Kommunalur láns- og veðhaldsgrunnur

 

40  Uppskot til  løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð
F. Álit II
G. 3. viðgerð
H. Nevndarskjøl

Ár 2000, 18. januar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.

1. Kommunali láns- og veðhaldsgrunnurin veitir felagskommunala trygd fyri lánum hjá kommunum.
Stk. 2. Eftir fyrsta 1. desember 2000 kann fæið í grunninum verða sett sum felagskommunal trygd fyri lánum hjá kommunum, sum framhaldandi luttaka í eini felags fígging av kommunuskuldini.
Stk. 3. Grunnurin kann strika skuld hjá kommunum og kann eisini veita stuðul til kommunur at gjalda niður skuld og til at rinda fyri kurstap í sambandi við umlegging av lánum.
Stk. 4. Stuðul til at rinda niður skuld og til at rinda fyri kurstap eftir §§ 5 og 6 kann til 1. desember 2000 einans verða veittur, um tøka fæið í grunninum er yvir 100 mió. og tá bert við tí partinum av fænum, sum er yvir 100 mió. kr.

§ 2. Í stýrinum fyri grunnin eru 3 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Landsstýrismaðurin tilnevnir eisini 3 eykalimir. Allir stýrislimir skulu vera bý- ella bygdaráðslimir.

§ 3. Grunnurin verður teknaður av formanninum fyri stýrið. Verður fæ grunsins sett í veð, krevst undirskrift frá formanninum og einum øðrum stýrislimi.

§ 4. Treytað av, at krøv móti grunninum eftir §§ 7 og 8 verða strikað, kann grunnurin strika krøv fyri veðhaldsútlegg gjørd upp tann 31. desember 1999 móti Tvøroyrar, Vágs, Sands og Skopunar kommunu.

§ 5. Grunnurin veitir stuðul til Tvøroyrar, Sands og Oyndarfjarðar kommunu at rinda niður skuld. Stuðulin til Oyndarfjarðar kommunu er treytaður av, at Oyndarfjarðar kommuna strikar krøv móti grunninum eftir §§ 7 og 8.
Stk. 2. Stuðulin, sum kann latast til hvørja kommunu eftir stk. 1, verður ásettur til eina upphædd svarandi til tann partin av kommunuskuldini 30. juni 1999, sum er oman fyri 3 ferðir mettu kommunuskattainntøkurnar við grundarlagi í skattainntøkunum fyrra hálvár 1999 við skattaprosenti 23%, umframt partafelagsskattin 1998.

§ 6. Úr grunninum kann veitast endurgjald fyri kurstap í sambandi við umlegging av lánum, sum kommunurnar tann 31.desember 1999 hava frá Realkredit Danmark.
Stk. 2. Stuðulin, sum kann latast eftir stk. 1, verður útgoldin við 50% við umleggingina og 50% 1. desember 2000.

§ 7. Av fænum í grunninum eftir tann 1. desember 2000 kann kommuna, sum ikki er við í eini framhaldandi felags fígging av kommunuskuldini, krevja at fáa útgoldið helmingin av eini upphædd, sum verður ásett í lutfallinum: Samlað inngjald frádrigið avskrivingar býtt við inngjald frá kommunu.

§ 8. Í seinasta lagi tann 1. desember 2005 ella 5 ár eftir, at avtala um framhaldandi felags fígging er gjørd, fáa kommunurnar útgoldið fæið, sum tá er í grunninum. Ùtgoldið verður til hvørja kommunu í lutfallinum: Samlað inngjald frádrigið avskrivingar, frádrigið samlað áður útgoldið býtt við inngjald frá kommunu frádrigið áður útgoldið til kommunu.

§ 9. Útgjaldingar eftir §§ 7 og 8 skulu nýtast at rinda niður lán, um kommunan hevur skuld svarandi til meira enn eina skattaálíkning við skattaprosenti, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 10. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um fyrisiting av grunninum, virki grunsins, heruppií treytir fyri veitan av trygd og um avtøku av grunninum.
Stk. 2. Eftir 1. desember 2000 kann landsstýrismaðurin við kunngerð taka av grunnin, um hann metir, at grundarlag ikki er fyri felags fígging av kommunuskuld.
Stk. 3. Verður grunnurin tikin av eftir stk. 2, fáa kommunurnar útgoldið fæið í grunninum eftir § 8.

§ 11. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Eftir hesum uppskoti verður fíggjgarliga orkan um kommunala láns- og veðhaldsgrunnin flutt millum kommunur og frá landskassanum til kommunurnar soleiðis, at ávísar kommunur eftir teimum reglum, ið ásettar eru í hesum uppskotinum, frá hinum kommununum og landkassanum, fáa fíggjarligt ískoyti, at lætta um skuldarbyrðuna og at lætta um serliga tyngjandi lán.

Endamálið við hesum er at skapa grundarlag fyri, at allar kommunur, eisini tær, ið eru ringast fyri fíggjarliga, sjálvar evna at gjalda útreiðslur av kommunala rakstrinum og av kommunulánum og at minka um ójavna viðvíkjandi treytunum fyri fígging av kommunuskuld.

Bakstøðið fyri uppskotinum

Felags endurfíggingaravtalan um kommunuskuldina frá 30. november 1995 hevur gildi í 5 ár og fer sostatt úr gildi 30. novmber 2000. Við hesum eru kommunurnar avtalurættarliga leysar av felagskommunalu trygdini, sum eftir endurfíggingaravtaluni er veitt lánveitarunum. Eftir lóggávuni kann grunnurin takast av við samtykt í stýrinum fyri grunnin og eftir góðkenning frá landsstýrismanninum. Sostatt er hvørki í avtaluni ella í lóggávuni nakað, ið forðar fyri, at grunnurin verður tikin av, tá avtalan fer úr gildi 30. november 2000.

Tá ið endurfíggingaravtalan kom í gildi í 1995, varð mett, at samlaða kommunuskuldin var uml. 1,8 mió. kr. Í dag er samlaða skuldin uml. 1,2 mió. kr. Støðan í dag er, at flest allar kommunur klára sínar lánsskyldur og aðrar skyldur, tó eru nakrar kommunur, sum eru sera illa fyri fíggjarliga, av tí at skuldin framvegis er stór, og sum ikki sjálvar megna at rinda fyri sínar lánsútreiðslur og aðrar rakstrarútreiðslur, uttan at kommunuskattaprosentið, sum frammanundan er ásett so høgt, sum galdandi lóggáva heimilar, verður hækkað.

Landsstýrið og umboð fyri kommunurnar eru samd um, at skuldarbyrðan hjá kommununum ikki eigur at vera hægri enn 3 álíkningar við kommunuskattaprosenti 23. Landsstýrisins støða er eisini, at tað er ein felags uppgáva hjá kommununum og landsstýrinum at skipa soleiðs fyri, at eingin kommuna mótvegis lániveitarum aftur kemur í eina støðu, sum í roynd og veru er ein gjaldstrotastøða, men at hesar kommunurnar aftur fáa fíggjarlig kjølfesti. Fyri at náa framman fyri nevndu setningum er neyðugt, at lætt verður um skuldina hjá ávísum kommunum við eini upphædd uppá uml. 50 mió kr. Harumframt er ætlanin at nýta uml. 17,9 mio. kr. til endurgjald fyri kurstap av lánum við serliga ólagaligum rentutreytum.

Landsstýrið hevur tí við eykjáttanarlóg frá mars 1998 fingið heimild at nýta 25 mió. kr, at seta í grunnin til nevndu endamál.

Verandi skipan viðvíkjandi láns- og veðhaldsgrunninum

Rættarliga grundarlagið fyri skipanini við eini felagskommunalari trygd mótvegis lánsveitarunum fyri kommunulánunum er bæði avtalurættarligt og lóggáva.

Láns- og veðhaldsgrunnurin er skipaður við avtalu millum kommunurnar og lánsveitarar hjá kommununum um endurfígging av føroysku kommunuskuldini. Heimildin fyri avtaluni er løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommualu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn v.m. við seinni broytingum. Við heimild í lógini hevur landsstýrið í kunngerð nr. 153 frá 10. november 1995 ásett nærri reglur um fyrisitingina av og virksemið hjá grunninum

Felags endurfíggingaravtalan millum kommunurnar og teirra lánsveitarar fekk gildi 31. november 1995 og fer úr gildi 1. desember 2000.

Eftir avtaluni fingu kommunurnar ein afturgjaldsskáa í 5 ár og eina lægri rentu av lánunum enn tað, ið var galdandi tá. Mett varð, at endurfíggingaravtalan gav kommununum ein gjaldførislætta uppá uml. 100 mió. kr.

Afturtímóti hesum veittu kommunurnar sum trygd fyri lánunum lánveitarunum eina felagskommunala trygd uppá 100 mió. kr., og sum trygd fyri gjaldingunum transport í kommunuskattinum um Føroya Gjaldstovu.

Felagskommunala trygdin fyri lánunum er veitt partvíst sum ein felagskommunalur veðhaldsgrunnur og sum ein sínamillum borgan uppá tilsamans 100 mió. kr.

Árliga inngjaldið frá komununum til grunnin var fyri fíggjarárini 1994 og 1995 í § 9, stk. 1, og stk. 2, í omanfyri nevndu løgtingslóg ásett til eina upphædd, svarandi til 1% av skattagrundarlagnum í kommununi. Fyri fíggjarárini 1996 og fylgjandi ár kann inngjaldið eftir § 9 a, stk. 5, ásetast eftir tørvi millum 0 og 1% av skattagrundarlagnum. Í fíggjarárunum 1994-1997 høvdu kommunurnar inngoldið 134,7 mió. kr. til grunnin, og varð inngjaldið tá avtikið.

Innistandandi í grunninum upp til 100 mió. kr. er handveðsett til fyrimuns fyri lánsveitararnar.

Harumframt hava lánsveitarar sum trygd fyri lánsgjøldum fingið transport í kommunuskattinum. Er kommunuskattainntøkan við kommunuskattaprosenti 23 ikki nóg stór at rinda fyri neyðugar útreiðslur eftir fíggjarætlanini, heruppií til lánsgjøld, er landsstýrinum heimilað at minka transportarnar, og Gjaldstovuni er heimilað at rinda lánveitarunum írestandi upphæddina til lánsgjøld úr grunninum. Hendan skipanin merkir, at Gjaldstovan umsitur øll lán hjá kommununum.

Meðan endurfíggingaravtalan er í gildi, kann innistandandi í grunninum upp til 100 mió. kr. ikki nýtast til onnur endamál.

 

Ætlanir landsstýrisins

Landsstýrið skal seta 25 mió. kr. í grunnin. Síðani er ætlanin:

Mett verður, at saneringin fer at kosta grunninum uml. 67 mió. kr. Við innskotinum frá landsstýrinum eru 171,9 mió. kr. í grunninum, sostatt verða 104,9 mió. kr. eftir í grunninum, tá oman fyri nevndu tiltøk eru framd.

Fíggjarligur kostnaður av uppskotinum

Fyri landskassan hevur uppskotið við sær eina meir útreiðslu uppá 25. mió. kr. Fyri kommunurnar hevur uppskotið við sær flytingar millum kommunukassarnar, men hevur ikki við sær meir útreiðslur fyri kommunurnar sum heild.

Fundir hava verið við Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag um uppskotið. Feløgini hava tikið undir við, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1. Eftir galdandi reglum fyri grunnin, kann grunnurin veita lán og veðhald fyri lánum hjá kommununum. Við heimild í lógini hevur landsstýrismaðurin við kunngerð nr. 153 frá 10. november 1995 ásett nærri reglur um, hvussu fæið í grunninum kann verða nýtt, fyrisitingina av grunninum og avtøku av grunninum. Eftir hesum reglum, skal fæið, upp til 100 mió. kr., handveðsetast til fyrimuns fyri lánsveitarar, umfataðir av endurfíggingaravtaluni frá november 1995. Veðhaldsútlegg fyri nevndu lán kunnu verða umløgd til rentu- og avdráttarfrí lán hjá kommunum, sum ikki fáa javnvág í fíggjarætlanina við skattaprosentinum 23. Hesar reglur verða verandi í gildi, til endurfíggingaravtalan fer úr gildi 30. november 2000. Fæið í grunninum, upp til 100 mió. kr., er tí bundið, til endurfíggingaravtlan fer úr gildi, og bert fæ í grunninum oman fyri 100 mió. kr. kann í hesum tíðarskeiðinum nýtast til onnur endamál.

Eftir reglunum í hesum uppskoti verður, umframt at veita veðhald, eisini heimild hjá stýrinum fyri grunnin at strika skuld til grunnin og at veita stuðul til at rinda niður skuld og til at rinda fyri kurstap, tó bert í teimum førum, sum ásett í §§ 4-6.

Til § 2. Her verður ásett, at landsstýrismaðurin tilnevnir stýrið fyri grunnin. Nærri reglur um stýrið eru ásettar í kunngerðini fyri grunnin, sum vera verandi í gildi. Allir limirnir skulu vera kommunustýrislimir. Stýrið skal veljast av nýggjum, tá kommunuval hevur verið.

Til § 3. Galdandi tekningarreglur í kunngerðini verða eftir uppskotinum tiknar upp í lógina. Formaðurin kann binda grunnin, tó krevst eisini undirskrift frá einum øðrum stýrislimi til at binda grunnin við veðseting av fænum í grunninum.

Til § 4. Her verður út í æsir ásett, í hvørjum førum grunnurin kann strika skuld. Tær í greinini nevndu kommunur hava átikið sær skuld til grunnin, við tað at grunnurin sum veðsetari hevur havt veðhaldútlegg fyri hesar kommunur.

Skuldin til grunnin, sum verður gjørd upp av stýrinum, verður gjørd upp, sum skuldin er tann 31. desember 1999.

Eftir galdandi reglum kann landsstýrið eftir fíggjarætlanini minka transportarnar, sum lánsveitarar eftir endurfíggingaravtaluni hava í kommunuskattinum. Gjaldstovan kann so rinda úr grunninum fyri lánsgjøld.

Veðhaldsútlegg eru rentu- og avdráttarfrí, um kommunan ikki fær javnvág í fíggjarætlanina við kommunuskattaprosentinum 23.

Hava kommunurnar eftir ársrokskapinum fingið meira útgoldið, enn tørvur var á eftir fíggjarætlanini, kann stýrið gera av, at meirútlegg, umframt áogn, skal mótroknast, áðrenn skuld verður strikað. Verður mótroknað eftir § 4 í uppskotinum, skal møgulig skuld til grunnin eftir hetta takast við í uppgerðini av skuldini eftir § 5, stk. 2, í uppskotinum.

Mett verður, at nettoútreiðlurnar hjá grunninum eftir hesi grein verða uml. 14,2 mió. kr. 

Til § 5. Eftir hesi grein í uppskotinum er út í æsir ásett, í hvørjum førum stuðul kann latast til at rinda niður skuld uttan fyri grunnin. Stuðulin til Oyndarfjarðar kommunu er treytaður av, at kommunan strikar áogn sína í grunninum.

Stuðulsupphæddin verður ásett nærri av stýrinum fyri grunnin eftir ásetingunum í hesi grein.

Mettu kommunuskattainntøkurnar skulu ásetast, sum inntøkurnar í roynd og veru hava verið fyrra hálvár 1999 framskrivaðar til 31. desember 1999. Afturat hesum skal leggjast partafelagsskatturin 1998, sum verður útgoldin kommununum í 1999.

Mett verður, at útreiðslurnar hjá grunninum av hesum verða uml. 34,8 mió. kr. 

Til § 6. Ávísar kommunur, nærri tilskilaðar í hjálagda skjali, hava tørv á at umleggja obligatiónslán frá Realkredit Danmark, tí hesi lán hava serliga ólagaligar rentutreytir.

Ætlanin er, at hesar kommunur skulu fáa stuðul, eisini um tær ikki umleggja lánini, og í tí førinum verður stuðulin gjørdur upp sum eitt roknað kurstap tann 31. desember 1999. Útreiðslurnar hjá grunninum av hesum verða mettar til uml. 17,9 mió. kr.

Fyri at halda treytirnar í endurfíggingaravtaluni frá 1995 um, at fæið í grunninum ikki skal fara niður um 100 mió. kr. áðrenn 1. desember 2000, fáa hesar kommunurnar útgoldið stuðulin í tveimum, 50% við umlegging ella áðrenn 1. desember 2000 og 50% aftaná 1. desember 2000.

Til § 7. Eftir hesi ásetan í uppskotinum kunnu kommunur, sum ikki ynskja at vera við í framhaldandi felags fígging av kommunuskuldini eftir 1. desember 2000, av fænum, sum tá er í grunninum, krevja at fáa útgoldið helmingin av tí upphædd, sum tilkemur teimum eftir ásetingini í hesi grein. Stýrið ger upp, hvussu nógv skal útgjaldast.

Kommunurnar hava eitt ár at umráða seg í, um tær vilja vera við í eini felags fígging, og tí ber ikki til enn at gera eina meting av, hvussu nógvar kommunur vera við í eini tílíkari fígging.

Til § 8. Her verður ásett, at í seinasta lagi 1. desember 2005 verður grunnurin eftir lógini tikin av, og kommunurnar fáa tá útgoldið fæið, sum eftir er í grunninum, eftir tí býtislykili, sum er ásettur í greinini.

Til. § 9. Ásett verður, at útgjaldingar eftir §§ 7 og 8 skulu nýtast til at rinda niður lán oman fyri inntøkurnar av einari álíkning við kommunuskattaprosenti, sum landsstýrismaðurin ásetir.

Til § 10. Galdandi kunngerð fyri grunnin verður í gildi, til hon verður tikin av ella broytt við kunngerð við heimild í hesi lóg.

Um landsstýrismaðurin metir, at grundarlag ikki er fyri framhaldandi felags fígging, kann hann við kunngerð taka grunnin av aftan á 1. desember 2000. Tílíka avgerð kann landsstýrismaðurin taka, um bert fáar kommunur ynskja at vera við í eini felags fígging, eisini við atliti at stødd á kommunum, sum ynskja at vera við.

1. viðgerð 21. januar 2000. Løgtingsmálini nr. 39 og 40 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. februar 200 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 18. januar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 21. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. januar, 27. januar, 9. februar, 16. februar og 17. februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann, ið umsitur kommunumál, og umboð fyri stýrið í kommunala lán- og veðhaldsgrunninum.

Í viðmerkingunum eru nakrar villur komnar í. Sagt verður, at samlaða kommunuskuldin var uml. 1,8 mió. kr, og at samlaða skuldin í dag er uml. 1,2 mió. kr. Her er talan um 1,8 mia. kr. og 1,2 mia. kr. Eisini verður sagt, at landsstýrið við eykajáttanarlóg frá mars 1998 hevur fingið heimild til at nýta 25 mió. kr. at seta í grunnin til nevndu endamál. Her er talan um eykajáttanarlóg frá mars 1999. Dagfestingin 31. november 1995 eigur at verða 30. november 1995.

Í § 6 verður skotið upp, at úr grunninum kann veitast endurgjald fyri kurstap í sambandi við umlegging av lánum, sum kommunurnar tann 31. desember 1999 hava frá Realkredit Danmark, eisini verður skotið upp, at hesar kommunur skulu fáa 50% av stuðlinum útgoldnan við umleggingina og 50% 1. desember 2000. Í viðmerkingunum til greinina verður sagt, at "ávísar kommunur, nærri tilskilaðar í hjálagda skjali, hava tørv á at umleggja obligatiónslán frá Realkredit Danmark,...". Nevnda skjal er ikki lagt við í málinum, men í sambandi við viðgerðina av fyriliggjandi máli og av løgtingsmáli nr. 39/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m. hevur nevndin frá løgmanni fingið yvirlit yvir alla kommunuskuldina, sum Føroya Gjaldsstova hevur gjørt upp pr. 7. februar 2000. Hetta yvirlit er viðlagt sum skjal í álitinum í løgtingsmáli nr. 39/1999, sum skjal A. Sambært hesum yvirliti hava 12 kommunur lán frá Realkredit Danmark A/S, 25 frá Kommunekredit, 11 frá Nykredit A/S og ein BRFkredit A/S. Landsstýrið sigur eisini í viðmerkingunum um kommunurnar, sum hava lán úr Realkredit Danmark, at "Ætlanin er, at hesar kommunur skulu fáa stuðul, eisini um tær ikki umleggja lánini, og í tí førinum verður stuðulin gjørdur upp sum eitt roknað kurstap tann 31. desember 1999."

Orsøkin til, at tað bert er kurstap í sambandi við umlegging av obligatiónslánum, er, at tað bert vóru lánini frá Realkredit Danmark og BRFkredit, sum vórðu umløgd til nýggj 30 ára obligatiónslán, har rentan saman við eykagjaldi (provisjón o.ø.) hava kostað kommunum yvir 9% í rentu. Hesar lániavtalur hjá Realkredit Danmark og BRFkredit fara ikki úr gildi 1. desember 2000 eins og allar hinar lániavtalurnar hjá kommununum.

Tað er skilagott hjá kommunum, sum hava hesi obligatiónslán at umfíggja hesi lánini, tí tey kunnu fáast munandi bíligari í dag, men við tað, at hetta eru obligatiónslán, kunnu hesi ikki umleggjast, uttan at kurstap verður staðfest. Tað er hetta kurstap, sum skotið verður upp, at grunnurin skal gjalda. Hini kreditfelagslánini kunnu umfíggjast, uttan at hetta hevur kurstap við sær, og tí er henda skipan ikki neyðug fyri lán frá Kommunekredit og Nykredit.

Fíggjarnevndin mælir tí til, at lógin eisini fevnir um obligatiónslán frá BRFkredit. Samsvarandi hesum mælir ein samd nevnd tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broyting og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 6 verður aftaná "Realkredit Danmark" sett inn "og BRFkredit".

2. viðgerð 29. februar 2000. Broytingaruppskot til § 6 samtykt 25-0-0-. Uppskot landsstýrisins soleiðis broytt samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Á tingfundi 7. mars 2000 løgdu tingmenninir Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen, Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Heini O. Heinesen, Jógvan við Keldu, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð 

Í § 5, stk. 2, verður "30. juni 1999" broytt til "31. desember 1999".

Viðmerkingar:

Við broyttari dagfesting frá 30. juni 1999 til 31. desember 1999 verða inntøkutølini meira álítandi, og kommunurnar, sum høvdu størstu trupulleikarnar, fáa somu møguleikar og somu viðferð.

3. viðgerð 7. mars 2000. Uppskot frá løgmanni o.fl. um at beina málið aftur í nevnd samtykt 14-5-6. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 14. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t  II

Málið varð við 3. viðgerð týsdagin tann 7. mars 2000 við 14-5-6 atkvøðum beint aftur í nevnd. Málið varð beint aftur í fíggjarnevndina. Við 3. viðgerð settu 8 tingmenn fram broytingaruppskot til § 5, stk. 2, har mælt varð til at broyta 30. juni 1999 til 31. desember 1999.

Nevndin hevur viðgjørt málið av nýggjum á fundi 13. mars 2000 og hevur havt fund við løgmann, ið umsitur kommunumál, og umboð fyri Kommunusamskipan Føroya. Eisini hevur nevndin fingið bræv frá Vágs kommunu, dagfest 8. mars 2000.

Løgmaður greiddi frá, at hann í september mánaði í 1999 gjørdi semju við Kommunusamskipan Føroya um kommunuskuldina, og har varð m.a. semja um, at mettu kommunuskattainntøkurnar skulu ásetast sum inntøkurnar vóru í fyrra hálvári 1999 og framskrivast til 31. desember 1999. Føroya Kommunufelag góðkendi hesa semju, og út frá hesum er lógaruppskotið gjørt. Umboðini fyri Kommunusamskipan Føroya søgdu, at tá semjan varð gjørd í september 1999, varð roknað við, at málið var loyst í 1999, tí var roknað við inntøkunum fyrra hálvár 1999, men nú árið er runnið, søgdu teir tað vera meira álítandi og rættast at rokna við allari inntøkuni fyri 1999.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Heini O. Heinesen, Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen og Sámal Petur í Grund) mælir tinginum til at samtykkja broytingaruppskotið frá Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen, Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Heina O. Heinesen, Jógvan við Keldu, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund.

Minnilutin (Bjarni Djurholm og Jógvan Durhuus) mælir tinginum til at samtykkja uppskotið, soleiðis sum tað varð samtykt við 2. viðgerð.

3. viðgerð 15. mars 2000. Broytingaruppskot frá Lisbeth L. Petersen, Flemming Mikkelsen, Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Heina O. Heinesen, Jógvan við Keldu, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund til § 5 fall 12-1-18.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-3-0. Málið avgreitt.

J.nr. 816-60/99
Ll. nr. 36 frá 20. mars 2000