Fyrispurningur um bróstkrabba - fyribyrging

100-51 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba

 

Ár 2000, fríggjadagin 14. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu líður við fyrireikingunum til at fara undir regluligu bróstkanningarnar (mammografi screening), sum ætlanin var at fáa at virka?
  2. Hvørji stig eru tikin í hesum máli?
  3. Er fakligur førleiki og útgerð til endamálið framvegis til staðar á Landssjúkrahúsinum?
  4. Hvussu nógv fer ætlanin at kosta at seta í verk, og hvat verður árliga útreiðslan?
  5. Nær kunnu vit vænta, at skipanin fer at virka?

Viðmerkingar:

Í januar 99 spurdi eg landsstýrismannin um hesi viðurskifti. Í svarinum varð tá greitt frá, at eftirlitsmyndugleikin hjá føroyska heilsuverkinum, danska Sundhedsstyrelsen, hevur mælt til, at mammografi screening verður gjørd av kvinnum í aldursbólkinum 50-69 ár.

Landsstýrismaðurin segði seg tá kanna, um og undir hvørjum formi hetta átti at verið sett í verk í Føroyum.

Viðvíkjandi fakligum førleika og útgerð helt landsstýrismaðurin, at bæði vóru til staðar á Landssjúkrahúsinum.

Landsstýrismaðurin segði seg samdan við spyrjaran, at slíkar kanningar eiga at setast í verk í Føroyum. Tó vísir hon á, sum rímiligt er, at málið má fyrireikast, og at arbeitt varð við hesum innan heilsuverkið.

Nú er nakað væl fráliðið, og skuldi tí borið til at frætt nærri, um ætlanin er slept ella, hvat ið røkist fyri hesum kanningum.

Á tingfundi 26. apríl 2000, var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. mai 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Ad. 1:
Síðani spyrjarin spurdi seinast, hevur landsstýrismaðurin fingið tilmæli frá yvirlæknum innan føroyska heilsuverkið. Við støði í tilmælinum frá danska Heilsustýrinum í 1997 verður mælt til at seta mammografi screening í verk í Føroyum.

Serfrøðingar leggja tó dent á, at tað kunnu vera serlig viðurskifti í Føroyum, sum fáa niðurstøðuna hjá danska Heilsustýrinum at vikna eitt sindur, t.d. tykist talið av krabbameini í bróstinum at vera minni í Føroyum enn í Danmark. Hetta kann í sjálvum sær merkja, at tað heilsubúskaparliga ikki loysir seg líka væl við hesari screening í Føroyum sum í Danmark. Landsstýrismaðurin er av teirri áskoðan, at vit skulu miða eftir at seta hetta fyribyrgjandi tiltak í verk.

Ad. 2:
Í tilmælinum frá serfrøðingunum varð mett, at um mammografi screening skuldi setast í verk í Føroyum, varð kostnaðurin fyri tað fyrsta árið 6 mió. kr., og síðani verða rakstrarútreiðslurnar helst millum 3-4 mió. kr. fyri tey komandi árini. Tað vóru hesar upplýsingar, sum gjørdu, at eingin møguleiki var innan fyri tann karm, ið avsettur var til sjúkrahúsverkið í ár 2000, at seta hesa screening í verk.

Ad. 3:
Tá spurt verður, um fakligur førleiki framvegis er til staðar á Landssjúkrahúsinum, so kann svarast, at fakligur førleiki er framvegis til staðar at skipa fyri slíkari kanning. Tað skal tó gerast vart við, at mammografi screening byggir á myndir. Hesar myndir skulu síðani metast av einum persóni, sum ikki hevur sæð sjúklingin. Til tess at fáa trygdina rímiliga góða, er vanligt, at tveir serfrøðingar hyggja at myndunum, og hesir skulu ikki kenna úrslitið hjá hvørjum øðrum. Vanligir all-round røntgenlæknar hava sum er ikki nóg stóra rutinu júst í hesum slagi av myndum til at tryggja, at góðskan verður nóg góð. Júst hesa uppgávuna verður møguliga neyðugt at senda uttanlands.

Ad. 4:
Ilt er at meta neyvt um kostnaðin, men nýta vit útreiðslurnar hjá íslendska samfelagnum at meta okkum eftir, eru tað 160-180 mió. ísl. kr. Hetta svarar til umleið 3 mió. kr. í okkara peningi. Taka vit miðal útreiðslurnar í donsku frágreiðingini, eru tað 500 kr. fyri hvørja kanning, tað vil so siga 1 mió. kr. fyri 2000 kvinnur, sum skulu kannast árliga, um vit kanna tær millum 50-69 ár, í Føroyum verður hetta virksemið dýrari. Leystliga mett verða útreiðslurnar at seta skipanina á stovn umleið 2 mió. kr. umfatandi mammografitól, flutningstól og skrivstovuútgerð. Harumframt kemur raksturin av sjálvari screeningini at kosta minst tað, sum hon kostar í Íslandi, tvs. 3 mió. kr. Harumframt kemur eisini ein meirútreiðsla til kliniska mammografi, sum vit skulu seta til 1 mió. kr. Tilsamans verða stovnsetanar- og rakstrarútreiðslur fyri tað fyrsta árið 6 mió. kr., og síðani verða rakstrarútreiðslurnar helst millum 3-4 mió. kr.

Ad. 5:
Tá ið spurt verður, nær henda skipan verður sett í verk, so má hartil svarast, at tað er eitt val, sum Løgtingið má vera við til at taka. Um vit hugsa okkum, at hetta skal verða sett í verk ár 2001, so skuldi fíggjarlógin fyri heilsuverkið verið økt við 6 mió. kr. Skal man megna at klára hetta innan fyri verandi játtan, so má Løgtingið vera við til at taka avgerð um, hvørjar viðgerðir vit so ikki skulu hava. Miðað verður eftir at hava eitt orðaskifti í Løgtinginum í heyst um sjúkrahúsmál, har m.a. tílíkar prioriteringar skulu viðgerast.

Tað kann at enda nevnast, at í einum tilmæli hjá danska Heilsustýrinum eru komnar kanningar, sum gera tað uppaftur meira ivasamt um fyrimunir og lønsemið av mammografi screening.

Hesar nýggju upplýsingar eiga eisini at vera havdar í huga, tá ið støða verður tikin til spurningin um mammografi screening í Føroyum. Sum landsstýrismaður vil eg framvegis virka fyri, at so holl og góð fyribyrgjandi tiltøk verða framd sum gjørligt.

Málið avgreitt.