Politiets Efterretningstjeneste

 

5  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, 8. oktober, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed" við teirri broyting, at § 3, stk. 1, nr. 1, verður orðað soleiðis:

"1) politiets efterretningsvirksomhed í perioden 1945-1989 i forhold til politiske partier, faglige konflikter og politisk-ideologisk prægede grupperinger og bevægelser i Danmark og på Færøerne og".

Viðmerkingar
Ríkismyndugleikarnir hava í skrivi dagfest 30. juni 1999 spurt landsstýrið, um fólkatingslógin frá 2. juni 1999 um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste (PET) skal setast í gildi fyri Føroyar.

12. februar 1999 legði Helena Dam á Neystabø vegna Høgna Hoydal fram uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar upprunaliga uppskotið til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste". Í uppskotinum til ríkislógartilmæli varð mælt til, at lógin við ávísari broyting bleiv sett í gildi fyri Føroyar, soleiðis at kanningin eisini fevndi um politiskar bólkar, feløg og fakligar ósemjur v.m., ið høvdu tilknýti til Føroyar.

Uppskotið var til 1. viðgerð 19. februar 1999 og bleiv málið beint í rættarnevndina, sum 25. mars 1999 legði fram álit, har ein samd nevnd mælti løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 2. viðgerð var 8. apríl 1999, og bleiv uppskotið samtykt 29-0-0. Málið fór soleiðis samtykt til 3. viðgerð uttan atkvøðugreiðslu. Uppskotið bleiv tó ikki samtykt, áðrenn tingsetan endaði, og datt tað sostatt burtur sambært § 15, stk. 3, í stýrisskipanarlógini.

Nýggja fólkatingslógin er broytt í mun til upprunaliga uppskotið. Her er serliga av týdningi §§ 22 og 3. Sambært § 22 skal lógin ikki galda fyri Føroyar (ella Grønland), men hon kann við kongligari fyriskipan verða sett í gildi fyri Føroyar við teimum broytingum, ið serligu føroysku viðurskiftini krevja.

Eftir § 3, stk. 1 hevur kanningarnevndin fingið soljóðandi arbeiðssetning, ið er nakað broyttur í mun til upprunaliga uppskotið:

"Undersøgelseskommissionen har til opgave at undersøge og redegøre for

  1. politiets efterretningsvirksomhed í perioden 1945-1989 i forhold til politiske partier, faglige konflikter og politisk-ideologisk prægede grupperinger og bevægelser i Danmark og
  2. karakteren af de aktiviteter i politiske partier m.v., der i den nævnte periode var baggrunden for politiets efterretningsvirksomhed på dette område."

Sum lógin er orðað, fevnir arbeiðssetningurin sostatt ikki um kanning av virkseminum hjá PET mótvegis t.d. politiskum flokkum, feløgum, fakligum ósemjum og fylkingum í Føroyum, men einans í Danmark og fyri tíðarskeiðið 1945-1989.

Um lógin verður sett í gildi fyri Føroyar uttan broytingar, so fær kanningarnevndin heimild at gera kanningar í Føroyum, men bert av virksemi, ið hevur beinleiðis tilknýti til flokkar, feløg, fakligar ósemjur og fylkingar í Danmark.

Hetta verður mett at vera óheppið av fleiri orsøkum:

Til tess at tryggja, at hesi atlit verða fylgd, verður mælt til, at løgtingið samtykkir uppskotið til ríkislógartilmæli.

Mett verður ikki, at uppskotið fær fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri Føroyar.

Hjálagt er:

Lóg nr. 359 frá 2. juni 1999 "om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".

Skriv frá Ríkisumboðnum dagfest 30. juni 1999.

1. viðgerð 27. oktober 1999. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 5. november 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. oktober 1999, og eftir 1. viðgerð tann 27. oktober 1999 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi 28 oktober og 4. november 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini umhugsað spurningin, um PET kanningarnevndin eigur at verða víðkað við tveimum limum úr Føroyum, tá ið umræður kanning av føroyskum viðurskiftum. Hetta fyri at tryggja, at kanningin Føroyum viðvíkjandi ikki dettur burturímillum í tí ovurstóra kanningarsetningi, nevndin annars hevur, og fyri at tryggja neyðuga serkunnleikan Føroyum viðvíkjandi. Spurningurin er lagdur fyri løgmálaráðið til ummælis, og er svarað haðani 4. november 1999, at lógarinnar § 22 ikki gevur heimild til at seta lógina í gildi fyri Føroyar við slíkari broyting. Løgmálaráðið vísir á, at eftir lógarinnar § 4, stk. 4, hevur kanningarnevndin møguleika fyri at biðja serligar serkønar um ummæli ella aðra hjálp til nýtslu fyri kanningini. Løgmálaráðið heldur tí, at kanningarnevndin kann biðja persónar við serligum innliti í føroysk samfelagsviðurskifti um at vera til hjálpar. Víst verður tó samstundis á, at eftir lógini er tað upp til nevndina sjálva at gera av, um hon heldur tílíka hjálp vera fyri neyðini. Rættarnevndin hevur tí gjørt av, at hon ikki fer at mæla til serligar broytingar á hesum øki, við tað at hon gongur út frá, at kanningarnevndin fer at nýta neyðugu serkønu føroysku hjálpina.

Nevndin endurtekur viðmerking sína í løgtingsmáli nr. 76/1998 um, at hon gongur út frá, at tað í arbeiðssetningi hjá kanningarnevndini eisini liggur ein skylda til at fáa upplýst, hvør í Føroyum hevur útinnt arbeiði vegna PET.

Ein samd nevnd mælir sostatt tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 12. november 1999. Ríkislógartilmælið samtykt 22-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 16. november 1999. Ríkislógartilmæli, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 512-3/98