Fyrispurningur um hernaðarskjøl Eystureuropa

100-43 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi skjølum í eystureuropeiskum skjalagoymslum

 

Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hvør er veruliga orsøkin til, at løgmaður ikki vil kanna loynilig skjøl í eystureuropeiskum skjalagoymslum?

Viðmerkingar:

Eftir at kanningarnar í hernaðarmálinum vóru lidnar, og "Svartabók" fyrilá, kom greitt fram, at landsstýrið eisini ætlaði at kanna skjøl i eystureuropeiskum skjalagoymslum, og boðaði løgmaður eisini alment frá hesum.

Harumframt vísir løgmaður á í svari til Bjarna Djurholm, løgtingsmann, upp á fyrispurning um skjalakanningar í eystureuropeiskum skjalagoymslum (løgtingsmál nr. 100-31/1998), at hann heldur, rættast er at bíða við hesum kanningum, til frágreiðingin um verandi kanningar er liðug. Víðari sigur løgmaður í svari sínum, at sambært arbeiðsbólkinum, ið stendur fyri kanningini, verður hetta í ár (1999), og at tað tí eftir hansara meting er hóskandi, at peningur til víðkaðar kanningar á hernaðarøkinum verður settur á fíggjarlógina fyri ár 2000.

Seinni hevur løgmaður sagt, at henda kanning fyribils varð av ongum, tí peningur ikki var tøkur til slíka kanning.

Á tingfundi 7. apríl 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mai 2000 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Løgmaður hevur fyrr boðað frá í svari uppá fyrispurning frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, at tað hevði verið áhugavert at sett kanningar í verk til tess at útvega søguligan kunnleika um eystureuropeisku skjalagoymslurnar og um sjovjetisku ávirkanina í Føroyum undir kalda krígnum. Í sama svari til Bjarna Djurholm varð eisini nevnt, at tað var hóskandi, at peningur til endamálið varð settur á fíggjarlógina fyri ár 2000.

Løgmaður setti 400.000 kr. av á høvuðskonto 2.11.1.02 á fíggjarlógini fyri ár 2000 til hernaðarkanningar. Men undir fíggjarlógarviðgerðini avgjørdi Løgtingsins fíggjarnevnd at skerja Løgmansskrivstovuna við 500.000 kr. á somu høvuðskonto. Løgmansskrivstovan mátti tí meta um sína peninganýtslu fyri ár 2000 av nýggjum. Grundað á hesa meting, avgjørdi løgmaður at útseta framhald av hernaðarkanningini.

Viðmerkjast skal, at løgmaður eisini setti umleið 350.000 kr. á somu høvuðskonto til serliga útoyggjaverkætlan. Henda verkætlan verður framd í ár 2000 sum ætlað. Løgmaður harmast um, at hann var noyddur at velja millum hesar báðar sera áhugaverdu verkætlanir, tí báðar vóru tær raðfestar høgt. Sí annars hjálagda skriv frá løgmanni til Løgtingsins fíggjarnevnd um sama mál.

Løgmaður hevur í hyggju at leggja svørtubók fyri tingið til aðalorðaskiftis. Eftir hetta ætlar løgmaður at søkja um eykajáttan, so at farast kann undir framhaldandi hernaðarkanningar við serligum atliti at kanningum av skjølum í eystureuropeiskum skjalagoymslum longu í ár.

Løgmansskrivstovan

Tórshavn, den 12-04-00
J.nr.:
336-66/99
Initialer:
mh

Føroya Løgting
Fíggjarnevndin
100 Tórshavn

Viðvíkjandi fíggjarlógini fyri á 2000

Á § 2 í fíggjarlógini fyri ár 2000 eru á høvuðskonto 2.11.1.02 undirkonto 24 settar av 400.000 kr. til hernaðarkanningar. Ætlanin var at halda fram við hesum kanningum til eisini at fevna um tilfar úr í skjalagoymslunum eystanfyri. Umframt hesa verkætlan hevur løgmaður eisini sett av umleið 350.000 kr. á undirkonto 20 á somu høvuðskonto til serliga útoyggjaverkætlan.

Undir fíggjarlógarviðgerðini avgjørdi fíggjarnevndin at skerja Løgmansskrivstovuna við 500.000 kr. á høvuðskonto 2.11.1.02. Løgmansskrivstovan hevur tí mett um sína peninganýtslu fyri ár 2000 av nýggjum. Grundað á hesa meting hevur løgmaður avgjørt at fremja útoyggjaverk-ætlanina sum ætlað, meðan framhald av hernaðarkanningini verður útsett.

Løgmaður hevur raðfest báðar hesar verkætlaninar høgt og harmast tí, at tað av játtanarávum ikki er møguligt at halda fram við hernaðarkanningum í 2000.

Vinalig heilsan 

Anfinn Kallsberg
løgmaður

 

Tinganes • Postboks 64 • FO-110 Tórshavn • Færøerne
Telefon + 298 35 10 10 • Telefax + 298 35 10 15 • E-mail: LMS@FL.FO

Málið avgreitt.