Ferðslulóg

 

37  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 18. januar, legði Dan Reinert Petersen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

§ 1.

Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

Í § 59e, verður sett sum nýtt stk. 2:

"Stk. 2. Er koyrirætturin frádømdur vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur tó leggjast fyri dómstólarnar, tá helvtin av frádømingartíðini - tó í minsta lagi 1½ ár - er fráliðið. Um koyrirætturin í sovorðnum førum er frádømdur fyri allar tíðir, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur í fyrsta lagi leggjast fyri dómstólarnar, tá ið 5 ár av frádømingartíðini eru fráliðin. Koyrirætturin kann einans fáast aftur, um viðkomandi í minst 1 ár frammanundan, at málið verður lagt fyri rættin, hevur yvirhildið eina eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:

Eitt uppskot toluliga líkt hesum varð av Føroya Landsstýri lagt fyri tingið 30 mars 1993 (nr. 169/1992). Táverandi rættarnevnd kendi seg ikki sannførda um, at tað var rætta løtan at gera hesa lógarbroyting í Føroyum, og setti tí einki uppskot fram. Málíð fall sostatt burtur.

Hin 5. mars 1998 legði landsstýrið uppskot fyri tingið um broyting í løgtingslóg um ferðslu, F.L.j.nr. 640-3/90. Talan var um fleiri týdningarmiklar broytingar í ferðslulógini, harímillum eisini uppskot um ásetingar um afturvegan av førararættinum í førum, har viðkomandi hevði yvirhildið eina eftiransaða viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Hetta uppskot varð aftan á fyrstu viðgerð hin 13. mars 1998 beint í rættarnevndina. Málið fall tó burtur, sbr. stýrisskipanarlógini § 15, 3. stk., tí tað ikki var liðugt viðgjørt undan valinum. Ikki er frætt, um landsstýrið ætlar at koma aftur við hesum uppskoti.

Hildið verður, at einki er til hindurs fyri at taka hesa einu lógarbroyting um afturútvegan av førararættinum í ávísum førum til viðgerðar fyri seg. Ein orsøkin til, at tað verður gjørt, er, at henda broyting hevur virkað í Danmark í fleiri ár. Tað førir við sær, at maður/kona t.d. dømd í Føroyum, kunnu flyta til Danmarkar og fáa koyrikortið aftur eftir hálvari tíð, um tey lúka treytirnar. Heldur ikki er nøkur loyna, at tað eru nógv fólk í Føroyum, ið eru sera áhugað í hesum máli. Tað er í mongum førum lemjandi at hava mist koyrikortið í drúgva tíð og forrent eisini, um tú kanska heilt ert givin við at drekka og hevur broytt lívsstíl.

Sum er, kanst tú í Føroyum, um tú ert dømdur at sita upp til 60 dagar vegna rúsdrekkakoyring, sleppa frá at sita, um tú í 1 ár hevur verið í einari eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu. Henda skipan, ið hevur virkað siðani 1992, tykist at rigga væl, men frá Kriminalforsorgini, ið umsitur hesa skipan, vita vit, at áhugin hevði verið munandi størri, um reglurnar um afturútvegan av førararættinum eisini vóru galdandi í Føroyum.

Avgerðin um at fara í viðgerð í staðin fyri at sita verður tikin av Løgmálaráðnum eftir tilmæli frá Kriminalforsorgini og Føroya Landfúta. Avgerðin um at fáa koyrikortið aftur áðrenn tíðina skal eftir uppskotinum takast av Føroya Rætti.

Skipanin um viðgerð fyri rúsdrekkakoyrarar í staðin fyri fangahús varð sett í verk í Danmark í 1990. Orsøkin var hon, at 2/3 av øllum rúsdrekkakoyrarum við fangahúsrevsing vórðu mettir at hava so stórar trupulleikar av rúsdrekka, at teimum tørvaði viðgerð. Úrslitið var so væleydnað í Danmark, at gjørt var av í 1992 at geva møguleika fyri afturútvegan av koyrikortinum við somu treytum.

Fólk, ið hava mist koyrikortið vegna rúsdrekkakoyring í meira enn 3 ár, eru vanliga tey, ið hava gjørt tað meira enn eina ferð.

Uppskotið fevnir sostatt um tey, ið hava mist koyrikortið millum 3 ár og med alla. Hesi fólk eru vandamikil fyri ferðslutrygdina. Vónin er, at viðgerð í staðin fyri fangahús og afturútvegan av koyrikortinum við ávísum treytum skal hava við sær færri endurtøkur av rúsdrekkakoyring hjá sama bilførara. Danmarks Statistik hevur eftirkannað hetta, og vísir kanningin, at broytingin er hagfrøðisliga týdningarmikil og ikki tilvildarlig. Talið av rúsdrekkakoyrarum er minkað sum heild, og talið av teimum, ið fáa afturstig, er munandi minkað.

Tað er valla orsøk at halda, at føroyingar skuldu verið øðrvísi í so máta. Sostatt skuldi verið ferðslutrygdarligur fongur í hesi skipan umframt gagn fyri rússdrekkadømda føraran, avvarðandi hansara og arbeiðspláss. Heldur ikki er tað uttan týdning fyri samfelagið, at fangahúsplássini verða spard, tí fólk velja heldur at fara í viðgerð enn at fara inn at sita og so kanska eisini at fáa koyrikortið aftur fyri tíðina. Fyri mong er missurin av koyrikortinum størri revsing enn tað at fara inn at sita.

Eftir verandi ferðslulóg kann koyrikortið fáast aftur (§59 e).Treytirnar eru, at málið kann ikki takast upp, fyrr enn 3 ár av frádømingartíðini eru liðin, og tá bert um serstakar umstøður eru til tess. Hava rættindi fyrr verið frádømd hesum sama, er tað bara sum undantak, at koyrirættindi kunnu verða afturveitt og tá í fyrsta lagi, tá ið 6 ár eru liðin av frádømingartíðini.

Nevndin, ið gjørdi lógaruppskotið, ið lagt varð fram í mars 1998, gjørdi í viðmerkingunum til lógina vart við, at hon var av tí fatan, at ásetingarnar í føroysku ferðslulógini so vítt gjørligt skuldu tilevnast í samsvari við tær samsvarandi ásetingarnar í donsku ferðslulógini. Við hesum kann siðvenja hjá danska Hægstarætti nýtast beinleiðis her, og so slepst eisini undan at byggja upp eina serliga føroyska siðvenju, sum hevði verið sera trupult fyri bæði dómstólarnar og ákæruvaldið. Ein harmonisering við danska ferðslulóggávu hevur harafturat tann ágóða við sær, at frádøming av førararættinum sambært føroyskari ferðslulóg uttan himpr verður viðurkent av donsku myndugleikunum.

1. viðgerð 20. januar 2000. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 17. februar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 18. januar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 20. januar 2000 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi 3., 10. og 17. februar 2000, og hevur undir viðgerðini havt fund við Karin Kjølbro, stjóra á Kriminalforsorgini.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins.

2. viðgerð 23. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 22-0-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 25. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-2. Málið avgreitt.

Ll. nr. 27 frá 7. mars 2000