Skipa- og vørugjøld

 

22  Uppskot til  løgtingslóg um skipa- og vørugjøld

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 1999, 3. desember, legði Finnbogi Arge , landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um skipa- og vørugjøld

 

§ 1. Endamálið við lógini er at samskipa skipa- og vørugjøld fyri kommunalar havnir og bryggjur.

§ 2. Skipagjøld verða latin fyri nýtslu av havnum og bryggjum og fyri legu. Vørugjøld verða latin fyri vørur, sum fara um bryggjukant.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri flokking av hesum vørum og tænastum og stødd á gjøldunum eftir ummæli frá Starvsnevnd føroysku havna.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Almennar viðmerkingar

Starvsnevnd føroysku havna er eitt skipað samstarv millum kommunur í Føroyum um havnaviðurskifti - herímillum samskipan og ásetan av skipa- og vørugjøldum. Mannagongdin hevur verið soleiðis, at ynski um broytingar av gjøldunum eru komin frá kommununum, og orða Starvsnevndin og Landsverkfrøðingsstovnurin, sum hevur umboðað landsstýrismannin, síðani uppskot til nýggja kunngerð um skipa- og vørugjøld fyri havnir og bryggjur í Føroyum.

Kunngerðin verður dagførd við jøvnum millumbilum, tá tørvur er á broytingum, og er ætlanin at lýsa nýggja kunngerð um skipa- og vørugjøld sum skjótast.

Galdandi kunngerð er lýst við heimild í "Lov nr. 7. af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelse af Havne m.m. som ændret ved Lov nr. 127 af 15. april 1930". Mett verður ikki, at lógin, sum skjótt hevur 125 ár á baki, er tíðarhóskandi, og fyri at fáa greiðari lógarheimild verður henda lóg tí orðað.

Lógin hevur ongan fyrisitingarligan meirkostnað við sær.

Eingi skjøl hjáløgd.

Serligar viðmerkingar

Til § 1. Kommunurnar hava sum eigarar av havnum og bryggjum heimild til sjálvar at áseta gjøldini, men ynskja at samskipa gjøldini hjá kommununum við at áseta tey í kunngerð. Hetta hevur verið mannagongdin í umleið 40 ár.

Til § 2. Skipagjøld verða flokkað í havna-, brúgva- og legugjøld. Havna- og brúgvagjald verður ásett eftir nettotonsatali og dagatali í havn ella við bryggju. Tilskilað verður, hvørji skip partvís ella heilt eru undantikin havnagjaldi. Legugjald verður goldið, um skipið ella havnin eigur festið, og eftir skipastødd. Serstøk gjaldskrá er fyri bátar.

Vørugjald verður ásett eftir almennum reglum og eini gjaldskrá. Almennu reglurnar tilskila meginreglurnar fyri, hvussu gjøldini verða bólkað og ásett. Gjaldskráin ásetir takstirnar fyri allar vørur.

Skipa- og vørugjald fyri Strandfaraskip Landsins verða ásett í serligari gjaldskrá.

1. viðgerð 9. december 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. februar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. desember 1999, og eftir 1. viðgerð tann 9. desember 1999 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 1., 2., 10., 17., 24. og 29. februar 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Skipafelagið, Faromar, Starvsnevnd Føroysku Havna, havnadeildina hjá landsverkfrøðingsstovninum, Miðvágs-/Sandavágs Havn, Tórshavnar Býráð og -Havn, Fuglafjarðar kommunu og landsstýrismannin í vinnumálum.

Nevndin hevur fingið skriv frá Starvsnevnd Føroysku Havna, frá umboðum fyri útlendsk skip og frá Kappingarráðnum við viðmerkingum til lógaruppskotið.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin heldur, at tað er rættast, at tað eru kommunurnar sjálvar, sum áseta gjøldini, og vísir í hesum sambandi á, at broytingarnar, sum eru farnar fram á samferðsluøkinum hava havt við sær, at stórur partur av bæði út- og innflutninginum fer um nakrar fáar havnir, og merkir hetta, at tað verða havnir, sum als eingi vørugjøld fáa, og sum nú er, heldur ikki hava møguleika at luttaka í eini kapping. Sambært viðmerkingunum frá Kappingarráðnum er príssamskipan eisini eitt av teimum tiltøkum, sum verður mett at hava ta mest skaðiligu ávirkanina á kappingina í framleiðslu og handli av vørum og tænastum. Endamálið hjá landsstýrismanninum við at leggja hetta lógaruppskotið fram var sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið eisini bara at fáa eina greiðari lógarheimild.

Minnilutin í nevndini (Jákup Sverri Kass) tekur undir við uppskotinum og førir fram, at tað er umráðandi, at skipaði viðurskifti eru á økinum soleiðis, at eingin partur av landinum dettur niðurímillum.

Eru ikki skipaði viðurskifti, er vandi fyri, at eisini tann parturin av virksemi í landi okkara, sum er reguleraður av hesi kunngerð, verður miðsavnaður, har sum fólkaligi tættleikin er størstur.

Ein miðsavnan av virkseminum fer at burtursteingja ein stóran part av fólki okkara frá tí menning, sum kann gerast á sjósíðuni. Hetta fer í stóran mun at skaða útjaðaran. Sami minniluti mælir tí til at samtykkja uppskot landsstýrisins uttan broyting.

2. viðgerð 3. mars 2000. §§ 1, 2 og 3 fullu 3-2-23. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.

J.nr. 691-17/99