Innkrevjing av persónligum skatti

 

7  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í "midlertidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1999, 18. oktober, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot
til

løgtingslóg um broyting í "midleritidig bestemmelse for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen"

§ 1

Í midlertidig bestemmelse nr. 26 af 24. september 1945 for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í lógarheitinum verður "skat til amtskommunen" broytt til: "landsskatt".
  2. Í § 1 verður "skatti til amtskommununa" broytt til: "landsskatti".
  3. Í § 2 verður "skatti til amtskommununa" broytt til: "landsskatti", og "Gjaldstovu Føroya" broytt til: "Toll- og Skattstovu Føroya".
  4. § 3, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  5. "Panting av persónligum landsskatti verður framd av persónum, sum stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur heimilað til tess".

  6. Í § 4 verður "amtsgrunnin" broytt til: "landskassan", "stjóra gjaldstovunnar" broytt til: "stjóra Toll- og skattstovunnar" og "amtsgrunninum" broytt til: "landskassanum".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í "midlertidig bestemmelse nr. 26 af 24. september 1945 for Færøerne om inddrivelse af personlig skat til amtskommunen" úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Í sambandi við skipan av Fíggjarmálastýrinum er innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

Lógargrundarlagið varð ikki broytt í sambandi við yvirflytingina, og ber hetta við sær, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur verið hjá Føroya Gjaldstovu. Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleiðis, at tær heimildir, ið fyrr lógu hjá Føroya Gjaldstovu viðvíkjandi innkrevjing og panting, nú eru hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Tær lógarbroytingar, ið nú verða lagdar fyri Løgtingið, eru m.a. broytingar í løgtingslóg um panting fyri skatt og um avgjøld í sambandi við panting. Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Føroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í sambandi við panting.

Broytingarnar hava ongan meirkostnað við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Ad broyting 1-5:
Hesar broytingar verða gjørdar í sambandi við, at innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. er flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

1. viðgerð 21. oktober 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 26. oktober 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 3. november 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Fms.j.nr. 2540-69/99
Lms.j.nr. 688-27/99
Ll. nr. 89/1999 frá 15/11-1999