Tolllóg

 

45  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 25. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

§ 1

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 29. desember 1998, verður í § 36, stk. 1, nr. 4, "§ 12, 4. stk. og" strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar

Undir ásetingunum í tolllógini um revsing stendur í § 36, stk. 1, nr. 4, at "Við bót verður hann revsaður, ið tilætlað ella av grovum ósketni: Brýtur § 12, stk. 4,….".

Av tí at § 12, stk. 4, í tolllógini ikki finst longur, kann ikki revsast, um ein brýtur § 12, stk. 4. Av misgáum er hendan revsiáseting ikki broytt, tá §12, stk. 4, varð tikið úr lógini. Hetta verður við hesum rættað.

Viðmerkingar til broytingina

Henda broyting hevur til endamáls at rætta eina villu í § 36 í tolllógini, nevniliga at strika, at brot á § 12, stk. 4, kunnu verða revsað, tá § 12, stk. 4, ikki longur finst í tolllógini.

1. viðgerð 27. januar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 8. februar 2000 legði fram soljóðandi  

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 25. januar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 27. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 2. februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Nevndin hevur fingið upplýst, at tá tolllógin varð broytt í 1996, tingmál nr. 71/1995: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, lýst í løgtingslóg nr. 57 frá 20. mai 1996, varð § 12, stk. 3, sett úr gildi og § 12, stk. 4, varð broytt til § 12, stk. 3, men av misgáum varð eingin avleiðingsbroyting gjørd í § 36, har víst verður á § 12, stk. 4. Henda rætting verður nú gjørd í fyriliggjandi uppskoti.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.  

2. viðgerð 10. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-7/98
Fms.j.nr. 2520-23/91
Ll. nr. 24/2000 frá 21.02.2000