Ferðslulógin

 

47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Tikið aftur

Ár 2000, 25. januar, legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu 

§ 1.

Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

1. Í § 16, stk. 3, verður í tveimum førum "0.80 0/00" broytt til: "0,50 0/00 ".

2. Aftaná § 16a verður sett:

"Brúk av fartelefon og øðrum teleútbúnaði

§ 16b. Førari av akfari má ikki, meðan hann koyrir, brúka handhildnar fartelefonir.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur om nýtslu av øðrum teleútbúnaði ella líknandi undir koyring".

3. Í § 59b verður sett inn sum 3. pkt. í stk. 2. "Í føri, tá ið alkoholnøgdin í blóðinum við koyring hevur verið ímillum 0,5 og 0,8 0/00, er frádømingartíðarskeiðið 6 mánaðir, um ikki herðandi umstøður gera seg galdandi."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar:

Hetta er ikki fyrstu ferð, at uppskot er lagt fyri Løgtingið um broyting av promillumarkinum, men enn hevur ikki verið meiriluti fyri at gera nakra broyting.

Gamli kenningurin um, at landsstýrið arbeiðir við málinum, hevur verið orsøkin til, at málið enn ikki er samtykt, sjálvt um sagt er í rættarnevndini, tá málið hevur verið fyri har, at neyðugt er at gera eina broyting soleiðis, at markið verður lækkað. Sum øllum kunnugt hava okkara grannalond lækkað markið, og hava hesi eitt promillumark, sum er frá 0,2 til 0,5.

Orsøkin til, at skotið verður upp at seta markið til 0,5 0/00, er ásannanin um, at higartil hevur verið sera trupult at fáa nakra broyting í gjøgnum í Løgtinginum.

Tað er vorðin ein alt meiri vanlig ferðslumynd, at bilførarar tosa í handhildnum fartelefonum, meðan koyrt verður.

Kanningar aðrastaðni vísa, at ansnið við koyringini og við hinari ferðsluni minkar munandi, tá ið førarin samstundis tosar í fartelefon. Harumframt er førleikin at koyra munandi skerdur, tá ið bara onnur hondin verður brúkt.

Eisini hjá bussførarum er hetta óskil vorðið alt meiri vanligt, meðan samstundis verður álagt ferðafólki ikki at tosa í fartelefon, meðan koyrt verður.

Hóast flokkurin ásannar týdningin av fartelefonini í dagliga samskiftinum, so halda vit, at trygdin í ferðsluni ikki skal setast til viks av hesi orsøk.

Javnaðarflokkurin skjýtur tí hesar broytingar upp. Flokkurin mælir annars landsstýrinum til at umhugsa at leggja fyri Løgtingið av nýggjum tær broytingar í ferslulógini, sum uppskotnar vóru í løgtingsmáli nr. 122/1997, sum landsstýrið legði fram 5. mars 1997, men fall burtur vegna løgtingsval (Løgtingstíðindi 1997, bls. 1124.)

1. viðgerð 27. januar 2000. Málið beint í rættarnevndina.

Á tingfundi 22. mars 2000 boðaði formaðurin frá, at Katrin Dahl Jakobsen, vegna Javnaðarflokkin, í skrivi, dagfest 22. mars 2000,  sambært § 55 í tingskipanini, hevði tikið uppskotið aftur.