Eykajáttanarløgtingslóg november 1999-2

 

1-4  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999-2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot
til
eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999-2

Innihald

 

Almennar viðmerkingar *

§ 3. Fíggjarmál o.a. *

3.11.1. Fyrisiting *
3.11.1.13. Viðlíkahald (Rakstrarjáttan) *
3.15.2. Hagfrøði *
3.15.2.01. Hagstova Føroya (Rakstrarjáttan) *

§ 6. Vinnumál o.a. *

6.37.1. Ymsar útreiðslur *
6.37.1.02. Útflutningsráð (Rakstrarjáttan) *
6.38.2. Samferðsla *
6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka) *

§ 7. Undirvísing og gransking o.a. *

7.11.1. Fyrisiting *
7.11.1.09. Undirvísingar- og Mentamálastýrið (Rakstrarjáttan) *
7.23.1. Ymsar útreiðslur *
7.23.1.04 Stuðulsstovnurin (Rakstrarjáttan) *
7.23.1.34. Eftirútbúgving og skeið (Rakstrarjáttan) *
7.23.3. Miðnámsútbúgvingar *
7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan) *
7.23.6. Hægri útbúgving og gransking *
7.23.6.04 Klaksvíkar sjómansskúli (Rakstrarjáttan) *
7.24.1. Ymsar útreiðslur *
7.24.1.25. Ungdóms- og bygdarhús (Rakstrarjáttan) *
7.24.6. Ítróttur *
7.24.6.10. Ítróttarhús (Rakstrarjáttan) *

§ 8 Almanna- og heilsumál o.a. *

8.11.1. Fyrisiting *
8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan) *
8.20.3.06. Medicoteknisk tól (Løgujáttan) (Nýggj høvuðskonto) *
8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan) *
8.21.6.05. Bústovnur, serforsorg (Løgujáttan) *
8.21.6.16. Eldrasambýli (Løgujáttan) *

Almennar viðmerkingar

Hjálagt er fimta eykajáttanaruppskot, sum lagt verður fyri løgtingið í fíggjarárinum 1999. Í uppskotinum hækka rakstrarútreiðslurnar við 2.610 tús. kr. Annars inniheldur hetta uppskotið fyri tað mesta útreiðsluneutralar flytingar fyri hvørja grein sær.

Á §3 verða 190 tús. kr. fluttar av 3.11.3.13. Viðlíkahald til 3.15.2.01. Hagstova Føroya at gera tjóðarroknskap og nýtt prístal.

Á §6 eru flytingarnar ikki útreiðsluneutralar. Biðið verður um meirjáttan á 3,7 mió. kr. til 6.38.2.01 Strandfaraskip Landsins fyri inntøkumiss undir verkfallinum, lønarhækking og ár 2000 trupulleikar. Hetta verður partvíst fíggjað av eini lækking á 880 tús. kr. av 6.37.1.02. Útflutningsráð, vegna minni virksemi enn ætlað.

Á §7 verður til 7.11.1.09. Undirvísingar- og mentamálastýrið biðið um 500 tús. kr., harav 400 tús. kr. skulu nýtast til yrkisútbúgvingarskrivstovuna, nýggj undirkonto, og 100 tús. kr. til loftmiðlanevnd. Eisini verður biðið um 246 tús. kr. til 7.23.01.04. Stuðulsstovnurin í samband við nýggja útbúgvingarstuðulsskipan, 100 tús. kr. til 7.23.3.04. Yrkisskúlar til handilskúlan at taka upp ein flokk av teldustøðingum og 244 tús. kr. til 7.23.6.04. Klaksvíkar sjómanskúli fyri at fáa næmingunum sigling við venjingarskipi. Hesar hækkingar verða fíggjaðar við at lækka 7.23.3.21. Eftirútbúgving av yrkislærdum við 100 tús. kr., vegna minni luttøku, og síðani 7.24.1.25. Ungdóms- og bygdarhús og 7.24.6.10. Ítróttarhús við 600 tús. kr. hvør, tí eingin stuðul verður útgoldin í 1999.

Á §8 verða 1 mió. kr. fluttar av 8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið, vegna minni nýtslu til lønarskipanina, til at fíggja eina hækking av 8.20.3.20 Serviðgerð uttanlands til flyting í nýtt Hotel Tórshavn. Harafturat verða fluttar 2,2 mió. kr. frá 8.21.6.02. Bústovnur, serforsorg, vegna seinking av verkætlan, og 2,9 mió. kr. frá 8.21.6.16. Eldrasambýli, vegna minni nýtslu, til at fíggja 5,1 mió. kr. til 8.20.3.06. Medicoteknisk tól, sum er nýggj høvuðskonto. Til 8.20.3.06. Medicoteknisk tól er ein átekning, sum heimilar landsstýrismanninum í heilsumálum at nýta bíleggingardagin sum keypsdagsfesting.

Karsten Hansen
landsstýrismaður

 

/Petur Alberg Lamhauge
fíggjarmálastjóri

 

Høvuðsyvirlit

§ 3. Fíggjarmál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

-190

-

3.11.1. Fyrisiting.

-190

-

Fíggjarmál

190

-

3.15.2. Hagfrøði.

190

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

3.11.1. Fyrisiting

3.11.1.13. Viðlíkahald (Rakstarjáttan)

J

650

-

EYJ

-190

-

3.15.2. Hagfrøði

3.15.2.01. Hagstova Føroya (Rakstrarjáttan)

J

4.650

-

EYJ

190

-

Viðmerkingar

3.11.1. Fyrisiting

3.11.1.13. Viðlíkahald (Rakstrarjáttan)

Av hesi høvuðskonto verða 190 tús. kr. fluttar til høvuðskonto 3.15.2.01. Hagstova Føroya.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

650

-190

460

Útreiðslur

650

-190

460

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

650

-190

460

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

520

-152

468

75. Skráseting av keyps-MVG

130

-38

92

       

3.15.2. Hagfrøði

3.15.2.01. Hagstova Føroya (Rakstrarjáttan)

Tvær sera týðandi hagtalsuppgávur hava ligið á láni í áravís:

Eykajáttanin uppá 190 tús. kr. verður nýtt í arbeiðnum uppá omanfyrinevndu uppgávur umframt útbygging av telduskipanini hjá Hagstovu Føroya.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

4.650

190

4.840

Útreiðslur

4.675

190

4.865

Inntøkur

25

-

25

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

4.675

190

4.865

11. Lønir o.a.

3.930

190

4.120

14. Keyp av vørum og tænastum

500

-

500

15. Keyp av útbúnaði, netto

100

-

100

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

50

-

50

75. Skráseting av keyps-MVG

95

-

95

       

Inntøkur

25

-

25

21. Søla av vørum og tænastum

25

-

25

       

§ 6. Vinnumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

2.820

2.820

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Handil og vinna annars

-880

-

6.37.1. Ymsar útreiðslur.

-880

-

Samferðsla og samskifti

3.700

-

6.38.2. Samferðsla.

3.700

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

6.37.1. Ymsar útreiðslur

6.37.1.02. Útflutningsráð (Rakstrarjáttan)

J

2.232

-

EYJ

-880

-

6.38.2. Samferðsla

6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

J+EYJ1

43.250

-

EYJ2

3.700

-

Viðmerkingar 

6.37.1. Ymsar útreiðslur

6.37.1.02. Útflutningsráð (Rakstrarjáttan)

Av tí at virksemi er komið so seint ígongd, verður ikki øll játtanin nýtt. Tískil verða 880 tús. kr. fluttar til høvuðskonto 6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

2.232

-880

1.352

Útreiðslur

2.232

-880

1.352

20. Vanligt virksemi

       

Útreiðslur

2.232

-880

1.352

11. Lønir v.m.

1.000

480

520

14. Keyp av vørum og tænastum

832

320

512

15. Keyp av útbúnaði, netto

100

-

100

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

100

-

100

75. Keyps-MVG

200

-80

120

       

6.38.2. Samferðsla

6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

Neyðugt verður við eykajáttan til Strandfaraskip Landsins fyri 1999, um virksemið ikki skal skerjast munandi, tað sum er eftir av árinum.

Orsøkin til neyðugu eykajáttanina er fylgjandi:

Verkfall

Tá verkfall var í vár, lógu nærum øll skip hjá Strandferðsluni, orsakað av at limir hjá Starvsmannafelagnum eru við flestu skipunum. Hetta hevði við sær, at skipini ikki kundu sigla. Strandferðslan noyddist tó at rinda løn til restina av manningini, sum var til arbeiðis. Tá skipini ikki sigldu, fekk Strandferðslan ongar inntøkur. Verður hugt at inntøkunum í sama tíðarskeiðið í 1998, vísa hesar, at inntøkumissurin hjá Strandfaraskipum Landsins var uml. 2,45 mió.kr. (m.a. øll páskaferðslan). 880 tús.kr. vórðu spardar í lønum. Sostatt var inntøkumissurin 1,6 mió.kr. netto.

Lønarhækkan

Í fíggjarlógini fyri 1999 er ikki hædd tikin fyri lønarhækkan vegna sáttmálasamráðingar, sum vóru í vár. Sáttmálasamráðingarnar endaðu við, at allar lønir hækkaðu 3% tann 1. mars. 1999. Hetta gevur eina miðalhækking í 1999 uppá 2,5%. Samanlagt eru lønarútreiðslurnar á Strandferðsluni 50 mió.kr., og gevur hetta eina eykaútreiðslu uppá góðar 1,25 mió.kr. í 1999.

Ár 2000 skiftið

Endaligu útgreiningarnar hjá Strandferðsluni í samband við ár 2000 skiftið eru lidnar. Hesar vísa, at neyðugt verður at skifta ein part av tøkniliga útbúnaðinum út til tess at tryggja, at Strandferðslan ikki skal missa pening í samband við aldarskiftið. Tað eru serliga ferðaseðlamaskinurnar við útbúnaði, sum skulu skiftast ella tillagast áðrenn 31.12.1999. Hetta er dýrur útbúnaður, og kemur samlaða útreiðslan í hesum sambandi uppá 550 tús. kr. Ár 2000 skiftið ger tað eisini neyðugt at skifta net- og servaraskipanina á stovinum út, av tí at verandi skipan ikki virkar eftir aldarskiftið. Íløgan til hetta verður uml. 330 tús. kr.

Omanfyrinevndu útreiðslur hevur Strandfaraskip Landsins ikki havt ávirkan á.

Yvirlit yvir útreiðslurnar:

Verkfall

   
 

Inntøkumissur

2.450.000

 

Lønarsparing

-880.000

Lønarhækkan

 

1.250.000

Ár 2000 skiftið

   
 

Ferðaseðlamaskinur

146.675

 

Modulstøð til ferðaseðlamaskinur

185.813

 

Uppgradering

185.610

 

Ferðing og uppihald

30.000

 

Net- og servaraskipan

300.000

 

Ferðafólkaskrásetingarskipan

35.000

     

Samanlagt

 

3.703.098

Umbiðin eykajáttan

 

3.700.000

Tús. kr.

J

EYJ 1

J+EYJ 1

EYJ 2

J+EYJ 2

Inntøkur

71.500

100

71.600

-2.450

69.150

Felags fyrisiting

800

0

800

0

800

Oyggjaleiðir

40.100

100

40.200

-1.900

38.300

Bygdaleiðir

17.900

0

17.900

-200

17.700

Farmaflutningur á landi

12.700

0

12.700

-350

12.350

Uttanlandaflutningur

0

0

0

0

0

Játtan (inkl. eykajáttan)

41.900

1.350

43.250

3.700

46.950

Útreiðslur

113.400

1.450

114.850

1.250

116.100

Felags fyrisiting

15.500

0

15.500

730

16.230

Oyggjaleiðir

57.300

1.450

58.750

300

59.050

Bygdaleiðir

26.600

0

26.600

100

26.700

Farmaflutningur á landi

14.000

0

14.000

120

14.120

Uttanlandaflutningur

0

0

0

0

0

Rentur og avskrivingar

0

0

0

0

0

Nettotal

0

0

0

0

0

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ1

EYJ2

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

43.250

3.700

46.950

Útreiðslur

114.850

1.250

116.100

Inntøkur

71.600

-2.450

69.150

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

114.850

1.250

116.100

11. Lønir o.a.

46.380

370

46.750

14. Keyp av vørum og tænastum

49.200

0

49.200

15. Keyp av útbúnaði, netto

1.620

880

2.500

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

15.510

0

15.510

31. Útvegan av anleggi

2.140

0

2.140

Inntøkur

71.600

-2.450

69.150

21.Søla av vørum og tænastuveitingum

71.600

-2.450

69.150

 § 7. Undirvísing og gransking o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-210

-210

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

500

-

7.11.1. Fyrisiting

500

-

Útbúgving og gransking

490

-

7.23.1. Ymsar útreiðslur

146

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

100

-

7.23.6. Hægri útbúgvingar og gransking

244

-

Mentan

-1.200

-

7.24.1. Ymsar útreiðslur

-600

-

7.24.6. Ítróttur

-600

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

7.11.1. Fyrisiting

7.11.1.09. Undirvísingar- og Mentamálastýrið

J

12.039

-

(Rakstrarjáttan)

EYJ

500

-

7.23.1. Ymsar útreiðslur

7.23.1.04. Stuðulsstovnurin (Rakstarjáttan)

J

1.617

-

EYJ

246

-

7.23.1.34. Eftirútbúgving og skeið (Rakstarjáttan)

J

1.854

-

EYJ

-100

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan)

J

47.699

-

EYJ

100

-

7.23.6. Hægri útbúgvingar og gransking

7.23.6.04. Klaksvíkar sjómansskúli (Rakstrarjáttan)

J

2.418

-

EYJ

244

-

7.24.1. Ymsar útreiðslur

7.24.1.25. Ungdóms- og bygdarhús

J

600

-

EYJ

-600

-

7.24.6. Ítróttur

7.24.6.10. Ítróttarhús

J

600

-

EYJ

-600

-

 Viðmerkingar 

7.11.1. Fyrisiting

7.11.1.09. Undirvísingar- og Mentamálastýrið (Rakstrarjáttan)

Nýggj yrkisútbúgvingarlóg varð samtykt í Løgtinginum tann 29. desember 1998, ið loysir lærlingalógina frá 1954 við seinni broytingum av. Nýggja lógin kom fyri ein part í gildi 1. januar, og tann 1. august 1999 er øll lógin komin í gildi, og er gamla lærlingalógin tá endaliga farin úr gildi. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stóð hesin tekstur:

"Lógaruppskotið fer at hava ein fíggjarligan meirkostnað fyri landskassan uppá kr. 400.000,- í 1999, orsakað av at yrkisútbúgvingarráðið nú kemur at telja 9 persónar, í mun til 3 persónar í nevndini fyri Føroya Læruráð (víðkaða læruráðið 5 persónar). Fundarvirksemið væntast at verða væl meira enn áður, umframt at fleiri og nýggj øki verða at ráðgeva um. Skrivstovuhaldið og -hjálp til yrkisútbúgvingarráðið og nevndir tess verður væntandi eisini økt munandi orsakað av hesum. Harumframt verður neyðugt at veita skrivstovuhjálp til yrkisnevndir innan smáar vinnugreinar. Upphæddin, kr. 400.000, er ikki sett av á løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 1999."

Í viðmerkingunum til løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m. verður upplýst, at tað fór at kosta kr. 100.000 at reka loftmiðlanevndina. Loftmiðlanevndin er tilnevnd sambært § 37 í kringvarpslógini, og metir Undirvísingar- og Mentamálastýrið, at kostnaðurin av umsitingarútreiðslunum fer at svara til metingarnar, tá ið málið um kringvarp varð lagt fyri løgtingið.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

12.039

500

12.539

Útreiðslur

12.139

500

12.639

Inntøkur

100

-

100

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

12.139

100

12.239

11. Lønir v.m.

9.124

80

9.204

14. Keyp av vørum og tænastum

1.775

16

1.791

15. Keyp av útbúnaði, netto

220

-

220

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

510

-

510

52. Tilskot til einstaklingar

100

-

100

54. Stuðul til annað virksemi

100

-

100

75. Keyps-MVG

310

4

314

       

Inntøkur

100

-

100

21. Søla av vørum og tænastum

100

-

100

       

21. Yrkisútbúgvingarskrivstovan

     

(Nýggj undirkonto)

     
       

Útreiðslur

-

400

400

11. Lønir

-

400

400

       

7.23.1. Ymsar útreiðslur

7.23.1.04 Stuðulsstovnurin (Rakstrarjáttan)

Í samband við at nýggj lóg var samtykt í vár um útbúgvingarstuðulsskipanina hevur verið neyðugt at styrkja stovnin. Í lógaruppskotinum, ið er samtykt 23.04.1999, var fráboðað, at roknast kundi við eini meirútreiðslu í ár. Orsakað av broyting í uppskotinum, verður neyðugt at nýta eyka upphædd í ár og eisini næsta ár. Hesar upphæddir verða samstundis størri.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

1.617

246

1.863

Útreiðslur

1.617

246

1.863

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

1.617

246

1.863

11. Lønir

972

246

1.218

14. Keyp av vørum og tænastum

458

-

458

15. Keyp av útbúnaði, netto

70

-

70

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

40

-

40

75. Skráseting av keyps-MVG

77

-

77

       

7.23.1.34. Eftirútbúgving og skeið (Rakstrarjáttan)

Vegna óvæntaða minni nýtslu á høvuðskonto nr. 7.23.1.34 Eftirútbúgving og skeið, tí verkliga námsfrøðiliga útbúgvingin hjá lærarum er nakað seinkað, soleiðis at tveir kandidatar ikki fara undir hesa útbúgving í heyst, kunnu 100 tús. kr. av hesi høvuðskonto flytast til Føroya Handilsskúla undir 7.23.3.04. Yrkisskúlar.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

1.854

-100

1.754

Útreiðslur

1.854

-100

1.754

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

1.854

-100

1.754

11. Lønir v.m.

1.854

-100

1.754

       

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan)

Almennir stovnar og privat virki hava gjørt stórar íløgur í edv-útbúnað, og tørvurin á edv-útbúnum fólki til viðlíkahald og umsiting av hesum er vaksandi. Sum støðan er í dag, hava almennir stovnar og privat virki stórar trupulleikar at fáa hesi edv-útbúnu fólk, og væntandi fer hesin trupulleikin at vaksa framyvir.

Fyri at nøkta henda tørvin, setti Undirvísingar- og Mentamálastýrið í 1998 á stovn 2¼ ára útbúgving til teldustøðing (datamatikara) á Føroya Handilsskúla í Havn. Útbúgvingin hevur higartil eydnast sera væl, næmingarnir hava klárað seg væl til próvtøkurnar, og fráfallið hevur verið lítið.

Ætlanin var at taka ein nýggjan flokk inn annað hvørt ár, men tað vísir seg, at tørvurin er so mikið stórur, at bæði almennir stovnar og privat virki hava heitt á Undirvísingar- og Mentamálastýrið um at taka ein nýggjan flokk inn longu á heysti 1999.

Tí var Føroya Handilsskúli biðin um at lýsa eftir næmingum til nevnda flokk, har tað tó var tilskilað, at neyðuga játtanin var ein fortreyt. Undirvísingar- og Mentamálastýrið søkti í uppskotinum til eykafíggjarlóg í juli 1999 um fígging til flokkin, men tá eykafíggjarlógin kom á tingborð, vísti tað seg, at upphæddin til flokkin ikki var komin við. Hetta merkir jú í sjálvum sær, at fíggjarliga støðið er burtur, men við tað at so langt er útliðið – flokkurin var ætlaður at byrja seint í oktober – hevur verið kannað, hvussu peningur annars kann fáast til vega.

Skúlin hevur nú játtað at vera við til at fíggja flokkin við 450 tús. krónum av sínum eginpeningi í ár 2000, meðan Undirvísingar- og Mentamálastýrið skal royna at finna 100 tús. kr. til fíggingina í 1999 innan sítt játtanarøki. Víst verður á, at hetta er einasti møguleiki fyri fígging.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J + EYJ

Nettoútreiðslujáttan

45.147

100

45.247

Útreiðslur

46.312

100

46.412

Inntøkur

1.165

-

1.165

20. Føroya Handilsskúli

     
       

Útreiðslur

20.735

100

20.835

11. Lønir v.m.

17.247

100

17.347

14. Keyp av vørum og tænastum

1.350

-

1.350

15. Keyp av útbúnaði, netto

90

-

90

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

200

-

200

55. Íløgustuðul o.a.

996

-

996

57. Rentuútreiðslur o.a.

632

-

632

75. Keyps-MVG

220

-

220

83. Afturgjald av lánum

255

-

255

       

Inntøkur

400

-

400

21. Søla av vørum og tænastum

400

-

400

       

21. Tekniski skúli í Tórshavn

     
       

Útreiðslur

18.825

-

18.825

11. Lønir v.m.

10.893

-

10.893

14. Keyp av vørum og tænastum

3.923

-

3.923

15. Keyp av útbúnaði, netto

496

-

496

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

2.104

-

2.104

55. Íløgustuðul o.a.

509

-

509

75. Keyps-MVG

900

-

900

       

Inntøkur

4.500

-

4.500

21. Søla av vørum og tænastum

2.300

-

2.300

76. Innanh. flyt. millum almennar stovnar

2.200

-

2.200

       

22. Tekniski skúlin í Klaksvík

     
       

Útreiðslur

10.903

-

10.903

11. Lønir v.m.

6.779

-

6.779

14. Keyp av vørum og tænastum

2.300

-

2.300

15. Keyp av útbúnaði, netto

150

-

150

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

202

-

202

55. Íløgustuðul o.a.

1.072

-

1.072

75. Keyps-MVG

400

-

400

       
       

Inntøkur

600

-

600

21. Søla av vørum og tænastum

600

-

600

       

23. Fiskivinnuskúlin

     
       

Útreiðslur

2.736

-

2.736

11. Lønir v.m.

2.246

-

2.246

14. Keyp av vørum og tænastum

341

-

341

15. Keyp av útbúnaði, netto

5

-

5

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

79

-

79

75. Keyps-MVG

65

-

65

       

7.23.6. Hægri útbúgving og gransking

7.23.6.04 Klaksvíkar sjómansskúli (Rakstrarjáttan)

Sum liður í skiparaútbúgvingini skulu næmingarnir á Klaksvíkar Sjómansskúla út at sigla við venjingarskipi. Til hetta endamál var Ólavur Halgi nýttur, til hann varð seldur av landinum. Síðan tá hevur siglingin við venjingarskipi verið óstøðug, og hava ymisk skip verið leigað til endamálið. Í ár hava sjómansskúlarnir, Føroya Sjómansskúli og Klaksvíkar Sjómansskúli, leigað danska skúlaskipið H. C. Andersen. Meðan Føroya Sjómansskúli hevur eina serliga játtan til sigling við venjingarskipi, hevur Klaksvíkar Sjómansskúli onga slíka játtan. Kortini hevur Klaksvíkar Sjómansskúli megnað at goldið fyri siglingina við avlopinum, sum skeiðvirksemi skúlans hevur givið í 1998.

Av tí at trygdarskeiðini ikki longur eru undir virksemi skúlans, men verða framdar av Fiskimálastýrinum, og leigan av venjingarskipinum er vorðin munandi dýrari, hevur skúlin við verandi játtan ikki møguleika at gjalda fyri sigling við venjingarskipi.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur gjørt avtalu við Fiskimálastýrið um, at næmingarnir á sjómansskúlunum sleppa at sigla við nýggja vaktarskipinum, sum Fiskimálastýrið letur byggja í Noreg.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

2.418

244

2.662

Útreiðslujáttan

2.578

244

2.822

Inntøkur

160

-

160

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

2.418

244

2.662

       

Útreiðslur

2.578

244

2.822

11. Lønir

1.824

-

1.824

14. Keyp av vørum og tænastum

524

-

524

15. Keyp av útbúnaði, netto

30

-

30

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

87

244

331

75. Skráseting av keyps-MVG

113

-

113

       

Inntøkur

160

-

160

21. Søla av vørum og tænastum

160

-

160

       

7.24.1. Ymsar útreiðslur

7.24.1.25. Ungdóms- og bygdarhús (Rakstrarjáttan)

Ongin tilsøgn, ið givin er, kemur til útgjaldingar í ár.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

600

-600

-

01. Vanligt virksemi

       

Útreiðslur

600

-600

-

54. Stuðul til annað virksemi.

600

-600

-

       

7.24.6. Ítróttur

7.24.6.10. Ítróttarhús (Rakstrarjáttan)

Ongin tilsøgn, ið givin er, kemur til útgjaldingar í ár.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

600

-600

-

01. Vanligt virksemi

       

Útreiðslur

600

-600

-

54. Stuðul til annað virksemi.

600

-600

-

       

§ 8 Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

       

Túsund kr.

 

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðslur

 

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

 

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

-1.000

-

8.11.1. Fyrisiting

-1.000

-

Heilsumál

6.100

-

8.20.2. Heilsutænastur

6.100

-

Almannamál

-5.100

-

8.21.6. Eldri og brekað

-5.100

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.11.1. Fyrisiting
8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)

J+EYJ1

19.522

-

EYJ2

-1.000

-

8.20.2. Heilsutænastur
8.20.3.06. Medicoteknisk tól (Løgujáttan)

J

-

-

(Nýggj høvuðskonto)

EYJ

5.100

-

8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstarjáttan)

J

49.946

-

EYJ

1.000

-

8.21.6. Eldri og brekað
8.21.6.05. Bústovnur, serforsorg (Løgujáttan)

J+EYJ1

3.000

-

EYJ2

-2.200

-

8.21.6.16. Eldrasambýli (Løgujáttan)

J+EYJ1

4.400

-

EYJ2

-2.900

-

C. Átekning

Nr. 2. ad 8.20.3.06. Medicoteknisk tól

Landsstýrismanninum verður heimilað at flyta ónýtta játtan til næsta fíggjarár, eftirsum tólini verða bíløgd, men møguliga ikki veitt í hesum fíggjarári.

Viðmerkingar

8.11.1. Fyrisiting

8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)

Á høvuðskonto 8.11.1.08 Almanna- og heilsumálastýrið, undirkonto 24 eru fyri 1999 játtaðar tilsamans 5,0 mió. kr. - 2,0 mió. kr. eru ætlaðar til at loysa ár 2000 trupulleikan við lønum og einum parti av skipanunum á Almannastovuni so sum dagpengar og alimentatión, og 3,0 mió. kr. eru ætlaðar til desentrala partin av nýggju lønarverkætlanini. Nýggja lønarverkætlanin kemur tilsamans at kosta umleið 6 mió. kr., og tíðarkarmurin er 2 ár.

Útreiðslurnar til at loysa ár 2000 trupulleikan verða umleið 1,6 mió. kr. í 1999, og sostatt leypa 0,4 mió. kr. av. Til tess at tryggja, at møguligar óvæntaðar útreiðslur kunnu gjaldast, tá farið er um árskiftið, hevði verið ynskiligt at kunna nýtt avlopið í komandi fíggjarárið.

Hvat nýggju lønarverkætlanini viðvíkir er støðan tann, at tað ikki verður møguligt í 1999 at nýta allar tær 3,0 mió. kr., ið avsettar eru.

Orsøkin til, at ikki allur peningurin verður nýttur til lønarverkætlanina í 1999, er m.a. tann, at upprunaliga varð biðið um játtan til ta samlaðu verkætlanina, men tá fíggjarlógin fyri fíggjarárið 1999 varð løgd fram og samtykt, vórðu bert 1,0 mió. kr. settar av. Henda upphædd var ikki nóg stór til sjálvt at loysa ár 2000 trupulleikan viðvíkjandi lønum.

Tá tað, hóast hetta, verður neyðugt at gera eina nýggja lønarskipan desentralt í tráð við arbeiðið hjá Føroya Gjaldstovu at gera nýggja lønarskipan til alt tað almenna, var neyðugt at biðja um pening á eykafíggjarlógini mars 1999 til bæði ár 2000 trupulleikan og lønarverkætlanina. Aftaná viðgerð av hesi umsókn vórðu íalt 4,0 mió. kr. játtaðar, og avgerðin lýst 10. mai 1999.

Eftir at peningur var játtaður, varð arbeitt við at seta verkætlanarleiðslu, so verkætlanin, ið longu tá var seinkað, formliga kundi fara í gongd. Men hetta eydnaðist ikki.

Síðani hevur verið leitað eftir øðrum loysnum fyri at fáa verkætlanina í gongd. Tað hevur umsíðir eydnast at loysa henda trupulleika, og verkætlanin byrjar sostatt formliga 1. november 1999.

Av tí at tað hevur verið so trupult at sett skjøtil á hesa verkætlan, so verður bara ein partur av teimum 3,0 mió. kr., ið ætlaðar vóru til endamálið, nýttar í 1999. Men hetta merkir eisini, at ein størri partur av gjaldingunum tískil fellur í fíggjarárinum 2000, enn svarandi til tær 3,0 mió. kr., ið eru í uppskoti til ár 2000.

Sum sæst av omanfyristandandi, er tíðarkarmurin fyri verkætlanina seinkaður frá byrjanini av, eisini av ávum, sum Almanna- og heilsumálastýrið ikki hevur havt nakra ávirkan á, og sostatt verður hon væntandi ikki liðug fyrr enn ultimo ár 2001.

Av tí, at avlop verður á játtanini í ár, verða 1 mió. kr. fluttar til høvuðskonto 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ1

EYJ2

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

19.522

-1.000

18.522

Útreiðslur

19.522

-1.000

18.522

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

14.232

-

14.232

22. Ráð og nevndir

Útreiðslur

290

-

290

24. Lønarskipan

Útreiðslur

5.000

-1.000

4.000

14. Keyp av vørum og tænastan

2.000

-

2.000

15. Keyp av útbúnaði, netto

2.000

-800

1.200

75. Keyps MVG

1.000

-200

800

8.20.3.06. Medicoteknisk tól (Løgujáttan) (Nýggj høvuðskonto)

Almanna- og heilsumálastýrið skjeyt í 1998 upp, at á løgtingsfíggjarlógini fyri fíggjarárið 1999 varð stovnsett ein løgukonto til endurnýggjan av tólum á Landssjúkrahúsinum, men vann hetta uppskot ikki frama.

So at siga øll tólini á Landssjúkrahúsinum eru útslitin og ótíðarhóskandi; eingin endurnýggjan hevur verið tey seinastu 10 árini. Tá ið støðan viðvíkjandi medicoteknisku tólunum á Landssjúkrahúsinum nú er so átrokandi, verður mett, at tað er rætt at fremja hesa íløgu nú, eisini havandi í huga, at íløgujáttanin á sjúkrahúsøkinum ár 2000 ikki gevur rúm fyri endurnýggjan av tólum. Tí verður mett rættast at tilluta Landssjúkrahúsinum 5,1 mió. kr. til endurnýggjan av tólum.

Av praktiskum orsøkum verður ikki møguligt, at nevndu tól verða veitt áðrenn 31. desember 1999, tá ið bíleggingartíðin er umleið 3 mánaðir. Landsstýrismanninum verður heimilað at flyta ónýtta játtan til næsta fíggjarár, eftirsum tólini verða bíløgd, men møguliga ikki veitt í hesum fíggjarári.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

5.100

5.100

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

-

5.100

5.100

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

5.100

5.100

       

8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)

Í umsókn til fíggjarnevndina við fíggjarnevndarskjali, dagfest 25. juni 1999, var greitt frá, at neyðugt varð at søkja um eykajáttan seinni í ár til rakstur og møguligar reetableringsútreiðslur. Fíggjarnevndin játtaði tá 1,8 mió. kr. til etableringsútreiðslur viðvíkjandi tí nýggja Hotel Tórshavn.

Eykaútreiðslurnar til rakstur av verandi Hotel Tórshavn verða 200 tkr., ið skulu nýtast til meirlønarútreiðslur í skiftistíðini, og 100 tkr. til at gjalda desember-húsaleiguna. Harafturat skulu 700 tkr. meira nýtast til reetableringsútreiðslur sum t.d. seingjarklæðir, gardinir, bestikk og ljósbúnað. Tá tað hevur eydnast at avmarka meirútreiðslurnar til hesa upphædd, er tað tí, at tað hevur gingist eftir ætlan at loysa Almanna- og heilsumálastýrið úr verandi leigusáttmála.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

49.946

1.000

50.946

Útreiðslur

49.946

1.000

50.946

20. Vanligt virksemi

Útreiðslur

37.500

-

37.500

14. Keyp av vørum og tænastum

37.500

-

37.500

21. Uppihald

Útreiðslur

12.446

1.000

13.446

14. Keyp av vørum og tænastum

12.446

1.000

13.446

8.21.6.05. Bústovnur, serforsorg (Løgujáttan)

Ætlanin er at byggja býli til autistar og brekað í Klaksvík. Av ávísum orsøkum er verkætlanin seinkað. Nýttar verða 800 tús. kr. í ár. Sostatt fara at leypa 2,2 mió. kr. av í fíggjarárinum 1999. Landsstýrið ynskir at nýta tær 2,2 mió. kr. til íløgur av medicotekniskum tólum til Landssjúkrahúsið.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ1

EYJ2

J+EYJ

Útreiðslujáttan

3.000

-2.200

800

10. Bústovnur

     
       

Útreiðslur

3.000

-2.200

800

31. Bygging og løguframleiðsla

640

-

640

32. Útvegan av løgu o.ø.

2.200

-2.200

-

75. Keyps-MVG

160

-

160

       

8.21.6.16. Eldrasambýli (Løgujáttan)

Orsakað av minninýtslu til Eldrasambýlið í 1999 loypa 2,9 mió. kr. av. Landsstýrið ynskir at nýta tær 2,9 mió. kr. til íløgur av medicotekniskum tólum til Landssjúkrahúsið.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ1

EYJ2

J+EYJ

Útreiðslujáttan

4.400

-2.900

1.500

10. Eldrasambýli

Útreiðslur

4.400

-2.900

1.500

31. Bygging og løguframleiðsla

2.160

-880

1.280

32. Útvegan av løgum o.ø.

1.800

-1.800

-

75. Keyps-MVG

440

-220

220

1. viðgerð 16. november 1999. Tingmálini 1-3/199 og 1-4/1999 viðgjørd undir einum. Bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 24. november legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 12. november 1999 og eftir 1. viðgerð tann 16. november 1999 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini havt fundi við landsstýrismenninar Karsten Hansen, Finnboga Arge, Signar á Brúnni og Helenu Dam á Neystabø. Saman við landsstýrismonnunum vóru umboð fyri avvarandi aðalstýri við á fundinum.

Fíggjarnevndin hevur hesar viðmerkingar til uppskotið.

Viðvíkjandi grein 6. Vinnumál.

6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

Biðið verður um eykajáttan til útreiðslur í samband við ár 2000 skiftið. Fíggjarnevndin undrast á, at Strandferslan so seint kemur við hesi umsókn, men nevndin hevur fingið vissu fyri, at eitt nú ferðaseðlamaskinurnar verða klárar til ár 2000 skiftið.

Viðvíkjandi grein 7. Undirvísing og gransking o.a.

7.23.1.04. Stuðulsstovnurin (Rakstrarjáttan).

Biðið verður um eykajáttan upp á 246.000 krónur, ið skulu nýtast til lønir. Fíggjarnevndin undrast á, at neyðugt er við so stórari eykajáttan til lønir so seint í fíggjarárinum. Nevndin gongur tí út frá, at starvsfólkatalið á stovninum ikki hækkar meira.

7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan).

Biðið verður um eykajáttan upp á 100.000 krónur til Føroya Handilsskúla til útbúgving av teldustøðing (datamatikara). Í viðmerkingunum stendur, at skúlin hevur játtað at verða við til at fíggja flokkin við 450.000 krónum av eginpeninginum. Fíggjarnevndin heldur hetta vera løgna mannagongd, at skúlin av sínum eginpeningi skal verða við at fíggja útbúgving, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur sett á stovn, men tá útbúgvingin er farin í gongd, mælir nevndin til at tikið verður undir við uppskotinum um eykajáttan.

Viðvíkjandi grein 8. Almanna- og heilsumál o.a.

C-Átekning 

Nr. 2. ad. Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Medicoteknisk tól.
Heimilað verður Almanna- og heilsumálastýrinum at flyta ikki nýtta játtan í 1999 til fíggjarárið 2000.

Fíggjarnevndin mælir til, at strika nevndu C átekningar.

Grundgevingin fyri hesum er, at sbr. stýrisskipanarlógini § 43, stk. 1, er tað ein greið fyritreyt, at eingin fíggjarlóg kann samtykkjast út yvir álmannakkaárið. Er tørvur á serligari skiftistíð um ársskiftið, ger serbókingarrreglan í § 43, stk. 2, endaliga upp við hendan spurning, og er óheimilað sbr. stýrisskipanarlógini at gera reglur, sum víkja frá hesi meginreglu.

Roynverulig atlit tala eisini fyri, at ein strangliga heldur seg til álmanakkaárið. Tá ið seinni skal eftirkannast av løgtingsgrannskoðarunum, at § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini um, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður, er hildin, tá er alneyðugt, at teir ikki hava fyri neyðini at fløkjast uppi í fíggjarlógum fyri fleiri ár, men bara hava fyri neyðini at hyggja í fíggjarlógini fyri viðkomandi ár, og tilhoyrandi eykafíggjarlógum fyri sama ár.

At førdar verða fram ymiskar praktiskar grundir fyri at gera tær nevndu C átekningar soleiðis, sum skotið upp, ger ongar broytingar í tí framførda sjónarmiðnum. Eru trupulleikar í so máta, so má játtanin takast av nýggjum á fíggjarlógina komandi ár ella eina nýggja eykajáttanarlóg, har ikki nýtt játtan verður játtað av nýggjum.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Jákup Sverri Kass, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á frammanfyri standandi viðmerkingar, og mælir løgtinginum at samtykkja uppskotið við frammanfyri nevndu broyting, og setir samsvarandi hesum fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 8 Almanna- og heilsumál o.a.

C.Átekning verður strikað.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) er samdur við meirilutanum og tekur undir við uppskoti landsstýrisins, men hevur tó eina serstøðu viðvíkjandi grein 8. 20. 3. 06. Medicoteknisk tól, har minnilutin í fyrstu syftu mælir til, at samtykkja uppskot javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 1-5/1999.

Minnilutin vísir á, at tá løgtingsins fíggjarnevnd fyri stuttum varð boðin at vitja landssjúkrahúsið, fekk nevndin at vita frá serkønum á økinum, at neyðugt er at nýta í minsta lagi 15 mió. kr., bert fyri at nøkta tann mest átroðkandi tørvin á útskifting og endurnýgging av medicotekniskum tólum í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Í uppskotinum hjá landsstýrinum verður mælt til at játta 5,1 mió. kr. Vísandi til útsagnina hjá serkunnleikanum á økinum, røkkur slík játtan bert til ein triðing av tí mest átrokandi tørvinum, meðan uppskotið hjá javnaðarflokkinum, sum mælir til at játta 16 mió. kr. uttan mvg, skuldi nøktað bráðfeingis tørvin í løtuni.

Uppskotið hjá landsstýrinum fevnir bert um tól til Landssjúkrahúsið. Uppskotið hjá javnaðarflokkinum mælir til at játta peningin til føroyska sjúkrahúsverkið. Í fyrstu syfti mælir minnilutin til, at uppskot javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 1-5/1999 verður samtykt, meðan minnilutin í aðru syfti mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Í sínum uppskoti mælir landsstýrið til, at uppskotna upphæddin uppá 5,1 mió. kr. verður fingin til vega á tann hátt, at 2,2 mió. kr. verða tiknar av játtanin til "Bústovnur, serforsorg" (8.21.6.05. Løgujáttan), og at 2,9 mió. kr. verða tiknar av játtanin Eldrasambýli (Løgujáttan 8.21.6.16). Grundgevingin fyri hesum er, at játtanin til bústovn í Klaksvík og játtanin til eldrasambýli kring landið ikki verða nýttar í fullan mun í hesum fíggjarárinum.

Minnilutin átalar, at skjøtil enn ikki er settur á arbeiðið við at byggja bústovn fyri autistar og brekað í Klaksvík við tí úrsliti, at stórur partur av hesi játtan, sum í roynd og veru er ein endurjáttan frá 1998, framvegis stendur ónýtt. Javnaðarflokkurin átalar eisini, at stórur partur av játtanini til eldrasambýlir á fíggjarlógini fyri 1999, somuleiðis stendur ónýttur. Hetta er sera harmiligt, tá hugsað verður um tær longu bíðirøðirnar, sum eru til ansingarstovnar fyri eldri.

Vísandi til stóra avlopið á fíggjarlógini fyri 1999 heldur minnilutin, at keypið av medicoteknisku tólunum kann verða goldið av peningarenslinum hjá landskassanum í verandi fíggjarári. Tað má bera til í teim fíggjarliga góðu tíðunum, vit hava havt og framvegis hava, at keypa tól til sjúkrahúsini, uttan at peningurin til hesi tól skal takast av áður givnum játtanum til ávikavist bústovnar fyri brekað og játtan til eldrasambýli fyri eldri.

Undir viðgerðini av hesum báðum málunum er komið fram, at føroysku sjúkrahúsini hava tilsamans 12 sjúkrabilar, og at tørvur er á at útskifta minst ein sjúkrabil um árið. Minnilutin mælir tí til, at uppskotna játtanin hjá javnaðarflokkinum verður býtt í tvey, soleiðis at 19 mió. kr. verða nýttar til keyp av tólum og 1 mió. kr. verður nýtt til keyp av sjúkrabilum.

Í løgtingsmáli nr. 1-5/1999 setir minnilutin tí fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

2. viðgerð 30. november 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. december 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 97 frá 03.12.1999