Kommunur - fíggjarætlan v.m.

 

39  Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 18. januar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m. við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 9, stk. 6 og 7, verða strikað.
2) Í § 9 a, stk. 4, 2. pkt., verður í staðin fyri "Reglurnar í § 9, stk. 3-7 verða nýttar samsvarandi" sett: "Reglurnar í § 9, stk. 3-5 verða nýttar samsvarandi".

§ 2

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Reglur, ásettar við heimild í § 9, stk. 7 í løgtingslóg nr. 189 frá 12. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m. við seinni broytingum, verða verandi í gildi, til annað verður ásett.

Viðmerkingar
Broytingarnar í lógini, sum her eru skotnar upp, eru broytingar sum avleiðing av uppskotinum um kommunala láns- og veðhaldsgrunnin.

Løgtingslógin um tær kommunalu fíggjarætlanirnar hevur sum fyritreyt, at hon verður tikin av, tá avtalan millum kommunurnar og lánveitararnar hjá kommununum um felags endurfígging av kommunuskuldini fer úr gildi, t.e. 30. november 1999. Meðan avtalan er í gildi, kann lógin ikki takast av í síni heild, m.a. tí at ásetingin í lógini um, at landsstýrið skal góðkenna kommunalu fíggjarætlanirnar, er ein fyritreyt fyri avtaluni. Aðrar ásetingar í lógini, m.a. ásetingarnar um inngjaldingar til grunnin hava mist sín týdning, við tað at kommunurnar hava rindað til grunnin, ta í endurfíggingaravtaluni kravdu upphædd uppá 100 mió. kr. til trygd fyri kommunulánunum.

Broytingarnar, sum skotnar eru upp at gera í lógini, hava ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær fyri landið og kommunurnar.

 

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:

Til § 1. Reglurnar um inngjaldingar til grunnin eru ásettar í § 9, stk. 1-5, og § 9a, stk. 4, í lógini.

Samstundis við hesum uppskoti verður lagt fyri Løgtingið uppskot um serliga lóg fyri grunnin, har skotið verður upp, at reglurnar í § 9, stk. 6 og 7, um serlig rættindi yvir grunninum, virksemið hjá grunninum og fyrisitingina av grunninum verða settar í ta lógina. Skotið verður tí upp, at hesar reglur verða tiknar av.

Til § 2. Landsstýrismaðurin hevur í kunngerð nr. 153 frá 10. november 1995 sett nærri reglur um fyrisitingina av grunninum og um virksemið hjá grunninum. Hesar reglur verða verandi í gildi, til tær verða tiknar av ella broyttar við heimild í nýggju lógini fyri grunnin.

1. viðgerð 21. januar 2000. Løgtingsmálini nr. 39 og 40 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. februar legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 18. januar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 21. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. januar, 27. januar, 9. februar, 16. februar og 17. februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann, ið umsitur kommunumál, og umboð fyri kommunala láns- og veðhaldsgrunnin.

Nevndin hevur frá løgmanni fingið eina uppgerð av allari kommunuskuldini, sum Føroya Gjaldsstova hevur gjørt, 7. februar 2000, og vísir henda uppgerð eina samlaða kommunuskuld upp á knapar 1,4 mia. krónur. Uppgerðin verður løgd við álitinum sum fylgiskjal A. Eisini hevur nevndin frá Føroya Lívstrygging fingið yvirlit yvir restskuldina pr. 15. februar 2000 á teimum lánum, sum kommunurnar hava hjá Føroya Lívstrygging, og vísir yvirlitið, at restskuldin er góðar 127 mió. kr. Lívstrygging upplýsir, at lánini verða rentað við 7% p.a. sambært kommunuavtaluni, og at kommunurnar hava goldið umleið 46 mió. kr. í eykaavdráttum, síðan kommunuavtalan byrjaði. Uppgerðin frá Føroya Lívstrygging verður løgd við álitinum sum fylgiskjal B.

Nevndin ger vart við, at í viðmerkingunum stendur, at avtalan millum kommunurnar og lánveitararnar hjá kommununum um felags endurfígging av kommunuskuldini fer úr gildi 30. november 1999. Hetta skal verða 30. november 2000.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 29. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 7. mars 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 816-61/99
Ll. nr. 29 frá 13. mars 2000