Eykajáttan november 1999-3

 

1-5  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999-3

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1999, 16. november, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

Uppskot
til
eykajáttanarløgtingslóg
november 1999 - 3

 

Almennar viðmerkingar

Síðan kreppan av álvara tók seg upp í føroyska samfelagnum seinast í áttatiárunum, hava tey trý sjúkrahúsini verið fyri stórum rakstrarligum skerjingum. Harafturat er lítið og einki sett av á fíggjarlógunum til endurnýggjan av tólum og arbeiðsamboðum annars.

Tá tíðirnar batnaðu, var eisini vón um, at sjúkrahúsverkið fór at fáa lut í øktu fíggjarligu møguleikunum. Hetta hevur tó ikki í nóg stóran mun verið veruleiki, og á fleiri økjum innan sjúkrahúsverkið er støðan komin niður á eitt óforsvarligt støði.

T.d. er stórur partur av verandi bygningum á Landssjúkrahúsinum í ringum standi, og sjálvt um víst hevur verið á henda veruleika í áravís, so tykist ikki sum um, at hetta verður tikið í neyðugum politiskum álvara. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár síggjast heldur eingi tekin um, at landsstýrið tekur støðuna í álvara, og eru so fáir pengar avsettir til viðlíkahald, umbyggingar og nýbygningin, at nýbyggingin er steðgað, og verandi bygningar forfalla framhaldandi.

Tað er trupult hjá løgtinginum at gera nakað ítøkiligt við viðlíkahald og rakstrarligar trupulleikar í sjúkrahúsverkinum, tá landsstýrið ikki raðfestir hesar uppgávur, sum eiga at verða fyrireikaðar í landsumsitingini.

Hóast meting frá Medicoteknisku deildini í sjúkrahúsverkinum sigur, at tað er akuttur tørvur á íløgum til tólbúnað fyri í minsta lagi 15 mió.kr., serliga til Landssjúkrahúsið, og hóast landsstýrismaðurin í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár sigur, at árligi tørvurin til tólbúnaðin hjá Landssjúkrahúsinum er uml. 10 mió. kr., so verður – við orðum landsstýrismansins – "eingin serstøk játtan til endamálið". Og hon skoytir uppí: "Ei heldur eru pengar settir av til játtan til tól á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi".

Sostatt kann staðfestast, at við fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár er ikki møguligt at fremja nakra endurnýggjan av medecoteknisku tólunum í sjúkrahúsverkinum. Minnt kann verða á, at fyri uml. 10 árum síðan vóru mong av tólunum á hædd við teknologiska støðið á økinum.

Løgtingið kann við at takað undir við hesum uppskoti gera nakað ítøkiligt fyri at leggja lunnar undir endurnýggingina av medicotekniskum tólum innan sjúkrahúsverkið.

Eitt av sjónarmiðunum, ið hevur verið at hoyrt sum grundgeving fyri ikki at seta meiri pening av til íløgur nú og komandi ár, er, at føroyski búskapurin er í so nógv upphitaður, sum er. Fyriliggjandi uppskot førir ikki til økta upphiting av búskapinum, og er tíðin júst nú tann rætta til slíkar íløgur.

Við nýggju tólunum ber til at veita eina forsvarliga og betri sjúkraviðgerð, sum, umframt at vera neyðug fyri sjúklingin, eisini fer at hava samfelagsligar sparingar við sær. 

 

§ 8. Almanna- og heilsumál 

A. Yvirlit

    Játtanaryvirlit

    Túsund kr.

    Nettotal

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Útreiðsluætlan

    20.000

    20.000

    -

    Inntøkuætlan

    -

    -

    -

    Løguætlan

    -

    -

    -

     

    Heilsumál……………………………………………….

    -

    -

    8.20.3 Sjúkrahúsverkið v.m.

    20.000

    -

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.20.3 Sjúkrahúsverkið v.m.
Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Medicoteknisk tól (Rj).

J

-

-

EYJ

20.000

-

 

C. Átekning 

Nr. 2. ad. Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Medicoteknisk tól.
Heimilað verður Almanna- og Heilsumálastýrinum at flyta ikki nýtta játtan í 1999 til fíggjarárið 2000. 

Viðmerkingar

8.20.3 Sjúkrahúsverkið v.m.

Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Medicoteknisk tól (Rakstrarjáttan)

Játtanin er til alt sjúkrahúsverkið og endurnýggjanin eigur at fara fram sambært uppgerðina hjá Medicoteknisku deild. Høvusreglan verður sostatt, at tað verða tey tól, ið eru mest niðurslitin, sum fyrst verða endurnýggjað. Landsstýrismaðurin eigur í reglugerð at áseta nærri reglur um, hvussu farast skal fram.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Nettoútreiðslujáttan

-

20.000

20.000

Útreiðslur

-

20.000

20.000

Inntøkur

-

-

-

20. Vanligt virksemi      
       
Útreiðslur

-

20.000

20.000

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

16.000

16.000

75. Skráseting av keyps-MVG

-

4.000

4.000

       

1. viðgerð 18. november 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 24. november 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av Javnaðarflokkinum tann 16. november 1999 og eftir 1. viðgerð tann 18. november 1999 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini havt fundi við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum og umboð fyri Almanna- og heilsumálastýrið.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Jákup Sverri Kass, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) er vitandi um tólstøðuna í heilsuverkinum og vísir á, at málið eigur at verða tikið við í viðgerðini av tingmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000. Meirilutin setir tí einki uppskot fram.  

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) vísír á viðmerkingar sínar í løgtingsmáli nr. 1-4/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999 – 2, og setir samsvarandi hesum viðmerkingum fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s ko t 

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.20.3 Sjúkrahúsverkið v.m.
Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Medicoteknisk tól (Rj).

J

-

-

EYJ

19.000

-

8.20.3 Sjúkrahúsverkið v.m.
Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Sjúkrabilar (Rj).

J

-

-

EYJ

1.000

-

Viðmerkingar

 

8.20.3 Sjúkrahúsverkið v.m.

Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Medicoteknisk tól (Rakstrarjáttan)

Nýggj sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Nettoútreiðslujáttan

-

19.000

19.000

Útreiðslur

-

19.000

19.000

Inntøkur

-

-

-

20. Vanligt virksemi      
       
Útreiðslur

-

19.000

19.000

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

15.200

15.200

75. Skráseting av keyps-MVG

-

3.800

3.800

       

Nýggj konto Sjúkrahúsverkið, Sjúkrabilar (Rakstrarjáttan)

Játtanin skal nýtast til at útskifta minst ein sjúkrabil um árið.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Nettoútreiðslujáttan

-

1.000

1.000

Útreiðslur

-

1.000

1.000

Inntøkur

-

-

-

20. Vanligt virksemi      
       
Útreiðslur

-

1.000

1.000

15. Keyp av útbúnaði, netto

-

800

800

75. Skráseting av keyps-MVG

-

200

200

       

2. viðgerð 30. november 1999. Uppskotið fall 8-7-15. Málið avgreitt.