Fyrispurningur um nýggju fólkaskúlalógina

100-29 Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini

 

Ár 2000, týsdagin 21. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt og hóskiligt, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum verða gjørdar upp sum partur av lønar- og sáttmálasamráðing?
  2. Um so er, hvørjar kundi talan verið um?
  3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at lógarábyrgdarøki hansara stendur og fellur við, hvussu avvarandi fakfelag hepnast í eini lønarsamráðing?
  4. Heldur landsstýrismaðurin tað kann virka niðurbrótandi fyri fakfelagsarbeiði, tá ið tað skal stríðast fyri at útfylla eina lóg, sum tingið hevur samtykt?
  5. Í hvønn mun heldur landsstýrismaðurin verkfallið í fólkaskúlanum vera ein politiskan trupulleika ella ein fakfelagstrupulleika?
  6. Um so er, at fólkaskúlalógini verður ikki lív lagað, heldur landsstýrismaðurin so, at frægast hevði verið at farið aftur til gomlu lógina?
  7. Ella hevur landsstýrismaðurin í hyggju at strika tær greinar, sum ikki ber til at røkja við verandi játtan?
  8. Ella ætlar hann at koma í tingið við umbøn um neyðugu játtanina?

Viðmerkingar:

Tá Løgtingið í 1997 viðgjørdi nýggju fólkaskúlalógina, gjørdu Føroya Lærarafelag, Tórshavnar Skúlaráð, løgtingslimir og onnur vart við, at nýggja lógin fór at kosta væl meira, enn hildið var.

Í sambandi við viðgerðina av uppskoti til fíggjarløgtingslóg sendir fíggjarnevndin sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini tær einstøku greinarnar av uppskoti til løgtingsfíggjarlóg til ummælis hjá sernevndunum. Talan er bara um ummælisrætt, og kunnu nevndirnar ikki gera uppskot til broytingar í teim upphæddum, sum ásettar eru. Í ummæli sínum til fíggjarnevndina av § 7 í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000 vístu limirnir í mentanarnevndini millum annað á, at tey væntaðu ikki, at játtanin til fólkaskúlan fór at halda, skuldi fólkaskúlalógin haldast.

Í svari sínum til mentanarnevndina sigur landsstýrismaðurin: "Hóast umbønir og frágreiðingar í sambandi við økta virksemið á fólkaskúlaøkinum við nýggjari løgtingslóg um fólkaskúlan umframt lønarvøkstur, so fekk landsstýrismaðurin ikki lagað fíggjarkarmin fyri ár 2000 í nóg stóran mun til økta virksemið, sum ætlað í fólkaskúlanum".

Fíggjarnevndin tekur til eftirtektar tað, sum mentanarnevndin hevur víst á, og spyr landsstýrismannin um hesi somu viðurskifti. Landsstýrismaðurin svarðar fíggjarnevndini orðarætt tað sama, sum mentanarnevndini, og leggur afturat , "Tí er fólkaskúlin noyddur at seta sítt virksemi hareftir. Við teimum fortreytum, sum liggja til grund fyri fíggjarætlanini, fer játtanin ætlandi at halda".

Sostatt er ilt at skilja, hví landsstýrismennirnir báðir, Signar á Brúnni og Karsten Hansen, lata foreldur og næmingar vera offur í einum stríði, tá teir eftir øllum at døma ikki halda seg vera førar fyri at skapa líkindi fyri nýggju fólkaskúlalógini.

At fólkaskúlin fór at verða raktur av verkfalli, mundi fyri tey flestu vera óhugsandi. Eisini hetta er søguligt fyribrygdi.

Nú verkfallið er farið inn í triðju vikuna, og eingi tekin eru um, at samráðingar verða tiknar uppaftur í bræði, er tað rímiligt at spyrja um hesi viðurskifti.

Á tingfundi 22. mars 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. apríl 2000 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Í fyrispurninginum verða settir fram 8 spurningar, sum verða svaraðir í teirri røð, teir eru settir. Samanumtikið skal kortini sigast, at landsstýrismaðurin heldur tað vera ein heldur óheppin siðvenja, at seta fram fyrispurningar um eina áleikandi arbeiðsósemju, ið dregur partapolitikk og fakfelagspolitikk inn á ting, meðan samráðingar skulu fara fram. Orsakað av, at allir spurningarnir eru beinleiðis politiskir og ikki umsitingarligir, var neyðugt at biðja um longda freist til tess at svara fyrispurninginum nøktandi politiskt hjá nýsetta landsstýrismanninum. Talan hevur sostatt als ikki verið um vantandi áhuga ella innlit í málið, sum ført hevur verið fram fyri almenninginum.

1.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur gjørt samráðingarpartarnar varugar við, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum og lógarásettar uppgávur skulu ikki verða tengdar beinleiðis upp í sáttmálasamráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag. Hetta hevur Fíggjarmálastýrið - lønardeildin - tikið til eftirtektar.

Talan tykist vera um ávísar misskiljingar um hetta mál. Tað er ábyrgdin hjá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum at tryggja, at tættirnir í nýggju fólkaskúlalógini verða settir í verk á einstøku skúlunum. Og tað er landsstýrismansins uppgáva at tryggja, at neyðugu fíggjarligu og arbeiðsligu karmarnir eru til staðar, so undirvísingin kann fremjast. Hetta verður gjørt við kunngerðum, rundskrivum og um umsiting og samskifiti millum fyrisiting, skúlar, skúlanevndir og kommunur.

Til hetta stendur landsstýrismaðurin til svars mótvegis løgtinginum, og tað er løgtingið, ið játtar lógarkarmar og fíggjarkarmar til fólkaskúlaøkið, sum landsstýrismaðurin skal halda seg til.

Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til at gera eina gjøgnumlýsing av fólkaskúlalógina umsitingarliga og gjørt eina ætlan fyri, hvussu tættirnir í nýggju fólkaskúlalógin kunnu fáast at virka til fulnar. Hetta vil landsstýrismaðurin eisini fegin gera í neyvum samskifti við Føroya Lærarafelag, skúlaleiðslur, skúlanevndir, og kommunur.

2.

Sjálvsagt eiga veruligu starvsviðurskiftini, arbeiðstíðin og arbeiðsuppgávurnar at vera lýstar til fulnar. Tað er grundarlag fyri at gera rættvísar og nøktandi sáttmálar. Hetta hevur helst vantað undir gomlu fólkaskúlalógini og nú eisini undir teirri nýggju. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá øllum pørtum skuldi havt verið liðugur at lýsa hetta økið, áðrenn sáttmálin fór úr gildi í ár, men hetta eydnaðist tíverri ikki. Men tað átti ikki at verið so trupult at gjørt hetta, um partarnir høvdu sitið við samráðingarborðið, og Undirvísingar- og Mentamálastýrið vil gera alt fyri at fáa hetta lýst í sátt og semju.

3.

Sum landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum eri eg ikki nøgdur við ta gongd og avleiðingar, sum lønarsamráðingarnar hava fingið. Gongd og avleiðingar standast m.a. av, at lógarásettu uppgávurnar og kostnaður av eini løgtingslóg sum heild eru tengdar upp í lønarsamráðingarnar.

Fremsta mál landsstýrismansins er at tryggja, at fólkaskúlin virkar til fulnar fyri tey sum starvast har og varða av honum, og at næmingar fáa ta undirvísing, teir hava krav uppá.

    4.

    Tað er sera fremjandi, at eitt yrkisfelag ger vart við seg, tá ið talan er um at fáa karmarnar í eini lóg til veruligt innihald. Føroya Lærarafelag hevur frá fyrsta degi virkað fyri fólkaskúlan sum heild, og tað eigur felagið stóran heiður fyri.

    Men tað at fylla lógina út, at umsita lógina, tryggja neyðugt fíggjarligt grundarlag, og hava ábyrgd fyri, at hon virkar, eigur ikki at verða tengt upp í sáttmálasamráðingar.

    Verður hetta gjørt, er tað eftir mínum tykki sera vandamikið fyri bæði stýrisskipan og alla politiskari ábyrgd. Landsstýrismaðurin kann ikki binda seg mótvegis einum triðja parti viðvíkjandi lóggávuni, umsitingini og fíggingini sum heild. Tá stendur landsstýrismaðurin ikki til ábyrgd mótvegis lóggávuvaldinum.

    Hartil er tað eftir mínum tykki serstakliga vandamikið fyri almenna arbeiðsmarknaðin og vunnin rættindi hjá fakbólkum at reisa slík fordømi. Fakfeløgini skulu tryggja í sáttmálum, at hvør tann, sum settur verður eftir sáttmálanum, fær ávísa løn, ávís rættindir fyri ávísar arbeiðsuppgávur og skyldur, sum arbeiðsgevarin áleggur. Um hetta verður tengt beinleiðis at greinum í eini lóg fyri til dømis fólkaskúlan – t.e. at tann og tann lógargrein verður tulkað at kosta so og so nógv og gevur tað og tað til tann setta – so virkar arbeiðsmarknaðurin ikki. So kann løgtingið jú í prinsippinum broyta lógina aftur, og so mugu fakbólkar niður í løn ella upp í arbeiðstíð.

    Minnast má til, at landsstýrið er arbeiðsgevari hjá teimum alment settu – ikki Løgtingið. Løgtingið er arbeiðsgevari hjá landsstýrinum og skal halda eftirlit við, at landsstýrið útinnir lógirnar á fullgóðan hátt.

    Tí kann henda ósemjan gerast sera biðurbrótandi fyri fakfelagsarbeiði, um viðurskiftini ikki verða sundurskild.

5.

    Landsstýrismaðurin vísir til svarið til spurning 4. Talan er júst um, at ein politiskur trupulleiki um nýggju fólkaskúlalógina er tengdur saman við fakfelagsspurningar. At so nógvir ymiskir trupulleikar eru vavdir saman, er helst ein høvuðsorsøkin til, at henda ósemja hevur verið alt ov drúgv.

    At sáttmálasettu lærararnar hava fingið verkfallsrætt er ein fakfelagsligur fyrimunur, men í hesum føri hevur tað skapað stórar politiskar trupulleikar, tí verkfallið rakar alt samfelagið, og næmingar fáa ikki sína lógartryggjaðu undirvísing. Tá ið so nógv viðurskifti hava ligið á láni í mong ár í Føroyum, er eyðsæð, at trupulleikar og ósemjur renna saman.

    6.

    Fólkaskúlalógini verður lív lagað í einum mennandi samfelagi. Tá núverandi ósemja er loyst, kann øll orka fara til at gera føroyska fólkaskúlan til eitt fyridømi um nútímans undirvísing og útbúgving fyri øll í samfelagnum – uttan mun til ymisk evni, sosiala støðu, trúgv ella bústað í landinum. Fólkaskúlalógin er ætlað sum ein karmur um fólkaskúlans virksemið. Øll eiga vit at gera okkara til at fylla upp í karmarnar, men landsstýrið og løgting hava ábyrgdina og skulu tryggja, at karmarnir eru í lagi. Tað krevur eina langtíðarætlan og gott samskifti millum allar partar.

    7.

    Landsstýrismaðurin ætlar ikki at leggja uppskot fram um at strika nakra grein í løgtingslógini um fólkaskúlan vegna vantandi játtan, men fer tó at minna á, at vantandi játtan er einki nýtt fyribrigdi. Landsstýrismaðurin skal halda seg til teir játtanarkarmar, ið verða samtyktir. Til ber eisini at gera sera nógvar ymsar metingar av kostnaðinum fyri virksemi fólkaskúlans. Landsstýrismaðurin fer sum nevnt at lýsa tørvin og gera metingar um, hvussu lógin verður umsitin best, so at allir tættir fáast at virka á skúlunum yvir eitt áramál við kunngerðum og rundskrivum.

8.

Landsstýrismaðurin ætlar sjálvsagt út frá metingum um tørv og neyðugum raðfestingum at gera uppskot á komandi fíggjarlógum og at gera langtíðarfíggjarlóg fyri fólkaskúlan, sum tingið verður at taka støðu til.

Annars kann verða upplýst, at játtanin til fólkaskúlan á árligu løgtingsfíggjarlógunum, tey seinastu trý árini, er økt við uml. 10 mió. kr. í føstum prísum.

Málið avgreitt.