Fyrispurningur um játtan og nýtslu § 8 ár 2000

100-34 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 8 fyri ár 2000

 

Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Kann landsstýrismaðurin geva Løgtinginum eina meting av samlaðu nýtsluni innan § 8 á fíggjarlógini (Almanna og heilsumál o.a.) fyri ár 2000, á øllum konti, har mett verður at játtanin ikki kemur at halda? Talan er um allar rakstrar-, lógarbundnar og aðrar útreiðslur fyri árið sæð í mun til játtanina á fíggjarlógini. Metingin ynskist fyri hvørja høvuðskonto sær?
  2. Um landsstýrismaðurin ikki metir, at játtanir koma at halda, hvørji stig ætlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda?

Viðmerkingar

Fyrispurningurin er settur fyri at fáa neyvari meting av nýtsluni av ávísum játtanum á fíggjarlógini fyri ár 2000. Verandi játtanir á fíggjarlógini eru ásettar síðsta heyst, tá fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 varð lagt fyri tingið og seinni samtykt í Løgtinginum uttan stórvegis broytingar.

Væntandi hevur landsstýrismaðurin nýtslutøl tøk fyri fyrsta ársfjórðingin í ár, tá komið er út í hálvan apríl og sostatt hevur betri møguleika at meta um røttu nýtsluna fyri árið.

Í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000 hevur samd fíggjarnevnd ynski um at gjøgnumskygni skal vera á galdandi fíggjarlóg og tekur undir við broytingunum í játtanarskipanini, ið umsiting Løgtingsins, Landsgrannskoðarin og Fíggjarmálastýrið hava gjørt í felag.

Niðanfyri verður endurgivið brot úr álitinum hjá fíggjarnevndini og brot úr lógini um ábyrgd landsstýrismanna.

"Gjøgnumskygni
Fíggjarnevndin ynskir, at gjøgnumskygni skal vera á galdandi fíggjarlóg. Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin umrøtt, í hvønn mun lógabundnar útreiðslur eisini skulu standa á fíggjarlógini fyri viðkomandi ár. Í § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini er ásett, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.

Spurningurin er, um ein vanlig løgtingslóg uppfyllir tey heimildarkrøv, sum § 43, stk. 2, setir fyri lógliga at brúka pening úr landskassanum. Av løgtingsviðgerðini av stýrisskipanarlógini skilst, at landsstýrið í upprunaliga uppskotinum hevði orðað § 43, stk. 2, soleiðis, at bara var heimilað at nýta pening, um upphæddin var játtað á fíggjarlógini. Undir málsviðgerðini hevði tingnevndin, sum viðgjørdi málið, frammi at skoyta uppí, at eisini kundi brúkast peningur, sum hevði heimild í "aðrari galdandi heimildarlóg".

Tá ið álit kom fyri tingið, hevði nevndin broytt hugsan soleiðis, at tað kom at standa: "ella aðrari játtanarlóg". Hetta merkir sbr. vanligum løgfrøðiligum tulkingargrundreglum, at ein vanlig løgtingslóg ikki er nóg góð heimild fyri at brúka pening, tað krevst, at útreiðslan skal standa á eini "aðrari játtanarlóg", sum má skiljast sum ein eykafíggjarløgtingslóg.

Harvið kann komast í ta løgnu støðu, at borgarin, sbr. eini vanligari løgtingslóg hevur krav um ávísa upphædd frá landsstýrinum og kann fara í rættin og fáa dóm við eftirfylgjandi tvingsilsfullgerð fyri upphæddini, meðan landsstýrismaðurin ikki hevur neyðugu heimildina sbr. § 43, stk. 2, at gjalda út peningin til borgaran, tí at upphæddin ikki stendur á fíggjarlógini ella á eini eykajáttanarlóg.

Henda løgfrøðisliga tvístøða má loysast á tann hátt, at § 43, stk. 2, má skiljast soleiðis, at hon setir krav um, at landsstýrismaðurin á økinum hevur eina rættarliga skyldu altíð at syrgja fyri, at uppskot, um neyðugt, verður lagt fyri Løgtingið sum eykajáttanarlóg í førum, har lógabundnar útreiðslur fara at hava við sær útreiðslur, sum ikki standa á fíggjarlógini. Men upphæddina, sum borgarin hevur krav um sbr. løgtingslóg, má hann gjalda, hóast peningurin ikki stendur á fíggjarlógini.

Tingið hevur, tá málið kemur fyri, tvinnar kostir í at velja, antin at játta peningin á fíggjarlógini ella at taka av vanligu løgtingslógarheimildina fyri útreiðsluni.

Samanumtikið er niðurstøðan, at tað er lógakrav, at lógabundnar útreiðslur altíð eisini skulu síggjast á fíggjarløgtingslógini ella á eini eykajáttanarløgtingslóg."

"Broytt játtanarskipan
Umsiting løgtingsins, Landsgrannskoðarin og Fíggjarmálastýrið hava í felag gjørt broytingar í játtanarskipanini. Fíggjarnevndin tekur undir við hesum broytingum, men mælir til, at játtanarskipanin kemur í eina fastari legu, helst við løgtingslóg. Broytta játtanarskipanin er soljóðandi:

"Játtanarskipanin
1. Fíggjarlógin
Fíggjarlógin er grundarlag undir virkseminum hjá landinum í einum fíggjarári.

Fíggjarlóg, fíggjarlógaruppseting, játtanarsløg og viðmerkingar eru týðandi amboð hjá Løgtinginum at stýra, ávirka og raðfesta útreiðslur og inntøkur landsins, og eru við til at áseta, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum. Fíggjarlógin er eisini ein týðandi miðil til at kunna almenningin um politiskar avgerðir.

Sambært § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini má eingin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.

Stýriskipanarlógin ásetir, at landsstýrið leggur trý sløg av játtanarlóggávu fyri Løgtingið:

Fíggjarlógin kann seinni verða broytt við 1) eykajáttan við løgtingslóg, ella um málið hevur skund, við at 2) fíggjarnevndin veitir eykajáttan.

Eykajáttanir, sum fíggjarnevndin samtykkir, skulu takast við á eykafíggjarlógina.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum samskipar fíggjarlógararbeiðið. Tað er tí hann, sum vegna landsstýrið leggur fyri Løgtingið landsstýrisins uppskot um fíggjarlóg og aðrar játtanarlógir. "……………

"4. Vanligar ræðisásetingar
4.1. Almennar reglur
Ein játtan er ein heimild hjá landsstýrismanninum at hava útreiðslur til eitt ávíst endamál, ella at hava inntøkur av ávísum slag, í samsvari við tær fyritreytir, sum játtanin er givin eftir.

Tá ið ein fyrisitingarlig leiðsla hevur ræðisrættindi í sambandi við játtanir, er hetta eftir heimiling frá landsstýrismanninum, og er tað undir teimum treytum, ið fylgja við heimilingini.

Játtanin skal nýtast samsvarandi fyritreytunum fyri játtanini. Harumframt kunnu í heimilingini vera ásettar aðrar fyrisitingarligar treytir, eins og ræðisrætturin altíð kann takast aftur í fíggjarárinum.

Játtanarheimild skal vera fingin til vega, áðrenn rátt verður. Tá miðað verður ímóti, at fíggjarlógin skal vera ein fullfíggjað fíggjarætlan fyri landsins inntøkur og útreiðslur í fíggjarárinum, er meginreglan, at heimild skal vera fingin til vega á fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, áðrenn rátt verður.

4.2 Játtanartíðarskeið
Ein játtan er ein heimild at ráða í tí fíggjarári, sum játtanin er givin fyri.

Um tað ikki er serlig heimild til at gjalda frammanundan, ella at geva gjaldsskáa, skal miðast ímóti, at tað ikki er størri munur á tíðarskeiðnum millum útreiðslur og útgjald, og millum inntøkur og inngjald.

Atgerðir, sum føra við sær skyldur fyri landskassan út um tíðarskeiðið, kunnu bara gerast, um serstøk heimild er fingin til vega frammanundan t.d. við serligari lóg.

Eru skyldur, sum bera við sær útreiðslur í fleiri fíggjarárum, skal játtan til útreiðslurnar fáast til vega hvørt fíggjarár sær."…………………

"5. Serstakar ásetingar fyri tey einstøku játtanarsløgini
5.1 Játtanarsløgini
Ræðisreglurnar eru tengdar at fylgjandi fimm játtanarsløgum, sum á ymiskan hátt eru bindandi fyri, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum:

Undir pkt. B "Játtanir" í fíggjarlógartekstinum er ásett í klombrum aftan fyri høvuðskontoheitið, hvat slag av játtan, talan er um. Um einki stendur, so er tað "Onnur játtan".

Fyri øll játtanarsløgini eru tær vanligu ræðisásetingarnar galdandi, umframt niðanfyri nevndu serstøku ásetingar fyri tey einstøku játtanarsløgini.

5.2 Rakstrarjáttan (vanligt virksemi)
Rakstrarjáttan verður nýtt, tá endamálið við játtanini serliga er ætlað at verða rokkið við almennum rakstarvirksemi, og at hava neyðugar útreiðslur í tí sambandi, t.v.s. útreiðslur til starvsfólk, keyp av tilfari og tænastum og til rakstur av bygningum v.m.

Hóast virksemið verður minni, og størri skynsemisbroytingar enn ætlað verða framdar, er ikki loyvt til at betra um støðið á almennu tænastuni á økinum meira enn upprunaliga ætlað.

Stovnar, ið skulu gera ætlanir um byggi- og løguarbeiði, kunnu nýta pening til fyrireikandi kanningar, harundir tørvsmetingar. Útreiðslur til framhaldandi fyrireikingararbeiði og projekteringsútreiðslur krevja serstaka løgujáttan.

Í viðmerkingunum í "Sundurgreinað ætlan" er játtanin á høvuðskontoini sundurliðað í standardkonti og undirkonti. Henda sundurgreining er ikki bindandi. Tó er ikki loyvt landsstýrismanninum at fara uppum ásetta lønarkarmin (standardkonto 11).

Rakstrarjáttan er ein nettoútreiðslujáttan til tann ella teir landsstovnar, sum høvuðskontoin fevnir um. Stovnurin kann hava rakstrarútreiðslur og inntøkur samsvarandi viðmerkingunum til høvuðskontoina. Meirinntøkur geva rætt til at hava samsvarandi meirútreiðslur, tó er ikki loyvt at fara upp um ásetta lønarkarmin.

5.2.1 Góðkenning av ávísum størvum
Fíggjarmálastýrið skal góðkenna øll tænustumannastørv og øll onnur størv við eini løn svarandi til tænastumannastørv, í 36. lønarflokki ella hægri, áðrenn tey verða skipað.

Umsóknir um at skipa omanfyrinevndu størv skulu sendast til lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum saman við upplýsingum, sum eru neyðugar til viðgerðina.

Eitt góðkent starv í lønarflokki 36. ella hægri kann altíð nýtast í einum lægri lønarflokki.

Innan fyri lønarrammuna og góðkend størv ásetir aðalstýrið/stovnurin sjálvur samansetingina av starvsfólkanýtslu.

5.3 Rakstrarjáttan (inntøkufíggjað virksemi)
Landsstovnar kunnu fáa játtan til at hava inntøkufíggjað virksemi, um hetta virksemið lýkur niðanfyri standandi treytir:

Kostnaðurin, skal ásetast soleiðis, at hann ikki er kappingaravlagandi mótvegis privatum og øðrum almennum kappingarneytum, og langtíðar miðalkostnaðurin skal verða fíggjaður.

Um talan er um einkarrætt ella støðu, ið líkist einkarrætti, so er prísurin, sum samsvarar langtíðarkostnaðinum, samstundis hámarksprísurin, ið kann setast á vøruna ella tænastuna, tá ið hon verður seld í Føroyum.

Langtíðar miðalkostnaðurin er tað, sum tað í miðal kostar at gera eina ávísa vøru ella veita eina ávísa tænastu gjøgnum eitt longri tíðarskeið. Sum partur av kostnaðinum er at rokna:

Undir inntøkufíggjaðum virksemi kunnu havast inntøkur og útreiðslur, ið vanliga koma undir løgujáttan.

Í viðmerkingum til fíggjarlógaruppskotið verður greitt frá slagi av inntøkufíggjaðum virksemi, og hvussu stórt hetta virksemið er. Skilt verður ímillum vanligt virksemi og inntøkufíggjað virksemi hjá stovninum.

Inntøkufíggjað virksemi verður sett á serstaka undirkonto. Sundurgreiningin í standardkonti er ikki bindandi, og loyvt er landsstýrismanninum at fara upp um ásetta lønarkarmin (standardkonto 11) á hesi undirkonto, men lønarútreiðslur kunnu einans nýtast til tað inntøkufíggjaða virksemið.

Í fíggjarlógaruppskotinum verður gjørd rakstrarætlan fyri útreiðslur av inntøkufíggjaðum virksemi, lutvíst grundað á ætlaðar útreiðslur, og lutvíst á ætlaða nýtslu av inntøkum annars.

Útreiðslur til vørur og tænastur skulu liðast sundur eftir veruligu nýtsluni til ávikavist vanligt og inntøkufíggjað virksemi.

5.2.1 Starvsfólk
Til inntøkufíggjað virksemi kunnu starvsfólk bert setast, um størvini verða fíggjað við inntøkum, hetta virksemi gevur. Er tað neyðugt fyri at tryggja stovnin fíggjarliga, skulu setanirnar vera tíðar- ella uppgávuavmarkaðar.

Tænastumenn ella tænastumannalíknandi starvsfólk kunnu ikki setast við beinleiðis tilknýti til inntøkufíggjað virksemi.

Tey fólk, her upp í sáttmálasettir leiðarar, sum verða sett í starv beinleiðis til inntøkufíggjað virksemi, verða sett eftir vanligu sáttmálatreytunum, sum eru galdandi á økinum.

Lønarútreiðslur til starvsfólk, sum lutvíst taka lut í inntøkufíggjaðum virksemi, verða konteraðar alt eftir, hvussu stóran part starvsfólkini hava arbeitt í ávikavist vanligum virksemi og inntøkufíggjaðum virksemi.

5.3 Løgujáttanir
Løgujáttan verður sum meginregla nýtt til at selja, keypa, konstruera og gera bygningar, skip og aðrar løgur. Harumframt verður henda játtan nýtt, tá løgustuðul ella lán verða veitt til ítøkiligar byggiætlanir, sum ikki eru lógarbundnar.

Undir hesar játtanir verða bókaðar:

Hetta hevur eitt nú við sær, at keyp av føstum ognum og nýbygging kann fíggjast av somu játtan.

5.3.1 Løgujáttan, útreiðslur
5.3.1.1 Játtanir, lýstar í viðmerkingunum til fíggjarlógina

Landsstýrismaðurin er ikki bundin av sundurgreiningini millum fleiri løguarbeiði undir somu høvuðskonto, treytað av, at metti samlaði kostnaðurin fyri tær einstøku ætlanirnar heldur, og at samlaðu útreiðslurnar kunnu haldast innan fyri galdandi fíggjarlóg.

Tiltøk, sum føra til týðandi ætlanarbroytingar, harundir tiltøk, sum hækka upprunaliga metta samlaða kostnaðin fyri einstakar ætlanir, kunnu fremjast, um serstøk heimild er fingin til vega við eykajáttanarlóg.

5.3.1.2 Nýggjar ætlanir í fíggjarárinum
Ætlanir, sum skulu fíggjast við eini løgujáttan, og sum ikki eru lýstar í viðmerkingunum til løgujáttanina, kunnu bara fremjast, um heimild er fingin til vega við eykajáttanarlóg.

5.3.1.2 Játtanir, lýstar í serstakari lóg
Er talan um størri løgujáttanir, sum ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri tingið um serstaka lógarheimild til tess at tryggja, at tílík týðandi mál verða nóg væl lýst og fáa eina hóskandi viðgerð í tinginum.

Um tað í serstøku lógini er ásettur ein samlaður løgukostnaður, kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar, við atliti at valda útbjóðingarháttinum, og treytað av, at tann samlaði løgukostnaðurin verður hildin.

5.3.2 Løgujáttan, inntøkur
Løguinntøkur eru inntøkur av at avhenda fastar ognir, skip o.t., endurrindan í sambandi við bygging og løgugerð fyri onnur, endurgjald fyri liðug løguarbeiði og avskrivingar av ognum og løgum.

Landsins føstu ognir, skip o.t. kunnu bert seljast, um tey verða boðin út alment.

Løguinntøkur kunnu bert havast, um so er, at heimild er fyri hesum á fíggjarlógini, annars verða hesar at taka við á eykajáttanarlóg.

5.4 Lógarbundin játtan
Lógarbundin játtan verður nýtt, tá tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, ella hvør skal rinda, og hvussu stór upphæddin skal verða. Sum dømi kann fólkapensiónin verða nevnd.

Talan er um lógarbundnar útreiðslur, t.d. tá ið móttakarin sambært lóg hevur rættarkrav til ávísan stuðul ella veiting, og tá ið peningaupphæddin ella útrokningargrundarlagið er ásett í lóg ella sambært lóg.

Tað er tí serliga umráðandi, at landsstýrismaðurin metir lógarbundnu útreiðslurnar á fíggjarlógini so neyvt sum gjørligt. Um tað í fíggjarárinum vísir seg, at hesar metingar væntandi ikki koma at halda, skal landsstýrismaðurin leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, ella í øðrum lagi uppskot um at broyta stuðulslóggávuna.

5.5 Játtanarslagið landsfyritøka
Landsfyritøka verður nýtt, tá virksemið hjá almennum stovni í høvuðsheitum er vinnuligt, og tað tí er skilabest at geva leiðsluni størri møguleikar til at laga virksemið eftir marknaðarviðurskiftunum.

Játtanin er eitt nettotal, sum er ein játtanarkarmur til nettoútreiðslur hjá fyritøkuni. Í høvuðsheitum eru tær somu ásetingar galdandi, sum fyri játttanarslagið rakstrarjáttan, harundir góðkenning av ávísum størvum.

Fyri játtanarslagið landsfyritøkur er sundurgreiningin á undirkonti og standardkonti ikki bindandi, og loyvt er landsstýrismanninum at fara upp um ásetta lønarkarmin (standarkonto 11).

5.6 Onnur játtan
Onnur játtan verður nýtt í serligum føri, tá játtanarendamálið er ætlað at verða rokkið við at veita stuðul, serstakliga til ítøkiligar studningsjáttanir, veita lán v.m., ella tá talan er um inntøkur, sum ikki eru náttúrliga knýttar at rakstrar- og løguvirkseminum. Vanliga verður hetta játtanarslagið nýtt, tá hini játtanarsløgini ikki hóska.

Lønarútreiðslur kunnu ikki játtast undir hesum játtanarslagi. Sundurgreiningin í viðmerkingunum av, hvat játtanin kann nýtast til, er bindandi fyri landsstýrismannin, um ikki annað er tilskilað í viðmerkingunum.

Átekningar
Í broyttu játtanarskipanini stendur sum átekningar "Á játtanarlógum eru umframt játtanir, eisini átekningar. Átekningar verða nýttar sum ein ískoytisáseting til ávísa játtan". Fíggjarnevndin er samd um at mæla til, at allar átekningar, sum ikki bert áseta, hvussu ein játtan í galdandi fíggjarárinum skal nýtast, verða strikaðar, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum."

"Brot úr lógini um ábyrgd landsstýrismanna

§ 1. Lógin viðvíkur ábyrgdini hjá løgmanni og landsstýrismonnunum fyri teirra embætisførslu.

§ 2. Løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra.

§ 3. Reglurnar í almenna partinum í borgarligu revsilógini eru galdandi.

§ 4. Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um medvirkni til eitt lógarbrot verða nýttar, skal løgmaður ella landsstýrismaður verða mettur at hava medvirkað til gerðina hjá einum undirmanni, tá
1) hann hevur verið vitandi um, at gerðin fór at verða framd, og hann hevur latið vera við at royna at forða hesum,
2) gerðin hevur verið eitt neyðugt ella natúrligt miðal til at seta í verk eina avgerð, sum løgmaður ella landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av,
3) hann, við ikki í rímiligan mun at hava ført eftirlit og ásett reglur, hevur virkað fyri, at gerðin er vorðin framd.

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum."

Á tingfundi 7. apríl 2000  varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi 3. mai 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Svarið er givið undir teimum treytum, at uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fyri Løgtingið 4. mars, og sum við fyrstu viðgerð tann 15. mars varð koyrt í fíggjarnevndina, verður samtykt.

Fylgjandi skulu verða nevndar tær høvuðskonti, har ivi kann vera um, um játtaninar koma at halda, uttan at neyðug tiltøk verða sett í verk:

Høvuðskonto 8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)
Ein framskriving av játtanini til Landssjúkrahúsið vísir eitt hall uppá 2,5 mió. kr. upp á ársbasis. Tiltøk eru tó sett í verk og metast má, at játtanin fer at halda. Tað er tó ikki innan fyri verandi játtan pláss til at seta tær nýggju deildarleiðslurnar á stovn á Landssjúkrahúsinum. Skulu hesar setast á stovn í ár, verður neyðugt at søkja um eykajáttan til endamálið. Landsstýrismaðurin metir, at neyðugt er at fáa leiðslubygnaðin á deildunum at virka sum skjótast, og fer tí at gera eina roynd at útvega neyðuga peningin til endamálið, umleið eina hálva millión krónur til tað, sum restar í av hesum árinum.

Høvuðskonto 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)
Høvuðskontoin "Serviðgerð uttanlands" er sera trupul at gera upp, tí tað ikki er landsstýrismaðurin, sum hevur heimildina til at áseta nýtsluna, men tann einstaki yvirlæknin, sum sambært sjúkrahúslógini hevur rætt til at senda sjúklingar uttanlands. Landsstýrismaðurin fer at halda neyvt eyga við hesi konto og um neyðugt biðja um eykajáttan.

Ein fyribils uppgerð frá Hotel Tórshavn vísir ein stóran vøkstur í seingjanýtsluni fyrsta ársfjórðing ár 2000 í mun til fyrsta ársfjórðing 1999. Í fyrsta ársfjórðingi 2000 eru 4.497 seingjardagar nýttir, meðan sama tal fyri 1999 var 3.072 seingjardagar. Orsøkin til henda stóra vøkstur verður mett at vera, at tey, sum fyrr búðu aðrastaðni enn á Hotel Tórshavn, nú, tá ið hotellið er gjørt betri, eru flutt inn her. Heldur gongdin áfram, fer meira at verða brúkt til Hotel Tórshavn enn ætlað.

Høvuðskonto 8.21.3.01. Barnaforsorg (Lógarbundin játtan)
Ætlan landsstýrismansins hevur verið at tálma útreiðslugongdini á hesari konto. Men til at gera tað krevst lógarbroyting, tí í dag er tað ikki landsstýrismaðurin, sum hevur heimild til at áseta nýtsluna á hesi konto. Arbeiðið við at gera nýggja barnaforsorgarlóg er farið í gongd, men áðrenn hon verður sett í verk, eru tað framvegis tær lokalu barnaverndarnevndirnar, sum í stóran mun sjálvar áseta nýtsluna, og tí hevur landsstýrismaðurin lítlar møguleikar at ávirka hesa nýtslu. Annað er, at tað er sera trupult at gera metingar um nýtsluna á hesi konto, tí uppgerðir frá kommununum koma so mikið seint. Tað kann nevnast, at higartil í ár eru bert 1,3 mió. kr. av eini játtan uppá 22,5 mió. kr. uppgivnar til Føroya Gjaldstovu. Sammett við sama tíðarskeið síðsta ár, so verður væntandi ein meirnýtsla á hesi konto uppá 4,8 mio. kr.

Høvuðskonto 8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)
Á undirkonto 21 - stovnsuppihald o.a. í Danmark kemur at mangla ein knøpp millión fyri ár 2000. Hetta kemst av, at tað er gjørd ein prísregulering í Danmark av verandi stovnsplássum, og at ein nýggjur persónur er komin afturat í skipanina.

Høvuðskonto 8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)
Meirnýtsla á forsorgarlógini tykist at vera vanligt fyribrigdi. Í 1995 var meirnýtslan 9%, í 1996 13%, í 1997 30%, í 1998 22% og í 1999 var ein meirnýtsla uppá 17%. Hetta hevur verið úrslitið, hóast roynt hevur verið at lagt uppfyri á hvørjum ári.

Í ár 2000 eru avsettar 87,5 mió. kr. til landskassans part. Tað er einki, sum út frá fyrsta ársfjórðingi bendir á, at nýtslan fer at gerast minni í ár 2000. Útgangsstøðið fyri metingina av nýtsluni í ár 2000 er, at hon ikki verður minni enn í 1999. Mett verður, at á hesi konto koma at mangla um 11 mió. kr. í landskassans part. Tað skal tó sigast, at ávís tiltøk eru gjørd fyri at tálma vøkstrinum á hesari konto, eins og gjørt varð vart við í uppskotinum til fíggjarlóg fyri ár 2000, men enn sær tað ikki út til, at hesi tiltøk hava virkað nóg væl. Tey tiltøk sum sett eru í gongd eru millum annað, at áður hevur tað verið soleiðis, at nógvar avgerðir sum føra útreiðslur við sær, eru tiknar við heimild í forsorgarlógini og hetta er nú steðgað. Sum dømi uppá hetta er uppvenjing av rørslutarnaðum og nýggj sløg av medisini.

Orsøkin til meirnýtslu eru øktar útreiðslur til foreldur við brekaðum børnum. Onki bendir á, at hesar útreiðslur fara at stagnera, heldur tvørturímóti sýnist tað, sum um vøksturin bara økist. Almannastovan møtur øktum tali av familjum við børnum, ið hava víðfevnd brek, tað eru fleiri børn fødd í Føroyum við víðfevndum breki. Talan av umsóknum er eisini vaksandi, bæði tá talan er um nýggjar umsóknir og frá foreldrum sum longu fáa hjálp sambært forsorgarlógini. Av tí at heimildin er so ógreið, eru tað nógvar og kostnaðarmiklar útreiðslur, sum verða játtaðar og tey tilboð sum vit geva í Føroyum í dag eru heldur ikki tey bestu og bíligastu. Hesar familjur eru sera illa fyri, og vit hava ikki onnur hjálpartilboð til teirra enn umlætting, ansing, fylgarahjálp o.t.

Eisini innan hjálparráð er hendur ein vøkstur í útreiðslunum. Á hesum økinum hendur ein vøkstur, ið stavar frá siðvenjubroyting orsakað av nøkrum kæruavgerðum, ið umstoyttu ta kanska nakað strammu siðvenjuna hjá Almannastovuni. Størstu útreiðslupostarnir á økinum eru: heilivágur, avlamis- og umlættingarbilar, trappuliftir og aðrar liftir, broytingar í heiminum, koyristólar og hoyritól.

Annars eru útreiðslurnar til endurbúgving nógv øktar. Hetta hevur tó viðført, at útreiðslurnar til arbeiðsloysisstuðul eru minkaðar munandi.

Um meira skal sparast á forsorgarlógini, er neyðugt við lógarbroytingum. Arbeiðið við at gera nýggja forsorgarlóg er byrjað, men talan er um eitt sera stórt og trupult arbeiði.

Høvuðskonto 8.21.8.01. Fólkapensjón (Lógarbundin játtan)

   8.21.8.04. Avlamispensjón (Lógarbundin játtan)

  8.21.8.07. Einkjupensjón (Lógarbundin játtan)

  8.21.8.16. Nýggj pensjónsskipan (Lógarbundin játtan)

Hesar høviðskonti verða tiknar undir einum, tí fíggjarlógin er ikki lagað eftir nýggju almannapensiónslóggávuni.

Eftir gongdini higartil – tvs. ein lineær framskriving – verður nýtslan mett til 481,8 mió. kr. brutto at eitt meirnýtsla uppá 3,5 mió. kr. brutto. Tað skal tó sigast at henda meting er sera óviss.

Nýggj lóg er komin í gildi frá 01.01.2000 og hevur hendan lógin nógvar broytingar við sær. Tað vísir seg eisini, at tað sum er útgoldið pr. mánaða higartil í ár hevur verið varierandi. Hettar og tað at tað bert eru nakrir fáir mánaðir farnir av árinum ger, at tað er ringt at meta um tær samlaðu útreiðslurnar longu nú.

Landsstýrismaðurin fer um nakrir mánaðir at gera nýggja metingar fyri at fáa neyvari tøl.

Høvuðskonto 8.21.9.01. Dagstovnar
Um verandi virksemið um alt landið heldur fram eins og nú, koma at mangla um 7 mió. kr. í á hesi høvuðskonto. Greitt er frá hesum í teimum lógaruppskotum sum liggja til viðgerðar í tinginum um avtøku av lógini um býtið av almannaútreiðslunum eins og í lógaruppskotinum um dagstovnar. Eftir tí, sum skrivað er í fíggjarlógini, er hædd ikki tikin fyri teimum broytingum sum hendu 1. januar ár 2000 og sum koma at henda, tá ið lógin um býtið av almannaútreiðslunum verður tikin av og lógin um dagstovnar kemur í gildi. Verða lógirnar ikki settar í gildi fyrr enn 1. juli ár 2000, verður tørvurin umleið 3 milliónir krónur størri.

Málið avgreitt.