Fyrispurningur um harðskap móti kvinnum

100-31 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum

 

Ár 2000, týsdagin 28. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Eru stig tikin til at seta nevnd at viðgera spurningin um harðskap móti kvinnum ?
  2. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at gera nakað við spurningin fyri at fáa gongd á málið?

Viðmerkingar:

Á ársfundi Útnorðurráðsins í Íslandi í august 1999 vóru 8 rekommandatiónir gjørdar og samtyktar. Rekommandatión nr. 5 var var soljóðandi:

Vestnordisk Råd godkender den fremlagte rekommandation om, at Rådet henstiller til Færøernes Landsstyre, Grønlands Landsstyre og Islands regering, at der nedsættes et arbejdsudvalg, som skal fremlægge forslag om fælles initiativer til at bekæmpe vold mod kvinder i de vestnordiske lande. Her tænkes først og fremmest på initiativer s.s. finansiering og indsamling af oplysninger, forskning omkring vold, markedsføring af kvindegrupper som krisecenter, kvinderådgivning og incestcenter, samt samarbejde om behandlingstilbud mellem landene.

Grundarlagið undir samtyktini var lagt á ráðstevnuni "Kvinnupolitiskur Verkstaður", ið varð hildin í Føroyum á sumri 1999. Á ráðstevnuni luttóku fakfólk úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Ráðstevnan varð hildin eftir tilmæli frá politikarum í Útnorðurráðnum.

Í november mánaði samtykti Løgtingið allar 8 rekommandatiónirnar. Sí løgtingsmál nr. 13/1999.

Ábyrgdina av rekommandatión nr. 5 hevur Almanna- og heilsumálastýrið, og tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í Almanna- og heilsumálum.

Á tingfundi 29. mars 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 28. apríl 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Í viðmerkingum sínum til fyrispurningar ger Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur, vart við, at Løgtingið í november mánaði samtykti allar 8 rekommandatiónirnar, og tað er rætt, at eftir at Løgtingið hevur sent samtyktirnar út í uttanlandsdeildina, hevur henda deild sent ávísar rekommandatiónir víðari til Almanna- og heilsumálastýrið til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum at avgreiða. Hetta hendi í desember mánaði. Nú er ikki talan um at seta eina nevnd í Føroyum, men at seta eina nevnd samansett við teimum trimum londunum Grønlandi, Íslandi og Føroyum, og tí er neyðugt, at hesar rekommandatiónir verða samtyktar í øllum trimum londunum, áðrenn stig verða tikin til at seta slíka vestnorðurlendska nevnd.

Í Grønlandi eru 3 rekommandatiónir samtyktar, men vit hava tó ikki endaliga fingið upplýst hvørjar. Í Íslandi eru ongar enn samtyktar, tær liggja allar í nevnd. Ætlan landsstýrismansins er, tá ið hesar rekommandatiónir verða samtyktar av øllum trimum útnorðurlondunum, so at taka stig til at heita á samstarvsfelagar mínar í Grønlandi og Íslandi um at skipa so fyri, at hesar rekommandatiónir, sum Útnorðurráðið hevur mælt til, verða fylgdar, um so er, at tey 3 tingini øll samtykkja tær.

Málið avgreitt.