Patienters retsstilling

 

20  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

F. Álit II
G. Nýggj 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 1999, 16. december, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um "lov om patienters retsstilling".

Viðmerkingar

Ígildissetan av hesi lóg í Føroyum hevur við sær, at ein sjúklingur fær niðurfelt nøkur rættindir í lóg, sum hann ikki áður hevur havt. Talan er um rættin til at fáa ávirkan á, um og hvørja viðgerð ein ynskir at fáa. Sjúklingurin fær t.d. møguleika fyri at nokta at taka ímóti blóði og úrdráttum úr blóði. Eisini kann ein sjúklingur sambært lógini nokta, at meiningsleys viðgerð verður sett í verk, ella at hildið verður fram við tílíkari viðgerð, tá hetta bert kann leingja um livitíðina, uttan at hava nakran bata við sær annars. Eisini verður givið borgarunum møguleika til at upprætta eitt lívstestamenti, har teir sjálvir kunnu gera av, hvussu teirra seinastu dagar skulu vera, um teir koma í eina støðu, har teir ikki sjálvir vera førir fyri at taka avgerðir hesum viðvíkjandi.

Rætturin til innlit í sjúklingajournalir verður eisini fluttur frá lógini um alment innlit yvir í hesa lógina. Henda lógin fevnir eisini beinleiðis um allar sjúkrajournalir, tað verður seg sjúkrahús-, kommunulækna- ella aðrar journalir. Lógin um alment innlit nevndi hinvegin bert sjúkrahúsjournalir beinleiðis, hóast aðrar journalir kundu tulkast at vera fevndar av rættinum til innlit. Eisini verður kravið um tagnarskyldu og um rættin til at lata upplýsingar um sjúklingin til onnur fluttur úr fyrisitingarlógini og skrásetingarlógini yvir í hesa nýggju lógina.

1. Meginreglan í lógaruppskotinum

Endamálið við lógini er at tryggja, at tign, frælsi og sjálvsavgerðarrættur sjúklingsins verða vird.

Endamál lógarinnar er harafturat at økja um rættarstøðuna og rættartrygdina hjá sjúklinginum mótvegis heilsuverkinum og at stuðla álitið og trúnaðin millum sjúklingin og heilsuverkið og teir ymisku starvsfólkabólkarnar í heilsuverkinum.

Við lógaruppskotinum verður ásett ein felags lóggáva, sum leiðrættar tær grundleggjandi og almennu reglurnar fyri sjálvsavgerðarrætti og rættartrygdini hjá tí einstaka sjúklinginum mótvegis heilsuverkinum í sambandi við kanning, viðgerð og røkt.

Í mun til lóggávu áður og fylgda siðvenju inniheldur lógaruppskotið hesar nýggju ásetingarnar:

Niðanfyri verða reglurnar í lógaruppskotinum í stuttum nevndar, soleiðis sum tær eru settar upp í kapitlar.

  1. Kapittul 1 í lógaruppskotinum ásetir tær grundleggjandi almennu meginreglurnar fyri rættarstøðu sjúklinganna. Nýtsluøki lógarinnar verður ásett, og nøkur høvuðshugtøk í lógini verða greinað.
  2. Kapittul 2 í lógaruppskotinum um sjálvsavgerðarrætt, t.v.s. fráboðan av loyvi nágreinar, nútímansgerð og lógarfestir henda rættin. Hesar reglur hava ikki verið lógarfestar fyrr í Føroyum.
  3. Kapittul 3 í lógaruppskotinum um sjálvsavgerðarrætt í serligum førum nágreinar, nútímansgerð og lógarfestir hesi rættindini hjá sjúklingum.
  4. Kapittul 4 í lógaruppskotinum um skjalainnlit flytur galdandi reglur um skjalainnlit í heilsuupplýsingar (frá lógini um alment innlit) yvir til hetta lógaruppskotið.
  5. Kapittul 5 í lógaruppskotinum um tagnarskyldu og víðarilatan av heilsuupplýsingum savnar, einfaldgerð og broytir ta verandi leiðrættanina av hesum, sum lutvíst stendur í fyrisitingarlógini (løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993) og lutvíst í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum (løgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 við seinni broytingum).
  6. Kapittul 6-7 í lógaruppskotinum innihalda revsi, skiftis- og gildiskomuásetingar.

Av tí at kapittul 5 í lógini um tagnarskyldu og víðarilatan av heilsuupplýsingum er ein týðandi nýggj lógarleiðrættan í mun til áður, verða hesi viðurskifti greinað nærri fyri seg niðanfyri í kapitli 4.

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

2. Upprunin til lógaruppskotið

2.1 Inngangur
Í tráð við altjóða menningina og menningina her á landi er tað av týdningi, at rættarstøða sjúklinganna verður styrkt við lógarásetingum, sum leiðrætta viðurskiftini hjá sjúklingum í mun til heilsuverkið, og at hetta fer fram í einari samlaðari lóggávu, sum tekur grundstøði í sjúklinginum og rættarstøðu hansara.

Europaráðið samtykti í november 1996 ein millumtjóðasáttmála um verju av mannarættindum og menniskjaligari tign í sambandi við nýtslu av lívfrøði og læknavísindi: Millumtjóðasáttmálin um mannarættindi og lívfrøðisligan heilivág. Ígildissetan av hesi lóg í Føroyum hevur við sær, at reglur okkara fara at vera í samsvar við ásetingarnar í hesum sáttmála, sum eisini verður lagdur fyri Løgtingið til ígildissetan í Føroyum.

Grundarlagið fyri hesum lógaruppskoti er rættarstøða sjúklinganna. Hetta merkir, at tað eru tær grundleggjandi rættarreglurnar, sum leiðrætta viðurskiftini millum sjúkling og heilsustarvsfólk, sum eru innihaldið í lógaruppskotinum. Reglurnar í lógaruppskotinum venda sær til sjúkling og heilsustarvsfólk, og leiðrætta sínamillum viðurskiftini millum hesi bæði við reglum um upplýst játtilsi, skjalainnlit, tagnarskyldu og víðarilatan av heilsuupplýsingum.

2.2 Sjúklingarættindi í Danmark - menning
Í desember 1995 sendi danska heilsumálastýrið eitt útkast til lógaruppskot um rættindi sjúklinganna til eina breiða hoyring millum øll relevant áhugaði, t.d. sjúklingafeløg, faklig feløg, heilsumyndugleikar og onnur við tilknýti til heilsuverkið v.m. Yvirhøvur varð innihaldið í lógaruppskotinum væl móttikið. Tó varð tað funnist at, serliga frá sjúklingafeløgum og fakligum feløgum, m.a. læknafelagnum, at lógaruppskotið ikki innihelt nakrar meiri smidligar reglur um víðarilatan av heilsuupplýsingum. Tað varð eisini funnist at, at lógaruppskotið ikki innihelt fleiri materiel sjúklingarættindi, sum t.d. rættin til kanning og viðgerð innan ásettar freistir, o.s.v.

Annars eru nakrar av viðmerkingunum og broytingaruppskotunum, sum vórðu sett fram í hoyringsumfarinum viðvíkjandi tí fyrra lógaruppskotinum, tikin við í hetta lógaruppskotið.

Í nógv ár hevur funnist ein almenn leiðrættan av rættarstøðu sjúklinganna. Leiðrættingin hevur tó verið spjadd á nógvar ymiskar lógir og aðrar reglur. Leiðrættingin hevur eisini verið ymisk í sniði, tí hon, sum omanfyri nevnt, er framd antin beinleiðis ella óbeinleiðis í øðrum lóggávuheildum.

Ein av hesum lógum er lógin um miðfyrisiting heilsuverksins v.m., Centralstyrelsesloven (lov nr. 397 af 10. juni 1987 við seinni broytingum). Henda lóg staðfestir, at Sundhedsstyrelsen skal hava eftirlit við fakliga virkseminum hjá heilsustarvsfólkunum, eins og tað við gildi frá 1. januar 1988 vórðu gjørdar nýggjar reglur í lógini um atgongd hjá sjúklingum at kæra um fakliga virksemið hjá starvsfólkunum, við tað at stovnaður bleiv ein miðkærustovnur fyri sjúklingar – Sundhedsvæsenets Patientklagenævn - sum óheftur av m.a. Sundhedsstyrelsen tekur avgerðir um kærur frá sjúklingum viðvíkjandi heilsustarvsfólkum. Henda lóg varð sett í gildi í Føroyum í 1995.

Við lógini um alment innlit í fyrisitingina, Offentlighedsloven (lov nr. 572 af 19. desember 1985) og Forvaltningsloven (lov nr. 571 af 19. desember 1985), varð sum liður í tí vanligu leiðrættingini av rættindum borgaranna mótvegis tí almenna, í báðum lógum, eisini ein leiðrætting av rættindum sjúklinganna mótvegis heilsuverkinum. Samsvarandi reglur eru eisini í føroyskum lógum. Serliga vóru við § 9 í lógini um alment innlit innførd rættindi fyri sjúklingar til skjalainnlit í sjúkrahúsjournalir. Harafturat vórðu við kapittul 8 í fyrisitingarlógini innsettar reglur um tagnarskyldu (§ 26) og um víðarilatan av upplýsingum til aðrar fyrisitingarmyndugleikar (§ 27), sum eisini fevna um viðurskifti hjá sjúklingum. Sum meginregla fevnir Fyrisitingarlógin bert um sonevnd "avgerðarmál", t.v.s. viðurskifti har avgerð verður tikin av einum fyrisitingarmyndugleika. Tó snýr kapittul 8 í lógini seg eisini um sonevnt "veruligt fyrisitingarvirksemi", t.v.s. sjúkraviðgerð, undirvísing v.m., soleiðis at hesar miðreglur um tagnarskyldu v.m. eisini komu at galda við atliti til sjúklingar og sjúkraviðgerð.

Eisini lógin frá 1992 um eina vísundaetiska nevndarskipan og viðgerð av lívfrøðismedisinskum granskingarætlanum - við seinni broytingum í 1996 - (nú lovbekendtgørelse nr. 221 af 4. mars 1997) við gildi frá 1. oktober 1992 framdi eina lógarfesting av nevndarskipanini, eins og rættarstøðan hjá royndarpersónum varð tryggjað við nágreiniligum reglum um upplýsing og játtilsi. Henda lóg varð samtykt í Løgtinginum í ár, men er enn ikki lýst at vera galdandi fyri Føroyar.

2.3 Altjóða - onnur lond
Altjóða felagskapirnir o.o. hava í størri og størri mun tikið upp spurningin um rættindi sjúklinganna til viðgerðar. T.d. hevur alheimsheilsustovnurin WHO frá økisskrivstovuni í Keypmannahavn í august 1992 givið út eitt rit: "The Rights of Patients in Europe (A comparative Study)" um rættindi sjúklinganna í teimum londum, sum hoyra til økisskrivstovuna.

Rætturin til eina mannsømiliga viðgerð er staðfestur í fleiri altjóða sáttmálum. Tað stendur m.a. í artikul 7 í altjóða sáttmálanum hjá ST um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi, at eingin skal vera fyri píning ella fyri grummari, ómenniskjaligari ella mannminkandi viðgerð. Sama ásetingin stendur eisini í artikul 3 í sáttmálanum hjá Europaráðnum um mannarættindi: "Europeiski mannarættindasáttmálin", og í artikul 5 í sáttmálanum stendur, at ein og hvør hevur rætt til frælsi og persónliga trygd. Í sambandi við sjúkraviðgerð er bert loyvt at taka frælsið frá persóni, um hetta er loyvt við lóg, og bert um tað er fyri at forða útbreiðslu av smittandi sjúkum, ella hetta er grundað á sinnisliga sjúku, alkoholismu ella rúsevnismisnýtslu.

Í november 1996 samtykti Europaráðið: "Sáttmálan um mannarættindi og lívfrøðiligt medisin". Sáttmálin er sendur teimum ymisku limalondunum til staðfestingar. Sáttmálin inniheldur reglur um allar høvuðstrupulleikar innan sjúklingarættin, t.d. um fráboðan av loyvi, verju av persónum, ið ikki eru førir fyri at veita loyvi, verju av privatlívinum, reglur fyri víðarilatan av heilsuupplýsingum, verju av menniskjaligu íleguni, reglur fyri vísundaligari gransking v.m.

Europaparlamentið og Ráðið hava við direktivi 95/46/EF frá 24. oktober 1995 um verju av fysiskum persónum í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum og frítt skifti av slíkum upplýsingum, ið skal fremjast av limalondunum í seinasta lagi um 3 ár, eisini leiðrættað nýtsluna og víðarilatanina av sjúklingaupplýsingum. Danska løgmálaráðið hevur sett eina nevnd, sum skal seta í verk reglurnar í hesari fyriskipan í donskum rætti. Leiðrættanin av rættarstøðu sjúklinganna, ið er gjørd í kapitul 5 í lógaruppskotinum um tagnarskyldu og víðarilatan av heilsuupplýsingum, er innan karmarnar av ES-fyriskipanini. Hinar ásetingarnar í lógaruppskotinum nerta ikki við ES-rættin.

Við gildi frá 1. mars 1993 hevur Finland samtykt eina lóg um rættarstøðu og rættindi sjúklinganna, (lóg nr. 785 frá 17. august 1992), sum í høvuðsheitum savnar tey omanfyri nevndu grundleggjandi almennu rættindini hjá sjúklinginum í sambandi við upplýsing og samtykki, tagnarskyldu, sjúklingavegleiðing v.m.

Í august 1997 hevur Noreg sent út eitt útkast til lógaruppskot um sjúklingarættindi, sum á sama hátt savnar tær omanfyri nevndu almennu reglurnar um rættarstøðu sjúklinganna, og sum eisini hevur ávísar reglur um rætt sjúklinganna til val av viðgerðarstaði v.m.

3. Avmarking lógarinnar og nýtsluøki

3.1 Avmarking
Lógin leiðrættar tær grundleggjandi reglurnar viðvíkjandi sjálvsavgerðarrættinum hjá sjúklinginum og tær reglurnar um upplýsing, skjalainnlit og heilsuupplýsingar, ið eru ein treyt fyri, at sjúklingurin kann røkja áhugamál síni í samskiftinum við heilsustarvsfólk. Móttakarabólkurin fyri hesi lógini er sostatt sjúklingurin og heilsustarvsfólkið.

Tí eru reglur viðvíkjandi t.d. kostnaðarloysi ella gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, reglur um at sjúklingurin innan eina ávísa tíðarfreist hevur krav uppá ein meting (diagnosu) av sjúku síni, og reglur um at sjúklingurin eftir hetta hevur krav uppá viðgerð innan eitt ávíst tíðarskeið, ikki tiknar við í lógaruppskotið. Móttakarabólkurin fyri reglur av tílíkum slagi er heilsumyndugleikarnir, og hesi viðurskifti eiga at leiðrættast í aðrari lóggávu.

Heldur ikki fevnir lógin um tey førini, har sjúklingurin er í eini serstakari støðu, har serlig rættarverja er neyðug, t.d. eftir lógini um nýtslu av tvingsli í sinnissjúku, lógini um líkskoðan, uppskurð og vevnaðarflutning v.m. og lógini um vísindaetiska nevndarskipan og lívfrøðismedisinskar granskingarætlanir, og tí verða hesar serligu lógir ikki fluttar til hetta uppskotið. Harafturat eiga tær serligu lógirnar um rætt sjúklinganna til endurgjald, t.v.s. sjúklingatryggingarlógin og lógin um heilivágsskaðaendurgjald heldur ikki at verða fluttar til sjúklingarættindalógaruppskotið, og hetta er annars í samsvari við ta avmarking, ið eisini er gjørd hesum viðvíkjandi í hinum norrønu londunum.

Sostatt er tað bert - sum nevnt - tær grundleggjandi og almennu meginreglurnar fyri rættarstøðuni hjá sjúklinginum "sum sjúklingur", ið eru við í lógini. Tó eru ikki, í mun til fyrra útkastið til lógaruppskotið, tiknar við reglur um rætt sjúklingsins at kæra, sum sostatt enn eru í Centralstyrelsesloven. Hetta kemst av, at enn verður tað roknað mest hóskandi, at kæruatgongd verður leiðrættað í einari serlóg.

3.2 Nýtsluøki lógarinnar
Sum ávíst í §§ 2 og 3 í lógaruppskotinum fevnir lógin um sjúklingar, sum í heilsuverkinum fáa kanning, viðgerð, røkt v.m. av løggildum heilsustarvsfólki ella persónum, ið virka undir teirra ábyrgd, um ikki annað serliga er ásett í aðrari lóggávu. Hetta verður grundgivið við, at bert løggild heilsustarvsfólk og persónar, sum arbeiða undir teirra ábyrgd, eru fevnd av eftirlitinum hjá Sundhedsstyrelsen sambært Centralstyrelsesloven.

Løggildugt heilsustarvsfólk er persónur, ið hevur fingið løggilding sambært galdandi løggildingarlógum, sum t.d. lækni, tannlækni, fysioterapeutur, ergoterapeutur, sjúkrasystir, kiropraktorur, optikari o.o. Lógin kann sostatt eisini nýtast til persónar, ið virka undir ábyrgd av hesum heilsustarvsfólkum. Hesin seinast nevndi bólkur fevnir serliga um almanna- og heilsuatstøðingar, røktarar og sjúkrahjálparar.

Uttan fyri nýtsluøki lógarinnar standa sostatt m.a. viðgerðir hjá alternativum viðgerðara, uttan so at hesin ábyrgdast undir einum løggildum heilsustarvsfólki. Hetta er ein fylgja av, at hesin ikki er fevndur av eftirliti frá Sundhedsstyrelsen, og sostatt ikki er fevndur av tí serligu reaktiónsskipan, sum sambært lóggávu er givin Sundhedsstyrelsen.

Lógin kann sostatt nýtast allastaðni innan tað almenna heilsuverkið umframt í praksis og á stovnum innan privata heilsuverkið, har løggildugt heilsustarvsfólk hevur tilknýtið. Hetta svarar til ta avmarking, sum í revsilógini er gjørd fyri teir persónar, ið verða revsaðir fyri brot á tagnarskyldu. Sambært § 152 ff. í revsilógini fevnir tagnarskyldan um persónar, sum virka í almennari tænastu ella sum virka í vinnu vegna almenna góðkenning og líknandi, t.d. løggild heilsustarvsfólk, og hjálparfólk hjá hesum.

Eisini fevnir lógin um tey føri, har løggildugt heilsustarvsfólk, sum t.d. ein lækni, røkir heilsuligar uppgávur uttan fyri tað vanliga primera og sekundera heilsuverkið, t.d. innan tað sosiala øki (røktarheim o.a.) á arbeiðsmarknaðarøkinum (heilsutænasta í fyritøku v.m.), í kriminalforsorgini v.m., uttan so at serlóggáva ella reglur, ásettar eftir hesari, áseta annað. Sjúkrasystrar, ið virka undir heimasjúkrasystraskipanini, og sum útinna viðgerð og røkt, eru somuleiðis fevndar av lógini.

At enda er lógin ikki bert galdandi fyri sjálvan sjúklingin, men sbr. § 5 eisini fyri varafólk hansara. Varafólkini kunnu sostatt, tá sjúklingurin sjálvur ikki kann røkja síni áhugamál, taka ímóti upplýsingum um sjúklingin, og fáa skjalainnlit hansara vegna. Einans á hendan hátt kunnu varafólk røkja rættindi sjúklingsins.

4. Serligt um tagnarskyldu og víðarilatan av heilsuupplýsingum

Reglurnar um tagnarskyldu v.m. standa í kapittul 5 í lógaruppskotinum og eru tilevnaðar við støði í Sundhedsministeriets betænkning "Lægers tavshedspligt og videregivelse af helbredsoplysninger", november 1995 (betænkning nr. 1305/1995), tó soleiðis, at reglurnar um víðarilatan av heilsuupplýsingum til nýtslu fyri viðgerð v.m., §§ 24 og 25, eru einfaldgjørdar í mun til uppskotið í álitinum.

Tað verður staðfest, at sjúklingar hava krav uppá, at heilsusstarvsfólk o.o. tiga við tí, sum tey undir útinnan av starvi teirra hava fingið kunnleika um ella varhuga av viðvíkjandi heilsuviðurskiftum v.m. Uppskotið fevnir um tey heilsustarvsfólk, ið starvast innan heilsuverkið við kanningum, viðgerð og røkt av sjúklingum, sb. § 2 í lógini.

Tað verður mett at vera óheppið, at reglurnar um víðarilatan av heilsuupplýsingum v.m. í dag eru at finna í fleiri reglugerðum, serliga í fyrisitingarlógini og skrásetingarlógini. Við atliti til møguleikan hjá sjúklingum og heilsustarvsfólkum at hava yvirlit yvir rættarstøðuna, verður skotið upp, at gjørdar verða einsháttaðar reglur fyri víðarilatan av heilsuupplýsingum innan heilsuverkið, soleiðis at leiðrættingin verður savnað í einari lóg og er óheft av, antin upplýsingarnar eru førdar manuelt ella elektroniskt.

Sambært § 27 í fyrisitingarlógini verður greinað millum tey ymisku sløgini av trúnaðarupplýsingum. Henda sundurgreining er trupul at umsita á heilsuøkinum, og verður tí skotið upp, at allar trúnaðarupplýsingar verða lagdar undir somu leiðrættan. Við hesum verður møguligt at áseta reglur, ið serliga eru tillagaðar heilsuverkinum.

Serliga kenst eitt krav um, at sjúklingurin skal veita formaliserað loyvi, hvørja ferð heilsuupplýsingar verða víðarilatnar í sambandi við eina áleikandi kanning, viðgerð og røkt í heilsuverkinum, at vera formalistiskt og hevur við sær eina sera ósmidliga virkisgongd í tí dagligu sjúklingaviðgerðini. Um so er, at sjúklingurin hevur givið formaliserað loyvi til tær gjørdu kanningarnar og viðgerðirnar á sjúkrahúsinum, eigur hetta at hava við sær, at tey viðgerandi starvsfólkini uttan at skula fáa loyvi av nýggjum, eisini hava rætt til at víðarilata upplýsingar, ið eru neyðugar til viðgerðina, eisini sjálvt um hetta fevnir um upplýsingar frá t.d. einum øðrum mikið sergreinaðum sjúkrahúsi, har tað í dag eftir teimum vanligu reglunum í fyrisitingarlógini hevði verið neyðugt at givið skrivligt loyvi.

Tí verður skotið upp, sbr. § 24, stk. 2, nr. 1, at heilsuupplýsingar kunnu fáast og latast øðrum heilsustarvsfólkum uttan loyvi frá sjúklinginum, tá upplýsingarnar eru neyðugar við atliti til eina áleikandi kanning, viðgerð o.l. av sjúklinginum, og um so er, at víðarilatanin fer fram við atliti til áhuga og tørv sjúklingsins á tí áleikandi viðgerðini. Við hesum nýggju og meira einføldu reglunum fyri víðarilatan av heilsuupplýsingum, tá tað snýr seg um eina áleikandi viðgerðargongd, kemur tað serliga at vera ein avtøka av kravinum um loyvi fyri sjúklingar, ið verða innlagdir á sjúkrahús av egnum lækna, og fyri sjúklingar, ið verða innlagdir á eitt annað sjúkrahús.

Sum grundleggjandi meginregla verður skotið upp, sbr. § 24, stk. 1, at eitt heilsustarvsfólk - antin hesin so er alment settur ella privat starvandi - bert kann víðarilata upplýsingar til onnur, íroknað onnur heilsustarvsfólk, myndugleikar v.m. við loyvi frá sjúklinginum. Tað fevnir t.d. um tey føri, har tað ikki snýr seg um eina áleikandi viðgerðargongd. T.d. heilsuupplýsingar, ið eru ynsktar fyri at fáa innlit í, hvussu viðgerðin gekk hjá einum sjúklingi, sum áður var til viðgerðar á avvarðandi stað, ella tá sjúkrahúsið sendir útskrivingarskriv til egnan lækna, uttan so at sjúklingurin skal halda fram við viðgerðini hjá egnum lækna - sum eitt lið í áleikandi viðgerðargongdini.

Loyvi kann í hesum førunum vera munnligt ella skrivligt, eins og loyvi antin kann gevast til tað heilsustarvsfólk, ið biður um heilsuupplýsingarnar, ella til tað heilsustarvsfólk, ið skal lata upplýsingarnar víðari.

Tá upplýsingar verða víðarilatnar, og tað ikki er í sambandi við kanning, viðgerð v.m. av sjúklingum, t.d. til rættar- og skattamyndugleikar, verður í lógaruppskotinum, sbr. §§ 26 og 27, hildið fast við krav um skrivligt loyvi, eins og loyvi bert kann gevast til tað heilsustarvsfólk, ið skal lata upplýsingarnar víðari. Harafturat verður kravt, at loyvi til víðarilatan verður ført inn í sjúklingajournalina.

Verður hugt sum heild at nýggju reglunum í kap. 5 í lógaruppskotinum um tagnarskyldu og víðarilatan av heilsuupplýsingum, eru tær soleiðis háttaðar, at tær upplýsingar, ið sjúklingurin heldur tað vera heilt náttúrligt, at heilsustarvsfólk skulu útvega sær um eina áleikandi viðgerðargongd, ikki krevja loyvi. Ivast heilsustarvsfólkini í ynski sjúklingsins, ella er talan ikki um eina áleikandi viðgerðargongd, skal heilsustarvsfólkið tó útvega sær munnligt loyvi frá sjúklinginum. Viðvíkjandi heilsuupplýsingum, ið skulu nýtast til annað endamál enn viðgerð v.m., skal meginreglan vera, at útvegast skal eitt greitt og skrivligt loyvi, tí sjúklingurin í hesum førum kann hava eitt náttúrligt ynski um, at heilsuupplýsingar hansara ikki verða nýttar til endamál, sum tær ikki eru útvegaðar til.

Tá tað snýr seg um heilsuupplýsingar til gransking, ætlanir og hagtøl, verður nýtslan av hesum vard við givnum loyvum, og síðani gjørd navnleys eftir nýtsluna.

5. Fyrisitingarligar og fíggjarligar fylgjur v.m.

Ásetingarnar um sjálvsavgerðarrætt (kapittul 2 og 3) eru í høvuðsheitum ein savnan og neyvlýsing av galdandi ásetingum og siðvenju. Tí verða ásetingarnar ikki mettar at hava fyrisitingarligar ella fíggjarligar fylgjur.

Reglan um, at eitt heilsustarvsfólk við fakligum innliti í avvarðandi øki skal taka undir við viðgerðini av einum persóni, ið ikki sjálvur er førur fyri at geva fráboðað loyvi, og sum ikki hevur næstrafólk, er harafturímóti nýggj, sæð í mun til galdandi siðvenju og rættarstøðu. Tá hetta snýr seg um sera fáar tilburðir, og tá tað harafturat er skoytt upp í eitt undantak, um ikki at taka eitt annað heilsustarvsfólk uppí, tá tað viðvíkur vanligum smærri, ofta smávegis viðgerðum, verður mett, at henda skipan bert gevur heilsuverkinum sera fáar ella ongar meirútreiðslur. Skipanin verður heldur ikki mett at gerast serliga arbeiðskrevjandi fyri heilsuverkið.

Skjalainnlitsreglurnar (kap. 4) eru eitt óbroytt framhald av galdandi lóg, og tí hevur lógaruppskotið ongar nýggjar fylgjur á hesum økinum.

Reglurnar um tagnarskyldu og víðarilatan av heilsuupplýsingum (kap. 5) verða ikki mettar at hava við sær búskaparligar ella fyrisitingarligar fylgjur.

6. Broytingar í mun til donsku lógina

Kongliga fyriskipanin verður í Føroyum nærum einsljóðandi og hin danska lógin. Frávikini eru, at ístaðin fyri at vísa til donsku Værgemålsloven, sum ikki er galdandi í Føroyum, verður víst til lógina um Umyndighed og Værgemaal. Nakrar broytingar av ásetingunum í øðrum donskum lógum eru ikki neyðugar, tí hesar ikki eru galdandi í Føroyum. Gildiskoman er sett til, at lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Sambært § 37 fevnir rætturin til skjalainnlit um sjúkrajournalir, sum eru førdar eftir 1. januar 1994. Hetta er øðrvísi enn danska útgávan, sum er galdandi fyri journalir førdar eftir 1. januar 1987. Munurin kemst av, at meðan danir longu innførdu henda rættin við offentlighedsloven í 1987, hava vit ikki framt hesa lóggávu fyrr enn við lógini um alment innlit í 1994. Kongliga fyriskipanin fær tí ikki gildi fyri sjúkrajournalir, sum eru førdar innan 1. januar 1994. Journalir førdar við EDV innan 1. januar 1994 eru tó fevndar av hesi.

Skjalayvirlit:
Skjal 1: Anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om patienters retsstilling.

1. viðgerð 18. januar 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 8. februar 2000 legði fram soljóðandi

 

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. desember 1999, og eftir 1. viðgerð 4. desember 1999 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25. januar og 8. februar 2000 og hevur orsakað av vantandi málsviðgerð í landsstýrinum havt fyri neyðini at senda málið til ummælis hjá Siðsemisnevndini, Landslæknanum, Landsapotekaranum,Læknaráðnum á landssjúkrahúsinum, Kommunulæknafelagnum, Sjúkrahúsráðunum á teimum trimum sjúkrahúsunum og Sjúklingafelagnum.

Skrivligt ummæli er komið frá
Læknastjóranum,
Landsapotekaranum,
Kommunulæknafelagnum,
Sjúkrahúsráðnum f. LS,
Sjúkrahúsráðnum f. KS,
Sjúkrahúsráðnum f. SS,

Landsapotekarin hevur undir viðgerðini víst á, at málsøkið apoteksverk og heilivágur er yvirtikið sum málsøki, og at tað tí ikki í ríkislóggávu fer at bera til at gera lógarreglur hesum viðvíkjandi. Hann mælir tí til, at apoteksverkið verður undantikið lógini, og mælir til, at reglur um evnið verða ásettar við løgtingslóg.

Í uppskotinum til kgl. fyriskipan verður í § 6, stk. 5, § 7, stk. 6, § 18, stk.. 2, § 19, stk. 3, § 22, stk. 1, § 24, stk. 6, § 25, stk. 2, § 27, stk. 3, § 31, stk. 3, og § 32, stk. 1, givnar heimildir til heilsumálaráðharran at áseta nærri reglur. Nevndin heldur, at tað er umráðandi, at lógásett verður, at slíkar reglur verða gjørdar eftir nærri samráðing við landsstýrið.

Í Føroyum er bara ein embætislæknastovnur, landslæknin, og verður mælt til broyting hesum viðvíkjandi í tekstinum.

Í kgl. fyriskipanini verður í ávísum førum víst til aðrar lógir. Her mælir nevndin til ávísar tekniskar tilrættingar.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í skjali 1, gongur út sum yvirskrift aftaná inngangsorðini: "Lov om patienters retsstilling"
  2. Í skjali 1, § 2, 1. stk., verður ímillum orðini "sundhedsvæsenet eller" sett: "(apoteksvæsenet undtaget)".
  3. Í skjali 1, § 6, stk. 5, § 7, stk. 6, § 18, stk. 2, § 19, stk. 3, § 22, stk. 1, § 24, stk. 6, § 25, stk. 2, § 27, stk. 3, § 31, stk. 3, og § 32, stk. 1, verður skotið inn eftir orðini "Sundhedsministeren fastsætter": ", efter forhandling med landsstyret, ".
  4. Í skjali 1, § 9, stk. 1, og § 17, stk. 1, ganga út orðini "jf. § 2 i lov nr. 277 af 30. juni 1922 om Umyndighed og Værgemaal med senere ændringer,"
  5. Í skjali 1, § 9, stk. 4, og § 12, nr. 3) verður "vedkommende embedslægeinstitution" broytt til "landslægen"
  6. Í skjali 1, verður § 15, stk. 3, orðað soleiðis: "Såfremt det strider mod en sundhedspersons etiske opfattelse at udføre en behandling uden anvendelse af blod eller blodprodukter, er vedkommende ikke forpligtet hertil, og patienten skal henvises til en anden sundhedsperson, medmindre der foreligger et tilfælde af påtrængende nødvendig lægehjælp, jf. § 7, stk. 1, i lov om udøvelse af lægegerning."
  7. Í skjali 1, verður § 34 orðað soleiðis: "Den, der uberettiget videregiver eller udnytter fortrolige oplysninger efter kapitel 5, straffes efter straffelovens §§ 152-152 f."

2. viðgerð 10. februar 2000. Uppskot um at beina málið aftur í nevnd samtykt 24-1-4. Uppskotið beint aftur í trivnaðarnevndina, sum tann 26. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t II

Við 2. viðgerð av málinum 10. februar 2000 beindi Løgtingið málið aftur í trivnaðarnevndina, tí tað restaði í at taka støðu til ávísar upplýsingar í málinum. Nevndin heitti á landsstýrismannin um frá nýsettu siðsemisnevndini at útvega ummæli av uppskotinum, sum tók støði í tí kjaki, sum var við 2. viðgerð av málinum í Løgtinginum. Nývalda siðsemisnevndin hevur serliga umrøtt § 29 og § 30 í uppskotinum og mælir til at samtykkja uppskotið óbroytt.

Nevndin hevur frá Sjúklingafelagnum fingið ummæli av uppskotinum, har mælt verður til at samtykkja uppskotið.

Nevndin tekur undir við uppskotinum og mælir til at samtykkja tey broytingaruppskot, sum sett vórðu fram í áliti I, tó so, at broytingaruppskot nr. 2) gongur út, tí fram er komið, at starvsfólk á apotekinum ikki verða roknað sum heilsustarvsfólk í lógarinnar týdningi.

Broytingaruppskotið í áliti I verður tí tikið aftur og endurtikið sum soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í skjali 1, gongur út sum yvirskrift aftaná inngangsorðini: "Lov om patienters retsstilling"
  2. Í skjali 1, § 6, stk. 5, § 7, stk. 6, § 18, stk. 2, § 19, stk. 3, § 22, stk. 1, § 24, stk. 6, § 25, stk. 2, § 27, stk. 3, § 31, stk. 3, og § 32, stk. 1, verður skotið inn eftir orðini "Sundhedsministeren fastsætter": ", efter forhandling med landsstyret, ".
  3. Í skjali 1, § 9, stk. 1, og § 17, stk. 1, ganga út orðini "jf. § 2 i lov nr. 277 af 30. juni 1922 om Umyndighed og Værgemaal med senere ændringer,"
  4. Í skjali 1, § 9, stk. 4, og § 12, nr. 3) verður "vedkommende embedslægeinstitution" broytt til "landslægen"
  5. Í skjali 1, verður § 15, stk. 3, orðað soleiðis: "Såfremt det strider mod en sundhedspersons etiske opfattelse at udføre en behandling uden anvendelse af blod eller blodprodukter, er vedkommende ikke forpligtet hertil, og patienten skal henvises til en anden sundhedsperson, medmindre der foreligger et tilfælde af påtrængende nødvendig lægehjælp, jf. § 7, stk. 1, i lov om udøvelse af lægegerning."
  6. Í skjali 1, verður § 34 orðað soleiðis: "Den, der uberettiget videregiver eller udnytter fortrolige oplysninger efter kapitel 5, straffes efter straffelovens §§ 152-152 f."

Nýggj 2. viðgerð 28. apríl 2000.   Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini samtykt 27-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-1. Málið avgreitt.