Minstuløn og dagstudning

 

16  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, 23. november, legði Henrik Old, løgtingsmaður, fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 112 frá 29. desember 1998 um minstuløn og dagstudning, við seinni broyting, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:
"Stk. 2. Fiskimonnum, sum fara undir lesna ella læru uttanlands, sum nema sær útbúgving innan fiskivinnuøkið, og sum áðrenn lestur ella læru hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár, verður veitt inntøkutrygd, sambært ásetingunum í stk. 1, hóast teir ikki hava bústað í Føroyum. Landsstýrismaðurin fær heimild til við kunngerð at áseta nærri reglur um heitini "lesna", "læru" og "útbúgving innan fiskivinnuøkið", og um próvførslur o.a. í hesum sambandi.
2) § 1, stk. 2 til 4, verða hereftir stk. 3 til 5.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar:

Ætlanin við hesum uppskoti er at tryggja, at føroyskir fiskimenn, sum fara undir læru ella lesna uttanlands innan fiskivinnuøkið, fáa minstuløn og dagstudning, tá hesir í stuttum tíðarskeiðum eru heima, t.d. í summarfrítíðini, og avloysa við føroyskum fiskiskipum. 

1. viðgerð 25. november 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 16. december 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 23. november 1999, og eftir 1. viðgerð tann 25. november 1999 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9., 14. og 15. desember 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men heldur, at øll, sum eru undir útbúgving, skulu vera fevnd av undantakinum, óansæð hvørja útbúgving tey eru farin undir. Eisini heldur nevndin, at ásetingin skal orðast samsvarandi ásetingini í løgtingsvallógini um valrætt hjá føroyingum, sum fyribils vegna útbúgving hava tilhald uttan fyri Føroyar. Neyðugt verður hereftir ikki hjá landsstýrismanninum at fáa heimild til at áseta nærri reglur við kunngerð.

Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§1, nr. 1, verður orðað soleiðis: "Persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans, verður veitt inntøkutrygd, sambært ásetingunum í stk. 1, hóast teir ikki hava bústað í Føroyum."

2. viðgerð 20. december 1999. Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. december 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 103/1999
frá 22.12.1999