Fyrispurningur um oljuavgjald

100-24 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi bensin- og oljuavgjøldum

 

Ár 2000, fríggjadagin 25. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

 

  1. Hvør er fakturaprísurin á bensini (kalium og blýfrítt, 98 oktan) og á diesel?
  2. Hvørji eru avgjøldini á bensini (kalium og blýfrítt, 98 oktan) og á diesel, og hvussu verða tey ásett?
  3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lækka/regulera avgjøldini á bensini, so bensinprísurin verður í javnari lutfalli við dieselprísin?

Viðmerkingar:

Farnu árini eru alt fleiri og fleiri bilar við dieselmotori seldir í Føroyum. Orsøkin er, at meðan dieselmotorarnir alsamt verða meira tekniskt framkomnir, so er prísmunurin í útsølu millum diesel og bensin í krónum støðugt vaksin, so hvørt sum oljuprísirnir eru hækkaðir.

Bilurin er í dag at rokna sum eitt neyðugt arbeiðstól. Arbeiðsmarknaðurin hevur eisini rættað seg eftir, at arbeiðsmegin er mobil. Eisini er vegakervið útbygt, so at farast kann millum bygda stytstu og skjótastu leið.

Hóast almennu farleiðirnar eisini eru væl útbygdar, so skerst ikki burtur, at hesar leiðir ongantíð fara at nøkta allan tørvin, eins og tað landsbúskaparliga ikki fer at loysa seg at byggja út kollektivu ferðsluna, so hon kann nøkta tørvin hjá øllum kring allan sólarringin.

Farnu tíðina eru oljuprísirnir á heimsmarknaðinum støðugt hækkaðir. Hetta hevur m.a. havt við sær, at prísurin fyri blýfría bensinið nú er 8,29 kr/l, meðan kaliumbensinið kostar 8,41 kr/l (pr. 24. februar 2000).

Hóast alheims prísvøkstur, so er endaprísurin á bensini og diesel treytaður av vinninginum, sum oljufeløgini taka, og ikki minst avgjøldunum, sum fara í landskassan. Politiski myndugleikin hevur tí stóra ávirkan á endaliga prísin.

Farna árið er bensinprísurin hækkaður við uml. 1 kr/l, ella um 200 kr/mðr. fyri vanliga koyring.

Príshækkanin hevur ikki rakt eigararnar við dieselbilunum líka meint, men eisini her er talan um munandi prísvøkstur (4,33 kr/l pr. 24. februar 2000).

Úrslitið av prísgongdinini farna árið er, at prísmunurin millum superdiesel og bensin nú er umleið 4 kr/l.

Avgjaldslegan fyri bensin byggir neyvan á nakran skilvísan orku- ella umhvørvispolitikk og slettis ikki á nakað fyrilit til løntakaran, sum er noyddur at hava egnan bil til tess at kunna røkja sítt arbeiði og annars taka lut í øllum tí, sum gerandisdagurin krevur.

Byggir avgjaldsskipanin annars á at tryggja landskassanum inntøkur og at tálma orkunýtsluni, so er endamálið fokið, nú vaksandi tal av privatbilum nýta diesel sum brennievni.

Spurningurin er tí, um landsstýrismaðurin ikki eigur at endurskoða avgjaldsskipanina á bensini, so skipanin verður í javnari lutfalli við avgjøldini á diesel. V.ø.o. at lækka bensinavgjøldini.

Fakturaprísurin á olju/bensini verður m.a. reguleraður av altjóða oljuprísinum og dollarkursinum, sum skifta javnan. Hetta skuldi tó ikki forða landsstýrismanninum at fingið til vega prísleguna pr. 24. februar 2000.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum varar av avgjaldspolitikki landsins. Tí verður hesin spurningur settur honum.

Á tingfundi 7. apríl 2000 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Pr. 2. mars 2000 eru fakturaprísirnir hesir:

Bensin – kalium, 8,41 kr.
Bensin – blýfrítt, 8,29 kr.
Diesel, 4,33 kr.

2. hvørji eru avgjøldini á bensini (kalium og blýfrítt, 98 oktan) og á diesel, og hvussu verða tey ásett?

 

Og gjøldini eru hesi:

Bensin – kalium 3,50 kr.
Bensin – blýfrítt 3,05 kr.
Diesel, 0,73 kr.

Avgjøldini á bensini eru ásett sambært løgtingslóg nr. 176 frá 18. desember 1992 um avgjald á framleiðslu og innflutningi.

Avgjaldið á diesel verður ásett sambært løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serlig avgjald á brenniolju.

Nevnast skal eisini, at sambært lóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v. m. við seinni broytingum verður álagt eitt útjavningargjald fyri akfør, ið nýta annað brennievni enn bensin.

Men, sum tað verður víst á í viðmerkingunum til spurningin, so er bilurin í dag eitt neyðugt arbeiðstól (í nógvum føri í hvussu er) og alt samfelagið, tað verið seg arbeiðsmarknaðurin, skúlar og býarplanleggingin í heila tikið hevur innrættað seg uppá, at bilur er í so at siga hvørjum húsi.

Og tað er eisini rætt, sum stendur í viðmerkingunum til spurningin, at sjálvt um almennu farleiðirnar eru útbygdar, so fara hesar leiðir helst ongantíð at nøkta allan tørvin.

Men, tá talan er um avgjøld á bensini og olju, so er annar politikkur inni í myndini enn bert at skaffa landskassanum pening sum til dømis umhvørvisspurningurin. Í londunum rundan um okkum verður meira og meira fari yvir til at nýta umhvørvisskatt.

Herafturat kemur, at teknikkurin alla tíðina broytist, nú í seinastuni til fyrimuns fyri dielsdrivnu bilarnar.

Tað er mín meting av málinum, at tey sjónarmið, sum hava ligið til grund fyri avgjøldunum á olju og bensini, sum eru í dag, ikki longur eru tíðarhóskandi. Tí verður neyðugt, at málið verður tikið upp til viðgerðar, og at tað verður í einum størri høpi enn bara reint fíggjarpolitiskt, soleiðis at spurningar um hvussu vektin á almennan flutning og privatan skal leggjast, umhvørvisspurningar o.s.v. eisini verða tiknir við í myndina.

Málið avgreitt.