Fyrispurningur um lán og effektiv veðhald o.t.

100-28 Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi lánum, effektivum veðhaldum o.t.

 

Ár 2000, mikudagin 15. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Undirritaði løgtingsmaður setir hervið fram soljóðandi skrivligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum,

viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-8/1999 (eykafíggjarløgtingslógin), konto 5.34.5.01; lán, effektiv veðhald o.t.:

  1. Hvørjum er hetta gjaldførislánið latið sambært løgtingslóg nr. 102 frá 19.08.1988 um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Lánið er skrásett hin 27.03.1998, hvussu eitur reiðaríið og somuleiðis skipið, talan er um?
  2. Hvør er orsøkin til, at nevnda gjaldførislán varð veitt, og undir hvørjum treytum varð hetta játtað?
  3. Hvussu var fíggjarstøðan hjá viðkomandi lántakara, tá ið gjaldførislánið varð veitt?

Viðvíkjandi konto nr. 5.34.5.07 í somu eykajáttanarløgtingslóg verða settir fram hesir fyrispurningar:

  1. Hvønn verður goldið fyri, og hvør er tað, sum rindar aftur nevnda veðhald, hvussu eitur reiðaríið og somuleiðis skipið?
  2. Undir hvørjum fortreytum, nær og hvussu nógv hevur landskassin veðhildið fyri í hesum serstaka føri? Heitt verður á landstýrismannin um at viðleggja dokumentatión hesum viðvíkjandi!
  3. Hvør er orsøkin til, at hesi effektivu veðhald verða goldin nú og við júst teimum nevndu upphæddunum?
  4. Eru nakrar serstakar fortreytir galdandi fyri rindanini av umrøddu lánum, t.v.s., er tað hugsandi, at hetta er ein liður í eini eventuellari sanering sambært lóggávu ella líknandi?
  5. Hvussu er fíggjarstøðan hjá viðkomandi reiðaríi? - Landsstýrismaðurin verður biðin um at koma við einari dokumentatión hesum viðvíkjandi!

Viðmerkingar:

Seinast, tá ið ófráboðaðir fyrispurningar vórðu settir og svaraðir á Løgtingi, spurdi undirritaði løgtingsmaður landstýrismannin í fíggjarmálum, um hann kundi gera greiðu á, hvaðani tølini á omanfyrinevndu konti stavaðu, og hvussu samanhangurin var í hesum máli. Tað var greitt, at landstýrismaðurin var í iva um hesar upphæddir og segði seg bara kunna gita sær til, hvaðani tær stavaðu, eftir teimum frágreiðingum, hann hevði fingið úr fiskimálastýrinum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørdi onga roynd at greiða tingmonnum og harvið Føroya fólki frá málinum, og tí verða spurningarnir settir fram.

Veðhaldini, ið seinni gjørdust effektiv, vóru ein súla undir tí serliga slagnum av sosialdemokratiskum koloni-búskapi, sum Føroyar í eitt longri tíðarskeið vóru vælsignaðar við. Onkur kallaði henda avanseraða blandingsbúskapin fyri privat-kommunismu, og avleiðingarnar gjørdust líka svárar sum allastaðni har, ið mørkini í millum alment og privat gerast ógreið og at enda hvørva.

Ongin hevði væntað, at effektivu veðhaldini ein dag fóru at gerast ein lukrativ forrætning fyri hin føroyska landskassin. Soleiðis, sum ein í fyrsta umfari og eygnabragdi lesur eykafíggjarløgtingslógina við nærum ongum viðmerkingum, ber illa til at koma til aðra niðurstøðu enn hana, at her er ein rættilig kúvending farin fram. Máti skal vera við viðráki, nú tá ið effektivu veðhaldini eisini eru farin at renna inn í landskassan. Ein sólskinssøga, sum valla nakar frammanunda hevði megnað at spátt um.

Tað er yvirhøvur semja í samgonguni um, at gerast skal upp við hin gamla vinnulívspolitikkin, sum nærum gjørdi enda á samfelagnum. Skottast skal upp í millum alment og privat, og vinnan skal hava greiðar karmar og góð kor at virka undir. Tað er í tí ljósini, at spurningarnir verða settir fram.

Í uppskotinum frá landsstýrinum til eykafíggjarløgtingslóg viðvíkjandi omanfyrinevndu konti eru bara fáar og hartil sera lítið ítøkiligar upplýsingar um, hvat ið býr undir upphæddunum. Í millum nakað og einki verður sagt um sjálvt grundarlagið fyri nevndu játtanum og harafturat verður als ongin lýsing gjørd av teimum viðurskiftum, sum eru atvoldin til, at hetta uppskotið er komið á tingborð júst nú sum ein eykajáttan í staðin fyri, at hon varð veitt sum ein vanlig játtan á Løgtingsins fíggjarlóg.

Tað verður bara nevnt, at játtað eru gjaldførislán sambært løgtingslóg nr. 102 frá 19.08.1988 um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, og er hetta framt hin 27. mars 1998. Síðani verður boðað frá, at tað írestar at játta eina ratu, áljóðandi 1,5 milliónir krónur í 1998 til hetta sama endamál.

Viðvíkjandi veðhaldunum fæst bara at vita, at útreiðslujáttanin umfatar tær veðhaldsskyldur, sum landskassin hevur mótvegis fiskiskipum, og harafturat verður upplýst, at inntøkujáttanin er afturgjald av goldnum borganum.

Talan er um eina játtan á útreiðslusíðuni fyri veðhald, áljóðandi 1 millión krónur, í meðan inntøkusíðan er uppgjørd til 3,0 millónir krónur. Eykajáttanin er uppgjørd til 9,2 milliónir krónur og harvið koma játtan & eykajáttan tilsamans upp á 12,2 milliónir krónur.

Viðmerkingarnar til hesa konto siga lítið og einki um, hvat ið málið í heila takið snýr seg um. Sigast má, at landsstýrið av eini ella aðrari orsøk er sera afturhaldandi fyri ikki at siga pírið við upplýsingum og greiningum í hesum máli. Annaðhvørt við vilja ella vónandi av berum gáloysni verður m.a. einki orð nevnt um, hvør ið skuldarin er, ella hvussu tað ber til, at júst hesi tølini eru komin at standa á játtanini og annars, hvørjar ið orsøkirnar eru til, at henda játtanin er komin at standa á eykafíggjarløgtingslógini og er vorðin so serliga aktuel beint í hesum tíðarskeiði.

Undirritaði vónar, at málið við hesum fyrispurningi verður meiri nágreiniliga lýst, soleiðis at vanligi skattaborgarin fær eitt betri innlit í, hvussuleiðis hansara peningur verður umsitin, og at hann harumframt eisini kann fáa eina haldgóða trygd fyri, at hitt neyðuga fyrilitið og skynsemið er leisturin frá almennari síðu, tá ið stuðul av slíkum slagi verður veittur.

Tá ið hesin fyrispurningur ikki átti at verið nakar tungur burður fyri fyrisitingina, er svarið væntandi í næstum.

Á tingfundi 16. mars 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mai 2000 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Ad. 1. Talan er um eitt gjaldførislán uppá tilsamans 6 mió. kr, sum er veitt P/F Christian í Grótinum. Talan er um nótaskipið "Christian í Grótinum".

Ad. 2. M/s "Christian í Grótinum" kostaði umleið 103 mió. kr. at byggja. Fígging fekst til vega frá Føroya Realkreditstovni og frá Den Norske Bank. Realkreditstovnurin umsitur gjaldførislán, sum eru veitt sambært løgtingslóg um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, vegna Føroya Landsstýri. Í hesum sambandi søkti reiðaríið eisini landsstýrið um fígging, og varð teimum játtað tilsamans 6 mió. kr. í gjaldførisláni soleiðis, at 1,5 mió. kr. vórðu goldnar í 1998, 3 mió. kr. í 1999 og 1,5 mió. kr. ár 2000. Rentan á gjaldførisláninum er í løtuni 5,5 %. Viðvíkjandi gjaldførisláninum er annars at siga, at tað er avdráttarfrítt tey fyrstu 10 árini, og verður síðani at afturgjalda yvir 2 ár. Tað skal viðmerkjast, at hetta er seinasta gjaldførislán, sum er veitt sambært løgtingslóg um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum.

Ad. 3. Sambært konsernroknskapinum hjá P/F Christian í Grótinum fyri 1997, átti og rak konsernin táverandi m/s Christian í Grótinum og átti partabrøvini í P/F Palli, sum átti og rak m/s Palli hjá Mariannu, sum síðani eisini er seldur. Ársúrslitið fyri 1997 sambært roknskapinum varð eitt undirskot uppá kr. 776.000,-. Felagið hevði í 1997 eina samlaða skuld uppá kr. 52.563.000,- meðan eginpeningurin varð 21.656.000,-, ið svarar til 41,2 %.

Viðvíkjandi konto nr. 5.34.5.07 í somu eykajáttanarlóg:

Ad. 1. Talan er um P/F Samvinnufelagið í Sandavági, ið eigur og rekur rækjutrolaran m/s "Høgafoss".

Ad. 2.: Talan er um eitt skaðaloysisbræv áljóðandi kr. 26.600.000,- sum liggur sum grund fyri skuld hjá P/F Samvinnufelagnum til táverandi A/S Kjøbenhavns Handelsbank upprunaliga stór kr. 24.197.000,-. Skaðaloysisbrævið er skrásett í skipaskrásetingini hin 7. mai 1984. Føroya Landsstýrið hevur við áriti 13. apríl 1984 veðhildið fyri afturgjalding av høvuðsstóli og rentum sambært skuldarbrævinum. Sambært kontoavriti frá Føroya Gjaldstovu byrjar landsstýrið longu í maj 1986 at leggja út fyri veðhaldskskyldur, og heldur hetta fram til í 1993, tá alt lánið verður uppsagt endaliga.

Ad. 3. Sum víst á í svarinum til spurning 2, er veðhaldið hjá landsstýrinum ikki vorðið effektivt nú, men byrjaði landsstýrið longu í 1986 at gjalda út fyri veðhaldsskyldur.

Ad. 4. Sambært løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum er landsstýrinum heimilað heilt ella lutvíst at umleggja eina av landskassanum goldna borgan til eitt rentu- og avdráttarfrítt, sum verður niðurskrivað eftir einum áramáli, ið verður ásett av landsstýrinum. Í lógini er ásett, at um so er, at fiskifar, ið hevur fingið umlagt lán v.m. skiftir eigara, áðrenn øll skuldin er niðurskrivað, fellur skuldin, heruppií tann parturin, sum er niðurskrivaður, til gjaldingar. Lógin frá 1997 var ein roynd at varðveita fjarfiskiflotan, serstakliga rækjuskipini, sum um tað mundi høvdu vánalig úrslit og nógva rentuberandi skuld at dragast við, og stórur vandi var fyri, at fleiri skip vórðu seld av landinum, við tí møguleika, at vit umframt at missa skipini av landinum, noyddust at gjalda øll veðhaldini. Við hesari heimild hevur tað borið til at rudda upp í slíkum málum um millumverandi við fjarfiskiflotan, eins og tað frammanundan er gjørt við slík millumverandi við heimaflotan.

Ad. 5. Sambært ársroknskapinum hjá P/F Samvinnufelagnum fyri 1998, varð ársúrslitið 1.194.895 kr. móti 594.000 kr. í 1997. Javnvágin í fíggjarstøðuni var pr. 31.12.1998 46,7 mió. kr. Av hesum var eginpeningurin um kr. 2.065.000,-, svarandi til umleið 4,4 % av samlaðu ognunum. Av hesum er langfreistaða skuldin 35,6 mió. kr. meðan samlaða skuldin er 44,7 mió. kr. Tá umlegging av landskassaveðhaldinum er framd og umfígging, umvælingar og umbyggingar eru gjørdar, verður langfreistaða skuldin umleið 28,5 mió. kr. meðan samlaða rentuberandi skuldin verður umleið 35 mió. kr. umframt tað umlagda rentu- og avdráttarfría studningslánið til landskassan uppá umleið 17,4 mió. kr.

Málið avgreitt.