Meirvirðisgjald

 

46  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 25. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 23. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 12, stk. 2, verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri nýtslu av stk. 1 og gera av, at vørur og tænastur, sum verða gjørdar fyri útlendska rokning, í øðrum førum kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu."

  2. § 22, stk. 2, verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1,0% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldkomumánaðinum at rokna. Rentan verður somuleiðis goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1, fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldkomumánaðinum at rokna."

  3. 3) Í § 22 verður sett sum stk. 3:
    "Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu."

  4. § 32, stk. 4, verður orðað soleiðis:
    "Stk. 4. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal 1,0% roknast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldkomumánaðinum at rokna."
  5. Í § 33, stk. 1, litra b, verður "§ 12, 6. stk., 2. punktum" broytt til: "§ 12, stk. 5, 2. punktum".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-5, hava virknað frá 1. januar 2000. 

Almennar viðmerkingar

Endamálið við hesum uppskoti er at gera nakrar fáar og smærri broytingar og rættingar í lógini um meirvirðisgjald.

Fyrsta broyting er at skoyta orðið "vørur" upp í § 12, stk. 2, so landsstýrismaðurin fær eina greiða heimild til at gera av, at vørur og tænastur, sum verða gjørdar fyri útlendska rokning, kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu. Sum nú er, stendur bert tænastur í lógartekstinum, og kann hetta í nøkrum førum elva til ivamál. Vanliga eru somu reglur galdandi fyri vørur og tænastur á hesum øki. Við at skoyta orðið vørur upp í tekstin, er einki ivamál longur, nú er heilt greitt, at talan er um bæði vørur og tænastur.

Onnur, triðja og fjórða broyting hevur til endamáls at syrgja fyri, at broytingar í útrokning av morarentum av mvg-krøvum hjá tí almenna, sum ætlanin var, skuldu koma í gildi 1. januar 2000, álíkavæl ikki koma í gildi, tí arbeiðið við at gera nýggja edv-skipan vísir seg at taka longri tíð og kemur at kosta meira, enn upprunaliga mett. Tí verður skotið upp at lata gomlu reglurnar halda fram uttan tíðaravmarking.

Seinasta broytingin er einans ein talrætting av einum stykki.

Eingin av hesum broytingum hava fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar av týdningi fyri landskassan.

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:

Til 1). Her er broytingin at skoyta orðið "vørur" upp í § 12, stk. 2, so landsstýrismaðurin fær eina greiða heimild til at gera av, at vørur og tænastur, sum verða gjørdar fyri útlendska rokning, kunnu haldast uttan fyri avgjaldsskylduga sølu. Sum nú er, stendur bert tænastur í lógartekstinum, og kann hetta í nøkrum førum elva til ivamál. Vanliga eru somu reglur galdandi fyri vørur og tænastur á hesum øki. Við at skoyta orðið vørur upp í tekstin, er einki ivamál longur, nú er heilt greitt, at talan er um bæði vørur og tænastur.

Til 2) – 4). Hesar broytingar skulu tryggja, at ætlaðu broytingarnar um útrokning av morarentum av mvg-krøvum hjá landskassanum ikki koma í gildi 1. januar 2000, men verða útsettar í óásetta tíð.

Til 5). Broytingin er einans ein talrætting av einum stykki.

1. viðgerð 27. januar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 8. februar 2000 legði fram soljóðandi 

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 25. januar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 27. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 2. februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Nevndin hevur fingið frágreiðing frá Toll- og Skattstovu Føroya um gongdina í málinum.

Í frágreiðing frá Toll- og Skattstovu Føroya verður sagt, at upprunalógin um meirvirðisgjald er løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992. Har var § 22, stk. 2, orðað soleiðis:

"Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1,5% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldsmánaðinum at rokna, tó í minsta lagi 100 kr. fyri eitt avgjaldstíðarskeið. Rentan verður somuleiðis goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1, fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsmánaðinum at rokna."

og § 22, stk. 3:

"Reglurnar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu."

Henda orðing verður broytt við løgtingslóg nr. 96 frá 29. desember 1998 (Tingmál nr. 40/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald). § 22, stk. 2, verður nú orðað soleiðis:

"Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn mánað frá og við gjaldsmánaðinum at rokna. Renta verður ikki goldin av hækkingini av avgjaldinum sambært § 21, stk. 1".

Stk. 3 verður strikað.

Viðmerkingarnar til hesar broytingar vóru:

Til stk. 2.:

"Eftir verandi reglu skal 1,5% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað, um avgjaldið ikki verður goldið til tíðina. Skotið verður við hesum upp at lækka rentuna, so hon framyvir verður 1,0% fyri hvønn byrjaðan mánað. Stórir trupulleikar eru í sambandi við rentuásetingarnar í § 22. Sum nú er, má umsitingin manuelt rokna sundurgreiningina av skuldini í avgjald, rentur og sekt. Eisini hevur verið ynski frammi um at strika tær 100 kr., sum eru ásettar í § 22, stk. 2, tí telduskipanin hevur trupult við at gera hetta á rættan hátt. Tí verður skotið upp eisini at gera ta broyting, at ásettu 100 kr. fella burtur, eins og renta framyvir heldur ikki skal roknast av hækkingum, sum gjørdar verða, tá uppgerð er ov seint innlatin."

Til stk. 3.

"Mett verður eisini, at tað er óheppið, at Toll- og Skattstova Føroya krevur rentur av tilskrivaðum rentum. Hetta verður ikki gjørt í okkara grannalondum".

Hesar reglur vóru lýstar at galda frá 1. januar 2000, men broytingin í rentustignum skuldi tó galda frá 1. januar 1999

Í mars 1999 verða smærri broytingar gjørdar í tekstinum. Løgtingslóg nr 33 frá 23. apríl 1999 (Tingmál nr. 95/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald). Í § 22, stk. 2, 2. punkt, verður "goldin" broytt til "roknað", sum er rentan av hækkingini sambært § 21, stk. 1. "Roknað av hækkingini" verður mett at vera rættara formuleringin enn "goldin av hækkingini".

§ 32, stk. 4, snýr seg um, tá avgjaldið ikki verður goldið rættstundis. Her verður rentan eisini broytt frá 1,5% til 1%.

Tá tað vísti seg at vera rættiliga umfatandi og kostnaðarmikið at broyta EDV-skráirnar til útrokning av morarentum av MVG-krøvum, sum ætlanin var skuldu koma í gildi 1. januar 2000, og hartil kom, at henda uppgáva kom at tarna øðrum størri uppgávum, sum Toll- og Skattstovan er í gongd við í løtuni (automatisering av tollavgreiðsluni og umlegging av innkrevjingarskipanini), varð avgerð tikin um at heita á landsstýrismannin um at leggja uppskot fyri løgtingið, sum broytti lógina aftur til tað, hon var frá 8. sept. 1992 (lóg nr. 136 um MVG), tó við teimum undantøkum, at "tó í minsta lagi 100 kr" ikki verður tikið við aftur, og at rentan verður 1%, sum hon varð broytt til frá 1. januar 1999.

Toll- og Skattstovan hevur ætlanir um at seta ein arbeiðsbólk at gera eina greiðari skipan til útrokning av rentum av almennum krøvum. Spurningurin um rentu av MVG-krøvum verður tá tikin upp aftur, sigur Toll- og Skattstova Føroya í frágreiðingini til fíggjarnevndina.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.  

2. viðgerð 10. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-9/98
Fms.j.nr. 2530-1/90
Ll.nr. 23/2000 frá 21.02.2000