Almenn forsorg

 

31  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 8. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

§ 1

Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 2

Í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um almenna forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 9, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 2. Sum hjálp til uppihald verður sambært stk. 1 vanliga útgoldið í mesta lagi ein upphædd samsvarandi við fólkapensjóns grundupphæddina við einum ískoyti fyri hvørt barnið, samsvarandi barnaviðbótini eftir løgtingslóg um almannapensjónir. Við ásetan av hjálp má annars takast fyrilit fyri tílíkum føstum útreiðslum, sum grundaðar á livikorini higartil kunnu metast at vera rímiligar, og leggjast dentur á livikorini frameftir, sum kunnu gerast ein fylgja av tí broyting, sum er hend í støðuni hjá viðkomandi ella familjuni. Tann samlaða veitingin kann ikki fara upp um ta upphædd, sum verður útgoldin til persónar, ið fáa dagpening eftir hægsta satsi, og sum ikki hava aðrar inntøkur. Tó kann samlaði stuðulin, ið verður útgoldin persónum í sambandi við vantandi arbeiðsmøguleikar, ikki vera hægri enn hægsta útgjaldið frá ALS, og viðkomandi skal ikki hava aðrar inntøkur."

  3. § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis:
  4. "Tá ið ein persónur, ið ikki er fevndur av veitingum eftir løgtingslóg um almannapensjónir, varandi hevur tørv á hjálp til sítt og familjunnar uppihald, kann hjálp veitast soleiðis, at viðkomandi fær eina upphædd, samsvarandi fólkapensjónini til ein pensjónist uttan aðrar inntøkur, við einum ískoyti fyri hvørt barnið, samsvarandi barnaviðbótini eftir løgtingslógini um almannapensjónir o.l."

  5. § 40 verður orðað soleiðis:

"§ 40. Útreiðslur sambært hesi lóg verða rindaðar av landskassanum.
Stk. 2. Kommunurnar rinda sjálvar umsitingarútreiðslurnar hjá kommunalum sosialum deildum sambært forsorgarlógini.
Stk. 3. Kommunurnar útvega hølir til heimarøktina og skúlalæknaskipanina."

§ 3

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000, tó soleiðis, at § 2, nr. 3, kemur í gildi 1. apríl 2000. 

Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin fekk í juli 1999 handað eitt álit frá einum arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin hevði sett at koma við einum tilmæli um eitt greiðari býti millum land og kommunu, og hvussu uppgávu-, fíggjar- og ábyrgdarbýtið skal verða frameftir.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at barnaansingarøkið frá ár 2000 skuldi leggjast út til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tær meirútreiðslur, sum standast av hesum, skuldi løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum takast av, og samstundis varð mælt til, at ein lóg um barnaansing skuldi gerast, har landsstýrismaðurin ásetti nakrar minimumsreglur fyri barnaansingarøkið.

Í sambandi við at eitt lógaruppskot um avtøku av lógini um býtið av almannaútreiðslum og eitt lógaruppskot um dagstovnar og dagrøktir verður framlagt í Løgtinginum í ár, er neyðugt at gera broytingar í galdandi barnaforsorgarlóg, forsorgarlógini, løgtingslógini um heilsusystratænastuna og løgtingslógini um heimasjúkrasystratænastuna soleiðis, at reglurnar samsvara við hesi lógaruppskot.

Ein nýggj lóg er samtykt um almannapensjónir, sum kom í gildi 1. januar 2000. Í núgaldandi lóg um almenna forsorg verður víst til fólkapensjónslógina. Henda fer úr gildi við lógini um almannapensjónir.

Fíggjarligu avleiðingarnar av, at lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av, sum førur við sær, at landið ber tær útreiðslur, sum áður vórðu rindaðar av kommununum, eru, at tær lógarbundnu útreiðslurnar á forsorgarøkinum hækka við umleið 4,8 mió. kr. í ár 2000. Sí annars viðmerkingarnar í lógaruppskotinum um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m., sum verður framløgd samstundis.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar

Ad. § 1. Heimildin at broyta lógina um barnaforsorg er í rammulógini á sosiala økinum frá 1995.

Ad. § 2. Broytingin undir pkt. 1 og 2 eru bert, at ístaðin fyri at víst verður til fólkapensjónslógina, verður víst til lógina um almannapensjónir.

Broytingarnar undir pkt. 3 koma av, at lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av. Landskassin rindar allar tær útreiðslur, sum standast av forsorgarlógin. Tó rinda kommunurnar framhaldandi sjálvar umsitingarútreiðslurnar hjá teimum kommunalu sosialu deildunum sambært forsorgarlógini. Kommunurnar útvega framvegis hølir til heimarøktina og skúlalæknaskipanina.

Ad. § 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000, samstundis sum lógin um almannapensjónir kom í gildi. Tó er ásett, at § 2, nr. 3, ikki kemur í gildi fyrr enn 1. apríl 2000, tá lógin, sum tekur av lógina um býtið av almannaútreiðlum v.m., sum eisini verður framløgd í hesum árinum, ætlandi eisini skal koma í gildi.

1. viðgerð 15. februar 2000. Løgtingsmálini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. viðgerð 15. februar 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið lutvíst saman við løgtingsmáli nr. 29/1999, og verður sum heild víst til almennu viðmerkingarnar í hesum máli.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar. Gildiskomudagurin má tó verða hin sami sum fyri dagstovnalógina í lm. 29/1999. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2 verður "1. apríl 2000" broytt til "1. juli 2000."

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskoti landsstýrisins og hevur hesar viðmerkingar:

Uppskotið er at fata sum endurgjald til kommunurnar, tí hesar við lógaruppskotinum um dagstovnar og dagrøkt átaka sær at rinda tann partin av kostnaðinum, ið landskassin higartil hevur goldið sambært barnaforsorgarlógini.

Minnilutin kann ikki góðtaka, at landsstýrið, bara tí at tvær upphæddir minna um hvørja aðra, onnur ein inntøka og hin ein útreiðsla, á henda hátt uttan fyrilit strikar hesar á fíggjarlógini mitt í einum fíggjarári.

Uppskotið er ikki í tráð við ásetingarnar í tingskipanini um, at upplýsast skal um fíggjarligu avleiðingarnar av løgtingslógaruppskotum og lógum.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sigur landsstýrið, at ivi kann standast av, hvørt ein útreiðsla er kommunal ella landskassans, orsakað av at lógin verður tikin av í fíggjarárinum, men at landskassin so er til reiðar at bera henda eykakostnað. Hetta verður ført fram uttan fíggjarligar metingar av, hvat hesin ivi kann kosta landskassanum.

Tað ódámliga við hesum uppskoti er, at tær kommunur, ið higartil hava raðfest barnaansingarøkið, verða straffaðar, meðan tær, ið ikki hava raðfest økið ella ikki ætla sær undir barnaansing, fáa pening útgoldnan.

Sum dømi kunnu nevnast, at avleiðingin fyri Tórshavnar kommunu verður, at kommunan kemur at fáa meiri enn 15 mió. kr. í meirútreiðslum árliga. Kirkjubøar kommuna, ið er ein lítil kommuna, men sum hóast hetta hevur raðfest barnaansingina ovarlaga, fær eina eykaútreiðslu upp á meiri enn ½ mió.kr. árliga. Fuglafjarðar kommuna fær eina eykaútreiðslu upp á 0,6 mió.kr., og Sunda kommuna og Kvívíkar kommuna fáa eisini eykaútreiðslur frameftir, um uppskotið verður samtykt.

Tað "brotsverkið", ið hesar kommunur hava gjørt seg sekar í, og sum tær nú skulu straffast fyri, er, at tær hava allar raðfest barnaansingarøkið.Var skil í sosialpolitisku tilvitanini hjá samgonguni, so áttu hesar kommunur heldur at fingið herðaklapp fyri at raðfesta trivnaðin hjá smábarnafamiljum.

Minnilutin heitir á løgtingslimir um at fella uppskotið, sjálvt um hesir koma úr kommunum, sum við hesum uppskotinum koma at fáa pening útgoldnan.

Hesin ábyrgdarleysi mátin at lóggeva uppá, kann ið øðrum førum skjótt gerast løtuvinningur, hjá teimum kommunum, ið við hesum uppskotinum halda seg gera kvettið.

Eitt rímiligt minsta krav til hetta lógaruppskotið er, at tað sum útgangstøði átti at verið útreiðsluneutralt fyri kommunurnar og tikið støði í verandi virksemi á barnaansingarøkinum.

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) vísir á, at arbeiðsbólkurin, sum í heyst handaði landsstýrismanninum álit viðvíkjandi framtíðini á barnagarðsøkinum, mælti í álitinum til, beinanvegin at fara undir at fyrireika útlegging av eldraøkinum til kommunurnar. Landsstýrismaðurin kunngjørdi tá, at hon fór at taka áheitanina til eftirtektar og seta nevnda arbeiðsbólk.

Nú fyrst í mai mánaði er einki hent hesum viðvíkjandi, og má tað metast óheppið, at útleggingin av eldraøkinum ikki er við í myndini, nú vit samtykkja at taka av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslunum.

Varð eldraøkið eisini lagt út nú, høvdu vit fingið eina millumrokning, sum hevði verið meira í samsvari við verandi útreiðslubýti.

2. viðgerð 4. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 15-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-12. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-23/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901561
Ll.nr. 78 frá 17.05.2000