Fyrispurningur um føroyingar við donskum skipum

100-50 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi føroyingum við donskum skipum

 

Ár 2000, fríggjadagin 14. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvønn ríkisborgararætt fara føroyingar at hava, um so verður, at Føroyar gerast fullveldi?
  2. Hvat ítøkiligt ætlar landsstýrið at gera, fyri at føroyskir sjómenn ikki skulu missa rættindini til at sigla sum skiparar í danska handilsflotanum, um føroyingar missa danska ríkisborgararættin?

Viðmerkingar:

Danskir politikarar hava gjørt greitt, at um Føroyar gerast fullveldisríki, so verða føroyingar noyddir at velja ímillum føroyskan ella danskan ríkisborgararætt. Talan verður ikki um nakran felags ríkisborgararætt.

Fyri at vera skipari í danska handilsflotanum, er tað ein fortreyt, at tú ert danskur ríkisborgari. Tí noyðast teir føroyingar, sum í dag manna hesi størv, eftir galdandi skipan annaðhvørt at flyta til Danmarkar at búgva, ella at finna sær eitt nýtt starv, um Føroyar gerast fullveldi.

Hetta merkir ikki bara, at vit fáa eina fólkafráflyting, har skiparar við familjum stinga í sekkin, men hetta verður so sannliga eisini eitt djúpt sár í okkara stoltleika sum siglandi tjóð.

Á tingfundi 26. apríl 2000, var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 11. mai 2000 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

  1. Hvønn ríkisborgararætt fara føroyingar at hava, um so verður, at Føroyar gerast fullveldi?
  2. Í útgangsstøðinum verður føroyskur ríkisborgararættur skipaður, tá Føroyar gerast fullveldi.

    Ongin sjálvsøgd rættarvenja er tó fyri, hvussu ríkisborgaraspurningurin meira neyvt verður skipaður, tá lond fáa fullveldi. Tí hevur tað ógvuliga lítla meining at siga nakað meira neyvt um, hvussu viðurskiftini vera á júst hesum økinum, ella á onkrum øðrum øki. Tað veldst alt um, hvussu vit skipa okkum á hesum økinum, og hvat vit semjast um við danir. Tað veldst við øðrum orðum um politiska viljan, og vit vita enn ikki, hvussu danski politiski viljin fer at vera, tá av tornar.

    Málið hjá samgongu og landsstýri hevur ikki verið at fáa felags ríkisborgararætt, men at vit skulu hava sínámillum javnbjóðis rættindi í tjóðskapi á flestøllum økjum, eisini hesum. Undir samráðingunum annan mai, vísti danska stjórnin til norðurlendsku sáttmálarnar, men segði seg sinnaða at finna loysnir sum ganga longur, á ávísum økjum, m. a. á hesum økinum.

  3. Hvat ítøkiligt ætlar landsstýrið at gera, fyri at føroyskir sjómenn ikki skulu missa rættindini til at sigla sum skiparar í danska handilsflotanum, um føroyingar missa danska ríkisborgararættin?
    Gongst sum landsstýrið ætlar, verður ikki nøkur broyting í hesum rættindum, tí hetta verður fevnt av ásetingini um javnbjóðis rættindi í tjóðskapi.

    Annars kann eg upplýsa, at tað er vanligt at krevja, at skiparin skal vera ríkisborgari í tí landinum, sum skipið er skrásett í. Hetta er eisini galdandi í danskari lóggávu. Men sjóvinnumyndugleikin í Danmark kann víkja frá hesum kravi undir serligum umstøðum og eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfelag. Hetta sama er galdandi í føroyskari lóggávu.

    Henda reglan er annars einans galdandi fyri skiparar, ikki fyri eitt nú stýrimenn og maskinmeistarar.

    Tað vil siga at møguleikin undir ongum umstøðum kann falla burtur, og ongin ivi er um, at føroyskir skiparar eru eftirspurdir fyri sín dugnaskap og sera virðismiklir fyri danska handilsflotan. Av somu orsøkum eru føroyskir sjómenn eftrispurdir í nógvum londum og flotum. Tí kann tað tykjast sera løgið, um rættarstøðan í tjóðskapi skuldi elvt til nakrar trupulleikar fyri føroyingar í danska handilsflotanum. Gjøgnum DIS-skipanina hava føroyskir myndugleikar eisini stuðlað danska handilsflotan, so ongin orsøk skuldi verið til annað enn gott samstarv.

    Tá ið samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina eru komnar longur áleiðis, verður sjálvsagt greitt, hvussu hesi viðurskifti kunnu skipast, og landsstýrið ynskir sum nevnt, at føroyskir sjómenn skulu hava trygg viðurskifti at útinna sítt starv. Tá eitt sáttmálauppskot er liðugt og góðkent millum partarnar, verður gjørligt hjá løgtinginum og øllum veljarum at taka støðu til úrslitið.

Málið avgreitt.