Uppihald á stovni

 

25  Uppskot til  løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, 3. desember, legði Helena Dam á Neystabø , landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi


Uppskot

til

løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

§ 1. Henda løgtingslóg um uppihald á stovni o.l. er givin út sambært § 2, stk. 1, í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 2. Fær ein pensjónistur uppihald á einum stovni fyri persónar við víttfevnandi likamligum ella sálarligum breki, sum er góðkendur eftir lóggávuni um almenna forsorg, ella á samsvarandi almennum ella privatum stovni, verður pensjónin útgoldin pensjónistinum í 6 mánaðir umframt innleggingarmánaðin, sbr. tó § 35 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a..
Stk 2. Írestaðu uppihaldstíðina fellur pensjónin burtur.
Stk. 3. Fær pensjónistur av nýggjum uppihald á nevndu stovnum, verður pensjónin einans útgoldin inntil uppihaldstíðin tilsamans, umframt innleggingartíðin, er 6 mánaðir, roknað frá 1½ ári áðrenn uppihaldstíðina.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu verður við pensjónini, tá ein pensjónistur av einum av teimum undir stk. 1 nevndu stovnum verður settur í røkt í privatum heimum undir umsjón av einum stovni, og tá pensjónistur fær uppihald á stovnum o.l., sum ikki eru nevndir í hesi lóg.

§ 3. Um ein pensjónistur má metast sum røktarsjúklingur ella annars verður mettur at vera óegnaður til varandi útskriving frá einum vanligum sjúkrahúsi, sálarsjúkrahúsi ella deild, kann Almannastovan taka avgerð um, at pensjónin lækkar aftaná 6 mánaða innleggingartíð.
Stk. 2. Ein upphædd verður varðveitt til rindan av útreiðslum til persónliga tørv pensjónistsins.
Stk. 3. Sjúkrahús, sálarsjúkrahús ella deild skal boða Almannastovuni frá, um pensjónisturin er innlagdur meir enn 6 mánaðir.
Stk. 4. Í hvørjum einstøkum føri, tá Almannastovan skal taka avgerð um, um pensjónsupphæddin skal lækka, skal tað metast um, hvussu leingi innleggingin væntast at verða og framtíðarútlitini hjá viðkomandi
Stk. 5. Pensjónin fellur í fyrsta lagi burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, pensjónisturin hevur verið innlagdur í 6 mánaðar.

§ 4. Hjá pensjónistum, sum fáa varandi uppihald á góðkendum røktar- ella ellisheimum ella øðrum varandi staði, sum kann sammetast við eitt røktar- ella ellisheim, lækkar pensjónin við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, pensjónisturin fær uppihald á viðkomandi heimi.
Stk. 2. Ein upphædd verður varðveitt til rindan av útreiðslum til persónliga tørv pensjónistsins.
Stk. 3. Hjá pensjónistum undir 60 ár verður upphæddin til persónligan tørv hækkað við 20 %.
Stk. 4. Er persónur, sum fær varandi uppihald smb. stk. 1, giftur við einum pensjónisti, fær hin hjúnafelagin pensjón sum stakur pensjonistur frá sama mánaði, pensjónin hjá hjúnafelagnum lækkar.
Stk. 5. Almannastovan skal fáa fráboðan um uppihaldið frá heiminum.

§ 5. Pensjónistar smb. § 4, sum hava inntøku umframt pensjónina, skulu rinda eitt gjald fyri uppihaldið. Gjaldið verður ásett til 10 % av allari skattskyldugari inntøku.
Stk. 2. Inntøkugrundarlagið verður uppgjørt, sum ásett er í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Stk. 3. Í uppgerðini av inntøkuni verður sæð burtur frá inntøku, stavandi frá persónligum arbeiði undir uppihaldinum á heiminum, um henda inntøka er minni enn tvær ferðir upphæddina, smb. § 4, stk 2.
Stk. 4. Gjøld fyri uppihald fáa gildi við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná upptøkumánaðin.
Stk. 5. Er gjaldið minni enn kr. 100 um mánaðin, verður einki gjald ásett.
Stk. 6. Almannastovan ásetir gjaldið eftir hesi grein.

§ 6. Hevur ein persónur, sum skal gjalda fyri uppihaldið, uppihaldsskyldu mótvegis einum hjúnafelaga, sum ikki hevur uppihald á røktarheimi, ellisheimi ella líknandi, skulu gjaldsreglurnar ikki nýtast, fyrr enn tryggjað er hjúnafelagnum eina uppihaldsupphædd, sum hevur við sær, at livikor familjunnar higartil ikki versna.
Stk. 2. Hjúnafelagin, sum ikki hevur uppihald á røktarheimi, ellisheimi ella líknandi, skal saman við egnari inntøku hava eina upphædd eftir til taks, ið svarar til rímiligar fastar útreiðslur, umframt somu upphædd til uppihald, sum ásett er sambært lógini um almenna forsorg.
Stk. 3. Er inntøkan hjá hjúnafelaganum, sum ikki hevur uppihald á røktarheimi, ellisheimi ella líknandi, hægri enn roknaði fíggjarligi tørvurin eftir stk. 2, verður eingin upphædd ásett.

§ 7. Hevur pensjónistur, hvørs pensjón lækkar sambært hesi lóg, uppihalds- ella gjaldskyldu mótvegis børnum undir 18 ár, verður barnaviðbót útgoldin undir somu treytum, sum ásett er sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a..

§ 8. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um og áseta nærri reglur um, at royndarskipanir kunnu setast í verk, sum víkja frá ásetingunum sambært hesi lóg.

§ 9. Fær pensjónistur fyribils uppihald á einum røktar- ella ellisheimi ella øðrum varandi staði, sum kann sammetast við eitt røktar- ella ellisheim, sum umlætting, skal pensjónisturin rinda eitt gjald fyri uppihaldi um samdøgrið frá fyrsta degi.
Stk. 2. Pensjónisturin kann verða til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum álmanakkaári.
Stk. 3. Røktar- ella ellisheimið skal boða Almannastovuni frá, tá ein pensjónistur fer til umlætting.

§ 10. Upphæddirnar sambært hesi lóg og javning av hesum verða ásettar í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

§ 11. Avgerðir hjá Almannastovuni sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í Almannamálum.
Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2000. 

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

1. INNGANGUR

Ein nýggj lóg er samtykt á tingi um almannapensjónir, og kemur henda lóg í gildi 1. januar 2000. Henda lóg um almannapensjónir samanskrivar fólka- og avlamispensjónslógina og ásetingarnar í forsorgarlógini um einkjupensjón.

Almannapensjónslógin ásetir treytirnar fyri at fáa pensjón. Upphæddirnar, frádráttirnir og javning av hesum, eru ásettar í serligari løgtingslóg, løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

Hvat hendir við pensjónini, tá pensjónistar fara á stovn, er eisini tikið út úr almannapensjónslógini. Hetta var gjørt, orsakað av at landsstýrismaðurin ætlar at kanna, um ein heilt nýggj skipan ístaðin skuldi setast í verk viðvíkjandi gjaldi á stovni, har pensjonistarnir skuldu varðveita pensjónina, men ístaðin rinda fyri uppihaldið. Henda skipan er galdandi í londum kring okkum, t.d. í Danmark. Arbeiðið við at kanna hesa skipan vísti seg at taka longri tíð enn ætlað. Røktar- og ellisheim og stovnarnir skulu eisini broyta mynstrið í rakstrarfíggingini og skulu eisini hava møguleika til at seta seg inn í skipanina, tá hon verður sett í verk.

Almanna- og Heilsumálastýrið arbeiðir víðari við ætlanini um, at øll fólk skulu varðveita pensjónina. Ætlanin er at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið til støðutakan, so skipanin kann koma at virka frá ár 2001.

Hetta lógaruppskot er tí bert ein endurtøka av tí, sum stendur í gomlu lógunum, fólkapensjónslógini og avlamispensjónslógini. Tó eru nakrar smávegis broytingar gjørdar, sum gera skipanina lættari at umsita.

Sambært hesum uppskoti er gjaldið, sum ásett verður av aðrari inntøku, sett til 10%. Í dag er gjaldið 60%, men áðrenn tey 60% verða tikin av inntøkuni, verður ein útroknaður skattur tikin av inntøkuni, hareftir 60% og síðan verður burturdotna pensjónin drigin frá.

Viðvíkjandi umlætting er tað soleiðis í dag, at fær ein pensjónistur umlætting á einum røktarheimi, rindar viðkomandi einki teir fyrstu 42 dagarnar. Hareftir verður eitt gjald ásett. Teir pensjonistar, sum fara til umlætting í einum sambýli, rinda í dag 90 krónir pr. dag fyri at vera til umlætting. Fyri at gera skipanirnar eins á røktar- ella ellisheimum og sambýlum verða tí broytingar gjørdar í hesum uppskoti. Teir pensjónistar, sum fara til umlætting bæði á røktar- ella ellisheimum og sambýlum, varðveita pensjónina. Tí verður mett, at tey eisini eiga at rinda fyri uppihaldið.

Í dag er tað eisini soleiðis, at tá pensjónistar fáa uppihald á sálarsjúkrahúsum ella deildum, rindar sjúkrahúsið eina upphædd til pensjonistin til persónligan tørv. Mett verður ikki, at hetta er rætt. Sambært hesum uppskoti kann Almannastovan taka avgerð um, at pensjónin aftaná 6 mánaða innleggingartíð einans verður útgoldin við eini upphædd svarandi til persónligan tørv. Almannastovan ber hesar útreiðslur sambært pensjónslógini.

2. FÍGGJARLIGAR AVLEIÐINGAR

Tað eru umleið 250 persónar, sum í dag bert fáa eina upphædd útgoldna til persónligan tørv, t.v.s. pensjónin lækkar til umleið kr. 655,- um mánaðin. Hesir persónar hava eina inntøku tilsamans, umframt pensjónina, uppá umleið 9,3 mió. Av hesi inntøku verða umleið kr. 864.000 goldnar røktarheimum. Við at broyta útrokningina soleiðis, at 10% verða tikin av aðrari inntøku, verður inntøkan umleið kr. 930.000 ístaðin.

Í dag eru umleið 2 umlættingarpláss á hvørjum røktarheimi. Sambært hesum uppskoti skulu allir pensjónistar rinda eitt fast gjald, sum er kr. 90 frá fyrsta degi. Hetta vil geva eina meir inntøku fyri hvørt røktarheim upp á umleið kr. 65.700 pr. ár.

Sambært upplýsingum frá Landssjúkrahúsinum eru tað í dag 31 fólk, sum fáa lummapengar frá sjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið rindar umleið kr. 20.000 í lummapeningi um mánaðin til hesi fólk. Sambært uppskotinum skulu øll, har pensjónin lækkar, fáa til persónligan tørv frá Almannastovuni, ella rættari sagt, hetta skal verða ein partur av pensjónslógini. Henda broyting vil verða ein sparing fyri Landssjúkrahúsið, men ein tilsvarandi øking á lógarbundnu útreiðslunum.

3. UMSITINGARLIGAR AVLEIÐINGAR

Umsitingarliga lættur um hjá Almannastovuni viðvíkjandi gjaldinum, sum rindað verður av aðrari inntøku. Tó verður tað soleiðis, at tá øll skulu rinda fyri umlætting frá fyrsta degi, førir hetta til meira umsiting fyri røktarheimini. Mett verður, at rættast er, at røktarheimini umsita gjaldið fyri umlætting. Sum er, umsita sambýlini gjaldið fyri umlætting fyri tey, sum fara til umlætting í sambýlum.


4. UMMÆLIR

Uppskotið er ikki sent til hoyringar hjá øðrum enn Almannastovuni, men Almanna- og Heilsumálastýrið hevur kunnað Landssjúkrahúsið og nakrar av røktarheimsleiðarunum um tær møguligu broytingarnar, sum eru sambært hesum uppskoti. Allir partar eru samdir um, at tær broytingar sum fyriliggja sambært hesum uppskoti, í mun til tað, sum er galdandi, bert er til tað betra. Tær flestu av viðmerkingunum hjá Almannastovuni eru settar inn í lógaruppskotið.


II. VIÐMERKINGAR TIL EINSTØKU GREINIRNAR

Ad § 1. Lóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne"- rammulógin- heimilar heimastýrinum at gera løgtingslógir innan tað sosiala økið.

Ad §2. Í greinini verður ásett, hvussu og nær pensjónin eftir ávísum reglum fellur burtur fyri persónar, ið fáa uppihald á serforsorgarstovnum o.ø. Álagt verður landsstýrismanninum, at gera reglur fyri, hvussu fyrihaldast skal við pensjónini, tá ein pensjónistur av stovnum, sbrt. forsorgarlógini, er settur í røkt í privatum heimum.

Hjá hesum pensjónistum fellur pensjónin burtur, men fáa hesi sambært forsorgarlógini ístaðin eina upphædd til persónligan tørv. Nærri reglur eru ásettar í kunngerð um upphæddir til persónligan tørv og gjald fyri vaksin, sum búgva á stovnum.

Sambært stk. 3 er her talan um pensjónistar sum áður hava uppihildið sær á nevndu stovnum. Um so er, skal hædd verða tikin fyri, tá uppihaldstíðarskeiðið verður roknað út, um viðkomandi innan fyri eitt tíðarskeið, tó í mesta lagi 1½ ár aftur, fyrr hevur uppihildið sær á nevndu stovnum.

Ad § 3. Tað kemur fyri, at røktarkrevjandi pensjónistar liggja í langa tíð á sjúkrahúsi, aftaná at tey, læknaliga sæð, eru liðugtviðgjørd. Orsøkin er ofta tann, at tað ikki er forsvarligt at útskriva tey til heimið, tí stuðulin uttanfyri, heimarøktin og avvarðandi, ikki nøkta røktartørvin, og pláss ikki er fyri teimum á røktar- ella ellisheimum og sambýlum. Í slíkum førum kann Almannastovan taka avgerð um, at pensjónin aftaná 6 mánaða innleggingartíð einans verður útgoldin við eini upphædd, sum svarar til persónligan tørv. Tað sama ger seg galdandi fyri pensjónistar, sum eru innlagdir á einum sálarsjúkrahúsi ella deild.

Sjúkrahúsið ella sálarsjúkradeildin hevur skyldu til at boða Almannastovuni frá, áðrenn teir 6 mánaðirnir eru farnir, um pensjónistur fer at uppihalda sær á nevndu støðum meir enn 6 mánaðir.

Tá Almannastovan skal taka avgerð, um pensjónin skal lækka, skal hædd verða tikin fyri, um uppihaldið verður varandi, og um ikki, hvussu leingi uppihaldið væntast at fara at verða og møguligar útreiðslur av egnum bústaði.

Ad § 4. Í greinini verður ásett, hvussu verður við pensjónini, tá ein pensjónistur fær uppihald á røktarheimi, ellisheimi ella líknandi. Pensjónin lækkar, men pensjónisturin varðveitur tó eina upphædd til persónligan tørv; lummapengar. Upphæddin er ásett í serligari lóg.

Er pensjónistur, sum fær varandi uppihald, giftur við pensjónisti, fær tann hjúnafelagin, sum ikki fær varandi uppihald, pensjón sum stakur. Treytin er tó, at uppihaldið er varandi. Tann heimabúgvandi hjúnafelagin skal sjálvur bera allar tær føstu útreiðslurnar, so sum húsaútreiðslur o.a., eftir at hjúnafelagin hevur fingið uppihald á tí nýggja heiminum. Tí verður mett rættast, at tann heimabúgvandi hjúnafelagin fær pensjón sum stakur.

Ad § 5. Gjaldsupphæddin, sum verður tikin av aðrari inntøku, verður ásett til hægst 10%. Víst verður til løgtingslógina um almannapensjónir o.a., tá inntøkugrundarlagið verður gjørt upp. Er gjaldið, sum verður ásett, minni enn kr. 100 um mánaðin, verður einki gjald ásett.

Ad §§ 6 og 7. Í greinini verður ásett, at reglurnar um útrokning av gjaldi ikki skulu brúkast, fyrr enn tryggjað er einum heimabúgvandi hjúnafelaga, at viðkomandi kann varðveita tey livikor, ið familjan hevði, áðrenn hjúnafelagin fekk uppihald á røktar- ella ellisheimi.

Barnaviðbót verður útgoldin, um pensjónisturin, sum kemur á røktar- ella ellisheim og stovn, hevur børn undir 18 ár.

Ad § 8. Heimild verður givin til, at landsstýrismaðurin kann víkja frá ásetingunum í hesi lóg, um ein royndarskipan verður sett í verk. Ásetast kann, hvussu leingi royndarskipanir kunnu halda fram, hvussu gjaldið skal verða o.a.

Ad § 9. Viðvíkjandi umlætting, so skal pensjónisturin rinda eitt gjald frá fyrsta degi fyri at vera til umlætting, og umlættingartíðarskeiðið er sett til í mesta lagi 90 dagar í einum álmanakkaári. Røktarheimið umsitur hetta gjaldið, og upphæddin er ásett í serligari løgtingslóg.

Ad § 10. Upphæddir sambært hesi lóg eru upphæddir til persónligan tørv og gjald fyri umlætting. Upphæddirnar og javning av somu eru ásettar í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

Ad § 11. Avgerðir, sum Almannastovan tekur sambært hesi lóg, kunnu, eins og aðrar avgerðir Almannastovan tekur sambært øðrum lógum, kærast til kærunevndina í Almannamálum.

Ad § 12. Lógin kemur í gildi 1. januar 2000 eins og løgtingslógin um almannapensjónir og løgtingslógin um áseting og javning av almannaveitingum.

1. viðgerð 8. december 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 20. december 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. desember 1999, og eftir 1. viðgerð 4. desember 1999 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 17. og 20. desember 1999, og hevur nevndin havt fund við

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið upplýsandi skrivligt tilfar frá Almanna- og heilsumálastýrinum.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) tekur undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Meðan landsstýrið fyrireikar nýggja lóggávu, sum ásetir, at allir pensjónistar, sum fara á stovn, skulu varðveita pensjón sína og síðani sjálvir gjalda fyri uppihald á stovni, er hetta eitt uppskot, sum gevur landsstýrinum framhaldandi møguleika at virka eftir einum ávísum parti av gomlu avlamis-, og fólkapensjónslógunum, sum annars fara úr gildi 1/1-2000.

Meirilutin stuðlar landsstýrismanninum í at gera lóggávu, sum ásetir, at pensjónistarnir í framtíðini framhaldandi hava ræðisrætt á pensjón teirra, eisini tá viðkomandi pensjónistur er á stovni. Hinvegin verður álagt pensjónistinum eitt brúkaragjald fyri at vera á stovninum.

Meirilutin tekur tó ikki undir við, at pensjónistar, sum eru til umlætting á sambýli, skulu gjalda dagsgjald frá fyrsta degi, tey eru á sambýli, og mælir tí til at broyta § 9 í lógini og javntseta gjaldið fyri umlætting á øllum almennum stovnum at galda frá 43 degi. Tað merkir, at har, tað í dag eru brúkaragjøld fyri umlætting á ávísum almennum stovnum, verður tað við broytingaruppskotinum ókeypis teir 42 fyrstu dagarnar, uttan mun til hvørjum almennum stovni tú ert á til umlætting

Broytingin verður mett at kosta landskassanum 200.000 kr um árið fyri sambýlisplássini.

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 9 verður "fyrsta degi" broytt til 43. degi".

Minnilutin (Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam) harmast um, at hann ikki hevur fingið neyðugar stundir at viðgera uppskotið og skriva álit. Av hesi orsøk tekur minnilutin støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 22. december 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 9 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. december 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ahs. j.nr. 687-20/99
Lms. j.nr. 691-24/99

Ll. nr. 108/1999 frá 22.12.1999