Fyrispurningur um innflutning av neytakjøti v.m.

100-26 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi innflutningi av neytakjøti og tiltøkum móti ridluskriða

 

Ár 2000, fríggjadagin 3. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Dan Reinert Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Eru nøkur fyribyrgjandi tiltøk sett í verk, nú neytaøði er staðfest í Danmark?
  2. Innflyta vit neytakjøt úr Onglandi?
  3. Hevur tann føroyski myndugleikin nakran ávísan politikk mótvegis londum, ið nýta tað í viðmerkingunum nevnda fóður?
  4. Kann landsstýrismaður við vissu siga, um fóður til føroysk neyt er vandaleyst?
  5. Eru tey tiltøk, ið sett eru í verk ímóti ridludkriða í Føroyum, nøktandi?

Viðmerkingar:

Gjøgnum øldir vóru føroyingar sjálvforsýnaðir við døgurðamati. Seinasta mansaldur er hetta broytt. Bústaðar- og lívsmynstrið ger, at døgurðamatur í stóran mun er keypt útlendskt kjøt.

Í útlondum halda brúkarafeløg, starvsstovur, og veterinermyndugleikar eitt vakið eyga við tí mannaføði, ið fæst til keyps. Her heima røkir Heilsufrøðiliga Starvsstovan hesa uppgávu eftir førimuni og orku. M.a. hevur starvsstovan forða fyri sølu av salmonellafongdum høsnarungum og øðrum flogfenaði.

Dagliga hoyra vit um smittað sláturdýr og smittaðar úrdráttir úr húsdýrum. Ongland hevur seinastu árini verið rakt av neytaøði og er av teirri orsøk boykottað av fleiri londum.

Í seinastu viku var ein tilburður av neytaøði staðfestur í Danmark, og fleiri kunnu væntast. Norra, Svøríki og partar av Baltikum hava longu sett tiltøk í verk ímóti innflutningi úr Danmark.

Neytaøði stavar frá fóðri, ið partvís er framleitt úr avnotum av neyti, beinamjøli, heila, mønu, eygum og øðrum, ið ikki verður nýtt til mannaføði. 

Av tí at kjøt av sjúkum kríatúrum kann føra ólekjandi, deyðiliga sjúku við sær, verða omanfyri settu spurningar reistir.

Á tingfundi 7. mars 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 30. mars 2000 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Alment um innflutning av matvørum til Føroya

Um uppruna- og heilsuváttan fylgir við vøruni, krevst einki serstakt loyvi frá føroyskum myndugleikum at innflyta matvørur úr Norðurlondum og Írlandi, smbr. § 6 í kunngerð nr. 55 frá 26. mai 1983 um innflutning av djórum og smittuberandi lutum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 31 frá 12 apríl 1996.

Fyri lond, sum liggja uttanfyri hetta økið, skal Landsdjóralæknin í hvørjum einstøkum føri geva loyvi til hetta. Heimildin fyri hesum er givin í kunngerð nr. 55 frá 26. mai 1983 um innflutning av djórum og smittuberandi lutum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 31 frá 12 apríl 1996.

Afturat omanfyri nevndu kunngerð, gevur løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ávísar heimildir viðvíkjandi innflutningi av mati (§ 8) og sølu av matvørum (§ 11).

Í sambandi við trupulleikan við salmonellu í innfluttum flogfenaði varð - við heimild í matvørulógini - kunngerð nr. 47 frá 1. mai 1995 um innflutningseftirlit av eggum, flogfenaði og kjøtvørum sett í gildi, ið gevur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni heimild at halda eini vøru aftur, inntil úrslit av starvsstovukanningum fyriliggja.

Við heimild í matvørulógini eru eisini kunngerðir settar í gildi, har forboð er sett fyri sølu av ávísum matvørum. Hesar kunngerðir eru:

Til spurning 1.

27. februar 2000 varð neytaøði staðfest í Danmark, og 29. februar 2000 boðaði danska Fødevaredirektoratet frá hesi staðfesting gjøgnum ta norðurlendsku fráboðanarskipanina.

Við støði í hesari fráboðan og við heimild í § 11 í matvørulógini setti Heilsufrøðiliga Starvsstovan 1. mars 2000 kl. 16.00 forboð fyri sølu av oksakjøti av donskum uppruna.

Forboðið var og er bert galdandi fyri fráskurðir av rygginum og tað, danir kalla:

Søluforboðið var eisini galdandi fyri úrdráttir úr omanfyri nevndu vørum. Forboðið, sum varð lýst í Føroyum, er tað sama, sum varð lýst í Danmark og í Noregi.

Tiltøk í Noregi:

Norska forboðið varð tikið aftur 21. mars 2000.

Tiltøk í Svøríki:

Svenskarar settu einki forboð í gildi, men arbeiða við at krevja upprunamerking á liðugtvøruna.

Tiltøk í Danmark:

1. mars 2000 boðaði danska Fødevaredirektoratet frá, at omanfyri nevndu fráskurðir av oksakjøti av donskum uppruna bert kemur í handil, tá nýggju sláturhættirnir eru tiknir í nýtslu í Danmark.

Avleiðingar av fráboðanini í Føroyum:

Søluforboðið í Føroyum er framvegis í gildi. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ikki fingið nakra fráboðan frá danska Fødevaredirektoratinum um, at forboðið kann takast av.

Í kjalarvørrinum av sera nógvu fráboðanum síðstu árini, bæði viðvíkjandi salmonella, neytaøði í Stóra Bretlandi, dioxin í Belgiskum høsnarungum, og nú neytaøði í Danmark, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan tikið avgerð um, at alt kjøt og úrdráttir av kjøti skulu merkjast við upprunalandi. Heimildin fyri hesi avgerð er í matvørulógini §§ 22 og 23 og merkiskunngerðini kunngerð nr. 25 frá 26. mars 1996 um at merkja liðugt pakkaðar matvørur.

Avgerðin varð formliga tikin 15. mars 2000 og fráboðað øllum heilsølum og størri handlum, sum eru í fráboðanarskipanini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fyritøkurnar hava fingið freist inntil 31. mars 2000 at fáa viðurskiftini í rættlag.

Eftir hendan dag er føroyski brúkarin kunnigur við upprunan av tí kjøti og kjøtúrdráttum, sum hann keypir. Hetta merkir eisini, at næstu ferð ein fráboðan kemur fram í fjølmiðlunum, so veit føroyski brúkarin, um hann hevur keypt vørur av hesum uppruna.

Til spurning 2.

Tá neytaøði varð staðfest í Onglandi, varð innflutnings- og søluforboð sett fyri neyta- og seyðakjøti, seyðarhøvdum og øðrum matvørum av neytum og seyði, sum hava uppruna úr Stóra Bretlandi.

Við heimild í matvørulógini varð forboðið lýst við kunngerð nr. 30 frá 12. apríl 1996, sum broytt við kunngerð nr. 37 frá 17. apríl 1996 um forboð fyri innflutningi og sølu av ávísum matvørum úr Stóra Bretlandi. 

Til spurning 3.

Við kunngerð nr. 31 frá 12. apríl 1996 um broyting í kunngerð um innflutning av djórum og smittuberandi lutum er forboð sett móti innflutningi úr Stóra Bretlandi av:

  1. kraftfóðri, herímillum kjøt- og beinamjøl og allar fóðurblandingar við kjøt- og beinamjøli í, sum stava frá neytum og seyði
  2. brúktum landbúnaðaramboðum v.m.

Fóður og kraftfóður til neyt og seyð verður bert innflutt úr Danmark og øðrum Norðurlondum (smbr. § 6, pkt. 8). Í Føroyum eru eingi lógarkrøv galdandi í sambandi við framleiðslu av fóðri.

Í øllum ES-londum og londum, ið hava heilsufrøðiliga avtalu við ES, er bannað at nýta protein, ið stavar frá súgdjórum, í fóðri og fóðurblandingum, ætlaðar jóturdjórum (neyt, seyði og geitum), samanber Kommissionens beslutning 94/381/EF af 27.06.1994 om bestemte beskyttelsesforanstaltninger med hensyn til bovin spongiform encephalopati (neytaøði, red.) og opfodring af protein af pattedyr, sum seinast broytt við Kommissionens beslutning 95/60/EF af 06.03.1995. Hesi undantøk eru í forboðnum móti nýtslu av súgdjóraproteini til jóturdjór:

  1. mjólk
  2. gelatine
  3. aminosýrur, sum eru framleiddar av húðum og skinni á tann hátt, at tær eru sýruviðgjørdar (pH < 2), so lútviðgjørdar (pH > 11) og síðan hitaviðgjørdar við 140 oC i 30 min. undir trýsti uppá 3 bar
  4. dicalciumfosfat, vunnið úr avfeittaðari beinagrind
  5. turkað plasma og aðrir blóðúrdráttir

Avgerðirnar hjá Kommissiónini eru settar inn í danska lóggávu, sum seinast broytt við Bekendtgørelse nr. 6 af 01.08.1997 om foder med indhold af protein af pattedyr.

Til spurning 4.

Sum sæst av svarinum uppá triðja spurningin, er einki protein, ið stavar frá súgdjórum, í kraftfóðrinum, sum verður brúkt til neyt og seyð í Føroyum. Vandin fyri smittu, borin gjøgnum fóður við prionprotein í (neytaøði) má metast serstakliga lítil, t.v.s. so tætt at uppá talið null, sum møguligt er at rokna við teirri vitan, vit higartil hava um smittuleiðir hjá neytaøði.

Til spurning 5.

Basanin av ridluskriða (scrapie) er fevnd av:

  1. Kunngerð nr. 83 frá 7. september 1984 um fyribyrging av ridluskriða, har ásett er, at illgruni um ridluskriða skal fráboðast Landsdjóralæknanum (smbr. § 2).
  2. Síðan 1995 er bert fráboðaður ein tilburður, sum førdi við sær, at seyðurin, talan var um, varð dripin og sjúkuavgerðin váttað, tá heilin á avvarðandi seyði aftaná varð kannaður. Ymiskar avmarkingar vórðu lagdar á seyðaskipanina eftir tilburðin, m.a. víðfevnt bann fyri at selja livandi seyð, og skylda til at fráboða nýggjar tilburðir av ridluskriða í avvarðandi seyðaskipan.

  3. Kunngerð nr. 141 frá 10. desember 1990 um fyribyrging av ridluskriða, sum seinast broytt við kunngerð nr. 178 frá 21. september 1993, har m.a. er ásett:
  1. at tað er bannað at flyta livandi seyð millum oyggjarnar, og at seyður skal flettast á somu oyggj, hann er úr (smbr. § 1 stk. 1).
  2. at livandi seyður ikki má flytast úr teimum hagapørtum, sum eru avbyrgdir vegna tilburðir av ridluskriða, ella tí teir hava havt vandamikið samband við hagapart, har tilburðir av ridluskriða eru staðfestir (smbr. § 2, stk. 1).
  3. at Landsdjóralæknin kann veita ‘undantaksloyvi’ til flutning av livandi seyði oyggjanna millum (§ 1, stk. 3) og til flutning av seyði frá avbyrgdum hagapørtum (smbr. § 2 stk. 2).
    Undantaksloyvi sambært § 1, stk. 3, verður bert givið alidjórum, ið stava frá hagapørtum, ið ikki eru avbyrgdir (smbr. § 2 stk. 1). Undantaksloyvi sambært § 2, stk. 2, t.v.s. flutningur av seyði úr avbyrgdum hagapørtum, verða ikki givin.

Í løtuni verður arbeitt við at dagføra lóggávuna um sjúkur hjá djórum. Hetta merkir m.a., at heimild fæst fyri eini meira aktivari niðurberjing av ridluskriða.