, áðrenn hon verður skattað, so er hetta eitt stórt stig á vegnum aftur til gomlu skattaskipanina, har húskið var skattasubjekt (húskisinntøkan varð skattað).

Í fyrsta lagi hevði ein tílík broyting ført til stóra ógreiðu um hugtakið skattskyldug inntøka. Um arbeiðsgevarin skal stíla fyri, at partur av inntøku hjá tí eina hjúnafelagnum skal skattast hjá hinum hjúnafelagnum, sum ikki arbeiðir í virkinum, so vil hann verða noyddur til at skráseta hópin av fólki í virki sínum, sum ikki arbeiða í virkinum, og fær hann sostatt munandi størri arbeiði av at ávísa lønir og at halda skil á, at røttu upphæddirnar verða skattaðar á rætta stað. Tað kann neyvan verða rætt at leggja hesa øktu skrásetingarbyrðu á arbeiðsgevarin, sum hansara virki í veruleikanum onki hevur við at gera, og enn minni kann sigast at fáa nakað gagn av.

Fyribilsskráin

Í fyribilsskránni ber ikki til at brúka verandi skipan við skiftandi skattaprosent, og samstundis býta inntøkuna.

Tveir aðrir møguleikar eru:

  1. Fyribilsskatting fer fram sum í dag, t.v.s. IKKI samskatting. Regulering verður gjørd í ENDA, og merkir hetta, at tann hjúnafelagin, sum hevur ta størru inntøkuna, pr. definitión altíð vil fáa avlopsskatt og øvugt hjá tí, sum hevur ta minni inntøkuna.
  2. Í staðin fyri at brúka verandi kumulativa skattaprosent, er neyðugt at hjúnini fyribilsskráseta seg, og eitt fast skattaprosent verður lagt inn í skipanina.

Hesar báðar loysnir kunnu tó ikki viðmælast, tí tær í øllum førum vilja økja um írestandi skattin í mun til í dag.

Hinvegin, skal inntøkan býtast, tá sjálvuppgávan verður skrivað, so vil tann sparingin, sum er hend við automatiseringini av sjálvuppgávnuni, har 70% av borgarunum sleppa frá at lata inn sjálvuppgávu, verða burtur, tí tá skulu øll hjún, har annar hjúnafelagin hevur aðra inntøku enn lønarinntøku, lata inn sjálvuppgávu, har inntøka skal flytast frá øðrum hjúnafelagnum til hin. Hesir persónar skulu so álíknast og skattur flytast frá øðrum til hin. Uppskotið økir sostatt um fyrisitingarkostnaðin og stríðir ímóti endamáli landsstýrisins um eina einfalda skattaumsiting.

Tá ið sjálvuppgávan er latin inn, ber til at rokna skattin hjá báðum, og eisini í nógvum førum at senda eina automatiska skattauppgerð út. T.v.s. har sum maður og kona bert hava A-inntøku. Talið av automatiskum skattauppgerðum vil verða nakað minni enn í dag. Trupulleikin er, hvør skal gjalda tann írestandi skattin sum kemur - til hvønn skulu vit senda tann írestandi skattin?

Trupulleikar verða eisini í sambandi við gifting, sundurlesing og andlát í árinum.

Harafturat kann viðmerkjast, at skattskylduga inntøkan verður nýtt í ymiskum samanhangum, t.d. útrokning av almannaveitingum og arbeiðsmarknaðargjøldum. Sostatt er talan um eina stóra prinsipiella broyting, ið ikki eigur at verða tikin lættliga.

Her kann nevnast:

  1. At lógin um almannapensjónir má broytast. Eitt nýtt inntøkuhugtak má ásetast til áseting av almannaveitingum.
  1. At reglurnar, sum eru ásettar fyri at hindra dupultskatting, mugu broytast / gerast greiðari viðvíkjandi teimum inntøkum, sum eru grundalagið undir dupultskattasáttmálunum
  2. At reglurnar um inngjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin mugu broytast, somuleiðis ymiskar galdandi reglur um inngjald til pensjónseftirlønir v.m.

Í øðrum lagi hevði ein tílík broyting ført við sær krav um, at skattaskipanin bæði skuldi kunna skatta einstaklingar og hjún. Hetta hevði ført til eina dýrari skattaumsiting.

Kunngerð um serskatt

Í omanfyri nevndu lóg um serskatt, sum kom í gildi 1. januar 1998, varð § 4 í skattalógini broytt soleiðis at hjún, sum reka vinnuvirki í felag kunnu býta inntøkuna sínamillum. Hetta skal tó verða gjørt við støði í skrivligum sáttmála hjúnanna millum, sum skal góðtakast frammanundan av Toll- og Skattstovu Føroya, og har fyrilit verður tikið fyri hvussu býtast skal í mun til vævið av arbeiðinum og ábyrgd.

Eisini ber til samb. hesa lógarbroyting at rinda løn til hin hjúnafelagin, tá ymiskar treytir eru loknar. Fyri tað fyrsta skal tað snúgva seg um, at tann eini hjúnafelagin rekur vinnuvirkið sjálvstøðugt, og verður við hesum meint við, at hann/hon stendur fyri meginpartin av rakstrinum ella við støði í síni útbúgving ella fakliga førleika hevur ábyrgd av virkseminum. Her skal so eisini gerast skrivligur sáttmáli, sum skal góðkennast av Toll- og Skattstovu Føroya. Hesin sáttmáli skal áseta vævi á arbeiðinum hjá hinum hjúnafelagnum, og kann tá rindast hesum løn um afturhaldsskipanina. Lønin kann avtalast at verða á sama støði, sum svarar til kollektiva sáttmálan á arbeiðsmarknaðinum, og fyri teir hjúnafelagar, sum ikki eru fenvdir av einum sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, kann lønin hægst verða kr. 150.000 fyri eitt ársverk.

Her skal leggjast til merkis, at hesar reglar í prinsippinum eru galdandi fyri privatar vinnurekandi, sum so antin kunnu býta nettoavlopið við hin hjúnafelagin ella geva hinum hjúnafelaginum løn. Í fyrra føri snýr tað seg um at býta B-inntøku millum hjúnafelagarnar, og økir hetta ikki munandi um álíkningarorkuna, og í seinra føri snýr tað seg um at útgjalda løn um afturhaldsskipanina, og verða flestu av hesum skattaborgarum fevndir av automatisku sjálvuppgávuni.

Samanumtikið tyngir henda lógarbroyting ikki munandi um sjálva skattafyrisitingina, men harafturímóti er hon til fyrimuns fyri vinnuna.

Fíggjarligar avleiðingar

Um skattalógin verður broytt soleiðis, at inntøkan hjá hjúnafeløgunum verður løgd saman og býtt í tvey, áðrenn hon verður skattað, so minka landsskatta- og kommunuskattainntøkurnar við umleið 30 mió. kr.

Henda upphædd hevði væntandi vaksið munandi tey næstu árini. Tað er tó sera ilt at meta um, hvussu nógv hjún høvdu valt at latið annan hjúnafelagan verið heima, og tískil er sera ilt at meta um, hvussu nógv skattainntøkurnar høvdu minkað tilsamans.

Málið avgreitt.