Fólkaatkvøða um stjórnarskipan

 

9  Uppskot til  løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1999, 8. oktober, legði Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot
til
løgtingslóg um leiðbeinandi fólkatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan

§ 1. Týsdagin hin 7.desember 1999 verður leiðbeinandi fólkaatkvøða um samráðingargrundarlagið við danir um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar.

§ 2. Atkvøtt verður skrivliga við nýtslu av hartil prentaðum atkvøðuseðlum. Á hvørjum seðli verða hesir spurningar greitt prentaðir, sundurbýttir við prentaðari beinari striku:

1. Vilja tygum, at landsstýrið tekur upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi ?
____________________________________________________________________________________

2. Vilja tygum, at landsstýrið tekur upp samráðingar við ríkisstjórnina um eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar innan ríkisfelagsskapin?

Stk. 2. Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at tann, ið atkvøður fyri einum punkti, setir kross við hetta.

§ 3. Fólkaatkvøðan fer fram eftir reglunum í kapittul 11 í lóg nr. 458 frá 30. juni 1993 um fólkatingsval í Føroyum, tó so at tær heimildir, sum har eru lagdar donskum myndugleikum, eru hjá samsvarandi føroyskum myndugleikum, og reglurnar verða tillagaðar soleiðis, at spurningurin ikki er ja ella nei til ávísan spurning.
Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um fólkaatkvøðuna.

§ 4. Landskassin ber allar útreiðslurnar av fólkaatkvøðuni.

§ 5. Løgtingslógin fær gildi dagin eftir kunngerð.

Viðmerkingar:
Sitandi samgonga hevur sum sítt greiða politiska mál at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi. Hetta er at skilja soleiðis, at tá ið tilgongdin er liðug, eru Føroyar ikki í ríkisfelagsskapi við Danmark longur. Vit hava við øðrum orðum fingið politiska loysing frá Danmark.

Landsstýrið setti sær fyri at fremja fullveldisætlanina í fýra stigum:

  1. stigið, sum bar við sær avtaluna við donsku stjórnina frá 10. juni 1998 og uppskotið til samtyktar frá 18. august, er avgreitt.
  2. stigið, sum fevndi um kanningar, útgreiningar og fyrireikingar, er fyri mesta partin liðugt við almannakunngeringini av Hvítubók og tí orðaskifti, sum nú verður í løgtinginum, og við tí arbeiði, sum grundlógarnevndin er í ferð við at gera.
  3. stigið snýr seg um, at samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina. Tá ið orðaskiftið á tingi er liðugt, fer landsstýrið undir at orða eina ætlan um, hvussu og hvat skal henda. Út frá hesum verður eitt upplegg skrivað, sum skal verða grundarlagið undir samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina um ein nýggjan sáttmála.
  4. stigið kallar landsstýrið demokratiska avgerðin. Tá ið nevndu samráðingar eru lidnar, og ein endaligur sáttmáli er gjørdur millum stjórn og landsstýri, skulu ávikavist Fólkatingið og Løgtingið góðkenna sáttmálan. Síðan skal sáttmálin leggjast til fólkaatkvøðu í Føroyum. Fær hann meiriluta, verður hann settur í verk.
    Tá ið tað er hent, verður uppskotið til føroyska grundlóg lagt fyri tingið til góðkenningar. Góðkennir tingið grundlógina, verður hon løgd til fólkaatkvøðu. Atkvøður ein meiriluti av Føroya fólki fyri grundlógini, verður hon sett í gildi.
    Tá grundlógin er farin at virka, er tann politiska ætlanin førd á mál.

Soleiðis ljóðar ætlan landsstýrisins. Hon letst at vera demokratisk, men í roynd og veru má hon fatast at vera tað øvugta, í besta lagi bara demokratisk av navni, tí fólkið sleppur ikki at tala, fyrr enn tær ymsu atgerðirnar eru framdar, og tá er ov seint. Tað gevur lítla meining at senda tann sáttmálan, sum verður gjørdur millum landsstýrið og donsku stjórnina, og sum tá er góðkendur í báðum teimum parlamentarisku tingunum, til eftirfylgjandi fólkaatkvøðu. Tá skal borgarin taka støðu til ein fullgjørdan veruleika, og til nakað, sum hann eftir øllum sannlíkindum at døma ikki hevur givið heimild til frammanundan.

Í hesum førinum hevur landsstýrið tikið sær rætt til at tulka seinasta valúrslitið sum eina heimild til at samráðast við donsku stjórnina um m.a. at taka blokkstuðulin av – við øllum teimum avleiðingum, sum tað førir við sær – og at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi, also í roynd og veru at loysa frá Danmark. Roknast kann við, at um landsstýrið fer niður til Danmarkar og fremur samráðingarnar eftir hesum leisti, so vendist ikki aftur, sjálvt um ein meiriluti er ímóti við eina fólkaatkvøðu.

Tað má haldast at vera sera ivasamt, um meirilutin av Føroya fólki er sinnaður at geva landsstýrinum heimild at samráðast við donsku stjórnina um ein nýggjan sáttmála, sum eisini ber í sær, at Føroyar fara burtur úr ríkisfelagsskapinum og gerast eitt land við fullveldi.

Tí verður hildið rættast – áðrenn eitt landsstýri fer til samráðingar – at Føroya fólk við eini fólkaatkvøðu fær høvi at geva til kennar, um tey ynskja, at landsstýrið ger ein sáttmála, sum endar við fullveldi, ella at landsstýrið ger ein sáttmála, sum ber við sær stjórnarligar broytingar, men sum eru innan fyri ríkisfelagsskapin.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar
Ad § 1. Í greinini er ásett, at fólkaatkvøðan er leiðbeinandi, sum merkir, at hon løgfrøðiliga ikki er bindandi. Hetta kemst av, at stýrisskipan okkara ikki loyvir, at løgtingslóg ásetir bindandi fólkaatkvøðu um spurningin.

Ad § 3. Ongar reglur eru um fólkaatkvøðu í løgtingsvallógini, men í fólkatingsvallógini. Tí verður víst til reglurnar í hesi lóg. Eisini verður víst til reglurnar í fólkatingsvallógini, tí har er bara eitt valstýri fyri alt landið, og við fólkaatkvøðuni er spurningurin, sum settur verður, hin sami fyri alt landið.

1. viðgerð 21. oktober 1999. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 16. november 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 8. oktober 1999, og eftir 1. viðgerð tann 21. oktober 1999 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. oktober, 2., 9. og 16. november 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Jóan Paula Joensen og Kára á Rógvi Olsen, ávikavíst formann og skrivara í grundlógarnevndini.

Frá Jóan Paula Joensen og Kára á Rógvi Olsen fekk nevndin notat, dagfest 9. november 1999, um vanliga framferðarháttin í sambandi við, at broytingar av stjórnarskipanarligum slag verða gjørdar.

Meirilutin í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) vísir á, at í nevnda notati stendur skrivað, at einki dømi er funnið um, at byrjað er við eini fólkaatkvøðu soleiðis, at vegleiðandi fólkaatkvøða verður hildin undan samráðingum um ein sáttmála. Eisini stendur skrivað, at vanlig donsk fatan er, at ein fólkaatkvøða bert kann fremjast sum ein ja/nei atkvøða ikki sum ein alternativ atkvøða at taka dagar ímillum tvey ymisk uppskot. Niðurstøðan í notatinum er, at einki dømi er um, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða verður hildin, áðrenn samráðingarnar um ein sáttmála verða framdar, men at fólkaatkvøðan nýtist ikki at verða síðsti liður í viðtøkuni.

Meirilutin í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin kennir seg tryggan við, at fólkið fær endaliga orðið við fólkaatkvøðuni, sum verður, tá úrslitið av samráðingunum fyriliggur.

Minnilutin (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) tekur undir við uppskotinum og mælir somuleiðis øllum tingmonnum til at taka undir við tí.

Umboð Sambandsfloksins hava hesar viðmerkingar til uppskotið um at halda eina leiðbeinandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan:

Orsøkin til, at Sambandsflokkurin hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, er fyrst og fremst, at  flokkurin vil tryggja sær og øllum føroyskum borgarum, at málið um framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark fylgir einari fólkaræðisligari mannagongd.

Málið um framtíðarviðurskiftini við Danmark er uttan iva týdningarmesta mál í Føroyum nakrantíð. Hetta málið fær ivaleyst ómetaliga stóra ávirkan á allar borgarar í landinum. Tí hevur tað ovurstóran týdning, at ein verulig, fólkaræðislig gongd verður tryggjað best møguligt í hesum týðandi máli.

Sambandsflokkurin heldur, at sum er, er gondin í hesum málinum ikki nóg demokratisk.

Sambært ætlanini hjá samgonguni sleppur fólkið í Føroyum ikki at tala, fyrr enn landsstýrið hevur verið í Danmark og samrátt seg til eina avtalu við donsku stjórnina, sum landsstýrið ætlar skal loysa Føroyar úr ríkinum.

Skeiv mannagongd
Henda mannagongd er skeiv og lítið demokratisk. Rættari og meira í tráð við fólkaræðisliga mannagongd hevði tað verið, um borgararnir í Føroyum fáa møguleikan at siga, hvat slag av avtalu teir ynskja við donsku stjórnina. Tá hevði landsstýrið eisini havt eitt veruligt mandat frá fólkinum at hildið seg til í teimum sera týðandi samráðingunum, sum verða.

Tí hava Edmund Joensen og Heðin Mortensen ígjøgnum uttanlandsnevndina sett spurningin til formannin og skrivaran í Grundlógarnevndini (sum arbeiða við hesum spurningi) um, hvussu ein vildi gjørt í øðrum londum í okkara parti av heiminum, tá ið slíkar stórar broytingar skulu gerast. Hvussu tryggja vit ta mest demokratisku mannagongdina, tá t.d. grundlógarbroytingar verða gjørdar, ella sum í hesum førum, tá ætlanin er at taka heimastýrislógina av?

Svarið sæst í hjálagda skjalinum frá formanni- og skrivara í Grundlógarnevndini. Hesir siga millum annað, at í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við (Danmark, Noreg, Svøríki og Íslandi) skulu tvey ting samtykkja stjórnarskipanarligar broytingar. Í tingunum skal vanligur meiriluti galda í øllum hesum londunum, tó er kravið í Noreg, at 2/3 skulu atkvøða fyri broytingunum, fyri at tær skulu verða samtyktar. Í Danmark skal fólkaatkvøða eisini samtykkja broytingarnar, og fólkaatkvøða kann eisini krevjast í Svøríki.

Áseting av stýrisskipanarlógini

Eingin ivi er um, at tá ásetingar í føroysku stýrisskipanarlógini skulu broytast, mugu tvey ting á rað samtykkja uppskotið. Meiri ógreitt er, tá tey viðurskiftini, ætlanin er at broyta, ikki eru umrødd í stýrisskipanarlógini. Her má tulking gera av, um viðurskiftini kunnu fremjast sum ein løgtings-samtykt, løgtingslógarsamtykt, millumtjóða sáttmáli ella stýrisskipanarlógarbroyting.

Eftir ætlan samgongunnar skal henda broyting verða framd eftir reglunum um millumtjóða sáttmála.

Men fyri okkum í Sambandsflokkinum er eingin ivi um, at her er talan um eina stýrisskipanarlógar-broyting, og at henda einans kann verða framd av tveimum fylgjandi løgtingum.

Veljarakanning

Fyri fáum vikum síðani almannakunngjørdi Útvarp Føroya eina veljarakanning. Edmund Joensen og Heðin Mortensen heita á allar flokkar í Løgtinginum um at leggja sær úrslitið av hesi veljarakanningini væl í geyma.

Kanningin vísir millum mangt annað áhugavert, at heili 60,5 % av veljarunum vilja hava eina fólkaatkvøðugreiðslu, áðrenn samráðingarnar við donsku stjórnina byrja. Tað merkir, at ein sera stórur partur av Føroya fólki ynskir fólkaatkvøðuna, sum Sambandsflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið at samtykkja.

Hetta er greið tala, og umboð Sambandsfloksins heita tí á allar flokkar og allar tingmenn um at taka fólkaviljan í álvara. Samtykkir Løgtingið ikki hetta uppskotið, so ger tingið beint ímóti viljanum hjá føroyska fólkinum, og tað er eitt sera álvarsligt mistak.

Tingmenn eru valdir á ting sum umboð fólksins, og tá fólkið ynskir hesa fólkaatkvøðuna so greitt, sum talan her er um, eiga tingmenn at fremja fólkaviljan. Alt annað hevði verið í stríð við fólkaræðisliga hugsan, serliga tá vit vita, hvussu avgerandi hetta málið er fyri allar borgarar í 
landinum.

Samgongan hevur ført fram, at henda vegleiðandi fólkaatkvøðan skal ikki verða, tí fólk kenna ikki úrslitið av tí, sum samráðingarnar koma fram til.

Hetta er órímiligt at siga.

Fólkið kennir ætlanina
Fólk í Føroyum eru fullkomiliga greið yvir, hvat landsstýrið ætlar at fáa burtur úr samráðingunum. Málið er at fara út úr ríkisfelagsskapinum og at skipa Føroyar sum eitt ríki við fullveldi. Løgtingið hevur givið landsstýrinum heimild til at taka loysing og at seta eina grundlógarnevnd. Grundlógar-nevndin arbeiðir longu við at orða eina grundlóg, ið skal galda fyri hetta nýggja ríkið. Hetta er alt í samsvari við tað, sum var fráboðað í samgonguskjalinum. Hvítabók er útkomin, og umframt orðaskifti á tingi og í fjølmiðlunum, hevur landsstýrið verið úti um landið fyri at greiða Føroya fólki frá fullveldisætlanini.

Umboð sambandsfloksins mæla til at Føroya fólk fær møguleika til at svara spurninginum, hvørt Føroyar skulu verða innan fyri ella uttan fyri ríkisfelagsskapin.

Føroyingar vita fullvæl, hvat úrslit samgongan ætlar at fáa burtur úr samráðingunum, og hvussu álvarsligar avleiðingarnar verða. At pástanda nakað annað er at undirmeta føroyingar.

Tí eigur eisini samgongan at taka undir við hesum uppskotinum, sum tingið skal atkvøða um.

Umboð Sambandsfloksins vísa á, at veljarakanningin hjá útvarpinum vísir, at umleið 60 prosent av veljarunum ynskja eina framtíðar skipan við Danmark, sum liggur innan fyri ríkisfelagsskapin. Tí er tað fullkomiliga burturvið, at landsstýrið ætlar sær til Danmarkar at samráðast um eina skipan, sum skal liggja uttan fyri ríkisfelagsskapin.

Her er eingin samanhangur, og eisini er hetta at síggja burtur frá føroyska fólkaviljanum.

Manglandi trúvirði
Edmund Joensen og Heðin Mortensen loyva sær at ivast í, hvussu stórt trúvirði landsstýrið hevur í samráðingunum, um tað hevur umleið 60 prosent av veljarunum ímóti sær, longu áðrenn samráðingarnar byrja. Hetta er ein sera veik støða hjá landsstýrissamgonguni at seta seg sjálva í.

Eisini av hesi orsøk eigur tingið at lata fólkið sleppa at gera av, hvørjar høvuðslinjurnar í samráðingunum skulu verða.

Tað er hetta, uppskotið hjá Sambandsflokkinum snýr seg um, og tað er hetta, sum tryggjar eina veruliga, fólkaræðisliga gongd í hesum týdningarmikla máli.

Føroya Javnaðarflokkur hevur alment sagt, at flokkurin er ímóti uppskotinum hjá Sambands-flokkinum um vegleiðandi fólkaatkvøðu, áðrenn samráðingarnar við danir byrja. Javnaðarflokkurin hevur sagt, at ein veljarakanning eigur at gerast í staðin.

Nú eru vit í teirri støðu, at Útvarp Føroya hevur júst gjørt eina tílíka veljarakanning. Kanningin vísir, at ein greiður meiriluti av veljarunum ynskir hesa vegleiðandi fólkaatkvøðuna. Eisini ein stórur meiriluti av veljarunum hjá Føroya Javnaðarflokki ynskja hana.

Tí vænta umboð Sambandsfloksins, at Føroya Javnaðarflokkur eisini atkvøður fyri hesum lógaruppskotinum.

Edmund Joensen og Heðin Mortensen leggja ovurstóran dent á, at málið um framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark er tað einstaka málið, sum hevur størstan týdning fyri allar føroyingar júst nú. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit, sum hava sæti í hesum høga tingi, tryggja fólki okkara, at gongdin í hesum týdningarmikla máli verður so demokratisk, sum møguligt er.

Lógaruppskotið hjá Sambandsflokkinum er við til at tryggja hesa fólkaræðisligu gongdina, og tí mæla umboð Sambandsfloksins í uttanlandsnevndini øllum tingmonnum til at atkvøða fyri uppskotinum. At atkvøða blankt ella at atkvøða ímóti hesum uppskoti er tað sama sum at seta seg upp ímóti fólkaræðinum í Føroyum, og tað eiga tingmenn sum fólksins umboð ikki at gera.

Av tí at viðgerðin av málinum hevur tikið longri tíð, enn upprunaliga roknað var við, og at tingmenn undir 1. viðgerð av málinum hildu, at skotbráið at halda fólkaatkvøðuna var ov stutt skjýtir minnilutin upp, at fólkaatkvøðan verður 25. januar 2000 og setir fram soljóðandi:

broytingaruppskot

Í § 1 verða orðini "7. desember 1999" broytt til "25. januar 2000"

Minnilutin (Jóannes Eidesgaard) hevur hesar viðmerkingar til uppskotið.

Sambært stýrisskipanarlógini hevur landsstýrið heimild til at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, tá landsstýrið hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina, og tí kann minnilutin í prinsippinum ikki taka undir við uppskotinum, tí formellu fortreytirnar eru í lagi.

Viðvíkjandi reellu fortreytunum so staðfestir minnilutin eisini, at tað er sera ivasamt, um fullveldisætlanin hevur undirtøku millum manna. Men hetta eru landsstýrið og samgongan eisini vitandi um, og tískil eigur landsstýrið at taka hesa støðu til eftirtektar.

Um ein vegleiðandi fólkaatkvøða skal haldast, so má minsta krav vera, at fólk vita, hvat tey atkvøða um. Viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins so er samráðingarúrslitið í løtuni ókent, og viðvíkjandi loysn innan ríkisfelagsskapin so er henda eisini ókend, hvør hon endaliga skal verða. Tískil metir minnilutin ikki, at neyðugu fortreytirnar eru til staðar fyri einari slíkari fólkaatkvøðu.

Tá eitt samráðingarúrslit fyriliggur, hevur landsstýrið boðað frá, at málið umframt at verða lagt fyri tingið, eisini skal út til eina fólkaatkvøðu. Einki er tí enn sagt um, hvørjar treytir skulu galda við fólkaatkvøðuna.

Minnilutin mælir hinvegin staðiliga til, at samráðingarúrslitið verður lagt fyri tvey løgting, eins og tá broytingar verða framdar í okkara stýrisskipanarlóg.

Hetta eigur at verða tikið upp á tingi, tá eitt samráðingarúrslit er í eygsjón.

Minnilutin tekur sær rætt til endaliga støðutakan í tinginum.

Viðlagt álitinum er:

  1. Notat frá Jóan Paula Joensen og Kára á Rógvi Olsen, dagfest 9. november 1999, um vanliga framferðarháttin í sambandi við at broytingar av stjórnarskipanarligum slag verða gjørdar.
  2. Úrrit úr grein hjá Jákupi Thorsteinsson, dr. phil., og Sjúrði Rasmussen, løgfr., um ríkisfelagsskapin í festskrifti fólkatingsins til 150 ára hald grundlógarinnar.

2. viðgerð 18. november 1999. Broytingaruppskot frá minnilutanum í uttanlandsnevndini, Edmund Joensen og Heðin Mortensen, til § 1 fall 11-3-14. §§ 1-5 fullu 6-7-15. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.