Karensdagalógin

 

3  Uppskot til  løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku

 

A. Upprunauppskot
B. Nevndarskjøl
C. 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, týsdagin tann 24. august, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku

§ 1. Løgtingslóg nr. 187 frá 28. desember 1992 um avmarking av løn í samband við sjúku verður tikin av.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 1999.


Almennar viðmerkingar:

Við løgtingsmáli nr. 23/1992 varð uppskot til løgtingslóg um avmarking av løn í samband við sjúku løgd fyri Løgtingið og samtykt sum løgtingslóg nr. 187 frá 28. desember 1992. Lógin ásetir, at løntakarar, sum hava rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum, missa rættin til løn 2 teir fyrstu sjúkradagarnar.

Sambært viðmerkingunum til lógina var orsøkin fyri, at uppskotið í síni tíð varð lagt fram, at landsstýrið ætlaði at minka um lønarútreiðslurnar hjá tí almenna.

Í sambandi við sáttmálasamráðingarnar í vár varð semja gjørd millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Ein partur av hesi semju bar yvirskriftina "Avtala um karensdagar". Av hesi semju framgongur, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bindur "seg til at skipa fyri, at lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um, at karensdagalógin verður tikin av innan 1. september 1999, og verða karensdagarnir reguleraðir frá 1. juli 1999", og tí verður hetta lógaruppskot lagt fyri Løgtingið.

Viðvíkjandi fíggjarliga kostnaðinum av uppskotinum skal viðmerkjast, at tá ið lógin um karensdagarnar í síni tíð varð løgd fyri Løgtingið, metti landsstýrið, sambært viðmerkingunum, at tað fór at spara umleið 5. mió. kr.

Lógin hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri fyrisitingina.


1. viðgerð 26. august 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. september 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 24. august 1999 og eftir 1. viðgerð tann 26. august 1999 beint í vinnunevndina.

Eftir uppskotinum verður løgtingslóg nr. 187 frá 28. desember 1992 um avmarking av løn í samband við sjúku avtikin. Henda løgtingslóg ásetir, at løntakarar, sum hava rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum, missa rættin til løn tveir teir fyrstu sjúkradagarnar. Uppskotið er ein avleiðing av sáttmálasamráðingunum í vár, har semja varð gjørd millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið um avtøku av karensdøgunum.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. august 1999.

Nevndin fegnast um, at nú røkist fyri at henda lóg verður avtikin. Enn restar í at javnseta tey, ið vegna sjúku eru umfatað av sjúkradagpeningalógini soleiðis, at hesi fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir tinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 9. september 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 16. september 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.

J.nr. 1306-1/92
Ll. nr. 83/1999 frá 27.09.1999