Rættargangslógin

 

36  Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Tikið aftur

Ár 2000, 20. januar, legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

"Lov for Færøerne om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje

§ 1.

I lov for Færøerne om rettens pleje, lovbekendtgørelse nr. 555 af 01.11.1984, som sat i kraft ved lov nr. 92 af 23.02.1988 og senest ændret ved lov nr. 365 af 02.06.1999, foretages følgende ændring:
§ 762, stk. 2, affattes således:
»Stk. 2. En sigtet kan endvidere varetægtsfængsles, når der foreligger en særligt bestyrket mistanke om, at han har begået

1) en lovovertrædelse, som er undergivet offentlig påtale, og som efter loven kan medføre fængsel i 6 år eller derover, og hensynet til retshåndhævelsen efter oplysningerne om forholdets grovhed skønnes at kræve, at sigtede ikke er på fri fod, eller

2) en overtrædelse af straffelovens § 119, stk. 1, §123, §§ 244-246, § 250 eller § 252, såfremt lovovertrædelsen efter oplysningerne om forholdets grovhed kan ventes at ville medføre en ubetinget dom på fængsel i mindst 60 dage, og hensynet til retshåndhævelsen skønnes at kræve, at sigtede ikke er på fri fod.«

§ 2

Denne lov træder i kraft den .................."

Viðmerkingar:

Við lóg nr. 386 frá 10.06.1987 var rættargangslógin fyri Danmark broytt soleiðis, at varðhaldsfongsling verður loyvd í harðskapsførum undir nærri ásettum treytum. Henda lógabroyting er ikki sett í gildi fyri Føroyar.

Seinastu árini er tann ómotiveraði, rái harðskapurin vaksin. Ein harðskapur, ið ikki botnar í ósemjum, men tilvildin ger av, hvør er offur, og stundum stendur um lív hjá tí álopna.

Samfelagið hevur skyldu at verja borgarar sínar, og uppskotsstillarin metir, at fær ein valdsgerð revsirættarligar avleiðingar í somu løtu, harðskapurin verður framdur, minkar hetta slagið av brotsverkum.

1. viðgerð 25. januar 2000. Málið beint í rættarnevndina.

Á tingfundi 25. februar 2000 boðaði formaðurin frá, at Katrin Dahl Jakobsen, vegna Javnaðarflokkin, í skrivi, dagfest 25. februar 2000,  sambært § 55 í tingskipanini, hevði tikið uppskotið aftur.