Panting fyri skatt

 

8  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1999, 18. oktober, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um panting fyri skatt

§ 1

Í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 1. Panting fyri skatt, sum er álíknaður eftir løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, verður framd av persóni, ið stjórin á Toll- og Skattstovu Føroya hevur heimilað til tess."

  3. Í § 2 verður "skat til amtskommunen" broytt til: "landsskatt".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 28 frá 29. apríl 1964 um panting fyri skatt úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Í sambandi við skipan av Fíggjarmálastýrinum er innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

Lógargrundarlagið varð ikki broytt í sambandi við yvirflytingina, og ber hetta við sær, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur verið hjá Føroya Gjaldstovu. Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleiðis, at tær heimildir, ið fyrr lógu hjá Føroya Gjaldstovu viðvíkjandi innkrevjing og panting, nú eru hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Tær lógarbroytingar, ið nú verða lagdar fyri Løgtingið, eru m.a. broytingar í løgtingslóg um panting fyri skatt og um avgjøld í sambandi við panting. Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Føroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í sambandi við panting.

Broytingarnar hava ongan meirkostnað við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Ad 1 og 2:
Hesar broytingar verða gjørdar í sambandi við, at innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. er flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

1. viðgerð 21. oktober 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 26. oktober 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 3. november 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Fms.j.nr. 3580-68/99
Lms.j.nr. 688-25/99
Ll. nr. 91/1999 frá 15/11-1999