Eykajáttan juni 2000

 

1-11  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2000

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 6. juni, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri 2000

 

 Innihaldsyvirlit

 

Almennar viðmerkingar *

Høvuðsyvirlit *

§ 6. Vinnumál *

6.38.3. Samskifti *
6.38.3.01. Postverk Føroya (Landsfyritøka) *

§ 7. Útbúgving og gransking o.a. *

7.24.1. Ymsar útreiðslur *
7.24.1.05. Tiltøk fyri børn og ung *

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a. *

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m. *
8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan) *
8.21.6. Eldri og brekað *
8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan) *

Almennar viðmerkingar 

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum fer við hesum at søkja Løgtingið um eykajáttan, áljóðandi 10,8 mió. kr. Søkt verður um 9 mió. kr. til Postverk Føroya, sum er komið í gjaldføristrupulleikar og megnar heldur ikki at halda játtanina á fíggjarlógini fyri 2000, tí inntøkugrundarlagið er minkandi og lønarútreiðslurnar verða munandi hægri enn mett var á fíggjarlógini fyri ár 2000. Eisini verður søkt um 782 tús. kr. til nýggja leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum og 1 mió. kr. til serforsorg til stovnsuppihald o.a. í Danmark. Harumframt verður tikin við ein nýggj høvuðskonto 7.24.1.05. Tiltøk fyri børn og ung, sum er útreiðsluneutral, tí hon verður fíggjað við veddingarpengum frá P/F Ítróttarvedding. 

Høvuðsyvirlit

 

§ 6. Vinnumál

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

9.000

9.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Samferðsla og samskifti

9.000

-

6.38.3. Samskifti.

9.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

6.38.3. Samskifti

6.38.3.01. Postverk Føroya (Landsfyritøka)

J

0

-

EYJ

9.000

-

Viðmerkingar

6.38.3. Samskifti

6.38.3.01. Postverk Føroya (Landsfyritøka)

Neyðugt er við eini eykajáttan til Postverk Føroya uppá 9 mió. kr., sum skal fíggja hall stovnsins í fíggjarárinum 2000.

Framskrivaður roknskapur
Postverkið hevur framskrivað fíggjarætlanina fyri 2000, við støði í roknskapartølunum fyri 1999 og rakstrartølunum fyri 4 teir fyrstu mánaðirnar í ár. Framskrivingin vísir, at Postverkið kann fáa eitt hall uppá slakar 11 mió. kr. við avskrivingum. Uttan avskrivingar verður hallið mett til uml. 9 mió. kr.

Trupulleikin hjá Postverkinum í árinum 2000 er, at útreiðslurnar eru væl hægri enn ætlað. Rakstrarhallið higartil í mánaðunum januar til mai ger, at gjaldføri stovnsins versnar. Við ársbyrjan hevði Postverkið eitt gjaldføri uppá 8,1 mió. kr. Frá januar til apríl er hetta minkað við uml. 3 mió. kr. vegna hall á rakstrinum. Í mai og juni klárar verkið at halda inntøkur og útreiðslur í javnvág. Í juli og august væntast hallið at verða uml. 3 til 3,5 mió. kr. um mánaðin, og verður samlaða nýtslan av gjaldførinum hesar báðar mánaðirnar uml. 7 mió. kr. Gjaldføri stovnsins verður tí negativt einaferð í juli ella august mánað. Postverkið kann ikki taka upp lán, og tí verða ongir pengar tøkir at rinda fyri útreiðslur stovnsins, og verkið má í gjaldsteðg. Í mánaðunum september til desember væntar Postverkið eitt lítið yvirskot á rakstrinum.

Ætlan landsstýrisins er í fyrstu atløgu at veita Postverkinum eykajáttan fyri at fíggja hallið í 2000. Annars kann upplýsast, at landsstýrið arbeiðir við at umskipa Postverk Føroya.

Orsøkin til fíggjarligu trongstøðuna hjá postverkinum er bæði, at inntøkurnar koma at verða lægri og útreiðslurnar koma at verða hægri enn mett var á fíggjarlógini fyri ár 2000.

Á inntøkusíðuni eru tað serliga inntøkur frá bløðum, posti til og úr Føroyum og frímerkjasøla, ið koma at verða lægri enn mett var á fíggjarlógini fyri ár 2000. Á útreiðslusíðuni eru tað lønarútreiðslurnar, ið koma at verða 5,5 mió. kr. hægri enn mett var á fíggjarlógini fyri ár 2000.

Sundurgreining av rakstrarnettotølum

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Inntøkur

     

Brøv

36.000

-

36.000

Pakkar

7.000

-

7.000

Peningasendingar

6.500

-

6.500

Bløð

4.000

-750

3.250

Postur úr Føroyum og til Føroya

11.250

-600

10.650

Kursvinningur

-

-

-

Aðrar inntøkur

600

100

700

Frímerkjasøla

24.000

-300

23.700

Renting av anleggi

1.430

-

1.430

Inntøkur samanlagt

90.780

-1.550

89.230

       

Útreiðslur

     

Postur

72.380

4.890

77.270

Frímerkjasøla

19.500

60

19.560

Útreiðslur samanlagt

91.880

4.950

96.830

Úrslit Postur

-5.730

-6.140

-12.700

Úrslit Frímerkjasøla

4.630

-360

4.270

       

Rakstrarúrslit

-1.100

-6.500

-7.600

       

Rentur

2.100

-500

1.600

       

Avskrivingar

-2.000

-100

-1.900

       

Óvanligar útreiðslur

-

-

-

Rakstrarnettotøl

-1.000

-6.900

-7.900

Íløgur

-1.000

-2000

-3.000

Úrslit aftan á íløgur

-2000

-8.900

-10.900

       

ad: Bløð
Roknað verður við, at bløðini fara broyta útberingina, sum kann viðføra, at inntøkurnar lækka.

ad: Postur úr Føroyum og til Føroya
Staðfest er, at rakstrartølini vísa eina afturgongd og avtalan við PostDanmark verður væntandi endurskoðað.

ad: Frímerkjasøla
Staðfest er, at inntøkutølini hjá frímerkjasøluni higartil í 2000 er minni í mun til í fjør.

ad: Útreiðslur til Post
Lønarútreiðslurnar verða hægri enn mett vegna vantandi sparingar og hækkingar í lønarsáttmálum, umframt aðrar smávegis hækkingar í útreiðslunum. Uml. 70% av rakstrarútreiðslunum hjá Postverkinum eru lønir.

ad: Rentur
Virksemisøkið hjá GIRO-stovuni er í afturgongd.

ad: Íløgur
Ætlanin hevur verið at selja eitt grundøki í Havn og ein bygning á Strondum. Hesar ætlanir eru fyribils sleptar.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

0

9.000

9.000

Útreiðslur

94.880

4.950

99.830

Inntøkur

94.880

-4.050

90.830

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

91.880

4.950

96.830

11. Lønir v.m.

63.680

5.520

69.200

14. Keyp av vørum og tænastum

17.100

-70

17.030

15. Keyp av útbúnaði, netto

2.000

-

2.000

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

9.100

-500

8.600

Inntøkur

92.880

-2.050

90.830

21. Søla av vørum og tænastum

89.350

-1.550

87.800

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

2.100

-500

1.600

68. Roknað renta

1.430

-

1.430

       

21. Anlegsætlan

     
       

Útreiðslur

3.000

-

3.000

31. Bygging og løguframleiðsla

3.000

-

3.000

       

Inntøkur

2.000

-2000

0

42. Søla av løgu o.ø.

2.000

-2000

0

Viðmerkingar:
Sundurgreiningin í talvuni omanfyri er bert vegleiðandi, vísandi til játtanarskipan landsins, har tað er staðfest, at landsfyritøkurnar ikki eru umfataðar av lønarkarminum.

Starvsfólkayvirlit

 

J

EYJ

J+EYJ

Í lønarflokki 36 ella hægri

1

-

1

Onnur

235,5

4,5

240,0

Fulltíðarstørv

236,5

4,5

241,0

Lønarpartur (mió. kr.)

63,7

5,5

69,2

Viðmerkingar til starvfólkayvirlitið:
Ein endurskoðan av fíggjarætlanini hevur víst, at nýtslan av ársverkum og harvið lønarútreiðslum ikki hevur verið heilt neyvt mett, og eru lønarútreiðslurnar javnaðar samsvarandi hesum.

Í 1998 var nýtslan av ársverkum á Postverkinum uml. 261 fólk. Í 1999 var henda minkað til uml. 250 fólk. Ætlanin var, at nýtslan í 2000 skuldi verða uml. 15 ársverk minni. Av tí at umskipanin av verkinum hevur drigið út, væntast tað bert at verða 10 ársverk lægri við árslok 2000.

 § 7. Útbúgving og gransking o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

0

0

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Mentan

-

-

7.24.1. Ymsar útreiðslur.

0

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

7.24.1. Ymsar útreiðslur

7.24.1.05. Tiltøk fyri børn og ung (Nýggj høvuðskonto)

J

-

-

EYJ

0

-

Viðmerkingar

7.24.1. Ymsar útreiðslur

7.24.1.05. Tiltøk fyri børn og ung

Sambært løgtingslóg nr. 34 frá 23.04.1999 um ítróttarvedding skal parturin hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum av veddingarpeninginum nýtast sum stuðul til ymiskt barna- og ungdómsarbeiði. P/f Ítróttarvedding hevur havt aðalfund og hevur flutt landskassanum 20% av tillutaðu veddingarupphæddini.

Fyri 1998 er upphæddin kr.    600.000
Fyri 1999 er upphæddin kr. 1.100.000
Íalt kr. 1.700.000

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur gjørt leiðreglur fyri veiting av hesum stuðli.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

-

0

0

01. Flyting frá P/F Ítróttarvedding

     
       

Útreiðslur

-

-1.700

-1.700

54. Stuðul til annað virksemi

-

-1.700

-1.700

       

02. Tiltøk fyri børn og ung

     
       

Útreiðslur

-

1.700

1.700

54. Stuðul til annað virksemi

-

1.700

1.700

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

1.782

1.782

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Heilsumál

782

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

782

-

Almannamál

1.000

-

8.21.6. Eldri og brekað.

1.000

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

J+EYJ1

234.223

15.249

EYJ2

782

-

8.21.6. Eldri og brekað

8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)

J

76.196

2.257

EYJ

1.000

-

Viðmerkingar

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

Avgerð varð tikin í mars 2000 um bygnaðin á deildarniveau á Landssjúkrahúsinum.

Sum avleiðing av hesi avgerð skulu setast í starv 3 yvirsjúkrasystrar og 3 leiðandi yvirlæknar. Samráðingarnar um lønirnar eru lidnar, og størvini eru lýst leys.

Miðað verður ímóti at størvini sum leiðandi yvirlækni verða sett 1. juni 2000 og yvirsjúkrasystrastørvini verða sett í seinasta lagið 1. august 2000.

Eykaútreiðslurnar fyri 2000 av hesum verða mettar at verða 782.000 kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J+EYJ1

EYJ2

J+EYJ2

Nettoútreiðslujáttan

218.974

782

219.756

Útreiðslujáttan

234.223

782

235.005

Inntøkur

15.249

-

15.249

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

218.974

782

219.756

Útreiðslur

230.223

782

231.005

11. Lønir v.m.

178.761

782

179.543

14. Keyp av vørum og tænastum

43.369

-

43.369

15. Keyp av útbúnaði, netto

3.226

-

3.226

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

4.063

-

4.063

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

778

-

778

54. Stuðul til annað virksemi

26

26

Inntøkur

11.249

-

11.249

21. Søla av vørum og tænastum

7.529

-

7.529

29. Ymsar rakstrarútreiðslur

158

-

158

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

3.562

-

3.562

40. Inntøkufíggjað virksemi (Vaskarí)

Nettoútreiðsla

0

-

0

Útreiðslur

4.000

-

4.000

11. Lønir v.m.

2.700

-

2.700

14. Keyp av vørum og tænastum

700

-

700

15. Keyp av útbúnaði, netto

400

-

400

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

200

-

200

Inntøkur

4.000

-

4.000

21. Søla av vørum og tænastum

4.000

-

4.000

8.21.6. Eldri og brekað

8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)

Á undirkonto 21. Stovnsuppihald o.a. í Danmark kemur at mangla ein knøpp millión fyri ár 2000. Hetta kemst av, at tað er gjørd ein prísregulering í Danmark av verandi stovnsplássum, umframt at loyvi er givið til, at ein nýggjur persónur fer á stovn í Danmark.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

73.939

1.000

74.939

Útreiðslujáttan

76.196

1.000

77.196

Inntøkur

2.257

-

2.257

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

57.006

-

57.006

Útreiðslur

59.263

-

59.263

11. Lønir v.m.

47.623

-

47.623

14. Keyp av vørum og tænastum

5.978

-

5.978

15. Keyp av útbúnaði, netto

626

-

626

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

3.026

-

3.026

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

1.455

-

1.455

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

555

-

555

Inntøkur

2.257

-

2.257

21. Søla av vørum og tænastum

1.467

-

1.467

77. Flyting frá kommunum

790

-

790

21. Stovnsuppihald o.a. í Danmark

Nettoútreiðsla

15.018

1.000

16.018

Útreiðslur

15.018

1.000

16.018

51. Tilskot til útlandið o.a.

15.018

1.000

16.018

22. Endurgj. av pens. til føroyingar í Danmark

Nettoútreiðsla

1.512

-

1.512

Útreiðslur

1.512

-

1.512

52. Tilskot til einstaklingar

1.512

-

1.512

23. Ferðaútreiðslur til klientar og avvarandi

Nettoútreiðsla

100

-

100

Útreiðslur

100

-

100

52. Tilskot til einstaklingar

100

-

100

24. Viðbót til uttanhýsis viðskiftafólk

Nettoútreiðsla

303

-

303

Útreiðslur

303

-

303

52. Tilskot til einstaklingar

303

-

303

Vísandi til grein 54, 2. stk. í Tingskipan Føroya Løgtings viðmæla undirritaðu tingmenn, at hjálagda uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2000 kann koma til viðgerðar.

Annita á Fríðriksmørk Rúna Sivertsen Sámal Petur í Grund
Jóannes Eidesgaard Bjarni Djurholm Jóanis Nielsen
Kristian Magnussen Finnur Helmsdal Katrin D. Jakobsen
Jákup Sverri Kass Hans Pauli Strøm Jenis av Rana
Dan R. Petersen Jákup Suni Joensen Edmund Joensen
Hergeir Nielsen Alfred Olsen Jógvan Durhuus
Heðin Mortensen Jógvan á Lakjuni Signar á Brúnni
Heini O. Heinesen Óli Breckmann Finnbogi Ísakson

1. viðgerð 8. juni 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. juni 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið tann 6. juni 2000, og eftir 1. viðgerð tann 8. juni 2000 er tað beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 8. og 9. juni 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann, saman við Bjarna Askham Bjarnason, deildarstjóra í fíggjarmálum, og Berguri í Garði, postverksstjóra. Eisini hevur nevndin havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann og Høgna Joensen, aðalstjóra.

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið útflýggjað ymisk skjøl viðvíkjandi Postverki Føroya og møguliga umskipan av verkinum, og eru skjølini framløgd sum nevndarskjøl í málinum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Bjarni Djurholm og Sámal Petur í Grund hava hesar viðmerkingar:
Í viðmerkingunum til eykajáttanaruppskotið vísir landsstýrismaðurin á, at landsstýrið arbeiðir við at umskipa Postverk Føroya. Undir 1. viðgerð í Løgtinginum og undir málsviðgerðini í fíggjarnevndini, hevur landsstýrismaðurin greitt frá, at politisk semja er í landsstýrinum um fyribils at skipa postverkið eftir sama leisti sum Post Danmark. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at aftan á semjuna í landsstýrinum, hevur ivi stungið seg upp, um henda loysn er í samsvari við stýrisskipanarlógina.

Á fíggjarnevndarfundinum 8. juni 2000 heitti fíggjarnevndarformaðurin tí á løgfrøðiliga ráðgeva nevndarinnar um at lata nevndini viðmerkingar um, hvørt "Post Danmark myndilin", sambært útflýggjaða skjali O til fíggjarnevndina, í løgtingsmáli nr. 1-11/1999: Uppskot til eykajáttanarløg-tingslóg fyri juni 2000, er sambæriligur við stýrisskipanarlógina § 42 og § 43.

Løgfrøðiligi ráðgevin ger vart við, at stundir hava ikki verið at gera víðfevndar útgreiningar, og mælir til, at slíkt kanningararbeiði verður gjørt í sambandi við, at lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi.

Tó vísir løgfrøðin í notati á hesi ivamál:

  1. Ivsamt er, um ein landsstovnur, hóast tað at hann er skipaður sum sjálvstøðugur stovnur við sjálvstøðugari nevnd, kann hefta avmarkað bert við egnum ognum sínum soleiðis, at landskassin ikki heftir fyri skuld postverksins
  2. av somu grund má metta hallið ella metta avlopið í sjálvstøðuga postverkinum fyri komandi fíggjarár altíð standa á fíggjarlógini fyri komandi ár, og vísir tað seg sum árið líður, at henda meting ikki kemur at halda, hevur landsstýrismaðurin skyldu at leggja eykajáttanarlóg fyri Løgtingið hesum viðvíkjandi.

Undir nevndarviðgerðini er annars upplýst, at um ætlanin er at skipa postverkið sum sjálvstøðugan stovn, so er ruddiligast at skipa verkið sum partafelag og soleiðis sleppa undan at koma í andsøgn við stýrisskipanina.

Slíkt felag kann hefta bara við ognum sínum og taka lán uttan serligt loyvi, og annars stýra sínum viðurskiftum leyst av politiska myndugleikanum. Eisini er hesin virkisformur væl lýstur og skipaður vinnuvirkisformur.

Heini O. Heinesen, viðmerkir:
Hóast uppskotið viðvíkjandi postverkinum, bara snýr seg um eina eykajáttan til rakstur, roynir formaðurin í fíggjarnevndini og landsstýrismaðurin í vinnumálum at draga inn í nevndarviðgerðina onnur viðurskifti, sum einki hava við hetta mál at gera. Teir gera nógv burtur úr at gera postverkið til alment partafelag, hóast tað ikki er politisk semja í samgonguni um hetta. Tað kann tykjast løgið at fara at skriva álit um eitt mál, sum ikki er lagt fyri tingið.

Tað, sum tjóðveldisflokkurin hevur kravt viðvíkjandi postverkinum, er, at starvsfólkið verður tikið við upp á ráð, hvat er besta loysnin. Tað, sum øllum politikarum er kunnugt, er, at postverkið er niðurpínt fíggjarliga seinastu árini.

Postverkið var á fíggjarlógini í nógv ár, fyrst í 90’unum var lítil og eingin játtan. Tá játtanin var hægst í 80’unum, var talan um einar 19 milliónir um árið. Tað er tí púra greitt, at verkið er niðurpínt fíggjarliga í gøgnum nógv harrans ár.

Tað er tí stórur tørvur á íløgum í viðlíkahald av bygningum og nýmótans tøkni.

Støðan er tí tann, at Postverk Føroya er langt aftanfyri, um vit samanbera okkum við hini norðanlondini, sum fyri mongum árum síðani sum almennir stovnar eru útbygdir við númtímans tøkni.

Tað kann tí als ikki góðtakast, tá sagt verður, at tað er nøkur loysn at gera postverkið til partafelag í verandi fíggjarstøðu. Tað er tí ein stórur spurningur um politikarar eru til reiðar at játta tað, sum skal til, fyri at Postverk Føroya kann yvirliva sum partafelag undir teimum treytum, sum partafelagslógin setir.

Postverk Føroya er í dag stovnur undir Føroya Landsstýri við tí endamáli, sum lógin frá 1976 setir. Tað vildi verið ein stór skomm, um P/F Postverk Føroya fór á heysin. Úrslitið av hesum vildi verið, at landskassin hevði verið noyddur at keypt egnu ogn sína aftur við stórum tapi.

Tær royndir, sum vit hava av at skipa eitt ávíst prosjekt í eitt alment partafelag, eru skakandi. Landsstýrismaðurin hevur við hesum frásagt sær og komandi landsstýrismonnum alla ábyrgd til eina nevnd, sum hann sjálvur hevur valt til at gera tað, sum hann sjálvur ikki torir. Løgtingið hevur eisini mist sína ávirkan, við tað at Løgtingið ikki kann draga nevndina til svars á sama hátt sum landsstýrimannin.

Hetta hevur higartil kostað landskassanum eitt tvísifra millióntal. Ikki nokk við tí. Arbeiðið er av hesi orsøk seinkað í meira enn háltannað ár. Her er talan P/F Vágatunnilin. Landsverkfrøðingurin, sum sambært lógini skuldi hava eftirlit við arbeiðinum við ábyrgd mótvegis landsstýrismaninum, er skúgvaður til síðis, við tað at teirra tilmæli ikki verður tikið til eftirtektar.

Í 80’unum var tað inn, at geva landskassaveðhald til privatar fyritøkur. Nú sær tað út til, at tað er inn at stovna almenn partafeløg við landskassanum í rygginum til at reka almennar stovnar av privatum.

Sum orðatakið sigur: Tað er vandi í hvørji vælferð. Tað skuldi ikki undra meg, um landskassin kemur at hanga upp á hesi feløg uttan at hava ávikan á tað, sum fer fram.

Henrik Old tekur undir við uppskotinum um eykajáttan, men vísir tó á, at sjálvt um greitt hevur verið síðan januar í ár, at postverkið hevði brúk fyri eykajáttan, so hevur landsstýrissamgongan ikki megnað at finna semjur so frægt, at postverkið kann virka og veita tær tænastur, sum endamál postverksins er.

Hetta støðuloysið hevur skapt ótryggleika fyri starvsfólk og leiðslu og vísir týðiliga, at tá tað ræður um praktiskan politik, so er samgongan ikki før fyri at finna semjur so frægt, at tær mest náttúrligu tænasturnar, ið eiga at virka í einum framkomnum samfelag, virka, og at tað tí hevur verið neyðugt at kalla tingið saman at veita eykajáttan, tá postverkið er um at steðga upp.

Áheitan frá tingformanninum um frávik, sambært § 85 í tingskipanini frá tíðarfreistini millum framløgu av áliti og millum 2. og 3. viðgerð samtykt 17-1-9. 

2. viðgerð 13. juni 2000. § 6 samtykt 26-0-1, § 7 samtykt 27-0-0 og § 8 samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. juni 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 100 frá 19.06.2000