Fyrispurningur um økispsykiatri

100-46 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi økispsykiatri

 

Ár 2000, týsdagin 11. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum ítøkiligar ætlanir um at fáa økispsykiatriina í Føroyum at virka, sum ætlað?
  2. Um so er, hvørjar?
  3. Hvør er tíðarætlanin hesum viðvíkjandi?

Viðmerkingar

Sum tann næsti í røðini av fyrispurningum til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum loyvi eg mær við hesum at seta fram fyrispurning um økispsykiatriina í Føroyum.

Fyrst fari eg at vísa á orðini hjá landsstýrismanninum, ið hon nýtti í sambandi við svarini upp á fyrsta fyrispurning mín viðvíkjandi psykiatriini í Føroyum. Tá segði landsstýrismaðurin m.a.: " At korini hjá teimum sálarliga sjúku í Føroyum átti at verið betri, kann landsstýrismaðurin taka undir við.....". Í sama svari fekst tó eingin greið ábending um, nær landsstýrismaðurin ætlaði sær at bøta um hesi viðurskifti. Og hóast bæði trivnaðarnevndin og fíggjarnevdin vórðu boðin at síggja Landssjúkrahúsið frá A til Z seinasta ár, so sæst púra, púra einki á fíggjarlógini fyri 2000 um, at Psykiatriska deild hevur fingið nakrar sum helst sømdir. Milliónir blivu játtaðar til tól (alt gott um tað), men ikki eitt oyra til teirra, sum eru meinast rakt av øllum.

Nú var eg við trivnaðarnevndini, tá nevndin varð víst runt á LS. Og var eingin av nevndarlimunum tað minsta í iva um, at støðan á Psykiatrisku deild ikki bara var vánalig, hon var rætt og slætt hættislig. Korini hjá okkara innløgdu á hesi deild eru so ómetaliga langt frá tí, sum eitt framkomið samfelag kann bjóða sínum borgarum. Talan er beinleiðis um vanvirðisligar og mannminkandi umstøður. Og slíkt bjóða vit fólki, sum hava tørv á júst tí øvugta. Nevniliga virðiligar, tryggar og mannsømiligar umstøður. Tann, sum hevur sæð, hvussu tey innløgdu á psykiatrisku deild hava tað, er ikki eina løtu í iva um, at hesi gerast verri heldur enn frísk.

Nú eru okkara sálarliga sjúku tó enn so heppin, at psykiatriska deild hevur starvsfólk, sum eru dugnalig og arbeiðssom, umframt at tey hava eina sera vælmenta umsorgan fyri sjúklingunum. Tað man ikki vera nakar sum helst ivi um, at tað er samlaða starvsfólkaavrikið á psykiatrisku deild, sum ger, at deildin enn flýtur oman á so dánt.

Tað er tó ein spurningur, hvussu leingi deildin fer at hava henda dugnaliga og skikkaða starvsfólkabólkin. Læknarnir eru ov fáir í tali, og allir væl til aldurs. Útlit eru ikki fyri, at aðrir koma afturat. Tosaði her fyri við ein ungan lækna, sum hevur hug at gerast serlækni í psykiatri, og spurdi hann, um hann ætlaði sær at starvast í Føroyum. Tað visti hann ikki. Økispsykiatriin virkar als ikki, og helst verður eingin psykiatrisk deild í Føroyum um nøkur ár. Tá verður deildin helst ein uppihaldsdeild og terminalur, har tey sjúku bíða til pláss er fyri teimum í øðrum londum. Hesin maðurin metti, at neyvan liggur framtíðin og avbjóðingarnar fyri psykiataran í Føroyum, so leingi myndugleikarnir ignorera og niðurprioritera psykiatrisku deild, sum teir gera og altíð hava gjørt. Læknar, sjúkrasystrar og onnur hava vánaligar umstøður, tey eru illa mannað, og flestu teirra hava meira og minni greið tekin um, at tey ikki orka meir. Ikki minst tí arbeiðsuppgávan í so stóran mun tykist vón- og meiningsleys. "Nei, valla fari eg at virka í Føroyum, segði ungi læknin og ypti øksl".

Økispsykiatriin
Nógvar eru ábøturnar á arbeiði innan psykiatriina í Føroyum, sum enn liggja á láni. Og tað skal vera mín vón, at landsstýrismaðurin og onnur ábyrgdarfólk fara at vakna beinanvegin, soleiðis at tey kunnu fara undir at loysa hesar stóru trupulleikar. Skal ikki gera meg til talsmann fyri nøkrum ávísum psykiatriini viðvíkjandi, kenni meg ikki skikkaðan at raðfesta, men eg fari tó at mæla til, at landsstýrismaðurin, so skjótt til ber, fer undir at endurskoða økispsykiatriina. Endurskoðað hesa skipan við tí fyri eyga, at hon skal virka eftir ætlan

Av onkrari orsøk fekst økispsykiatriin ongantíð at virka. Hon er í dag at meta sum eitt eksternt ella mobilt ambulatorium, sum sjálvsagt bæði er til gagns og fyrimunar, men sum á ongan hátt virkar eftir ætlan. Ætlanin við økispsykiatriini var og er, at hon skal gagna sjúklinginum og lætta um á deildini og ikki minst hjá starvsfólkunum soleiðis, at tey kunnu nýta tíðina til slíkt umráðandi arbeiði, sum ikki er tíð til í dag. Tá økispsykiatriin virkar, fangar og niðurbindur hon sálarligar sjúkur. hetta ger, at sjúklingurin kennir seg tryggari, hann hevur minni ampa í tí dagliga, tí verður hann minni sjúkur og fær færri sjúkuherðindi. Talan verður sostatt um væl færri innleggingar. Og vit koma soleiðis inn í eina positiva og mennandi ringrás, sum kemur sjúklinginum, deildini og starvsfólkunum til góða.

Skal økispsykiatriin virka soleiðis, sum oman fyri lýst, er neyðugt, at skipanin fevnir um annað, enn hon ger nú, nevniliga at yvirlækni saman við hjálparfólki fer regluliga út í ávís øki. Tað er neyðugt, at skipanin støðugt hevur fólk á staðnum. Tað vil siga, at vit skulu hava sokallað økispsykiatriskt team úti í nøkrum økjum kring landið. Eitt slíkt team er vanliga mannað við sjúkrasystur, sosialráðgeva og psykologi. Men einki forðar fyri, at eisini ergoterapeutar, fysioterapeutar og onnur heilsustarvfólk eru við á liðnum. Talan verður tó ikki um, at tey, sum manna hesi liðini, øll eru fulltíðarsett í tí starvinum. Talan verður fyri flestu um, at tey eisini hava annað arbeiði. Kanska er bara neyðugt við økissjúkrasystur í fullum starvi. Økispsykiatriska liðið samstarvar sjálvandi neyvt við læknarnar á Psykiatrisku deild.

Fyri tingið
Undirritaði fer at enda at loyva sær at heita á landsstýrismannin um at taka stig til eitt breitt orðaskifti um viðurskiftini hjá sálarliga sjúkum í Føroyum. Innan tinggátt sum uttanfyri. Hetta fyri at broyta og menna hugburðin hjá øllum føroyingum, tá tað snýr seg um sálarliga sjúku. Politikarar og embætisfólk teirra mugu broyta hugburð soleiðis, at tað fer at kennast sum ein sjálvfylgja at játta tað neyðuga. Samfelagið má broyta hugburð soleiðis, at sálarliga sjúk gerast ein sjálvsagdur partur av tilveruni. Við javnbjóðis umstøðum og teimum treytum, sum krevjast.

Tí loyvi eg mær enn eina ferð at vísa landsstýrismanninum á álitið, sum varð tilevnað 1990/91, og sum ber heitið: Psykiatriætlan ár 2000.

Hetta álit verður sostatt skjótt 10 ára gamalt, og tað hevur enn onga politiska viðgerð fingið. Við fáum nútíðargeringum er tað enn nýtiligt sum grundarlag undir einum skikkaðum orðaskifti um málið. Innan- sum uttan fyri tinggáttina.

Á tingfundi 12. apríl 2000  varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi 3. mai 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Í 1970’unum fór í grannalondum okkara fram eitt orðaskifti um, hvussu viðgerðin av psykisk sjúkum átti at fara fram. Tosað varð m.a. um, at viðgerðin skuldi fara fram úti í samfelagnum heldur enn inni á stovnum, soleiðis at sjúklingarnir ikki longur skuldu innleggjast.

Um sama mundið fall innleggingartíðin fyri somatisk sjúk í stórum. Saman við kravinum um sparingar gjørdist tað tí ein veruleiki, at alsamt fleiri psykiatriskar deildir lótu aftur, og gongd varð sett á eitt nýtt fyribrigdi, økispsykiatri.

Í 1980'unum varð farið undir henda viðgerðarhátt í Føroyum. Í sambandi við at Landssjúkrahúsið søkti um at fáa loyvi at seta ein psykolog, varð spurningurin viðgjørdur í Løgtinginum, og Løgtingið gjørdi av at seta pening av til ein økispsykiatara heldur enn til ein psykolog, sum upprunaliga søkt var um. Fyrsti økispsykiatarin varð settur í starv seinast í 1980'unum, tó varð ikki støða tikin til, hvussu neyðugur peningur skuldi útvegast til at seta sjálva økispsykiatriina á stovn í øllum Føroyum.

Landssjúkrahúsið átók sær tá, samstundis sum landssjúkrahúsinum varð álagt risastórar sparingar, at fara undir at skipa økispsykiatriina. Tað er rætt, sum spyrjarin ger vart við, at ein psykiatriætlan varð gjørd í 1989-90, men vegna tær ógvusligu sparingar, ið vórðu álagdar Landssjúkrahúsinum, varð trupult at seta hesa ætlan í verk.

Seinastu 2 árini hevur verið arbeitt við at fáa nýggja leiðslu á Landssjúkrahúsinum. Leiðslubygnaðurin er komin upp á pláss, og arbeitt verður nú við at fáa mannað størvini. Tá hetta er komið upp á pláss, er ætlanin í samráð við hesa leiðslu at skipa heilsuverkið til tær komandi uppgávur, sum Landssjúkrahúsið skal taka sær av. Í hesum sambandi eigur tann gamla psykiatriætlanin at verða tikin fram og endurskoðað soleiðis, at hon verður eitt hent amboð í ráðleggingini og viðgerðini av psykisk sjúkum.

Í høvuðsheitinum mælti Psykiatriætlanin ár 2000 til:

  1. At hvør psykiatriskur sjúklingur skal hava egið rúm.
  2. At neyðug tiltøk skuldu gerast, soleiðis at sjúklingar eiga at kunna vera heima, so leingi sum tað heilsuliga er forsvarligt.
  3. At sett verður á stovn eitt økispsykiatriskt lið (team).
  4. At dagdeild verður sett á stovn. Her verður í fyrstu atløgu sett á stovn dagdeild knýtt at psykiatrisku deild í Tórshavn, men sum frá líður eiga eisini dagdeildir at vera í útjaðaraøkinum, eitt nú í Klaksvík og á Tvøroyri.

Tað skal nevnast, at dagdeildin á Landssjúkrahúsinum er stovnað, og við útbyggingarætlanini fyri Landssjúkrahúsið er støðið lagt undir, at arbeiðast skal fram ímóti, at sjúklingar á psykiatrisku deild fáa sítt egna rúm. At stovnseta eitt økispsykiatriskt team er lættari í dag enn fyri 10 árum síðani. Høvuðstrupulleikin tá var, at almannaverkið og heilsuverkið vóru tvey ymisk verk, men soleiðis er ikki í dag, nú arbeitt verður fram ímóti at skapa eina eind fyri hesi bæði verkini. Viðvíkjandi neyðugum tiltøkum, soleiðis at sjúklingar kunnu vera so leingi heima sum gjørligt, eigur hetta at verða gjørt við at betra um bústaðarmøguleikarnar fyri psykisk sjúk, verkstøð o.l. Tað verður støðugt arbeitt við hesum, men neyðugt verður við størri játtanum, skulu vit økja um tilboðini. Vónandi verður møguligt at legja upp fyri hesum á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Tá ið spurt verður, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, so kann vísandi til omanfyri standandi svarast, at so skjótt sum nýggja leiðslan verður sett á psykiatrisku deild, fer landsstýrismaðurin í samráð við leiðsluna í gongd við at kanna møguleikan fyri at seta í gongd verandi psykiatriætlan innan fyri tann karm, sum komandi fíggjarlóg setir.

Málið avgreitt.