Almannaveitingar - javning

 

14  Uppskot til  løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, 23. november, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum 

§ 1. Henda lóg um áseting og javning av almannaveitingum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 og 7 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 2. Almannaveitingar, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um uppihald á stovni o.l. og løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., verða frá og við 1. apríl á hvørjum ári javnaðar eftir føroyska prístalinum sambært §§ 4-6. Tó verða grundupphæddirnar til fólka- og fyritíðarpensjón ikki javnaðar.

§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:

 

Upphæddir pr. 1/1-2000

Almannapensjónslógin

2000 Árliga

Grundupphædd - gift hvør 39.756
Grundupphædd – støk 50.028
Viðbót til fólkapensjón – gift hvør 14.832
Viðbót til fólkapensjón – støk 18.732
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 53.160
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk 68.340
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 29.796
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk 36.036
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 9.828
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk 12.732
Hjálparviðbót 24.000
Røktarviðbót 47.892
Frádráttafrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar 20.600
Frádráttafrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar 41.200

 

Lóg um uppihald á stovni o.l.

2000 Árliga

Upphædd til persónligan tørv

8. 100

Gjald fyri umlætting

90

 

Lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

2000 Árliga

Barnagjald smb. § 5

8.652

Gjald í samband við føðing eftir § 6

494

Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6

853

Barnagjald smb. § 15, stk. 1 og 2

8.652

Økt barnagjald smb. § 15, stk. 3

17.316

§ 4. Upphæddirnar sambært § 3 verða tann 1. apríl á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum.
Stk. 2. Tó verða upphæddirnar sambært § 3 ikki javnaðar 1. apríl 2000.

§ 5. Javnaðu árligu veitingarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 12, meðan frádráttarupphæddirnar verða avrundaðar til nærmasta krónutalið, ið kann býtast við 100.

§ 6. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári.

§ 7. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2000.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum.

I. ALMENNAR VIÐMERKINGAR 

1. januar 1999 varð løgtingslógin um áseting og javning av almannaveitingum sett í gildi. Í hesi lóg varð ásett, at almannaveitingar sambært avlamispensjónslógini, fólkapensjónslógini og lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., skulu javnast frá 1. februar á hvørjum ári við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum.

Henda lóg ásetir, at pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt tær ymsu frádráttarupphæddirnar verða javnaðar á hvørjum ári.

Somuleiðis verða upphæddirnar í forsorgarlógini og lógini um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima eisini javnaðar, tí hesar lógir vísa til pensjónslógina ella avlamispensjónslógina, tá upphæddirnar verða ásettar fyri ávísar veitingar.

Í ár er samtykt ein lóg, løgtingslóg um almannapensjónir o.a., har fólka- og avlamispensjónslógirnar eru samanskrivaðar. Í hesi lóg er ásett, at upphæddirnar verða ásettar og javnaðar eftir reglum, ásettar í serligari løgtingslóg. Hetta merkir, at núgaldandi løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum má broytast, tí henda vísir til galdandi lógir.

Í lógini um almannapensjónir er eisini ásett, at aldursviðbótin fellur burtur, men verður varðveitt hjá teimum, sum hava fingið hesa játtaða. Sambært lógini um almannapensjónir verður aldursviðbótin ikki javnað. Grundupphæddin til fólka- og fyritíðarpensjónistar verður heldur ikki javnað.

Sambært hesum uppskoti um áseting og javning av almannaveitingum, hækkar viðbótin til giftan fólkapensjónist við 9.000 kr. um árið og til stakan við 11.000 kr. um árið. Viðbótin til giftan fyritíðarpensjónist við 4.000 kr. og til stakan við 5.000 kr. Henda hækking er ætlað at koma í gildi frá 1. januar 2000.

Mett verður, at henda hækking kemur at kosta umleið 28 mió. kr. fyri ár 2000. Hetta er útroknað á tann hátt, at áðrenn upphæddirnar til fyritíðarpensjón og viðbótin til fólkapensjón verða útroknaðar eftir inntøku, er ein frádráttur gjørdur í inntøkugrundarlagnum uppá 41.200 kr. ella 20.600 kr. Upphæddirnar verða hareftir lækkaðar við 60%. Hetta merkir, at fyri hvørja krónu pensjónisturin hevur í inntøku umframt pensjónina, lækkar pensjónin við 60 oyrum. Tó ikki grundupphæddin hjá fólkapensjónistum. Hetta er ásett í lógini um almannapensjónir.

Viðbótin til fólkapensjónistar verður ávirkað av inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans, meðan pensjónin til fyritíðarpensjónistar verður ávirkað av inntøkuni hjá pensjónistinum sjálvum. Hetta er eisini ásett í lógini um almannapensjónir.

Ásett er, at javningin skal fara fram 1. apríl á hvørjum ári. Sambært uppskotinum kemur hækkingin í gildi 1. januar í ár 2000. Umsitingarliga merkir hetta, at Almannastovan fyrst skal umrokna hækkingina til 1. januar og hareftir javningina til 1. apríl sama ár.

Mett verður, at hetta vil hava óneyðuga umsiting við sær. Tí eru javningin og hækkingin lagdar saman, so báðar koma í gildi frá 1. januar 2000. Vanliga javningin verður útroknað eftir prístalinum, men tá ið javningin verður flutt til at vera ein áseting, so er neyðugt at seta ein fastan prosentsats ístaðin. Prosentsatsurin er settur til 3%. Javningin fyri allar almannaveitingar kostar umleið 3. mió. kr. fyri ár 2000.

Sambært hesum uppskoti verða upphæddirnar á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum.  

II. SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Ad § 1. Lóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne"- rammulógin- heimilar heimastýrinum at gera løgtingslógir innan tað sosiala økið.

Ad §§ 2 - 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt tær ymsu frádráttarupphæddirnar o.a. verða javnaðar eftir føroyska prístalinum, sum ásett í hesi lóg. Somuleiðis verða upphæddirnar í forsorgarlógini og lógini um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima eisini javnaðar, tí hesar lógir í ávísan mun vísa til lógina um almannapensjónir o.a., tá upphæddirnar verða ásettar.

Gjald fyri umlætting, sambært lóg um uppihald á stovni o.l., er eitt gjald, sum pensjónisturin rindar fyri at vera til umlætting.

Ein giftur pensjónistur er ein persónur, sum er giftur við einum pensjónisti ella við einum sum ikki er pensjónistur.

Ad §§ 4 - 6. Upphæddirnar verða javnaðar á hvørjum ári. Hagstova Føroya roknar út javningar-prosentið, og landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir við kunngerð upphæddirnar í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum ári. Upphæddirnar verða tó ikki javnaðar 1. apríl 2000. Javningin og hækkingin eru lagdar saman, so báðar koma í gildi frá 1. januar 2000. Vanliga javningin verður útroknað eftir prístalinum, men tá ið javningin verður flutt til at vera ein áseting, so er neyðugt at seta ein fastan prosentsats ístaðin. Prosentsatsurin er settur til 3%.

Ad § 7. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2000.

1. viðgerð 30. november 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 20. december 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. november 1999, og eftir 1. viðgerð 30. november 1999 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 7., 14., 15., 17. og 20. desember 1999, og hevur nevndin havt fund við

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið upplýsandi skrivligt tilfar frá Almanna- og heilsumálastýrinum og Toll- og Skattstovu Føroya. Eisini hevur nevndin fingið skriv frá Ditleif Eldevig.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) vísir á, at ásetingarlógin er seinni partur av nýggju pensjónslóggávuni, sum løgd er fyri tingið í hesum álmanakkaári.

Fyrri partur, sum varð samtyktur í vár, var ein samanskriving og einfaldgerð av gomlu og fjølbroytt samansettu pensjónslógunum. Hesin seinni parturin, sum skuldi koma fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku, men av ókendum ávum er vorðin seinkaður, ásetir upphæddirnar til teir ymisku pensjónsmøguleikarnar.

Meirilutin gleðist um, at vit fyri fyrstu ferð í mong ár kunnu veita ringast støddu pensjónistum okkara ein munandi bata.

Fyriliggjandi uppskot vendir sosialt rætt. Skilt soleiðis, at vit bøta mest um støðuna hjá teimum, sum hava minst at liva av frammanundan.

Í fyriliggjandi uppskoti mælir landsstýrið til, at støk fáa 11.000 kr. afturat árliga, og gift fáa 9.000 kr. árliga. Havandi í huga at staki pensjónisturin í stóran mun hevur somu útreiðslur, sum gifta parið hevur, mælir meirilutin til at broyta tølini, so tann staki fær 12.000 kr., og tann gifti fær 8.000 kr. um árið afturat verandi pensjón.

Allir pensjónistar, giftir við pensjónisti, fáa, um í minni mun, eisini ein bata, meðan pensjónistar, sum eru giftir við einum ikki-pensjónisti, koma at missa pensjón í mun til galdandi lóggávu. Landsstýrið hevur tó mælt trivnaðarnevndini til at seta fram broytingaruppskot, sum ger, at pensjónistar, sum eru vorðnir pensjónistar áðrenn 1/1-2000, fáa eina viðbót, sum partvís bøtir um mista pensjónspartin.

Um upphæddirnar, sum eru nevndar í uppskotinum, í størstan mun skulu fara óskerdar til pensjónistin, so er neyðugt við broytingum í skattalóggávuni. Upplýst er fyri nevndini, at landsstýrið innan 1/1-2000 fer at leggja fram uppskot hesum viðvíkjandi. Hetta hevur við sær, at pensjónistarnir ikki einans fáa eina hækking í pensjónsupphæddini, men eisini fáa ein skattalætta. Samlaða meirnýtslan til pensjónistar okkara verður tí ikki 40 mió.kr í komandi ári, men nærri teimum 60 milliónunum.

Uppskotið ásetir somuleiðis eitt gjald fyri umlætting upp á 90 kr. um dagin. Meirilutin er av teirri áskoðan, at øll, sum fara til umlætting á almennum ellisheimi, røktarheimi ella sambýli, skulu fáa ókeypis innivist teir fyrstu 42 dagarnar í árinum, tey eru til umlætting. Sjálv lógarbroytingin viðvíkjandi teimum fyrstu 42 døgunum verður í uppskotinum um uppihald á stovni, meðan ásetingin er í hesari lógini.

Meirilutin átalar harðliga, at feløg og ráð, sum landsstýrið hevur sett og góðkent reglugerðir fyri, sum vara at eldri og brekaðum, ikki hava fingið uppskotið til ummælis, áðrenn tað var lagt fyri Løgtingið. Somuleiðis átalar meirilutin harðliga, at landsstýrið legði uppskotið fram so seint, at ikki nóg rúm tíð er at viðgera málið fullgott áðrenn gildiskomu, sum er sett at vera 1. januar 2000. Ikki minst er tað óheppið, tí løgtingsmenn og limirnir í trivnaðarnevndini koma undir trýst frá landsstýrinum og rættindahavarunum sbr. lógini.

Undir viðgerðini hevur landsstýrið mælt til broytingar í uppskotinum, og tekur meirilutin í trivnaðarnevndini undir við uppskotnu broytingunum

Meirilutin mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

1. Í § 3 verða gjørdar hesar broytingar

  1. Orðini
  2. "Viðbót til fólkapensjón – gift hvør 14.832
    Viðbót til fólkapensjón – støk 18.732"

    verða broytt til
    "Viðbót til fólkapensjón – gift hvør 13.832
    Viðbót til fólkapensjón – støk 19.732"

  3. Afturat "Gjald fyri umlætting 90" verður sett "(um samdøgrið)".

2. § 7 verður orðað soleiðis:
"§ 7.
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2000, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum.
Stk. 2. Pensjónistur, sum er giftur við ikki-pensjónisti, sum áðrenn 1. januar 2000 fekk eina hægri grundupphædd, varðveitir rættin til hesa upphædd, soleingi sum hjúnafelagin ikki er pensjónistur. Munurin millum ta grundupphædd, pensjónisturin hevði rætt til sambært lóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum og hesi lóg, verður útgoldin sum persónlig viðbót."

Minnilutin (Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) staðfestir, at aftur einaferð er tað hent, at viðgerðin av pensjónunum er hurrað so ígjøgnum, at nevndarviðgerðin er blivin ein hurlivasi. Vit eru nú tvingaðir at skriva álit í málinum, uttan at vit í nógvum førum hava kunnað fingið upplýsingar um, hvørjar fylgjur nýggja pensjónslóggávan fær fyri teir ymisku bólkarnar av pensjónistum. Vit átala harðliga, at meirilutin tvingar eitt álit ígjøgnum, hóast vit væl og virðiliga halda okkum innan fyri tíðarásetingarnar í tingskipanini, og uttan at vit hava fingið svar upp á avgerandi spurningar, sum eru umbidnir í sambandi við nevndarviðgerðina. Vit átala eisini, at umboð fyri pensjónistar og brekað eru innkallað í slíkum skundi, at hesi ikki hava fingið stundir at seta seg inn í lógaruppskotini.

Minnilutin staðfestir, at heldur ikki hesaferð megnar landsstýrið at veita pensjónistunum tað munagóðu hækking av pensjónunum, sum so leingi hevur verið tosað um. Samgongumeirilutin hevur síðan valið 3 ferðir felt uppskot frá andstøðuni um munandi hækkingar av pensjónunum, tí uppskot skuldi koma frá landsstýrinum, sum skuldi geva einar 1000 kr. í hækking av fólkapensjónini og samsvarandi hækking av fyritíðar- (avlamis-) pensjónum.

Nú, vit í síðstu løtu hava fingið ein lítlan part av konsekvensútrokningunum, kemur fram, at hesar verða upphæddirnar eftir skatt: Í eini kommunu við hægsta skattaprosenti fær stakur pensjónistur 542 kr. meir um mánaðin, og giftur fær 508 kr. Minstu hækkingina fáa tey við hægstu og miðal avlamis-/fyritíðarpensjón, har verður hækkingin til støk bert 240 kr. meir um mánaðin og til gift bert 190 kr. meir. Tey við lægstu avlamis-/fyritíðarpensjón standa til at fáa størstu hækkingina, 1850 til støk og 1420 til gift, men hartil er at siga, at flestu við lægstu avlamispensjón longu eftir galdandi lóg fáa eitt tilsvarandi ískoyti eftir forsorgarlógini. Hetta ískoytið fellur nú burtur og kemur hækkingin ístaðin.

Viðvíkjandi fólkapensjónistum skjýtur minnilutin tí upp, at viðbótin til pensjónistar, gift hvør, verður hækkað til 14.832 (landsstýrisuppskotið) + 1.200, tað er 16.032 kr., og til stakar fólkapensjónistar verður viðbótin hækkað til 18.732 (landsstýrisuppskotið) + 4.600 kr., tað er 23.332 kr. Eftir hesum uppskoti verður samanlagda hækkingin (landstýrisuppskotið hækkað við uppskoti minnilutans) soleiðis, at viðbótin hjá giftum hvør hækkar við 850 kr. um mánaðin, og hjá støkum við 1300 kr. um mánaðin – báðar upphæddir umframt javningina.

Fyri ávísar fyritíðar- (avlamis) pensjónistar eru broytingarnar beinleiðis eitt afturstig. Tað snýr seg um tey, sum eru gift við ikki-pensjónisti. Har hevur nýggja lógin við sær, at t.d. pensjónistur við hægstu fyritíðarpensjón, sum er giftur við ikki-pensjónisti, eftir uppskoti landsstýrisins fær góðar 2.000 kr. minni um mánaðin í brutto! Landsstýrið er komið í trivnaðarnevndina við einum broytingaruppskoti, sum við skiftisreglum hevur við sær, at verandi fyritíðarpensjónistar í hesum bólkinum verða ikki fyri hesi afturgongdini - tó verður hon galdandi fyri allar av hesum fyritíðarpensjónistum, sum koma til eftir 1.1.2000. Úrslitið verður so tað løgna, at tað verður stórur munur á pensjónunum hjá hesum bólkinum av fyritíðarpensjónistum, alt eftir um teir eru í skipanini nú, ella koma í skipanina eftir 1.1.2000.

Minnilutin er ikki samdur við landsstýrinum í, at galdandi skattafría avlamisviðbót, sum er endurgjald fyri brek hjá fyritíðar- (avlamis) pensjónistum, nú verður løgd saman við øðrum viðbótum í eina viðbót, sum øll verður gjørd skattskyldug. Tí fyrislær minnilutin, at frádráttarfría inntøkuupphæddin (botnfrádrátturin) fyri fyritíðarpensjónistar verður hækkað við kr. 9.300 (henda upphædd svarar til at geva viðbótini sama virði eftir skatt, sum hon hevði frammanundan hjá einum fyritíðarpensjónisti).

Minnilutin skjýtur eisini upp, at munurin millum giftar og stakar fyritíðarpensjónistar verður tikin burtur, soleiðis at allir fyritíðarpensjónistar í lógini verða mettir sum stakir.

Minnilutin skjýtur eisini upp, at allir pensjónistar, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, fáa somu viðbót, sum stakir fólkapensjónistar.

Minnilutin fyrislær eisini, at javningin av grundarupphæddini hjá øllum pensjónistum framvegis verður javnað eftir 1.1.2000, tvs. at seinasta punktum í §2 í lógaruppskotinum um áseting og javning av almannaveitingum verður strikað

Kostnaðin av broytingaruppskotum minnilutans hava vit ikki havt stundir at rokna neyvari enn einar 25 mió. kr. afturat teim 40 mió. kr., sum eru settar av í fíggjarlógaruppskotinum. Vónandi fáa vit høvi at koma við neyvari útreiðslumetingum undir framhaldandi løgtingsviðgerðini av uppskotunum.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 2, 2. pkt. verður strikað.
  2. Í fyrstu talvuni í § 3 verða gjørdar hesar broytingar:
  1. Talið " 39.756" verður broytt til "40.949"
  2. Talið "50.028" verður broytt til "51.529"
  3. Talið "14.832" verður broytt til "16.032"
  4. Talið "18.732" verður broytt til "23.332"
  5. "Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 53.160" verður strikað
  6. "Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 29.796" verður strikað
  7. "Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 9.828" verður strikað
  8. Talið "12.732" verður broytt til "23.332"
  9. Talið "20.600" verður broytt til "29.900"
  10. Talið "41.200" verður broytt til "50.500"
  11. Í øllum førum gongur orðið "støk" út.

2. viðgerð 22. december 1999. Broytingaruppskot frá minnilutanum til §§ 2 og 3 fall 12-0-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum til §§ 3 og 7 samtykt 19-11-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-11-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð. 

3. viðgerð 22. december 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.

Ahs. j.nr. 0.21-9900414
Lms. j.nr. 687-18/99

Ll. nr. 107/1999 frá 22.12.1999