Dagstovnar og dagrøkt

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 8. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

§ 1. Hendan lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

Endamál

§ 2. Endamálið og uppgávan hjá dagstovnum og dagrøktum er at menna, menta og hava umsorgan fyri børnum í tryggum viðurskiftum, á námsfrøðiliga fullgóðan hátt og í sátt og samvinnu við foreldrini at geva børnum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

Uppgávur

§ 3. Kommunan kann geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt og hevur ábyrgdina fyri virkseminum. Dagstovnur sambært hesi lóg er vøggustova, barnagarður, frítíðarheim o.a. Dagrøkt sambært hesi lóg er ansing av børnum í heiminum og á spælistovum.
Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann geva loyvi til, at dagstovnar og dagrøktir kunnu hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um námsfrøðiliga stevnumiðið, starvsfólkasamanseting og virksemið á dagstovnum og dagrøktum.

§ 4. Foreldur ella verji at børnum søkja um dagstovna- ella dagrøktarpláss í tí kommunu, har barnið er skrásett búgvandi. Kommunan kann tó loyva einum barni pláss, sum ikki er skrásett í kommununi.
Stk. 2. Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 5. Børn við serligum tørvi hava sama rætt til tilboð um pláss sambært hesi lóg. Tó verður serligur stuðul latin til barnið sambært aðrari lóggávu.

Gjald

§ 6. Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.
Stk. 2. Húsaútreiðslur verða rindaðar av kommununi.
Stk. 3. Kommunan kann í samband við góðkenning av skipan sambært § 7, stk. 2, víkja frá gjaldsásetingini sambært hesi grein.

Stovnan av dagstovni og dagrøkt

§ 7. Dagstovnar og dagrøktir kunnu stovnsetast av kommununi treytað av, at allar ásetingar í hesi lóg verða fylgdar. Landsstýrismaðurin skal kunnast um stovnsetanina.
Stk. 2. Kommunan kann geva øðrum t.d. fyritøkum og stovnum loyvi til at stovnseta dagstovn ella dagrøkt treytað av, at allar ásetingar í hesi lóg verða fylgdar.
Stk. 3. Áðrenn stovnsetan av dagstovnum og dagrøktum skal kommunan hava góðkenning frá neyðugum myndugleikum sambært aðrari lóggávu.

§ 8. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðari fyri sjálvsognarstovn verður settur av nevndini fyri stovnin.
Stk. 2 Í serligum førum kann kommunan víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving.
Stk. 3. Leiðarin setir onnur fólk í starv.

§ 9. Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.
Stk. 2. Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett.
Stk. 3. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.
Stk. 4. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum sum hava børn á dagstovnunum ella í dagrøktarskipanini.
Stk. 5. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

Eftirlit

§ 10. Kommunurnar hava eftirlit við dagstovnum og dagrøktum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg.
Stk. 3. Kommunan ella landsstýrismaðurin kann steðga virkseminum á einum dagstovni ella dagrøkt, um krøvini í lógini ikki verða hildin.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um eftirlit.

Kærumøguleiki

§ 11. Avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann víkja frá kærufreistini, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 12. Hendan løgtingslóg kemur í gildi tann 1. apríl 2000.
Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir, sum sett eru á stovn sambært § 32 í barnaforsorgarlógini, halda fram og verða rikin sambært hesi lóg.

Almennar viðmerkingar

Til tess at skapa trivnað og menningarmøguleikar allastaðni í landinum er tað neyðugt, at tað stendur øllum, bæði kvinnum og monnum í boði, at vera virkin og at røkja tað arbeiði, sum krevst til tess at tryggja sær sjálvum og børnum sínum eitt gott lív. Skulu øll hava javnbjóðis rætt til at taka lut á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagslívinum yvirhøvur, er tað eisini neyðugt, at børnunum stendur í boði at vera á dagstovni ella í dagrøkt ein part av degnum, og at tað verður í einum mennandi umhvørvi og í tryggum kørmum.

Leingi hevur verið tørvur á at áseta við lóg, hvussu dagstovnaøkið skal vera skipað, og hvussu vit tryggja eitt mennandi og mentað tilboð til børn okkara. Tað er til tess at skapa tryggar og javnbjóðis karmar fyri børn á dagstovni ella dagrøkt, at hetta lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið nú.

Í fleiri ár hevur tað verið ein trupulleiki hjá nógvum kommunum at tryggja børnunum eitt mennandi dagstovnatilboð. Landið hevur ikki havt fíggjarorku til at fylgja við í útbyggingini á økinum og at røkja skyldur sínar, og kommunurnar hava tí heldur ikki havt møguleika til at nøkta tann tørv, sum borgararnir á staðnum hava gjørt vart við. Tí hava tær flestu kommunurnar ynskt at yvirtaka ábyrgdina av dagstovnaøkinum fíggjarliga og umsitingarliga. Hesum sjónarmiði tekur landsstýrið undir við.

Hetta sjónarmið verður eisini ført fram í álitinum um ein nýggjan føroyskan kommunubygnað, sum varð handað løgmanni í 1998.

Endamálið við løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt er at staðfesta eitt greitt uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu á dagstovnaøkinum.

Tað ógreiða býtið millum land og kommunur kemst fyrst og fremst av tí trídeilda fíggjarbýtinum millum land, kommunu og foreldur. Galdandi fíggingin av dagstovnaøkinum er, at landið fíggjar 40%, kommunurnar 30% og foreldrini 30%. Virksemið innan økið er økt nógv tey seinastu 10 árini, og kommunurnar hava á hvørjum ári søkt landsstýrið um loyvi til uppnormering av verandi virksemi og um loyvi til stovnsetan av dagstovnum og dagrøktum. Avleiðingarnar av hesum hava verið, at útreiðslurnar fyri landskassan eru øktar frá 1988 til 1998 við umleið 20 mió. kr., og tørvurin tykist at økjast fyri hvørt ár.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum metir tí, at galdandi ásetingar ikki eru nøktandi, av tí at bæði land og kommunur skulu taka avgerðir viðvíkjandi útbygging av økinum.

Við heimild í galdandi barnaforsorgarlóg eru 31 stovnar (bæði vøggustovur og barnagarðar) og 26 dagrøktir settar á stovn kring landið. Allir hesir stovnar og skipanir hava hvør sína reglugerð, sum eru samtyktar og undirskrivaðar av landsstýrismanninum í almannamálum.

Fyrst í januar 1999 gjørdi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum av at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við eini loysn á dagstovnaøkinum við tí fyri eyga at gera uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunu greiðari.

Álitið varð handað landsstýrismanninum í juni 1999. Niðurstøðan og tilmælið hjá arbeiðsbólkinum var:

Arbeiðsbólkurin mælti landsstýrismanninum til, at tað í hesum sambandi skuldi gerast ein løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, sum ásetir minimumsreglur. Minimumsreglurnar skulu tryggja foreldrum og børnum nøkunlunda somu rættindi, tá ið tey nýta skipanina við dagstovn ella dagrøkt.

Tá ið inntøkan hjá landskassanum sambært lógini um býtið av almannaútreiðslunum samsvarar á leið við útreiðslurnar hjá landskassanum til barnaansing, metti arbeiðsbólkurin, at ein loysn upp á ógreiða býtið millum land og kommunu á dagstovnaøkinum er at taka av lógina um býtið av almannaútreiðslunum og geva kommununum alla ábyrgdina á dagstovnaøkinum.

Við at velja hesa loysn, verða dagstovnar bæði fíggjarliga og umsitingarliga kommunalir og ikki ein útreiðsla bæði á landsins fíggjarlóg og fíggjarætlanini hjá kommununum. Tær lógabundnu almannaútreiðslurnar verða á henda hátt fíggjaðar av landinum burturav, meðan ábyrgd- og avgerðarætturin á dagstovnaøkinum fylgjast at, við at kommunurnar yvirtaka økið. Við hesum verður broytingin ikki bert eitt greiðari býti á dagstovnaøkinum, men eisini á almannaútreiðslunum sum heild, tá hugsað verður um fígging.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at fylgja omanfyri nevnda tilmæli, og ætlanin er sostatt at leggja dagstovnaøkið út til kommunurnar tann 1. apríl 2000.

Umframt at omanfyri nevnda tilmæli er fylgt og ásett í lógaruppskoti um dagstovnar og dagrøkt, eru eisini aðrar nýskipanir ásettar í lógaruppskotinum.

Sambært lógaruppskotinum verður tað møguligt hjá dagstovnum at søkja kommununa um loyvi til at hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum. Ætlanin er, at foreldur, sum hava tørv á at fáa børn síni ansað uttan fyri dagtímarnar, tí tey t.d. arbeiða í skiftisvaktum, skulu hava henda møguleika.

Skotið verður eisini upp, at kommunan kann loyva øðrum, t.d. fyritøkum og stovnum, at stovnseta dagstovn ella dagrøkt. Í ávísum økjum í Føroyum hevur tað víst seg, at kommunan ikki kann nøkta tørvin á dagstovnaplássum í kommununi. Mett verður tí, at tað skal vera møguligt fyri onnur at taka seg saman um at gera ein dagstovn ella dagrøkt.

Fyri at samskipa dagstovnin/dagrøktina, foreldrini og kommununa, verður skotið upp, at eitt foreldraráð verður sett.

Samstundis, sum hetta lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið, verður uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorgar, uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m., uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna lagt fyri Løgtingið.

Fíggjarligar avleiðingar

Um kommunurnar í ár 2000 ikki yvirtaka dagstovnaøkið, og prosentbýtið hækkar aftur til 40% til landið, 30% til kommunurnar og 30% til foreldrini, skal landið avseta 7 mió. kr. meir á løgtingsfíggjarlógini í ár 2000 enn í 1999. Hetta er orsakað av tí økta prosentbýtinum og øktum virksemi kring landið á dagstovnaøkinum. Nýtt virksemi í ár 2000 er ikki tikið hædd fyri.

Fíggjarliga avleiðingin fyri kommunurnar við at taka av lógina um býtið av almannaútreiðslunum er, at tær flestu kommunurnar koma at hava eina minniútreiðslu, meðan nakrar koma at hava eina meirútreiðslu. Hetta er orsakað av, at almannaútreiðslur, herundir útreiðslur til eldraøkið, eru minni í teimum flestu kommununum enn dagstovnaútreiðslurnar.

Umboðini fyri kommunurnar í arbeiðsbólkinum hava í hesum sambandi víst á, at neyðugt er at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við eldraøkinum beinanvegin. Endamálið við hesum arbeiðsbólki er at finna eitt greiðari býti millum land og kommunu á eldraøkinum.

Hjálagt sum fylgiskjal er yvirlit yvir, hvussu nógv kommunurnar rinda sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum, meir og minni útreiðslur hjá kommununum, um lógin verður tikin av, og barnaansingin verður løgd út til kommunurnar.

Mett verður tó, at tað er neyðugt, at landið setir pening av til eftirlit og ráðgevandi uppgávur, sum álagdar eru Almanna- og Heilsumálastýrinum sambært hesum uppskoti.

Viðvíkjandi neyvari yvirliti yvir fíggjarligu avleiðingarnar verður víst til lógaruppskotið, sum tekur av lógina um býtið av almannaútreiðslum, sum verður lagt fyri Løgtingið samstundis sum hetta uppskotið.

Umsitingarligar avleiðingar

Umsitingarliga leggur lógaruppskotið ábyrgdina, heimildina og fíggingina av dagstovnaøkinum yvir til kommunurnar.

Sambært galdandi barnaforsorgarlóg skulu allir dagstovnar o.l. stovnsetast av landsstýrismanninum. Sambært hesum uppskoti verður heimildin til at stovnseta dagstovnar og dagrøktir flutt til kommunurnar at umsita, og merkir hetta øktar umsitingarligar arbeiðsuppgávur fyri kommunurnar.

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá

Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Pedagogfelag, Foreldrafelagnum, Arbeiðseftirlitinum, Landslæknanum, Brunaumsjón Landsins, Føroya Læraraskúla, Almannastovuni og hjá løgmanni, sum umsitur kommunumál, sí hjáløgdu skjøl.

 

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar

Ad. § 1) Í lóg nr. 315 frá 17. mai 1995 um "Sociale ydelser på Færøerne" hevur føroyska heimastýrið fingið heimild at gera føroyskar lógir innan almannaøkið, m.a. hevur føroyska heimastýrið heimild at gera løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.

Ad. § 2) Endamálið og uppgávan hjá dagstovnaøkinum er at menna, menta og hava umsorgan fyri børnum í tryggum viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan hátt.

Vøggustovur, barnagarðar, dagrøktir, frítíðarheim o.a. skulu, uttan mun til geografisk, sosial ella fíggjarlig viðurskifti, geva børnunum góðar menningar- og virkismøguleikar í tryggum umhvørvi og í tøttum samstarvi við foreldrini. Frítíðarklubbar/frítíðarvirksemi er ikki fevnt av hesum lógaruppskoti, tí virksemið hjá hesum er ikki eins og á dagstovnum og dagrøktarskipanum, tá hugsað verður um starvsfólkasamanseting, gjald o.a.

Uppalingin í dagstovnum og dagrøktum eigur at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Dagstovnurin og dagrøktin eiga at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag.

Útgreinandi um endamálið við dagstovnaøkinum kann sigast, at ætlanin er at:

Ad. § 3) Kommunan hevur ábyrgdina av dagstovnaøkinum í kommununi. Kommunan hevur tó ikki skyldu til at bjóða øllum børnum í kommununi stovnspláss.

Sambært hesum lógaruppskoti eru dagstovnar, vøggustovur, barnagarðar, frítíðarheim o.a. Sjálvsognarstovnar, ið virka sum dagstovnar og reka sítt virksemi sambært hesum lógaruppskoti, eru eisini fevndir av hesi lóg.

Sambært hesum lógaruppskoti eru dagrøktir ansing av børnum í heiminum hjá dagrøktara og spælistovu. Spælistovur eru hølir, sum antin kommunan ella dagrøktarar hava fingið til vega. Spælistovur eru ikki eitt stað, har børn altíð skulu verða ansað, tí hetta kemur inn undir dagstovnar.

Áðrenn stovnsetan av eini spælistovu, skal kommunan fáa ummæli til vega frá Arbeiðseftirlitinum, Landslæknanum, Brunaumsjón Landsins og avvarðandi barnavernd.

Ein dagstovnur skal í størst møguligan mun tillaga tørvin á staðnum og skal góðkennast til ein ávísan bólk av børnum. Ein samanseting av fleiri aldursbólkum er eisini møgulig. Dagstovnurin skal hava pláss fyri í minsta lagi 6 børnum.

Ein dagrøkt er at rokna sum ein skipað ansing av børnum í heimi dagrøktarans og í spælistovum móti gjaldi. Dagrøktarin kann í mesta lagi ansa 5 børnum undir 14 ár.

Dagstovnar kunnu vera kommunalir ella sjálveigandi stovnar, sum kommunan hevur góðkent.

Vanliga hava dagstovnar og dagrøktir opið í dagtímunum hvønn gerandisdag, men møguleiki skal vera hjá einum dagstovni og eini dagrøkt at hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum. Ætlanin við hesum tilboði er, at foreldur, ið t.d. arbeiða í skiftisvaktum, kunnu fáa børn síni á samdøgursstovn ella í dagrøkt, meðan tey eru til arbeiðis uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Dagstovnar og dagrøktir, ið hava opið alt samdøgrið, skulu ikki sammetast við samdøgursstovnar, har børn, sum eru tikin úr heiminum, búgva. Tílíkir samdøgursstovnar verða ikki reguleraðir sambært hesi lóg, men sambært barnaforsorgarlógini.

Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tey námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnar og dagrøktir. Tey námsfrøðiligu stevnumiðini skulu vera av fakligum slagi. Í hesum skulu mennandi og mentandi skyldur hjá dagstovnunum og dagrøktarskipanum ásetast, umframt virði av spæli metast, arbeiðshættir í høvuðsheitinum fyriskrivast, og innanhýsast meting av arbeiðsdygdini gerast.

Í sambandi við áseting av nærri reglum sambært § 3, stk. 3, skal landsstýrismaðurin leita sær ráðgeving frá pedagogfelagnum, kommunufeløgunum og brúkaranum.

Landsstýrismaðurin ásetir eisini reglur um virksemið á stovninum og dagrøktini. Mett verður, at rættast er, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur á økinum, og ikki kommunan, soleiðis at tilboðið til barnið verður tað sama í øllum landinum. Í hesum reglum skal m.a. standa, at dagstovnurin og dagrøktin skulu hava reglugerðir.

Landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur um starvssamansetingina á dagstovna- og dagrøktarøkinum. Eins og í øðrum londum er ætlanin at áseta, hvussu nógv børn skulu vera fyri hvørt starvsfólk, og hvussu samansetingin av hesum starvsfólkum skal vera. Hetta fyri at røkka endamálinum í lógini við at menna og menta børn.

Ad. § 4) Meginreglan er, at kommunur bert kunnu taka ímóti børnum í dagstovn og dagrøkt hjá kommununi, um barnið er skrásett í kommununi. Mett verður, at henda meginreglan er tann mest rættvísa fyri borgararnar, ið búgva í kommununi.

Tó skal tað vera møguligt hjá kommununum at loyva, at børn fáa dagstovna- ella dagrøktarpláss í kommununi, sjálvt um tey ikki eru skrásett í kommununi.

Í hesum førum verður m.a. hugsað um børn, sum í styttri tíðarskeið búgva aðrastaðni enn hjá foreldrunum, t.d. at børnini ferðast hjá ommum og abbum ella aðrari familju í landinum. Eisini eigur tað at vera møguligt, tá ið fólk, ið búgva uttanlands ella í aðrari kommunu og ætla at flyta, at kommunan játtar teimum at verða sett á bíðilista t.d. 3 mánaðir, áðrenn tey flyta til kommununa.

Ein kommuna kann gera avtalu við aðra kommunu um nýtslu av plássum á dagstovni ella dagrøkt, og skal býtið av útreiðslunum vera ásett í avtaluni.

Tað skal eisini vera møguleiki fyri, at kommunur arbeiða saman um at hava ein felags dagstovn ella barnaansingarskipan, ella at børn fáa tilboð um pláss í aðrari kommunu, tá ið einki pláss er tøkt í kommununi, har barnið býr.

Kommunurnar skulu gera upptøkureglur, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna. Tað, sum m.a. kann standa í upptøkureglunum, er,

Ad. § 5) Børn við serligum tørvi eru t.d. børn, sum orsakað av likamligum ella sálarligum breki, tali- , sjón- og hoyritrupuleikum hava serligan tørv fyri hjálp og uppvenjing.

Hesi børn hava sama rætt til dagstovna- og dagrøktarpláss sambært hesi lóg sum onnur børn. Um serligur stuðul til eykaútreiðslur, sum eru bundnar at barninum, skal latast, tá børnini eru á dagstovninum ella í dagrøktini, verður stuðulin veittur sambært barnaforsorgarlógini. Hugsað verður her m.a. um hjálpartól og serlig stuðulsfólk.

Ad. § 6) Kommunurnar og foreldrini rinda rakstrarútreiðslurnar, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.

Mett verður, at tað er neyðugt at áseta eitt maksimum á foreldragjaldið fyri at tryggja, at foreldrini ikki koma at rinda ov stóran part av útreiðslunum.

Kommunurnar rinda fyri húsaútreiðslur til dagstovnaøkið, t.v.s. til vøggustovur, dagstovnar og frítíðarheim. Hesar útreiðslur verða ikki íroknaðar foreldragjaldið.

Kommunurnar kunnu í sambandi við góðkenning av skipan sambært § 7, stk. 2, víkja frá gjaldsásetingini sambært hesi grein.

Um ein privat fyritøka ella stovnur ynskir at stovna ein dagstovn ella dagrøktarskipan, skal møguleiki vera fyri at geva loyvi at víkja frá gjaldásetingunum. Um t.d. arbeiðsplássið, ið stovnsetir skipanina, ynskir, at gjaldsbýtið skal vera øðrvísi ímillum stovnin og foreldrini, kann kommunan loyva hesum.

Spurningurin um frípláss verður ikki reguleraður í hesi lóg. Heimildin til at játta frípláss er í galdandi barnaforsorgarlóg.

Ad. § 7) Kommunurnar kunnu stovnseta dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg.

Teir stovnar, sum í dag eru góðkendir sambært § 32, stk. 1, í barnaforsorgarlógini, eru fevndir av hesum lógaruppskoti og nýtast ikki nýggja góðkenning av kommununi.

Landsstýrismaðurin skal kunnast um stovnsetanina, tí landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg.

Virksemið á dagstovninum er treytað av tí loyvinum, sum kommunan hevur givið. Um ein stovnur t.d. seinni ynskir at gerast samdøgursstovnur, skal stovnurin senda eina nýggja umsókn til kommununa um at víðka virksemi sítt.

Tá ið onnur enn kommunurnar ynskja at stovnseta ein dagstovn, skulu treytirnar í hesum lógaruppskoti vera uppfyltar, og góðkenning skal vera fingin til vega frá kommununi.

Hesin møguleikin er serliga settur í lógaruppskotið, fyri at almennir stovnar, privatar fyritøkur, einstaklingar ella onnur skulu hava møguleika fyri at bjóða sínum starvsfólkum eitt dagstovnapláss á m.a. arbeiðsplássinum. Kommunan skal góðkenna hvørja einstaka skipan soleiðis, at tað verður tryggjað, at skipanin lýkur krøvini sambært hesum uppskoti.

Tann, ið ynskir at stovnseta ein dagstovn ella dagrøkt, sendir umsókn til kommununa. Í umsóknini skal m.a. vera ein grundgeving fyri, hví dagstovnurin skal stovnsetast, upplýsingar um námsfrøðiliga grundarlagið á stovninum, starvssamanseting, hølisviðurskifti og upplýsingar um fíggjarligu støðuna viðvíkjandi stovnsetingini. Um ætlanin er, at stovnurin skal ansa børnum uttan fyri vanliga upplatingartíð ella í vikuskiftinum, skal eisini søkjast um hetta.

Áðrenn stovnsetan av einum stovni skal kommunan fáa ummæli til vega frá Arbeiðseftirlitinum, Landslæknanum, Brunaumsjón Landsins. Hesi krøv eru galdandi fyri stovnsetan av stovnum hjá kommununum og øðrum stovnum, sum ynskja at stovna ein dagstovn, sum nevnt í § 7, stk. 2.

Áðrenn stovnsetan av eini spælistovu skal kommunan fáa ummæli til vega frá Arbeiðseftirlitinum, Landslæknanum, Brunaumsjón Landsins og avvarðandi barnavernd.

Áðrenn stovnsetan av eini dagrøktarskipan skal góðkenning fáast til vega frá avvarðandi barnavernd. Sambært § 18, stk. 1, í barnaforsorgarlógini skal eingin móti gjaldi hava børn í dagrøkt uttan at hava fingið loyvi frá barnaverndarnevndini. Loyvi verður givið skrivligt.

Hetta er fyri at tryggja, at ein dagstovnur við stovnsetan lýkur øll krøv, soleiðis at umhvørvið hjá barninum og starvsfólkunum á stovninum er so nøktandi og trygt sum gjørligt.

Kommunan kann eisini, tá ið ein stovnur skal stovnsetast, leita sær ráð og vegleiðing frá námsfrøðingi fyri eisini at tryggja innihaldsliga tilboðið til barnið á stovninum.

Tá ið omanfyri nevndu myndugleikar geva sítt ummæli, arbeiða teir í dag eftir niðanfyri nevndu reglum og mannagongdum:

Uppgávan hjá landslæknanum sambært kunngerð nr. 739 frá 11. september 1995 "for Færøerne om Landslægens opgaver i forhold til dag- og døgninstitutioner m.v." er at ráðgeva og vegleiða um heilsuviðurskifti á dag- og samdøgursstovnum. Landslæknin kann – yvir fyri tí myndugleika, sum eigur stovnin - vísa á manglar við heilsuviðurskiftunum. Landslæknin hevur til eina og hvørja tíð rætt til at møta upp á stovninum. Í hesum førum meinast við dag- og samdøgursstovnar, sum landsstýrið ella kommunan hava eftirlit við og aðrar dag- og samdøgursstovnar, sum antin landið, kommunan ella privat reka.

Uppgávan hjá landslæknanum er, at royna at vinna á umfarsjúkum, vegleiða um reinføri og vegleiðing um heilsutrupulleikar av meira vanligum eyðkenni. Um tað verður staðfest, at krøvini til heilsuviðurskiftini í einum dag- ella samdøgursstovni ikki eru nøktandi, kann bý-/bygdaráðið geva boð um bøting. Bý-/bygdaráðið kann seta bann fyri heilt ella lutvíst framhaldandi at nýta stovnin, um:

Uppgávan hjá Arbeiðseftirlitinum er m.a. at kanna, um dagstovnar, dagrøktir ella samdøgursstovnar lúka galdandi reglur.

Í hesum sambandi skal Arbeiðseftrilitið hava verkætlanina til ummælis, áðrenn slík bygging verður framd. Ummælið verður gjørt sambært reglunum í løgtingslóg nr. 58 um arbeiðaravernd frá 24. mai 1974 við seinni broytingum, og reglugerð nr. R-A001-1 um bygging og innrætting av virkjum í Føroyum og galdandi normum og standardum og við atliti til "Bygningsreglementet" og krøvini frá landslæknanum.

Tá bygningurin er klárur at taka í nýtslu, og fyri bygningar, sum eru í nýtslu, kannar Arbeiðseftirlitið arbeiðsumhvørvið sum eina heild, herundir alla tøkniliga útgerð m.a. ventilatiónsútgerðina. Talan kann eisini vera um mátingar av inniluftini og óljóði v.m..

Fyri at kanna um luftskiftið í einum rúmi er nóg gott, verður innihaldið av koldioxid í luftini mátað. Viðvíkjandi óljóði verður hugt eftir afturljóðstíðini í uppihaldsrúmunum. Aðrar umstøður við atliti til arbeiðsumhvørvið kunna eisini koma upp á tal.

Uppgávan hjá Brunaumsjón Landsins er at kanna, um brunaumsjónarligu viðurskiftini eru í lagi. Hetta verður gjørt við heimild í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a./brand m.v. og sambært kunngerð nr. 45 frá 9. mai 1992 um brunaverju og brunatrygd.

Sambært § 22 í løgtingslógini hevur Brunaumsjón Landsins, har talan er um ognir/hús, har serligur vandi er fyri eldi, ella har stór virði eru hótt av oyðing, heimild at áseta krøv, meðan bygt verður. Til slíkar ognir/hús skulu tiltøk setast í verk til tess at minka um brunavandan ella til tryggingar av fullgóðum bjargingar- ella sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í.

Brunaumsjón Landsins kann í hesum sambandi áseta, at sløkkiútgerð verður útvegað, og vatnveiting fingin í lag fyri at tryggja, at út slepst, og at atkomuvegir til akførini hjá sløkkiliðinum og støði til stigar og sproytur verða gjørd. Somuleiðis kann Brunaumsjón Landsins áseta, at tá ið samkomuhús o.t. verða nýtt, skal brunavaktarhald vera, og hetta skal verða goldið av fyrireikaranum eftir taksti, sum bý- ella bygdarráðið hevur ásett.

Brunaumsjón Landsins kann fara á staðið og seta heilt ítøkilig krøv til hurðar, gangir, trappur, klæðingar o.s.fr.

Ad. § 8) Kravið, at leiðarin á stovninum ella dagrøktarleiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving, t.v.s. vera pædagogur, er sett í lógina fyri at tryggja eitt fakligt støði á stovninum ella í dagrøktarskipanini.

Fleiri kommunur kunnu eisini samstarva um at hava ein felags leiðara fyri t.d. dagrøktarskipanina.

Kommunan kann í serligum førum gera undantak frá hesum kravi. Hetta kann t.d. verða neyðugt í teimum smáu kommununum, tá ið eingin við námsfrøðiligari útbúgving søkir eitt leiðandi starv í einum dagstovni ella eini dagrøkt. Setan av leiðara má tó vera í samsvari við tann til eina og hvørja tí galdandi sáttmála.

Leiðarin fyri stovnin setir onnur starvsfólk í starv. Hetta verður mett at vera neyðugt, fyri at leiðarin, sum er settur at leiða og deila arbeiðið, kann seta tey starvsfólk, sum hann metir, eru tey røttu.

Ad. § 9) Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøkt skal veljast eitt foreldraráð, sum skal vera ráðgevandi hjá leiðaranum. Ráðgevingin er ikki bindandi fyri leiðaran. Harumframt skal ráðið arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið í millum foreldrini, stovnin og kommununa.

Leiðarin fyri stovnin tekur stig til, at ráðið verður valt. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum, sum hava børn á dagstovnunum ella í dagrøktarskipanini.

Sjálvsognarstovnar eru ikki fevndir av hesi grein, tí teir hava allir eina nevnd, sum hevur avgerðarrætt mótvegis stovninum, bæði viðvíkjandi setanum, fíggjarligum viðurskiftum og øðrum. Nevndin virkar eisini sum eitt foreldraráð við somu uppgávum sum foreldraráðini á teimum kommunalu stovnunum.

Ad. § 10) Kommunurnar hava eftirlit við, at teir stovnar ella dagrøktir, sum settir/ar eru á stovn av kommununi ella øðrum, lúka ásetingarnar sambært hesum uppskoti. Talan kann vera um upptøku, foreldragjald ella krøv frá Brunaumsjón Landsins, Arbeiðseftirlitinum, Landslæknanum og barnaverndini.

Kommunan skal eisini hava eftirlit viðvíkjandi tí fakliga støðinum, og hvat viðvíkur starvsfólka-, fyrisitingar- og roknskaparligum viðurskiftum.

Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við kommunalari umsiting av dagstovnaøkinum og við stovnum o.ø., góðkendir sambært § 7, stk. 2.

Landsstýrismaðurin og kommunan hava møguleika at revsa, um ein stovnur ikki uppfyllir krøvini, sum ásett eru. Møguleiki er tá at steðga virkseminum á einum dagstovni ella í eini dagrøkt.

Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri eftirlitinum, bæði viðvíkjandi námsfrøðiligum og trygdarligum viðurskiftum hjá kommununi og landinum.

Ad. § 11) Við hesi grein verður møguligt hjá foreldrum ella verjum at børnum í skipanini ella hjá stovnum í kommununi at kæra avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi lóg.

Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá landsstýrismanninum sum kærumyndugleiki kann leggjast til eina kærunevnd, t.d. Kærunevndina í almannamálum.

Ad. § 12) Lógin kemur í gildi tann 1. apríl 2000, samstundis sum kommunan yvirtekur ábyrgdina av barnaansingarøkinum.  

Skjalayvirlit yvir hjáløgd skjøl:

Skjal 1 Ummæli frá Klaksvíkar kommunu
Skjal 2 Ummæli frá Føroya Kommunufelag
Skjal 3 Ummæli frá Tórshavnar býráð, Sosialu nevnd
Skjal 4 Ummæli frá Brunaumsjón Landsins
Skjal 5 Ummæli frá Arbeiðseftirlitinum
Skjal 6 Ummæli frá stovnsleiðarum
Skjal 7 Ummæli frá Føroya Pedagogfelag
Skjal 8 Ummæli frá Føroya Lærarafelag
Skjal 9 Ummæli frá Foreldrafelagnum
Skjal 10 Ummæli frá Løgmansskrivstovuni
Skjal 11 Ummæli frá Almannastovuni
Skjal 12 Yvirlit frá Almanna- og Heilsumálastýrinum um fíggjarligu avleiðingarnar.
Skjal 13 Barnaforsorgarlógin § 18, stk. 1. (LB nr. 105 af 2. marts 1988 om           børneforsorg).
Skjal 14 Bekendtgørelse nr. 739 af 11. september 1995 for Færøerne om Landslægens opgaver i forhold til dag- og døgninstitutioner m.v.
Skjal 15 Løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum.
Skjal 16 Løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a.

Sí eisini skriv frá Kommunusamskipan Føroya.

1. viðgerð 15. februar 2000. Løgtingsmálini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 26. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. februar 2000, og eftir 1. viðgerð 15. februar 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 23. og 29. februar, 7., 13., og 20. mars, 4., 11., 17., 19. og 26. apríl 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við

Til trivnaðarnevndina eru innkomin skriv frá Kommunusamskipan Føroya, Leiðarabólkinum á dagstovnum, Foreldrabólki í Nólsoy, Føroya Pedagogfelag, Almanna- og Heilsustýrinum, Føroya Kommunufelag, Kirkjubøar kommunu, Karsten Saxov, Tórshavnar býráð og foreldrafelagnum "Hoyrnini".

Nevndin metir ikki, at upprunauppskotið er nøktandi grundarlag undir dagstovnaøkinum, sum við hesari lóg verður lagt út til kommunurnar.

Tí hevur nevndin hesar broytingar:

Nevndin metir ikki, at § 1 eigur at hava § nr. Her er talan um heimildina fyri løgtingslógini, sum ikki hevur rættarlig boð at geva, men sum lýsir støðið, sum lógin verður givin út frá. Teksturin eigur at verða settur sum inngangsorð, áðrenn greinanr. byrja. Javndømi um hetta er at finna í øllum kunngerðum, sum verða skrivaðar út av landsstýrinum við heimild í løgtingslóg. Tilvísingin til heimildina hevur tá ongantíð greinanr., men er sett sum inngangsorð, áðrenn greinanr. byrja.

Somuleiðis hevur nevndin nýggja orðing til § 1. Á henda hátt fær lógin ein karm um tað virkisøki, hon snýr seg um. Líknandi lýsing finst í íslendsku lógini um dagstovnavirksemi.

Nevndin hevur bygt út § 2, so hon í størri mun lýsir, hvat miðast skal í móti í sambandi við námsfrøðiliga arbeiðið á dagstovni og dagrøkt. § 2, stk.2, setir inn í uppskotið ein møguleika hjá kommununum at fáa ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.

Nevndin metir ikki, tað er rætt at loyva dagrøktum at hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftinum. Grundgevingin er í høvuðsheitinum tann, at torført er at hava eftirlit við dagrøktarviðurskiftum á kvøldi og á nátt.Tískil broytingina í § 3, stk.2.

Viðvíkjandi børnum við serligum tørvi metir nevndin tað vera neyðugt at nágreina tey høvuðsøki, har játtandi myndugleikar hava skyldu at útvega tilboð sbr. galdandi lóg.

Hóast ásetingarnar i grein 5 ásannar nevndin, at neyðugt verður við serligum ásetingum til tey deyvu og tunghoyrdu. Nevndin er í iva, um hesar ásetingarnar skulu vera í barnaforsorgarlógini ella hesari lóg. Teir løgtingsmenn, sum eru trivnaðarnevndarlimir, hava í skrivi heitt á landsstýrismannin um at taka stig til at loysa áðurnevnda trupulleika. Verður slíkt stig ikki tikið, fara hesir løgtingsmenn sjálvir at leggja fram løgtingslógaruppskot evninum viðvíkjandi í ólavsøkutingsetuni 2000.

Í sambandi við starvssetanir metir nevndin, at ein grundleggjandi fortreyt fyri at seta fólk í kommunalt starv er, at starvið er lýst leyst, og at øll á tann hátt hava møguleika at søkja sær starv.

Orsakað av, at tað kann vera trupult at fáa útbúgvið fólk, heldur nevndin, at kommunan skal kunna víkja frá kravinum um at seta leiðarar á dagstovnum og dagrøktum, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving. Hesin møguleiki eigur tó bara at nýtast sum undantaksregla. Nevndin metir eisini, at tað er kommunan, sum skal seta fólk í starv eftir tilmæli frá leiðaranum. Somuleiðis eigur at haldast fast um verandi starvsfólkabýti millum starvsfólk við námsfrøðiligari útbúgving og hjálparfólk.

Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1 verður sett sum inngangsorð til lógina.
  2. Sum nýggj § 1 verður orðað: " § 1. Løgtingslógin fevnir um virksemi á dagstovnum og dagrøktum, sum í samráð við foreldraráðið virkar fyri uppaling og menning av børnum sambært fullgóðari námsfrøðiligari stevnu"
  3. § 2 verður soljóðandi:

" § 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:

 

Stk. 2. Landsstýrismaðurin veitir kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum."

  1. § 3, stk. 2, verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini geva loyvi til, at dagstovnar kunnu hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftunum".
  2. Í § 4, stk. 1, 2. punktum, verður: "einum" strikað.
  3. § 5 verður orðað soleiðis: "§ 5. Til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóggávu."
  4. Í § 7, stk. 1, verða orðini "treytað av, at allar ásetingarnar í hesi lóg verða fylgdar", strikað og í sama stað sett "sbr. hesi løgtingslóg"
  5. Í § 7, stk. 2, verða orðini: "ella dagrøkt" strikað.
  6. Sum seinasta pkt. í § 8, stk. 1, verður sett "Starvið skal lýsast leyst alment".
  7. § 8, stk. 2, verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Í serligum førum kann kommunan í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur, sum heimila kommununum í heilt serligum førum at geva varandi undantaksloyvi frá útbúgvingarkravinum."
  8. § 8, stk. 3, verður orðað soleiðis: "Kommunan setir onnur fólk í starv eftir tilmæli frá leiðaranum. Størvini skulu lýsast leys alment."
  9. Sum nýggj § 8, stk. 4, verður sett: "Stk 4. Starvsfólkabýtið á dagstovnum skal í minsta lagi verða 2/3 til námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 til hjálparfólkatímar. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin víkja frá hesum kravi".
  10. Í § 11, stk. 2, verður skotið inn áðrenn "fingið" orðið "skrivliga"
  11. Í § 12, stk. 1, verður "1. apríl 2000" broytt til "1. juli 2000."

 

Ein minniluti (Rúna Sivertsen) tekur undir við framman fyri umrødda broytingaruppskoti, men hevur serstøðu, hvat § 5 viðvíkur. Uppskot landsstýrisins gongur út uppá at fáa greiðari býti millum land og kommunur. Tí er umráðandi at halda fast við, at barnaansingarøkið nú fer yvir til ábyrgdarøkið hjá kommununum soleiðis, at tað er hesin myndugleiki, ið skal taka støðu til, hvørji barnaansingartilboð komunurnar ynskja at bjóða borgarum sínum.

Tað er tí skeivt at koma við broytingaruppskoti til uppskot landsstýrisins, sum aftur samantvinnar bæði lands- og kommunalur myndugleikar í játtanina um tilboð innan barnaansingarøkið.

Broytingaruppskotið kemur umgangandi at útloysa eitt krav um, at hølis-, viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð eru í lagi. Hvat kostnaðurin av tí kemur at verða, er eingin meting gjørd av.

Minnilutin metir tað tí vera skeivt at samtykkja eitt uppskot uttan at kenna kostnaðin av tí, og uttan at Løgtingið og avvarðandi at menningartarnaðum og børnum við breki yvirhøvur hava diskuterað, hvussu sernámsfrøðiliga økið skal skipast.

Tí er alneyðugt fyrst at tryggja sær, at tær broytingar, sum skulu gerast á sernámsfrøðiliga økinum, verða til gagns fyri børnini og geva best møgulig úrslit.

Minnilutin heitir tí á landstýrismenninar í almannamálum og mentamálum at skipa so fyri, at avarðandi feløg og fakfólk finna eina heildarloysn fyri alt sernámsfrøðiliga økið, bæði innan barnaansing og undirvísing sum heild.

 

2. viðgerð 28. apríl 2000. Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til §§ 1, 2, 3, 4, 5, 7, 8, 11 og 12 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 2. mai 2000 løgdu tingmenninir Rúna Siversten, Sámal Petur í Grund, Óli Breckmann og Jógvan á Lakjuni fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð
 

§ 5 stk. 1 verður orðað soleiðis: " Børn við serligum tørvi hava sama rætt til tilboð um pláss sambært hesi lóg. Tó verður serligur stuðul latin til barnið sambært aðrari lóggávu."

Viðmerkingar

Við 2. viðgerð av uppskotinum til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, var álitið frá trivnaðarnevndini sett upp á slíkan hátt, at ikki bar til serstakt at atkvøða um broytingaruppskotið til § 5, men broytingaruppskotið var sett til atkvøðugreiðslu saman við hinum broytingaruppskotunum og var uppskotið tá samtykt.

Undirritaðu halda, at tørvur er á slíkari serstakari atkvøðugreiðslu, og verður tí við hesum sett fram uppskot um, at § 5 fær ta orðing sum landssttýrið upprunaliga skeyt upp.

Av tí at orðing landsstýrisins til § 5 er feld undir 2. viðgerð, er sbr. § 56 stk. 2.neyðugt við tingsins samtykt til at broytingaruppskotið verður sett fram, og verður mælt tinginum til at slíkt loyvi verður givið.

3. viðgerð 2. mai 2000. Broytingaruppskotið frá Rúnu Siversten, Sámal Petur í Grund, Óla Breckmann og Jógvan á Lakjuni fall 9-1-22. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-27/99
Ahs.j.nr. 0.15-9901512
Ll.nr. 67 frá 10.05.2000