Fyrispurningur um hugtakið ríkisfelagsskap

100-22 Fyrispurningur til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi týdninginum av hugtakinum ríkisfelagsskapur

 

Ár 2000, týsdagin 15. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvør er rættarligi týdningurin av hugtakinum "ríkisfelagsskapur"?
  2. Er hetta eitt hugtak í altjóða stjórnar- og fólkarætti?
  3. Hvør er løgfrøðisligi munurin millum ein ríkisfelagsskap og eitt ríki?
  4. Er ein ríkisfelagsskapur millum Føroyar og Danmark, og – í játtandi føri – hvat byggir hesin á?
  5. Nær er ein møguligur ríkisfelagsskapur komin í gildi millum Føroyar og Danmark, og hvør hevur samtykt stovningina?
  6. Er ríkisfelagsskapur tað sama sum ein skipan við einum ríki, har onkrir landslutir hava heimastýri?
  7. Hvør myndugleiki hevur evsta valdið í Føroyum eftir galdandi skipan?
  8. Er galdandi skipan grundað á fólkarætt, har valdið í Føroyum liggur hjá Føroya fólki?
  9. Um so er, at ríkisfelagsskapur finst, hvar gongur markið millum at vera innan fyri ella uttan fyri Ríkisfelagsskapin?

Viðmerkingar:

Hugtakið ríkisfelagsskapur verður støðugt brúkt í politiska orðaskiftinum um framtíðarstøðu Føroya. Bæði løgtingslimir úr ymsum flokkum, danskir politikarar og danska stjórnin tykjast leggja avgerandi dent á hetta hugtakið, nú samráðingar verða millum landsstýrið og donsku stjórnina um føroyskt fullveldi.

Summir flokkar á Løgtingi hava gjørt hetta hugtak til avgerandi markið fyri, at føroyingar kunnu standa saman um at fáa fult ræði á egnum landi, og læsa harvið framtíðarstøðu Føroya fasta í hetta hugtak.

Hetta tykist merkisvert, tí eftir tí, ið undirritaða hevur fingið upplýst, finst hetta hugtak als ikki í altjóða rætti og eingin faklig lýsing finst um, hvat hetta merkir.

Í Hvítubók stendur um hugtakið ríkisfelagsskapur og í orðalistanum: "Hugtak, sum verður nýtt um sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark. Tann løgfrøðisligi og stjórnmálafrøðiligi týdningurin er ógreiður".

Tá eitt slíkt hugtak nú fær avgerandi týdning fyri støðutakan hjá pørtum av Løgtinginum og kanska hjá Føroya fólki eisini, er alneyðugt at fáa eitt greitt svar frá ríkismyndugleikunum uppá, hvat liggur í hesum hugtaki. Tí verður fyrispurningurin settur Ríkisumboðsmanninum.

 

Á tingfundi 10. mars 2000  las formaðurin skriv frá Ríkisumboðsmanninum, sum var soljóðandi:

 

Rigsombudsmanden på Færøerne

Tórshavn, den 10. marts 2000

J.nr. 11-12/1999 -

Formanden for Færøernes Lagting
Postbox 208
FO-110 Tórshavn 

Medlem af lagtinget Annita á Fríðriksmørk har d. 14. februar 2000 i Lagtinget stillet Rigsombudsmanden på Færøerne en række skriftlige spørgsmål vedrørende betydningen af begrebet "rigsfællesskab". Af de ledsagende bemærkninger fremgår, at spørgsmålene er stillet på baggrund af den aktuelle politiske debat på Færøerne om Færøernes fremtidige statsretlige stilling.

Efter regeringens opfattelse bør denne debat på nuværende tidspunkt føres af Hjemmestyrets myndigheder og i den færøske offentlighed uden indblanding fra rigsmyndighedernes side.

Man skal derfor meddele, at de stillede spørgsmål ikke vil blive besvaret af Rigsombudsmanden. 

Med venlig hilsen

sign. Vibeke Larsen