Dagpeningaskipanin - karensdagar

 

4  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð

A Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1999, tann 7. september løgdu tingsmenninir Hans Pauli Strøm vegna Javnaðarflokkin, Marjus Dam vegna Sambandsflokkin og Jenis av Rana vegna Miðflokkin fram soljóðandi 
  

U p p s k o t
til

løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð 

Heimilað í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne" § 1, stk. 2, nr. 10, verður ásett:

§ 1.

Í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð, jb. lógarkunngerð nr. 102 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 13. juni 1995, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í §§ 4 og 13 verður "3." broytt til "1."

2) Í § 9, stk. 3, verður "3." broytt til "1."

3) Í § 14 verða orðini "efter 1 uges sygdom" strikað.

§ 2.

Hendan løgtingslóg fær gildi 1. januar 2000. 

Viðmerkingar:

Landsstýrið hevur 24. august 1999 lagt fyri løgtingið uppskot um at seta úr gildi løgtingslóg nr. 187 frá 28. desember 1992 um avmarkingar av løn í sambandi við sjúku, sokallaðu karensdagalógina.

Karensdagalógin viðvíkir viðurskiftum teirra fastløntu undir sjúku, meðan endamálið við hesum uppskotinum er at javnseta tímalønt o.o., sum fáa dagpening undir sjúku, við tey fastløntu.

Tá lógin um dagpening vegna sjúku v.m. kom í gildi í Føroyum fyri 20 árum síðani, var hetta eitt stórt framstig fyri lønmóttakarar. Tó hevur m.a. verið tann avmarking, at sjúkradagpeningur ikki bleiv veittur fyrrenn 3. sjúkradag. Sostatt hava tey, ið eru umfatað av hesi lóg, altíð havt karensdagar.

Seinastu 20-30 árini eru nógv fólk sett í føst størv bæði innan tað almenna og á privata arbeiðsmarknaðinum. Hesi fingu løn undir sjúku frá fyrsta sjúkradegi. Sum eitt av nógvum sparitiltøkum tá samtykti løgtingið tó í 1992 karensdagalógina um "avmarking av løn í samband við sjúku", so at fastlønt starvsfólk, bæði almenn og privat, skuldu hava 2 karensdagar, eins og tey tímaløntu høvdu.

Nú uppskot landsstýrisins, um at taka av karensdagalógina, aftur skal veita fastløntum løn í samband við sjúku frá 1. sjúkadegi er sjálvsagt, at tíðin er komin til at veita teimum tímaløntu somu rættindi sum tey fastløntu við hesi lógarbroyting í sjúkradagpeningalógini soleiðis, at tímalønt eisini fáa dagpening frá fyrsta sjúkradegi.

Viðvíkjandi fíggjarliga kostnaðinum av uppskotinum skal viðmerkjast, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum á fundi í trivnaðarnevndini tann 24. november 1998 upplýsti, at lógarbroyting sum henda í sjúkradagpengalógini fór at kosta umleið 10 mió.kr. árliga.

Uppskotsstillararnir vísa eisini á, at broytingin í sjúkradagpeningalógini førir við sær eyka arbeiðsbyrðu á Almannastovuni og í heilsuverkinum, og at neyðug arbeiðsorka tí eigur at setast til hetta arbeiðið.

1. viðgerð 9. september 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 21. oktober 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava lagt málið fram tann 7. september 1999, og eftir 1. viðgerð 9. september 1999 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 14., 21.og 28. september, 19. og 21. oktober 1999, og hevur nevndin havt fund við

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið avrit av skrivi til Løgtingið frá formanni Starvsmannafelagsins, umboðandi fleiri enn 20 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum, vegna: "Sjey-mannabólkin"

Ingeborg Vinther (Føroya Arbeiðarafelag), Gunnleivur Dalsgarð (Starvsmannafelagið), Joan Ziskason (Sjúkrasystrafelagið), Vígdis Johannesen (Havnar Arbeiðskvinnufelag), Harry Olsen (Handverkarafeløgini í Føroyum), dagfest 10.09.1999, har feløgini mæla til, at uppskotið verður samtykt. Eisini hevur nevndin útvegað sær tilfar um dagpeningalóggávuna í Íslandi, Noregi, Danmark og Svøríki.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir tinginum frá at samtykkja uppskotið.

Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen taka ikki undir við uppskotinum vísandi til, at landsstýrið hin 22. mai 1998 setti ein arbeiðsbólk at endurskoða dagpeningalógina. Eisini verður víst á, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø er samd við samgongulimunum í trivnaðarnevndini um, at arbeiðsbólkurin ger arbeiði sítt liðugt soleiðis, at nýggj dagpeningalóg kann leggjast fyri samgonguna, og uppskot til nýggja dagpeningalóg samsvarandi hesum kann verða lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu.

Páll á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal halda, at hóast Tjóðveldisflokkurin ásannar ójavnan millum tímalønt og fastlønt á karensdagaøkinum, heldur flokkurin tað ikki vera rætt, at tað einans verður landskassans lutur at javna henda ójavna. Tjóðveldisflokkurin tvíheldur um, at arbeiðsmarknaðurin eigur at ábyrgdast á karensdagaøkinum. Henda áskoðan er í tráð við tær skipanir, sum eru í øllum hinum norðanlondunum. Tjóðveldisflokkurin harmast um, at tað ikki er eydnast at finna semju millum samgonguflokkarnar í Trivnaðarnevndini um, hvør skal ábyrgdast á karensdagaøkinum.

Annars verður víst til, at ein arbeiðsbólkur við limum, sum umboða arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, í løtuni arbeiðir við at gera uppskot til nýggja dagpeningalóg, sum eisini viðger júst karensdagarnar hjá teimum tímaløntu. Arbeiðsbólkurin skal hava náðir at gera arbeiði sítt liðugt. Men fer bólkurin ikki at koma við einari fyri Tjóðveldisflokkin nøktandi loysn, verður framhaldandi roynt at arbeiða fyri at finna eina loysn í samsvari við hugburð floksins.

Minnilutin (Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

16. september 1999 samtykti Løgtingið at seta úr gildi løgtinglóg nr. 187 frá 28. des. 1992 um avmarkingar av løn í samband við sjúku, sokallaðu karensdagalógina. Við hesum vunnu fastlønt aftur rættindi síni til løn í sambandi við sjúku longu frá 1. sjúkradegi. Hetta varð sett í verk við gildi frá 1. juli 1999.

Við hesi avgerð skapti Løgtingið ta støðu á arbeiðsmarknaðinum, at meðan ein partur - tey fastløntu - nú fáa sína fullu løn undir sjúku, so skulu tey tímaløntu einki hava tveir teir fyrstu sjúkradagarnar - ikki fyrr enn frá 3. sjúkradegi fáa hesi eitt endurgjald, íð enntá bara er ein partur av mistu lønini.

Løgtingið átti sjálvsagt, samstundis sum karensdagalógin hjá teim fastløntu varð tikin av, at ásett við lóg somu rættindi fyri tímalønt. Tó var einki uppskot frá landsstýrinum um hetta. Tí settu andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, beinanvegin hetta uppskotið fram til broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku og barnsburð, so at eisini tímalønt fáa rætt til sjúkadagpening frá 1. sjúkradegi.

Støðan, sum nú valdar, er bæði ótolandi og órættvís. Tað er tí eisini ábyrgd Løgtingsins nú at rætta hetta misbrot og lóggeva soleiðis, at allir løntakarar, fastløntir eins væl og tímaløntir, verða settir líka fyri lógini.

Ført hevur verið fram, at málið um sjúkradagar eigur at verða eitt arbeiðsmarknaðarmál og ikki eitt lógarmál, og tí skal endurgjaldið fyri hesar báðar fyrstu sjúkradagarnar verða eitt samráðingarmál millum løntakarar og arbeiðsgevarar.

Til hetta er at siga, at sjúkadagpengalógin fevnir um allar sjúkradagar, teir báðar fyrstu eins væl og hinar, hóast hon avmarkar endurgjaldið við 2 karensdøgum. Málið er sostatt eitt lógarmál, og einans við lóg kunnu hesir báðir karensdagar verða tiknir av. Hetta forðar ikki fyri, at uppskot seinni kemur fram, sum miðar eftir, at partarnar á arbeiðsmarknaðinum skulu luttaka í fíggingini av sjúkradagpengaskipanini.

Men eftir samráð við bæði løntakarafeløgini og arbeiðsgevararnar er púra greitt, at hesir báðir partar krevja, at málið verður loyst sum eitt lógarmál, og báðir partar vilja undir ongum umstøðum taka undir við, at málið er eitt samráðingarmál hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at taka upp í úrtíð. Teir vísa á, at eftir tógvið stríð vórðu nýggir sáttmálar gjørdir fyrr í ár at galda fyri eitt 2-ára skeið, og at tað kemur ikki upp á tal at fara undir nýtt og hart stríð um eitt nýtt og so víðfevnandi mál sum dagpengalógina í sáttmálaskeiðnum.

Løgtingið eigur at taka sína ábyrgd av hesum máli uppá seg og syrgja fyri, at tann ójavni, sum Løgtingið sjálvt hevur ásett at vera millum fastløntar og tímaløntar løntakarar, verður beindur burtur.

Tí verður mælt til at samtykkja lógaruppskotið.

2. viðgerð 26. oktober 1999. §§ 1 og 2 fullu 13-0-17. Málið sostatt fallið.