Panting - avgjøld

 

11  Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um avgjøld í samband við panting

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld í samband við panting

§ 1

Í løgtingslóg nr. 62 frá 20. mai 1996 um avgjøld í samband við panting verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1, stk. 1 verður "Føroya Gjaldstovu" broytt til: "Toll- og Skattstovu Føroya".
2) Í § 4, stk. 1 verður "Føroya Gjaldstovu" broytt til: "Toll- og Skattstovu Føroya".
3) Í § 4, stk. 3 verður "Føroya Gjaldstova" broytt til: "Toll- og Skattstova Føroya".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Í samband við skipan av Fíggjarmálastýrinum er innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

Lógargrundarlagið varð ikki broytt í samband við yvirflytingina, og ber hetta við sær, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur verið hjá Føroya Gjaldstovu. Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum, soleiðis at tær heimildir, ið fyrr lógu hjá Føroya Gjaldstovu viðvíkjandi innkrevjing og panting, nú eru hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Tær lógarbroytingar, ið nú verða lagdar fyri løgtingið, eru m.a. broytingar í løgtingslóg um panting fyri skatt og um avgjøld í samband við panting. Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Føroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í samband við panting.

Broytingarnar hava ongan meirkostnað við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Ad nr. 1-3:
Hesar broytingar verða gjørdar í samband við at innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. er flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

1. viðgerð 12. november 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 16. november 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. november 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Fms.j.nr. 2580-68/99
Lms.j.nr. 688-25/99
Ll. nr. 94 frá 30.11.1999