Fyribyrgingarráð

 

12  Uppskot til  løgtingslóg um fyribyrgingarráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,4. mars, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um  fyribyrgingarráð

 

§ 1. Fyribyrgingarráðið er ráð undir landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum:

  1. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk,
  2. at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið,
  3. at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum,
  4. at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum.

§ 2. Í fyribyrgingarráðnum sita 7 limir, tilnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið og fýra limir eru heilsustarvsfólk. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum.

§ 3. Landsstýrismaðurin kann seta aðrar sakkønar nevndir til stuðuls í sambandi við uppgávur ráðsins. Limir í slíkum nevndum kunnu veljast millum fólk og feløg, ið ikki eru limir í ráðnum.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan ráðsins eftir tilmæli frá ráðnum.

§ 5. Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá fyribyrgingarráðnum og hjá møguligum øðrum sakkønum nevndum. Stk 2. Landskassin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.

§ 6. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at ráðið fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um sjálvstøðug skrivstova skal setast á stovn.

§ 7. Fyribyrgingarráðið almannakunnger minst annað hvørt ár frágreiðing um virksemi ráðsins.

§ 8. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2000.

Almennar viðmerkingar

Seinnu árini hevur støðugt verið lagdur størri dentur á, at tiltøk í sambandi við fyribyrging av sjúkum og skaðum eiga at verða framd í størri mun enn higartil. Bæði alheims heilsustovnurin WHO og heilsumyndugleikar annars hava gjørt vart við hetta.

Vit vita, at hend eru ovurstór læknalig framstig í hesi øld á nógvum økjum. Nógvar sjúkur, hvørs uppruni var heilt ókendur, hava vit funnið orsøkina til í hesi øld. Somuleiðis – og lutvíst tí vit hava funnið sjúkraorsøkirnar – eru viðgerðarmøguleikarnir munandi bøttir á mongum økjum. Við heilivági kunnu vit, ofta nú í mun til áður, lekja nógvar smittandi sjúkur, eitt nú tuberklar, lungnabruna, meningitis o.s.fr. Trotsjúkur kunnu vit fyribyrgja við røttum vitaminum og øðrum. Í mongum førum kunnu vit í dag gera fólk frísk aftur, sum áður vegna ringar løstir antin doyðu ella gjørdust avlamin restina av lívinum. Eisini eru nógvar áður hættisligar sjúkur, ið vit í dag kunnu basa við skurðviðgerð.

Øll hesi viðurskifti eru bøtt her um okkara leiðir orsakað av læknaliga framburðinum, saman við øktu fíggjarveitingunum til heilsuverkið – kanska serliga sjúkrahúsverkið. Vit kunnu siga, at vit í dag hava eitt rættiliga væl útbygt sjúkrahúsverk í mun til áður, hóast okkurt enn liggur á láni.

Vit vita, at í teimum sonevndu tilafturskomnu londunum eru høvuðsatvoldirnar til sjúku og deyða smittandi sjúkur og trotsjúkur. Í hesum fátæku londum eru nevndu sjúkurnar ofta deyðiligar, serliga millum børn, og er miðallivialdurin av hesi orsøk lágur, ofta eini fjøruti ár.

Hyggja vit eftir egna landi okkara og grannalondum - sonevndum vælferðasamfeløgum - so er at siga, at her eru nevndu sjúkur nú minni vanligar og álvarsamar, serliga trotsjúkurnar, og koma tær fyri, so verða tær aloftast lætt bastar av heilivági, sum vælútbygda heilsuverk okkara veitir teimum sjúku.

Í staðin fyri hava onnur álvarsom sjúkumynstur tikið seg upp her hjá okkum og eru vorðin tey vanligu. Her snýr tað seg serliga um hjarta- og æðrasjúkur, krabbamein, sálarligar sjúkur og vanlukkutilburðir – eisini nevndar vælferðarsjúkur.

Tey ríku londini, teirra millum okkara, hava møtt hesi skeivu gongd við eini risaøking av viðgerðarroyndum innan heilsuverkið, men tíverri mugu vit fyri ein part ásanna, at úrslitið av hesi øking seinastu árini ikki hevur staðið mát við tær vónir um bata, ið hava verið. Samanumtikið kunnu vit í ein vissan mun siga, at hin ovurstóri læknaligi framburður, ið er hendur í hesi øld, serliga hevur givið okkum møguleika at basa teimum sløgum av sjúkum, ið eru vanligar í tilafturskomnu londunum, meðan viðgerðarmøguleikarnir móti teimum áðurnevndu vælferðarsjúkunum ikki eru batnaðir í sama mun.

Dentur má tí í nógv størri mun enn higartil verða lagdur á at mótvirka teimum orsøkum, ið finnast í samfelag okkara, sum elva til vælferðarsjúkurnar, soleiðis at fingin verður til vega ein betri javnvág millum okkum menniskju og umhvørvið. Í hesum sambandi verður viðvíkjandi umhvørvi serliga hugsað um luftina, vit anda, ferðsluhættir okkara, matin vit eta og støðu okkara í mun til familju og arbeiði okkara. Fingu vit eitt gott umhvørvi í mun til tað, ið vit nú hava, vildi hetta óivað í stóran mun minka um teir nógvu tilburðir av hjarta- og æðrasjúku, krabbameini, ferðsluvanlukkum og sálarligum sjúkum. Hesar sjúkur eru sum nevnt tær altvaldandi í samfelagi okkara í dag.

Heilsuverkið er í stóran mun hjálparleyst, tá ið talan er um at grøða hesar vælferðarsjúkur, eru tær fyrst komnar.

Rætta leiðin í hesum stóra vandamáli er ikki bert at økja um sjúkrahúsútreiðslurnar, tí hetta fer ikki at geva nakran avgerðandi bata longur. Heldur mugu vit í nógv størri mun enn higartil økja um og leggja til rættis landsfevnandi, áhaldandi fyribyrgjandi virksemi. Vit eiga í nógv størri mun enn í dag at seta pening av til fyribyrgjandi upplýsingararbeiði, bæði í skúlum, útvarpi, bløðum eins og innan tað almenna yvirhøvur og í ymsum privatum feløgum. Tað er púra greitt, at torført er at broyta livivanarnar hjá fólki, men hetta er neyðugt, skal avgerandi bati koma.

Kostnaður
Ikki ber til at siga við vissu, hvussu stórur kostnaðurin av virki fyribyrgingarráðsins verður, fyrrenn ráðið er valt og hevur gjørt sær arbeiðsætlan. Játtanin eftir galdandi skipan til tey trý verandi ráðini er 1,258 mió. kr. Nakað kann sparast við at leggja ráðini saman, men havast skal í huga, at játtanin ikki eigur at verða skerd, tí at virksemið hjá fyribyrgingarráðnum fevnir um alt almanna- og heilsuøkið, og ikki bert um ávísar sjúkur, soleiðis sum núverandi skipan ger.

Endamál
Endamálið við einum fyribyrgingarráði er at halda fast við fyribyrgingarperspektivi. Í tí dagliga er tað viðgerð sum vinnur frama, tí at úrslitið sæst her og nú, meðan fyribyrging ikki er nakað, sum gevur úrslit fyrr enn um nøkur/nógv ár.

Fyribyrgingarráðið skal hava til uppgávu í serligan mun at tryggja eitt fyribyrgjandi arbeiði við útliti til ágóða av arbeiðinum nógv ár seinni. Fyribyrgingarráðið skal tí mannast við fólki, sum ikki bert fara eftir tí, sum er uppi í tíðini, men heldur teimum veruligu trupulleikunum, t.d. tubbaksroyking og fita. T.d. kann nevnast, at kanningar gjøgnum nógv ár millum næmingar í 9. flokki í fleiri europeiskum londum vísa, at føroyskir næmingar roykja óhugnaliga nógv samanborið við næmingar í hinum londunum. Somuleiðis skal fyribyrgingarráðið finna útav, hvat skal fyribyrgjast og gera prioriteringar av tí, sum kann dokumenterast kann fyribyrgjast.

Uppgávan hjá ráðnum er eisini, at fáa tey fyribyrgjandi tiltøkini at virka í okkara samfelag.

Neyðugu fortreytirnar hjá einum fyribyrgingarráði eru:

Ráðið skal samansetast av fólki við teoretiskum innliti í fyribyrgjandi arbeiði, men eisini av fólki sum kunnu tryggja, at umsitingar/stovnar uttanfyri Almanna- og heilsumálastýrið og aðrir áhugabólkar koma at virka við í fyribyrgingararbeiðinum.

Skrivstovan
Neyðugt er at hava skrivstovuhjálp, sum er knýtt at ráðnum. Henda skrivstova skal bæði vera vanlig skrivstova og ta útinnandi yrkisgagni hjá ráðnum, tvs. at hon eisini skal taka sær av at fremja í verki tær upplýsingarskipanir o.s.v., sum ráðið tekur stig til. Hvørt tað er neyðugt at seta eina sjálvstøðuga skrivstovu á stovn til hetta endamál, ella tænastan kann veitast sum skrivstovuhjálp gjøgnum aðra skrivstovu er ilt at meta um, fyrr enn ráðið er farið til verka.

Galdandi skipan og nýskapanin við hesum lógaruppskotinum
Tað finnast í dag trý ymisk fyribyrgingarráð fyri ávís heilsuøkir, nevniliga Rúsdrekka- og narkotikaráðið, Tubbaksráðið og Aidsráðið. Hesi ráð taka sær av hvør sínum øki. Ætlanin við hesum lógaruppskoti er, at skipa eitt fyribyrgingarráð, sum skal koma í staðin fyri hini trý ráðini, men sum eisini skal taka sær av øðrum heilsutrupulleikum. Her verður t.d. hugsað um trupulleikar, sum standast av skeivum kostvanum, vantandi likamsvenjing o.s.fr. Fyribyrgingarráðið skal sostatt vera eitt altfevnandi ráð, sum tekur sær av øllum teimum heilsutrupulleikum, sum koma fyri dagin.

Fyribyrgingarráðið verður ikki bundið at nøkrum ávísum uppgávum, men ráðið skal hinvegin kunna raðfesta sínar uppgávur alt eftir, hvar tørvurin á hesum verður mettur at vera størstur. Soleiðis kann ráðið leggja dent á ymisk heilsuøkir frá einum ári til annað.

Ráðið er sett saman av fakfólki, fyri at ráðið í størst møguligan mun skal kunna vera ført fyri at taka sær av teimum uppgávum, sum veruliga krevja, at nakað verður gjørt, heldur enn at valt verður at leggja dent á minni álvarsligar uppgávur, sum eru uppi í tíðini, men sum ikki eru heilt so vandamiklar fyri fólkaheilsuna sum heild. T.d. kann nevnast Aids, sum tíbetur hevur víst seg ikki at vera nær so vandamikið, sum stúrt var fyri. Tílíkar sjúkur skulu sjálvsagt ikki gloymast, men tað eru fleiri aðrir vansar, sum eru munandi álvarsligari fyri almennu heilsustøðuna. Eisini hevur verið havt í huga, at ávaringar frá fakfólki helst fara at viga tyngri í huganum hjá móttakaranum, enn ávaringar frá leikfólki.

Kravdar lógarbroytingar
Nú tá ætlanin er at leggja tey trý verandi fyribyrgjandi ráðini saman í hesum nýggja fyribyrgingarráðnum, gerst tað neyðugt at fremja nakrar smærri lógarbroytingar, sum viðvíkja teimum ráðum, sum nú verða avloyst.

Í Tubbakslógini, løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 verður neyðugt at tillaga § 5, stk. 2 soleiðis, at henda grein ikki vísir til Tubbaksráðið, men hinvegin til Fyribyrgingarráðið. Neyðugt verður eisini at strika § 6. Um so er, at hesar broytingar ikki verða framdar, kann Fyribyrgingarráðið ikki koma í staðin fyri Tubbaksráðið.

Lógaruppskotið leggur upp til, at tá nýggja Fyribyrgingarráðið verður sett á stovn, verður m.a. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið avtikið. Í rúsdrekkalógini eru nakrar uppgávur tillagdar Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum í § 4, stk. 2, § 8, stk. 2 og § 13. Nakrar av hesum uppgávum kunnu møguliga flytast yvir til Fyribyrgingarráðið, men hetta lógarøkið hoyrir undir annan landsstýrismann, og kunnu broytingarnar tískil ikki fremjast av Almanna- og heilsumálastýrinum. Rúsdrekka- og narkotikaráðið er sett á stovn við einari kunngerð, og hetta ráðið kann tískil eisini takast av aftur við kunngerð, tá lógin verður samtykt.

Viðvíkjandi Aids-ráðnum er eingin trupulleiki, tí hetta ráðið byggir bert á eina reglugerð, sum kann broytast fyrisitingarliga.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar

Ad: § 1
Dentur verður lagdur á at styrkja lokal sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk ymsa staðni í landinum við samarbeiði, ráðgeving og stuðuli til fyribyrgjandi arbeiði kring landið.

Ráðið skal veita politiskum myndugleikum, fólki innan fakrørsluna og embætisfólkum upplýsingar um fyribyrgingararbeiði. Í samstarvi við aðrar myndugleikar, felagsskapir o.s.fr. kann ráðið fara í holt við breiðari upplýsingartiltøk, eitt nú í sambandi við at fremja uppskot, ið ráðið sjálvt hevur borið fram.

Við ráðgeving verður her lutvíst hugsað um tey stig, ið Fyribyrgingarráðið sjálvt tekur mótvegis lands- og kommunalum myndugleikum, lutvíst ráðgeving orsakað av, at myndugleikar, persónar ella felagskapir venda sær til ráðið viðvíkjandi heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum.

Ráðgeving kann fevna um at senda út tilfar við heilsufremjandi og fyribyrgjandi innihaldi, telefonvegis leiðbeining, fundir og skeiðvirksemi. Eisini kann ráðið skipa fyri, at settar verða í verk ráðgevaraskipanir.

Ráðgeving í hesum sambandi merkir ein breið ráðgeving, og kann hendan verða framd bæði við uppskotum til heilsufremjandi, vanlukku- og sjúkufyribyrgjandi tiltøk og við teimum dagligu sambondunum millum skrivstovuna hjá fyribyringarráðnum og kommunalu myndugleikarnar ella einstaklingar viðvíkjandi lokalum tiltøkum.

Fyribyrgingarráðið eigur at stuðla møguligari stovnseting av fyribyrginarfeløgum kring landið.

Ad § 2
Ráðið verður sett av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, og er umboðað sum nevnt í greinini. Ráðið skal vera eitt fakráð burturav, fyri at hesi á best møguligan hátt skulu vera før fyri at leggja til merkis og fyribyrgja teimum vansum, sum hómast fyri framman. At ráðið skal vera eitt fakráð burturav, er grundað á, at tørvur er á, at ráðið kann seta seg inn í heilsuviðurskiftir og meta um, hvar tørvur gerst á fyribyrging, og hvussu henda fyribyrging skal skipast. Ráðið má tískil hava eitt serligt innlit á økinum.

Umboðið fyri undirvísingarverkið eigur at vera ein, sum fæst við ungdóm til dagligt, og sum harvið hevur innlit í, hvat fyrigongur millum ung fólk. Umboðið fyri almannaverkið eigur at vera ein, sum hevur skil fyri tí sosiala økinum, t.d. ein sosialráðgevi. Tey fýra heilsustarvsfólkini kundu t.d. verið ein sjúkrahúslækni, ein kommunulækni, ein heilsusystur og ein kostráðgevi. Haraftrat velur landsstýrismaðurin ein lim, sum hevur serligt innlit á økinum. Við einari tílíkari samanseting vil ráðið kunna breiða seg út yvir flest øll umráðir. Tá nevndir eru ein sjúkrahúslækni og ein kommunulækni, er orsøkin tann, at meðan sjúkrahúslæknin arbeiðir við trupulleikunum, sum standast av vantandi fyribyrging, so virkar kommunulæknin úti millum borgararnar í samfelagnum, og at hann harvið hevur lættari við at fylgja við í teimum broytingunum, sum síggjast í fólkaheilsuni. Kommunulæknin kann tískil rættuliga tíðliga gera vart við tey ávaringartekin, sum hann leggur til merkis.

Ad § 3
Ein týðandi táttur í arbeiðinum hjá einum fyribyrgingarráði er at kunna meta um, hvørja ávirkan tær skipanir og atgerðir, ið higartil eru framdar, hava havt. Tískil kundi verið ynskiligt at sett eina nevnd at kanna hetta, og at gjørt eitt tilmæli um, hvussu fyribyrgjandi ráðgeving best kann veitast. Annars kann á ávísum økjum verða ynskiligt at seta serligar nevndir, til at taka sær av serligum uppgávum.

Ad § 4
Neyðugt er við einari greiðari starvsskipan, soleiðis at eingin ivi er um, hvat ráðið skal fáast við, og hvussu farast skal fram í teimum einstøku førunum. Hetta vil gera uppgávuna hjá ráðnum munandi lættari.

Ad § 5
Tann fíggjarliga játtanin, sum verður veitt ráðnum, eigur ikki at vera oyramerkt til serlig øki, men heldur at vera ein blokkur, sum ráðið kann nýta, har tørvurin er størstur. Á hendan hátt vil ráðið betur kunna leggja virksemi sítt til rættis.

Í longdini vil játtanin til fyribyrging geva úrslit soleiðis, at útreiðslurnar til viðgerð minka. Hetta verður tó ikki sjónligt í nærmastu framtíð, eins og tað ikki er greitt, hvussu nógv kann sparast í framtíðini. Men eingin ivi er um, at ein vælvirkandi fyribyrgingarskipan vil kunna spara samfelagnum nógvan pening.

Ad § 6
Ráðið fær skrivstovuhjálp ella eina sjálvstøðuga skrivstovu, sum tekur sær av teimum praktisku viðurskiftunum hjá ráðnum. Tvs. at skrivstovan verður yrkisgagnið hjá ráðnum, hon fremur í verki tey tiltøk, sum ráðið setur í gongd. Eisini tekur skrivstovan sær av samskiftinum við teir ymisku málbólkarnar. Tað er ynskiligt fyri at ráðið kann virka til fulnar, at skrivstovan er sjálvstøðug og ikki er bundin at almennu fyrisitingini.

Ad § 7
Ráðið eigur við jøvnum millumbili at kunngera virksemi sítt, til tess at almenningurin fær innlit í virksemi og týdningin av hesum.

Ad § 8
Mælt verður til at lógin ikki kemur í gildi fyrr enn 1. januar 2000. Hetta kemst av, at neyðugt verður við einari rímiligari skiftistíð til avtøku av hinum ráðunum eins til stovnssetan av nýggja ráðnum. Mett verður ikki, at møguligt er at fremja hesa umleggingina skjótari.

Henda lógin krevur, at framdar verða nakrar broytingar í løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 soleiðis, at uppgávur, sum fyrr lógu hjá Tubbaksráðnum, nú vera fluttar yvir til Fyribyrgingarráðið.

Hoyrdir partar
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá teimum bólkunum, sum fáast við fyribyrgingarvirksemi og/ella sum kunnu væntast at koma at vera umboðaðir í ráðnum. Hesir bólkar eru hoyrdir:

Landslæknin
Landslæknin hevur síðan 1980 við jøvnum millumbili mælt til at fingin bleiv til vega lóggáva um hetta týdningarmikla evni. Landslæknin hevur ongar konkretar viðmerkingar, men er sera væl nøgdur við uppskotið.

Læknaráðið
Læknaráðið heldur tað vera skilagott, at sett verður á stovn eitt fyribyrgingarráð. Hetta ráðið kann fáa alstóran týdning fyri orðaskifti um fyribyrgjandi tiltøk, um tað kemur at virka eftir ætlan. Læknaráðið ger vart við, at vælferðarsjúkurnar eru sera tyngjandi fyri heilsuverkið, og at alt sum kann bøta um hetta eigur at vera gjørt. Annars kundu viðmerkingarnar til § 2 verið heldur neyvari, tá sagt verður, at í ráðnum kundu m.a. siti ein lækni og ein kommunulækni. (Hesar viðmerkingarnar eru nú gjørdar neyvari, soleiðis at sagt verður, hví hetta verður skotið upp).

Læknafelag Føroya kundi hóskandi verið við til at valt teir læknaligu limirnar í ráðið.

Læknaráðið mælir annars til, at eitt tílíkt fyribyrgingarráð verður sett á stovn, og at givnar verða ráðnum hóskiligar umstøður at virka undir. Tað er ikki nokk bert at seta lógina í gildi.

Almannastovan
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá deildarleiðarunum á viðskiftaøkinum, men hesir hava ongar viðmerkingar til uppskotið.

Heimarøktin ( Heilsusystratænastan )
Heilsusystrarnar fegnast um, at sett verður á stovn eitt fyribyrgingarráð, tí at stórur tørvur er á, at tað fyribyrgjandi virksemi verður samskipað og raðfest, og at enn størri dentur verður lagdur á fyribyrgjandi fyriskipanir á serliga barna- og familjuøkinum.

Heilsusystrarnar vísa á, at tær hava serútbúgving innan primera fyribyrging og pædagogik á barna- og familjuøkinum, og at tær tí eiga at vera ein sjálvsagdur partur av hesum ráðnum.

Heilsusystrarnar meta, at ov stórur dentur verður lagdur á viðgerð í mun til fyribyrging. T.d. verður orðið primer profylaksa als ikki nevnt, hvørki í lógaruppskotinum ella í almennu viðmerkingunum. Heilsusystrarnar meta skrivi at vera sera læknaligt og sjúkufiksera.

Skotið verður upp, at í sambandi við, at ætlanin er at leggja til rættis eitt landsfevnandi, áhaldandi fyribyrgjandi arbeiði og at seta pening av til fyribyrgjandi upplýsandi arbeiði, at tað í hesum sambandi verður hugsað um at uppnormera núverandi heilsusystratænastuna, tí hendan er landsfevnandi og fungerar, eins og hon umfatar øll smábørn, allar skúlar og allar smábarnafamiljur.

Heilsusystrarnar meta, at tá viðmerkingarnar nevna tubbaksroyking og fita, sum verandi teir veruligu trupulleikarnar, so vendir uppskotið sær ímóti sekunderari profylaksu. Tær fregnast tí eftir, hvussu verður við fyribyrging av sosialum ójavnum og fylgjunum av hesum.

Heilsusystrarnar meta viðmerkingarnar til § 3 vera eitt gott hugskot, men eftirlýsa hvussu hetta skal gerast og við hvørjum amboðum? Viðvíkjandi § 5 verður spurt, hvør ið skal meta um tørvin á fyribyrging, og hvussu hetta skal gerast? Spurt verður eisini um talan er um eitt fyribyrgingarráð ella eitt fyribyrgingar- og granskingarráð?

Í sambandi við, at fyribyrgingarráði skal vera ráðgevandi, spyrja heilsusystrarnar hvørjar heimildir ráðið hevur, og hvør hevur ábyrgdina av, at tilmælir frá ráðnum verða fylgd, eins og hvør hevur eftirlit við hesum?

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu tekur undir við uppskotinum og teimum almennu viðmerkingunum. Tó verður hildið, at tað átti at verið lagt eitt petti aftrat almennu viðmerkingunum um støðuna viðvíkjandi tubbaksnýtslu millum ung í Føroyum. (Hetta er nú tikið til eftirtektar, og viðmerkingar eru gjørdar hesum viðvíkjandi).

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið
Rúsdrekka- og Narkotikaráðið vísir á, at verandi ráð er eitt myndugleikaráð, sum er mannað við sjálvstøðugum umboðum fyri almennar myndugleikar. Styrkin við hesari skipanini er, at ráðslimirnir kunnu brúka síni heimaumhvørvi til at nema sær kunning um tað, sum ráðið viðger. Hetta hevur verið við til at tryggja ráðnum tað neyðuga kjølfesti, tá ivi hevur verið sáddur um tær niðurstøðurnar, sum ráðið er komið til. Ein fyrimunur við einum ráðið, sum er sett saman av serkønum fólki úr ymsum fyrisitingargreinum í samfelagnum er, at ráðið tá í sjálvum sær situr inni við stórari servitan til at viðgera ivamál og avgreiða mál. Hetta ger, at ráðið í staðin fyri at skulla søkja sær vitan frá ad-hoc arbeiðsbólkum betur er ført fyri at staðfesta, hvørjir trupulleikar í heila tiki eru til staðar í samfelagnum. Hetta ger, at ráðið lættari og skjótari kann fáa eyga á teir trupulleikarnar, sum taka seg upp.

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið metir annars, at arbeiðssetningurin hjá fyribyrgingarráðnum er sera breiður, umfatandi øll heilsuviðurskifti, sum kunnu fyribyrgjast, men at atgerðarmøguleikarnir eru órímiliga trongir, tí at hetta er eitt ráð at siga bert fyri heilsuverkið.

Víst verður til endamálsgreinina í § 1 og sagt verður, at um ráðið veruliga hevur til uppgávu bert at fremja fyribyrging innan almanna- og heilsuverkið, verður nógv eftir, sum fer at liggja á láni, tí at fyribyrging viðvíkur øllum samfelagspørtum.

Annars vil ráðið gera vart við virðismikla leiklutin í fyribyrgingararbeiðinum, sum rúsevninsráðgevin hevur havt seinastu árini. Ráðið er væl nøgt við virksemi hansara og heldur, at hetta virksemi átti at verið umrøtt í uppskotinum.

Læknafelag Føroya
Læknafelagið bað um at fáa longt freistina 14 dagar, men einki svar er afturkomið kortini.

Undirvísingar- og mentamálastýrið
Einki svar afturkomið.

Tubbaksráðið
Einki svar afturkomið.

Aidsráðið
Einki svar afturkomið.

Eingi skjøl eru hjáløgd hesum lógaruppskoti.

1. viðgerð 14. mars 2000. Tingmálini nr. 12, 19 og 68 viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Uppskotið er dagfest 28. oktober 1999, men er ikki formliga lagt fram av landsstýrismanninum í heilsumálum fyrr enn tann 4. mars 2000, tí at neyðugt var at bíða eftir einum fylgibroytingaruppskoti til rúsdrekkalógina, sum varð framlagt av landsstýrismanninum í vinnumálum við løgtingsmáli nr. 68/1999. Eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 varð uppskotið beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. og 28. mars og 4. apríl 2000.

Nevndin tekur undir við sjónarmiði landsstýrisins um, at dentur í nógv størri mun enn higartil eigur at verða lagdur á at mótvirka teimum orsøkum, ið finnast í samfelag okkara, sum elva til vælferðarsjúkurnar, soleiðis at fingin verður til vega ein betri javnvág millum okkum menniskju og umhvørvið. At skipa eitt fyribyrgingarráð er liður í hesum arbeiði.

Nevndin heldur, at Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur gjørt eitt gott arbeiði og hevur virkað væl, og at vandi verður fyri, at arbeiðið viðvíkjandi serliga rúsdrekkatrupulleikum dettur niðurfyri, um ráðið verður tikið av frá degi til dags. Av hesi grund mælir nevndin til, at arbeiðið hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum so líðandi verður flutt fyribyrgingarráðnum í einum skiftisskeiði.

Av tí at málið varð seinni framlagt enn ætlað, er neyðugt at broyta gildiskomudagin.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broytingum, og setir tí fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

1) Í § 8 verður "1. januar" broytt til "1. juli"

2) Í § 8 verður sett sum nýtt stk. 2: "Stk. 2. Rúsdrekka- og Narkotikaráðið virkar framvegis síðustillað fyribyrgingarráðnum fram til 1. januar 2002 sbr. reglunum í kunngerð. nr. 133 frá 25.10.1990 um Rúsdrekka- og Narkotikaráð"

2. viðgerð 12. apríl 2000. Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 8 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-16/99
Ahs.j.nr. 0.12-9800559/14
Ll.nr. 56 frá 10.05.00