Fyrispurningur um handilssáttmálar

100-41 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi handilssáttmálum

 

Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Ber til hjá løgtingsmonnum at fáa innlit í samskiftið, sum hevur verið millum Føroya Landsstýri og PLO?
  2. Hvørjar metingar gjørdi landsstýrið sær, áðrenn fyrsta stigið varð tikið til at knýta samband við PLO?
  3. Hvussu metir Føroya Landsstýri sokallaða PLO statin statsrættarliga ?
  4. Hvussu umfatandi er samstarv Føroya við PLO vorðið, og hvørjar ætlanir fyriliggja ?
  5. Hevur Føroya Landsstýrið knýtt ella roynt at knýtt samband við onnur ódemokratisk stýri lík PLO?
  6. Hevur Føroya Landsstýri ætlanir um handilssambond við onnur illgrunaverd stýri ( t.d. Milocowitch o.o )?
  7. Nær svaraði Ísrael áheitan landsstýrisins - áðrenn ella aftaná at samband var knýtt millum Føroyar og PLO?
  8. Hvør var grundgeving ísraelsmanna  fyri manglandi áhuga fyri samvinnu við Føroya Landsstýri? 

Viðmerkingar:
Undir viðgerðini  av uttanlandsfrágreiðing løgmans fyrr í vár  varð Løgtingið munnliga kunnað um royndir, sum landsstýrið hevði gjørt  at fáa í lag handilssáttmálar við ávís onnur lond. Fram kom tá, at m.a. Ísrael  og PLO vóru spurd um møguliga áhuga teirra fyri sáttmála, at Ísrael ongan áhuga hevði, meðan PLO fegin vildi hava slíkan. 

Neyvan er tað gerandiskostur hjá Arafat og hansara líkum at fáa slíka áheitan, so áhugi teirra er skiljandi, meðan nærri upplýsingar um svar Ísrael -  sum   jú longu  í nógv ár á bygda- og býráðsstøði hevur havt vinabýarsamstarv við Føroyar- eru ynskiligar. 

Ikki skuldi verið neyðugt at mint landsstýrið á, at vit her viðgera tvær diametralt mótsattar fatanir av mannarættindum, tí meðan Ísrael er millum heimsins fremstu demokratisku tjóðir, so er PLO jú, saman við øllum grannum Íraels, á odda ímóti sjálvt mest eyðsýndu og vanligastu mannarættindum.

Á tingfundi 7. apríl 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mai 2000 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

  1. Ja. Løgtingsmenn kunnu venda sær til Løgmansskrivstovuna fyri at fáa innlit í samskifti, sum hevur verið millum Føroya Landsstýri og PLO. Her verður tó gjørt vart við, at Føroya Landsstýri hevur einans havt óbeinleiðis samskifti við PLO um donsku uttanríkistænastuna.
  2. Friðarsamráðingar hava verið millum PLO og Ísrael. Í sambandi við samráðingarnar var friðarsemja gjørd millum Ísrael og PLO. Partarnir hava síðan roynt at seta teir ymsu partarnar av semjuni í verk. Til tess at fremja friðin í miðeystri hava ES og EFTA londini (heruppií øll norðurlond) gjørt sáttmálar við PLO og Ísrael. Hesi lond hava ásannað at búskaparligur framburður í Ísrael og PLO er neyðugur til tess at skapa varandi frið í økinum.
  3. Vegna tess, at PLO ikki er ein statur metir Føroya Landsstýri ikki, at spurningurin kann svarast í verandi líki. Føroya Landsstýri viðurkennir tó tær semjur, sum verða gjørdar millum PLO og Ísrael viðvíkjandi statsrættarligu støðu PLO.
  4. Føroya Landsstýri hevur einki samstarv við PLO. Annars verður víst til svarið til punkt 2.
  5. Føroya Landsstýri hevur ikki knýtt ella roynt at knýta sambond við ódemokratisk stýri. Undanfarin landsstýri hava tó í sjeytiárunum og áttatiárunum havt fiskiveiðisamstarv við kommunistisk lond.
  6. Víst verður til svarið til punkt 5.
  7. Fyriliggjandi skjøl frá danska Uttanríkismálaráðnum í Løgmansskrivstovuni siga einki um nær danska uttanríkistænastan setti seg í samband við ávikavist Ísrael og PLO. Frágreiðingin frá donsku sendistovuni í Tel Aviv til danska Uttanríkismálaráðið viðvíkjandi handilssáttmála við Ísrael er dagsett 15 juli 1999. Frágreiðingin frá donsku umboðsstovuni í Ramallah til danska Uttanríkismálaráðið viðvíkjandi handilssáttmála við PLO er dagsett 12 juli 1999.
  8. Grundgeving ísraelsmanna fyri vantandi áhuga fyri samvinnu við Føroyar er, at Ísrael mest er áhuga at gera sáttmálar við lond við stórum handilsligum menningarmøguleikum. Haraftrat er Ísrael í løtuni sera bundið í samráðingum um handilssáttmálar við Meksiko og Rumenia. Harumframt meta ísraelsmenn, at Føroyar eru ein lítil marknaður, ið sostatt ikki er áhugaverdur.

Málið avgreitt