Fyrispurningur um lesandi í Danmark

100-49 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi føroyingum, sum lesa í Danmark

 

Ár 2000, hósdagin 13. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørjar útbúgvingarmøguleikar fáa føroyingar í Danmark, um so er, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og ein avleiðing av hesum er, at føroyingar missa sín ríkisborgararætt í Danmark?
  2. Høvdu føroyingar, sum útbúgva seg í Danmark fingið danskan lestrarstuðul, um Føroyar blivu skipaðar sum fullveldisríki, og føroyingar mistu sín ríkisborgararætt í Danmark?
  3. Hvussu langt er landsstýrið komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgvingarøkinum?

Viðmerkingar:

Í samrøðu við Tíðindablaðið Sosialin hin 25. august 1998 sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður (sitat): "Politikkurin hjá okkum miðar eftir einum felags ríkisborgararætti fyri føroyingar og danir. Tí verða útbúgvingarmøguleikarnir, sum vit hava í dag, teir somu – teir verða ikki skerdir" (sitat endað).

Nú hava vit fingið at vita frá donskum politikarum, at føroyingar fáa ikki henda felags ríkisborgararættin, um Føroyar gerast fullveldi. Tí er spurningurin nú, hvat hendir við lesandi føroyingum, um Føroyar gerast fullveldi, og føroyingar missa danska ríkisborgararættin?

Missa føroysk lesandi danska lestrarstuðulin, og hvat hava vit at geva teimum ístaðin? Verða tey (ella føroyskir myndugleikar) noydd at gjalda fyri útbúgvingina og missa tey tann sonevnda føroyafrádráttin? Og hvussu verður við íbúðarmøguleikum?

Í somu blaðgrein (Sosialurin 25. august 1998) sigur landsstýrismaðurin, at tað er týdningarmikið, at vit eisini fáa avtalur við onnur lond um útbúgving. Hann sigur, at hetta arbeiðið er byrjað, og at Signar á Brúnni hevur tosað við norskar og íslendskar myndugleikar, og at samband eisini hevur verið við Ongland um tað sama.

Spurdur um nøkur ítøkilig avtala er gjørd við norðmenn og íslendingar, sigur Høgni Hoydal við Sosialin, at enn er ikki nøkur avtala gjørd, men at hetta arbeiðið er í gongd.

Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu langt landsstýrið er komið við hesum arbeiði, nú meira enn hálvtannað ár er farið síðani samrøðan varð gjørd, og tíðin nærkast, tá landsstýrið ætlar at Føroyar skulu gerast fullveldisríki.

Á tingfundi 14. apríl 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 9. mai 2000 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

 

Hesin spurningurin er í grundstøðinum rættiliga líkur spurningi nr. 50, og svarini byggja tí á somu grundfesting.

  1. Hvørjar útbúgvingarmøguleikar fáa føroyingar í Danmark, um so er, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, og ein avleiðing av hesum er, at føroyingar missa sín ríkisborgararætt í Danmark?
  1. Høvdu føroyingar, sum útbúgva seg í Danmark fingið danskan lestrarstuðul, um Føroyar blivu skipaðar sum fullveldisríki, og føroyingar mistu sín ríkisborgararætt í Danmark?

Í útgangsstøðinum verður ein føroyskur ríkisborgararættur skipaður, tá Føroyar gerast fullveldisríki.

Ongin føst altjóða mannagongd finst fyri, hvussu rættindi verða avtalað fyri borgarar í tveimum sjálvstøðugum londum sínámillum. Nógv dømir finnast, og í donskum og føroyskum samanhangi er fordømið tann íslendska skipanin frá 1918.

Málið hjá samgonguni og landsstýrinum er júst henda skipanin, har vit ikki hava felags ríkisborgararætt, men at vit avtala sínámillum javnbjóðis rættindi í tjóðskapi á flestøllum økjum, eisini hesum.

Um danska stjórnin og Fólkatingið góðtaka at geva føroyingum somu skipan sum íslendingar, verður støðan hjá teimum lesandi óbroytt í mun til í dag.

Hartil er at siga, at norðurlendskur sáttmáli er gjørdur, sum tryggjar at fólk úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki hava javnbjóðis atgongd til hægri lestur við lærustovnarnar hjá hvørjum øðrum. Í sáttmálanum binda partarnir seg til at tryggja øllum, sum ynskja at fara undir hægri lestur, og búgva í einum øðrum norðurlandi, javnbjóðis atgongd til hægi lærustovnarnar í teimum 5 londunum.

Sáttmálin tilskilar, at Danmark, Finnland, Noregi og Svøríki skulu gjalda 22.000 DKR um árið fyri hvønn lesandi. Gjørt verður upp árliga, hvussu nógv lesandi hvørt landið hevur í einum øðrum landi, og síðani verða nettoútreiðslurnar ella nettoinntøkurnar mótroknaðar í upphæddini, sum hvørt landið rindar til Norðurlandaráðið. Ísland er undantikið frá hesi regluni orsakað av, at fólkatalið er so nógv minni, enn í hinum sjálvstøðugu norðurlondunum. Ísland rindar tí onki fyri javnbjóðis atgongdina til hægru lærustovnarnar í hinum londunum.

Tá ríkisrættarligu viðurskiftini verða broytt, er landsstýrisins ætlan, at gerast sjálvstøðugur sáttmálapartur í øllum norðurlendskum sáttmálum, eins og at fáa sjálvstøðuga umboðan í norðurlendskum samstarvi annars. Sambært teimum upplýsingum landsstýrið hevur, er ongin forðing fyri hesum – hinvegin er tað júst fortreytin fyri at gerast javnbjóðis partur í norðurlendskum samstarvi og sáttmálum, at landið hevur fullveldi. Samanborið við Ísland er fólkatalið í Føroyum uppaftur minni, og tí kunnu Føroyar fáa somu støðu sum Ísland.

Landsstýrið miðar eftir, at føroyskur lestrarstuðul verður veittur til tey, sum lesa í hinum norðurlondunum eins og uttanfyri norðurlond, og at hesin stuðul verður fult so nøktandi sum í dag.

Um uppleggið hjá landsstýrinum til donsku stjórnina verður gingið á møti, verða føroyingar at veita donskum ríkisborgarum full rættindi í Føroyum - eisini til lestrarstuðul, sosialar veitingar, heilsutænastur, pensiónir o.s.fr. - eins og føroyingar fáa hesi rættindi í Danmark.

Um danska stjórnin ynskir, at lestrarstuðulin skal verða goldin úr Føroyum beinanvegin, so snýr hetta seg um eina upphædd, ið verður mett eitt sindur ymiskt, tí ongi fullfíggjað tøl fyriliggja um talið á føroyskum lesandi í Danmark. Í Hvítubók verður upphæddin mett til 63 mió. árliga út frá upplýsingum um at 1500 føroyingar lesa í Danmark. Hetta svarar lutfalsliga til (um vit býta við 110 í mun til fólkatalið), at eini 14 donsk lesandi vóru í Føroyum árliga, og at Føroyar rindaðu uml. 600.000 árliga í studningi til hesi.

Landsstýrið er sjálvsagt til reiðar at finna eina skilagóða loysn í hesum spurningi í samráðingum. Undir samráðingunum annan mai, vísti danska stjórnin til norðurlendsku sáttmálarnar, men segði seg sinnaða at finna loysnir sum ganga longur, á ávísum økjum, m. a. á hesum økinum.

3. Hvussu langt er landsstýrið komið við at gera avtalur við onnur lond um samstarv á útbúgvingarøkinum?

Landsstýrið kann ikki gera beinleiðis útbúgvingaravtalur fyri føroyskar ríkisborgarar fyrr enn fullveldi er staðfest.

Tó er sjálvsagt nógv samstarv um útbúgvingar- og granskingarspurningar – serstakliga við hini norðurlondini. Í flestum førum er talan um ítøkiligar samstarvsavtalur millum einstøku stovnarnar, eitt nú millum Fróðskaparsetur Føroya og ymsar lærdar háskúlar í Onglandi og hinum norðurlondunum.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur annars gjørt eina samstarvsyvirlýsing við íslendska undirvísingar- og mentamálastýrið. Henda avtala fevnir m.a. um samstarv á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Eitt ávíst samstarv er við Ísland frammanundan, men arbeitt verður í løtuni við at fylla út karmarnar fyri samstarvinum.

Málið avgreitt.