Kolvetnisskattalóg

 

49  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin) verða gjørdar hesar broytingar:
1) Eftir kapittul 2 verður sum nýtt kapittul sett:

    "Kapittul 2a
    Uppgerð av serskatti

    §10a. Serskatturin verður roknaður av inntøkuni frá hvørjari kolvetnisleið sær.
    Stk. 2.Tá eitt loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður longt við atliti at framleiðslu, verður tann ávísti kolvetnisfundurin avmarkaður av landsstýrismanninum. Hendan avmarking av kolvetnisfundinum verður nýtt sum grundarlag fyri at rokna serskatt av inntøkum frá kolvetnisframleiðslu sambært hesi lóg.
    Stk. 3. Serskatturin verður roknaður av inntøkum og útreiðslum at rokna frá tí degi, leiðbyggiætlanin fyri viðkomandi kolvetnisfund verður góðkend. Ber tann góðkenda leiðbyggiætlanin í sær, at fleiri kolvetnisfundir verða troyttir undir einum, kann landsstýrismaðurin gera av, at hesir fundir skulu verða roknaðir sum ein kolvetnisleið serskattinum viðvíkjandi.

    § 10b. Útreiðslur, sum eru hildnar undan góðkenning av leiðbyggiætlanini, kunnu ikki dragast frá. Tó kunnu dragast frá tær útreiðslur, sum hava beinleiðis samband við fund og meting av viðkomandi kolvetnisleið(um). Hesar útreiðslur kunnu dragast frá tað árið, leiðbyggiætlanin verður góðkend. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørjar útreiðslur kunnu dragast frá.

    § 10c. Útveganarpeningur fyri framleiðsluútbúnað, pallar, skip, bygningar og annan útbúnað, millum annað rørleiðingar og útbúnað knýttan at hesum, og fyri aðra útgerð, sum verður nýtt í sambandi við at vinna inntøku frá viðkomandi kolvetnisleið, sum nevnd í § 4, stk. 1, nr. 1 og 2, ella stk. 2, skal til fulnar dragast frá útveganarárið.
    Stk. 2. Útreiðslur, ið eru hildnar fyri tær í stk. 1 nevndu ognir, sum við árslok eru í gerð fyri egnu rokning, kunnu tó dragast frá tað árið, tær eru hildnar.
    Stk. 3. Verður sáttmáli gjørdur við byggiharra um bygging/útvegan av teimum í stk. 1 nevndu ognum, verður frádráttur loyvdur fyri ávegis gjøld av útveganarpeninginum sambært ásetingunum í avvarðandi sáttmála. Frádráttur verður tó ikki loyvdur fyri eina størri upphædd enn ta, sum er vanlig fyri avvarðandi vinnugrein, og frádrátturin kann ongantíð vera hægri enn útveganarpeningurin fyri higartil latna partin av ognini, tá goldið verður.
    Stk. 4. Verður ogn, ið gevur loyvi til at draga frá útveganarpening, lutvíst nýtt til annað virksemi, verður tann skattligi frádrátturin roknaður av tí partinum av virðinum, sum samsvarar við ta lutfalsligu nýtsluna av ognini í sambandi við virksemi, sum nevnt í stk. 1.
    Stk. 5. Verður ogn, hvørs útveganarpeningur er frádrigin eftir reglunum í stk. 1-4, seld ella nýtt til annað virksemi enn tað, sum nevnt er í § 8, skal tann lutfalsligi parturin av sølupeninginum ella handilsvirðinum, sum samsvarar við nýtsluna í sambandi við virksemi, sum nevnt er í § 8, teljast við í uppgerðina av serinntøkuni.

    § 10d. Útveganarpeningurin fyri loyvisbrøv, loyvi ella rættindi, nevnd í § 4, stk. 1, nr. 3, og sum verða útvegað aftaná, at leiðbyggiætlanin er góðkend, skal dragast frá tað árið, útveganin fer fram.

    § 10e. Tá serinntøkan verður uppgjørd, skulu fíggjarligar inntøkur og útreiðslur ikki teljast við.
    Stk. 2. Tá serinntøkan verður uppgjørd, skal goldin skattur, sum er álíknaður eftir reglunum í kapitli 2, dragast frá. Stavar slíkur goldin skattur frá inntøkum frá fleiri kolvetnisleiðum, skal goldni skatturin býtast út á kolvetnisleiðirnar í tí lutfalli, tær hava givið íkast til tað skattliga avlopið, sum umrøddi goldni skattur er roknaður av.
    Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri ta í stk. 2 umrøddu útrokning.

    § 10f. Serskatturin er í trimum stigum, og verður hann fyri hvørt stigið sær roknaður sambært reglunum í stk. 2 – 4.
    Stk. 2. 1. stig: Serinntøkan fyri kolvetnisleiðina verður uppgjørd ár um ár eftir reglunum í §§ 10a – e fyrstu ferð tað árið, leiðbyggiætlanin er góðkend. Negativ serinntøka verður síðan flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 20% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 10%.
    Stk. 3. 2. stig: Serinntøkan verður uppgjørd á sama hátt sum í stk. 2. Negativ serinntøka verður flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 25% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 15%.
    Stk. 4. 3. stig: Serinntøkan verður uppgjørd á sama hátt sum í stk. 2. Negativ serinntøka verður flutt fram ár um ár við einum ískoyti upp á 30% og mótroknað í positivari serinntøku frá eftirfylgjandi árum. Tann soleiðis uppgjørda serinntøkan verður skattað við 15%.
    Stk. 5. Ganga fleiri enn 6 ár frá tí, at leiðbyggiætlanin er góðkend, til handilslig framleiðsla av kolvetni úr avvarðandi kolvetnisleið byrjar, verður negativ serinntøka frá árum, ið liggja meira enn 6 ár undan tí ári, handilslig framleiðsla byrjar, ikki framførd við ískoyti í meira enn tey seinastu 6 árini, áðrenn handilslig framleiðsla byrjar.

2) § 11, stk. 3, verður orðað soleiðis:

"Stk. 3. Persónar og feløg, sjálvsognarstovnar, felagsskapir, deyðsbúgv o.o., ið hava inntøku, sum er nevnd í § 4, stk. 1 og 2, gjalda umframt serskatt eftir kapittul 2a inntøkuskatt til landskassan av tílíkari inntøku við 27%. Inntøkuskatturin verður at rokna serstakt av inntøku, ið kemur undir § 4, stk. 1 og 2."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

VIÐMERKINGAR TIL LÓGARUPPSKOTIÐ

Almennar viðmerkingar

Tá uppskot til Kolvetnisskattalóg (løgtingsmál nr. 79/1998) varð lagt fyri tingið 19. februar 1999, segði landsstýrið í viðmerkingunum, at ein kolvetnisskattalóg skal vera við til at áseta alt skattastigið fyri sjálvt virksemið í sambandi við at framleiða og selja kolvetni, men at endaliga skattastigið kortini má ásetast við støði í nógvum øðrum viðurskiftum, sum tá ikki vóru endaliga greidd.

Viðmerkt varð eisini, at seinni – men frammanundan fyrsta útbjóðingarumfari – skuldi støða takast til, um tørvur eisini skuldi verið á og møguleiki skuldi verið fyri at seta ein serskatt inn í skattalóggávuna. Víst varð á, at støðutakanin til ein møguligan serskatt stóð óloysiliga saman við teimum krøvum, sum annars verða sett oljufeløgum, tá ið loyvir verða latin, sum til dømis møgulig nýtslugjøld (royalty), møguliga borin luttøka hjá landsoljufelagi, arbeiðsskyldur og annað. Sagt varð, at búskaparliga byrðan frá heildarkrøvunum skal verða sammett við metingarnar av útlitunum í útbjóðaðu økjunum, og í hesum sambandi er neyðugt, at oljuleiting kring Føroyar vísir seg at vera kappingarfør við íløgumøguleikar, ið eru at finna aðrastaðni.

Víst varð endaliga á, at við øðrum orðum skal heildarprísurin á "vøruni" verða borin saman við, hvussu góð "vøran" er, men eisini við prís/góðsku á "vørunum", sum verða bjóðaðar út av øðrum londum, ið bjóða oljufeløgum at gera oljuleitingar.

Framleiðslugjald

Sum tað sæst í løgtingsmáli nr. 17/1999: uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, hevur landsstýrið gjørt av at skjóta upp fyri Løgtinginum, at tað ikki í hesum umfari skal verða sett krav um borna luttøku hjá landsoljufelag. Hinvegin verður skotið upp at áseta eitt framleiðslugjald (royalty) upp á 2% av tí virði, kolvetnisframleiðslan hevur, tá ið hon kemur upp á land.

Vanligur kolvetnisinntøkuskattur

Skatturin av inntøkum sambært § 4, stk. 1 og 2, í Kolvetnisskattalógini er tann sami, sum partafeløg rinda (í løtuni 27%). Verður partafelagsskatturin broyttur – lækkaður ella hækkaður – broytist vanligi kolvetnisskatturin samsvarandi. Landsstýrið ynskir at undirstrika, at ætlanin er at føroyska oljuskattaskipanin skal vera støðug, og skjýtur tí upp, at skatturin av inntøkum sambært § 4, stk. 1 og 2, í hesi lóg verður fasthildin á sama stigi sum higartil, nevniliga 27%.

Tá skattskylduga inntøkan verður uppgjørd eftir vanligu reglunum, er loyvt at avskriva íløgur við upp til 30% av saldo um árið. Hesar avskrivingar verða drignar frá inntøkuni. Leiti- og metingarútreiðslur verða útreiðsluførdar sama árið, ið tær verða avhildnar. Dømi um útrokning av vanligum kolvetnisinntøkuskatti verður víst niðanfyri.

Talva 1. Útrokning av vanligum kolvetnisinntøkuskatti og framleiðslugjaldi

Stødd á oljuleið: 250 mió. føt

Prísur: $17/fat

(Mió. Kr.)

Søluvirði/
inntøkur
Leiti- og
metingar-
útreiðslur
Íløgu-
útreiðslur
Rakstrar-
útreiðslur
Fram-
leiðslugjald (royalty)
Avskriving-
arsaldo
Avskriv-
ingar av íløgu-
útreiðslum
Undirskot flutt framm Skatt-
skyldug inntøka
Vanligur
kol-
vetnis-
inntøku
skattur
                     

2001

0,0

112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

-112,5

-112,5

0,0

2002

0,0

173,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

-285,6

-285,6

0,0

2003

0,0

177,4

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

-462,9

-462,9

0,0

2004

0,0

0,0

218,2

0,0

0,0

218,2

0,0

-462,9

-462,9

0,0

2005

0,0

0,0

1.921,4

0,0

0,0

2.139,6

0,0

-462,9

-462,9

0,0

2006

0,0

0,0

2.886,2

0,0

0,0

5.025,8

0,0

-462,9

-462,9

0,0

2007

1.316,8

0,0

931,0

400,3

26,3

5.956,8

1.787,0

-1.359,7

-1.359,7

0,0

2008

4.319,3

0,0

526,2

642,1

86,4

4.696,0

1.408,8

0,0

822,2

222,0

2009

4.427,2

0,0

402,2

658,2

88,5

3.689,4

1.106,8

0,0

2.573,7

694,9

2010

4.254,3

0,0

318,6

674,7

85,1

2.901,2

870,4

0,0

2.624,2

708,5

2011

4.070,0

0,0

115,3

691,5

81,4

2.146,1

643,8

0,0

2.653,2

716,4

2012

3.933,3

0,0

0,0

708,8

78,7

1.502,3

450,7

0,0

2.695,2

727,7

2013

3.359,7

0,0

0,0

726,5

67,2

1.051,6

315,5

0,0

2.250,5

607,6

2014

3.130,6

0,0

0,0

744,7

62,6

736,1

220,8

0,0

2.102,5

567,7

2015

2.888,0

0,0

0,0

763,3

57,8

515,3

154,6

0,0

1.912,4

516,3

2016

2.170,8

0,0

0,0

782,4

43,4

360,7

108,2

0,0

1.236,8

333,9

2017

2.022,8

0,0

0,0

802,0

40,5

252,5

75,7

0,0

1.104,7

298,3

2018

1.727,8

0,0

0,0

822,0

34,6

176,7

53,0

0,0

818,2

220,9

2019

1.416,8

0,0

0,0

842,6

28,3

123,7

37,1

0,0

508,8

137,4

2020

1.234,4

0,0

0,0

863,6

24,7

86,6

26,0

0,0

320,1

86,4

2021

1.042,0

0,0

0,0

885,2

20,8

60,6

60,6

0,0

75,3

20,3

2022

0,0

0,0

2.117,1

0,0

0,0

2.117,1

0,0

0,0

0,0

-571,61)

                     
 

41.314,0

462,9

9.436,2

11.007,9

826,3

 

7.319,1

 

18.088,1

5.286,8

1) Her verður roknað við skattligum endurgjaldi fyri avtøkukostnað. Enn er ikki gjørt av, hvussu hesin spurningur eigur at verða handfarin.

Við hesum uppskoti um broyting av Kolvetnisskattalógini skjýtur landsstýrið upp, at ásettur verður ein serskattur av kolvetnisinntøkum afturat tí skattinum, sum longu er álagdur av kolvetnisinntøkum sambært § 4, stk. 1 og 2, í Kolvetnisskattalógini. Talan er um at skatta ta inntøkuna hjá avvarðandi loyvishavara, sum fyri hvørja oljuleið sær svarar til tað avkastið, ið fer upp um eitt ávíst innanavkast ("internal rate of return", "IRR" ella "ROR").

Við hesum lógaruppskoti er tann fulla skattingin av inntøku av kolvetnisframleiðsluvirksemi ásett. Og tá treytirnar fyri fyrsta útbjóðingarumfari eru ásettar í løgtingsmáli nr. 17/1999, hevur landsstýrið samstundis tikið støðu til, á hvørjum stigi heildarskattingin eigur at vera.

Serskatturin er av RRT-slagnum (Resource Rent Tax), sum verður roknaður av nettopeningastreyminum, aftaná at oljufelagið hevur fingið eitt ávíst innanavkast av íløgu síni. Um ein oljuleið ikki gevur nakað serligt av vinningi, verður serskattur ikki roknaður. Tó er serskatturin stigvaksandi soleiðis, at um felagið fær eitt enn hægri innanavkast, so fer stigið fyri serskatt upp. Soleiðis verður miðað ímóti bert at skatta tilfeingisrentuna (Tilfeingisrenta ("resource rent") er vinningur oman fyri kostnaðin av framleiðslufaktorunum, t.d. lønir, vanlig renta o.s.fr. Hetta verður eisini onkuntíð nevnt "super-normal profit"). Hetta er víst á Mynd 1 niðanfyri.

Serskatturin miðar ímóti at leggja hægri inntøkuskatt á inntøku, ið stavar frá kolvetnisverkætlanum, ið kasta serliga nógv av sær, og sum sostatt kunnu sigast at hava eina serliga høga tilfeingisrentu. Tann serliga inntøkan, ið kemur undir hægra inntøkuskattin, skal sostatt gerast upp fyri hvørja oljuleið sær, tað, ið ofta verður nevnt "inngirðing" ("ringfencing").

Í sambandi við 1. útbjóðingarumfar verður mett, at marknaðurin kann bera eina skipan við teimum trimum sløgunum av avgjøldum og skattum, sum nú eru í gildi ella skotin upp: Einum lágum framleiðslugjaldi upp á 2% av bruttovirðinum, vanligum kolvetnisinntøkuskatti upp á 27% og einum ávísum eyka inntøkuskatti av kolvetnisframleiðslu í førum, har úrtøkan, máld eftir innanavkastinum, er serliga høg. Ein landskassapartur omanvert við helvtina av vinninginum av eini rímiliga lønandi oljuleið verður hildin hóskandi. Skatturin av seinastu krónuni, markskatturin, av hesum trimum skattum/avgjøldum tilsamans, roknaður netto, t.e. at framleiðslugjald er loyvdur frádráttur í teimum báðum inntøkuskattunum, og at annar inntøkuskatturin, vanligi kolvetnisinntøkuskatturin, er loyvdur frádráttur í hinum inntøkuskattinum, serskattinum, fer eftir hesum uppskoti ikki upp um 57,1%.

Í viðmerkingunum í uppskotinum til Kolvetnisskattalógina (løgtingsmál nr. 79/1998), er nevnt, at ymisk skattlig viðurskifti í verandi skattalóggávu eiga at broytast, eins og sagt varð, at støða skal takast til, hvussu spurningurin viðvíkjandi avtøkukostnaði skal loysast skattliga.

Viðvíkjandi avtøkukostnaði heldur landsstýrið framvegis, at tað ikki er bráðneyðugt við slíkum reglum, hóast hesi viðurskifti kortini eiga at fáast í rættlag í góðari tíð, áðrenn avtøka kann gerast veruleiki. Landsstýrið umhugsar henda spurning og heldur framvegis, at ein loysn kundi verið, at tað í slíkum føri verður loyvt at regulera sjálvuppgávuna í til dømis 4 ár undan árinum, tá hildið verður uppat, soleiðis at møguleiki verður at afturføra avtøkukostnaðin (carry back).

Ein arbeiðsbólkur er fyri stuttum settur at arbeiða við øðrum skattligum spurningum, sum umrøddir eru í løgtingsmáli nr. 79/1998, eitt nú tunnari kapitalisering, ognarvinningsskatti í samband við uppathald við virksemi (exit-reglur) o.s.fr.

Serskattur

Sum nevnt omanfyri, miðar serskatturin ímóti at skatta inntøkuna av kolvetnisætlanum fyri hvørja oljuleið sær, ið kasta serliga nógv av sær, og sum sostatt kunnu sigast at hava eina serliga høga tilfeingisrentu.

Skotið verður upp, at serskatturin skal vera stigvaksandi í trimum stigum soleiðis, at um ein kolvetnisleið hevur eitt innanavkast hægri enn 20% aftaná útrokning av vanligum kolvetnisinntøkuskatti, verður serskatturin ásettur til 10%. Kastar ein kolvetnisleið av sær meira enn ávikavíst 25% ella 30% aftaná útrokning av vanligum kolvetnisinntøkuskatti, verður serskatturin ásettur til ávikavíst 25% ella 40%.

Uppgerðin av skattskyldugu serinntøkuni verður at kalla gjørd sum ein nettopeningastreymsuppgerð fyri hvørja oljuleið sær, sum merkir, at útreiðslurnar kunnur dragast frá tað árið, tær eru hildnar. Vanliga kostnaðarhugtakið í skattalóggávuni verður varðveitt, meðan útreiðslur til íløgur – sum vanliga skulu aktiverast og avskrivast yvir eitt ávíst áramál – sum meginregla kunnu útreiðsluførast, tá tær eru hildnar.

Tað ástøðiliga upprunastøðið fyri serskattin er, at tann skattskyldugi ikki skal rinda henda eyka inntøkuskatt, fyrr enn hann hevur fingið eitt ávíst innanavkast av tí einstøku oljuleiðini. Tað merkir, at tann negativi gjaldsstreymurin tey fyrstu árini (leiting og íløgur í framleiðsluútgerð o.a.) skal kunna verða afturgoldin við ávísari minsturentu, áðrenn skattlagt verður. Ikki fyrr enn innanrentan av tí einstøku oljuleiðini kemur upp um eina ávísa minsturentu, eina "gátt" ("threshold"), verður serskatturin álagdur.

Minstarentan, ella "gáttin", verður sett í samsvari við, hvat serkønir meta, at oljufeløg undir dagsins viðurskiftum krevja sum minstamát av avkasti, um farast skal undir leiting eftir kolvetnum á einum øki sum tí føroyska undan 1. útbjóðingarumfari. Her verður umframt marknaðarrentuna fyri lán (ið eisini avspeglar tann væntaða prísvøksturin (inflatiónina)) eisini lagdur dentur á m.a. leitingarváðan, tað er óvissuna um, hvørt olja í lønandi nøgdum finst í økinum, men eisini á kostnaðin av at framleiða olju ella gass á djúpum vatni í einum harðbalnum veðurlag. Tann niðasta "gáttin" verður í ljósinum av oman fyri nevndu umstøðum sett svarandi til eina innanrentu upp á 20%, eftir at vanligur kolvetnisinntøkuskattur er goldin. Síðan verður skattastigið hækkað í tveimum umførum, so hvørt ein oljuleið roynist meira lønandi, nevniliga tá ið farið verður um eina "gátt", svarandi til eitt innanavkast upp á ávikavíst 25% og 30%.

Í verki verða útreiðslurnar drignar frá tað árið, tær verða hildnar. Loyvt er ikki at draga frá rentuútreiðslur, men afturímóti verður gjørt eitt ískoyti ("compounding"), svarandi til meira enn vanliga marknaðarrentu, sum tískil vigar upp ímóti bæði rentuútreiðslum og einum vanligum avkasti.

Nevnda ískoyti ("compounding") verður gjørt fyri eina kolvetnisleið, um so er, at skattskylduga inntøkan fyri árið vísir hall, aftaná at hall og ískoyti ("compounding") frá árum frammanundan eru íroknað. Við øðrum orðum verður ískoyti ("compounding") gjørt, um so er, at nettopeningastreymurin hjá tí skattskylduga ("compoundings" íroknað) enn ikki er vorðin positivur.

Tá tann soleiðis uppgjørda skattskylduga serinntøkan er vorðin positiv, verður hon skattað í trimum stigum, so sum greitt er frá frammanfyri.

Framleiðslugjøld (royalty) og skattur av vanligari kolvetnisinntøku, sum eru goldin, og sum viðvíkur tí partinum av skattskyldugu inntøkuni, ið stavar frá ávísu oljuleiðini, kann dragast frá í uppgerðini av tí inntøku, ið kemur undir serskatt.

Tá goldið framleiðslugjald (2%) og vanligur kolvetnisinntøkuskattur (27%) eru drigin frá í útrokningini av serskattinum, verður markskatturin 35,6%, um serskattur á 1. stigi skal gjaldast. Skal serskattur gjaldast bæði á 1. og 2. stigi, verður markskatturin 46,3%, og skal serskattur gjaldast eftir 3. stigi, verður markskatturin 57,1%. Mynd 1 niðanfyri vísir hesa heildarskatting. Á talvunum 3, 4 og 5 verða vístar útrokningar av serskatti á ávikavíst 1., 2. og 3. stigi.

Av tí at grundarlagið undir útrokningini av serskattinum verður uppgjørt fyri hvørja oljuleið sær, er neyðugt at gera bæði inntøkur og útreiðslur upp fyri hvørja oljuleið. Í hesum sambandi verður neyðugt at áseta nærri reglur um, hvussu (inntøkur og) útreiðslur, ið ikki beinleiðis stava frá eini einstakari oljuleið, kunnu greinast sundur út á tær serstøku oljuleiðirnar. Hetta er eisini galdandi fyri goldnan skatt, um so er, at skattskylduga inntøkan stavar frá framleiðslu á fleiri oljuleiðum.

Eitt vandamál, tá ið skattur verður lagdur á inntøku, er, um skatturin í sjálvum sær ávirkar metingarnar hjá feløgunum soleiðis, at tey einans av skattligum ávum fremja atgerðir, sum tey ikki høvdu framt, var skatturin ikki har. Vandi kann sostatt vera fyri, at ein høgur markskattur, saman við møguleikunum fyri at draga útreiðslur frá, tilsamans kunnu eggja oljufeløgum til oyðsl. Hetta fyribrigdið verður ofta umrøtt undir enska heitinum "gold plating" ("forgylling"). Hesin vandi er serliga stórur við tí slagi av skatti, talan er um her, av tí at útreiðslurnar ikki bert kunnu dragast frá í skattaútrokningini sum tær eru, men eftir at teimum er givið eitt ískoyti upp á 20 – 30% árliga, inntil tann skattskyldugi kemur í serskattastøðu. Sambært meting teirra serkønu skal hesin vandin kortini ikki yvirmetast. Tá ið avgerð skal takast um tær størstu útreiðslurnar, nevniliga tá ið leiðin verður útbygd, hava oljufeløgini ongar møguleikar fyri at vita við vissu, um tey nakrantíð fara at fáa so nógv burturúr, at tey koma undir serskatt. Hetta talar fyri stórum varsemi við íløguútreiðslunum. At "gáttirnar" eru settar so høgt, er júst eitt úrslit av hesi óvissu, sum bæði oljufeløg og myndugleikar hava. Eisini skulu leiðbyggiætlanirnar hava góðkenning frá myndugleikunum, sum eisini eiga at hava í huga, hvørjar avleiðingar ymsir útbyggingarmøguleikar hava fyri inntøkurnar hjá tí føroyska samfelagnum, harundir skattainntøkurnar. Seinri, tá ið úrtøkan av eini oljuleið er vorðin so stór, at felagið er farið at gjalda serskatt, verða útreiðslurnar ikki longur førdar fram við ískoyti. Tá kann hinvegin vera freistandi hjá oljufelagnum at fara í holt við nýggjar íløgur á viðkomandi oljuleið, so at nettopeningastreymurin aftur eina tíð verður negativur, men eisini hesar íløgur krevja góðkenning frá myndugleikunum, ið sjálvsagt eru varnir við at góðkenna tær, um tær ikki síggja út til at vera búskaparliga forsvarligar.

Mynd 1. Markskattatrýst í mun til lønsemi

wpe3.gif (4704 bytes)

Niðanfyri er víst eitt roknidømi við einari oljuleið 250 mió. føt til støddar. Kostnaðirnir og framleiðslutølini eru gjørd, so at tey líkjast teimum, ið galdandi eru fyri oljuleiðir um okkara leiðir. Viðmerkjast kann, at oljuleiðin Foinaven, ið liggur bretsku megin miðlinjuna, tætt at føroyskum øki, er 250 mió. føt til støddar.

Talva 2. Roknidømi við oljuleið v/ 250 mió. føtum - $17 / fat

Stødd á oljuleið: 250 mió. føt

Prísur:
$17/fat

 

(Mió. Kr.)

Søluvirði/
inntøkur
Leiti-,
metingar-,
og íløgu-
útreiðslur
Rakstrar-
útreiðslur
Fram-
leiðslu-
gjald
(royalty)
Vanligur
kolvetnis-
inntøku-
skattur
Ser-
skattur
Netto peninga-
streymur til oljufelag
Inntøka
lands-
kassans
                 

2001

0,0

112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

-112,5

0,0

2002

0,0

173,0

0,0

0,0

0,0

0,0

-173,0

0,0

2003

0,0

177,4

0,0

0,0

0,0

0,0

-177,4

0,0

2004

0,0

218,2

0,0

0,0

0,0

0,0

-218,2

0,0

2005

0,0

1.921,4

0,0

0,0

0,0

0,0

-1.921,4

0,0

2006

0,0

2.886,2

0,0

0,0

0,0

0,0

-2.886,2

0,0

2007

1.316,8

931,0

400,3

26,3

0,0

0,0

-40,8

26,3

2008

4.319,3

526,2

642,1

86,4

222,0

0,0

2.842,5

308,4

2009

4.427,2

402,2

658,2

88,5

694,9

0,0

2.583,4

783,4

2010

4.254,3

318,6

674,7

85,1

708,5

0,0

2.467,4

793,6

2011

4.070,0

115,3

691,5

81,4

716,4

0,0

2.465,4

797,8

2012

3.933,3

0,0

708,8

78,7

727,7

75,5

2.342,6

881,9

2013

3.359,7

0,0

726,5

67,2

607,6

195,8

1.762,5

870,7

2014

3.130,6

0,0

744,7

62,6

567,7

175,6

1.580,1

805,9

2015

2.888,0

0,0

763,3

57,8

516,3

292,4

1.258,2

866,5

2016

2.170,8

0,0

782,4

43,4

333,9

252,8

758,3

630,1

2017

2.022,8

0,0

802,0

40,5

298,3

220,5

661,6

559,3

2018

1.727,8

0,0

822,0

34,6

220,9

162,6

487,8

418,1

2019

1.416,8

0,0

842,6

28,3

137,4

102,1

306,4

267,9

2020

1.234,4

0,0

863,6

24,7

86,4

64,9

194,7

176,0

2021

1.042,0

0,0

885,2

20,8

20,3

28,9

86,7

70,1

2022

0,0

2.117,1

0,0

0,0

-571,61)

-529,31)

-1.016,21)

-1.100,91)

                 
 

41.314,0

9.899,2

11.007,9

826,3

5.286,8

1.041,8

13.252,0

7.154,9

1) Her verður roknað við skattligum endurgjaldi fyri avtøkukostnað. Enn er ikki gjørt av, hvussu hesin spurningur eigur at verða handfarin.

Talva 3. Roknidømi við oljuleið v/ 250 mió. føtum - $25 / fat

Stødd á oljuleið: 250 mió. føt

Prísur:
$25/fat

 

(Mió. Kr.)

Søluvirði/
inntøkur
Leiti-,
metingar-,
og íløgu-
útreiðslur
Rakstrar-
útreiðslur
Fram-
leiðslu-
gjald
(royalty)
Vanligur
kolvetnis-
inntøku-
skattur
Ser-
skattur
Netto
peninga-
streymur
til oljufelag
Inntøka
lands-
kassans
                 

2001

0,0

112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

-112,5

0,0

2002

0,0

173,0

0,0

0,0

0,0

0,0

-173,0

0,0

2003

0,0

177,4

0,0

0,0

0,0

0,0

-177,4

0,0

2004

0,0

218,2

0,0

0,0

0,0

0,0

-218,2

0,0

2005

0,0

1.921,4

0,0

0,0

0,0

0,0

-1.921,4

0,0

2006

0,0

2.886,2

0,0

0,0

0,0

0,0

-2.886,2

0,0

2007

1.936,5

931,0

400,3

38,7

0,0

0,0

566,5

38,7

2008

6.351,9

526,2

642,1

127,0

923,8

0,0

4.132,7

1.050,8

2009

6.510,7

402,2

658,2

130,2

1.246,2

0,0

4.073,8

1.376,4

2010

6.256,3

318,6

674,7

125,1

1.238,3

449,0

3.450,7

1.812,4

2011

5.985,2

115,3

691,5

119,7

1.223,1

1.161,6

2.674,0

2.504,5

2012

5.784,3

0,0

708,8

115,7

1.217,5

1.496,9

2.245,4

2.830,1

2013

4.940,8

0,0

726,5

98,8

1.026,0

1.235,8

1.853,7

2.360,6

2014

4.603,9

0,0

744,7

92,1

957,5

1.123,8

1.685,8

2.173,4

2015

4.247,1

0,0

763,3

84,9

875,9

1.009,2

1.513,7

1.970,0

2016

3.192,4

0,0

782,4

63,8

604,2

696,8

1.045,1

1.364,9

2017

2.974,7

0,0

802,0

59,5

550,1

625,3

937,9

1.234,9

2018

2.540,9

0,0

822,0

50,8

436,1

492,8

739,2

979,7

2019

2.083,5

0,0

842,6

41,7

313,8

354,2

531,3

709,7

2020

1.815,3

0,0

863,6

36,3

240,1

270,1

405,1

546,5

2021

1.532,3

0,0

885,2

30,6

150,1

186,6

279,8

367,3

2022

0,0

2.117,1

0,0

0,0

-571,61)

-846,81)

-698,61)

-1.418,51)

                 
 

60.755,8

9.899,2

11.007,9

1.215,1

10.431,1

8.255,2

19.947,4

19.901,4

1) Her verður roknað við skattligum endurgjaldi fyri avtøkukostnað. Enn er ikki gjørt av, hvussu hesin spurningur eigur at verða handfarin.

Um hugt verður beinleiðis at tølunum í talvu 2 sæst, at samlaði partur landskassans av vinninginum av einari slíkari oljuleið við givnu fortreytunum hevði verið 35%, meðan oljufelagið hevði varðveitt 65%. Tó er ivaleyst rættari at hyggja at nútíðarvirðinum av hesum peningastreymum ístaðin. Um diskonterað verður við 10%, so fær landskassin 43% av vinninginum í talvu 2. Somuleiðis fær landskassin 53% av nútíðarvirðinum av vinninginum, um oljuprísurin verður $25 fyri fatið. Hetta er víst í talvu 3. Nútíðarvirðið av hesum møguligu skattainntøkum og býtið av hesum uppá skattasløgini er hetta:

 

(mió. kr.)

$17 / fat

$25 / fat

Framleiðslugjald

259,9

 

382,2

 

Vanligur kolvetnisinntøkuskattur

1.725,1

 

3.334,4

 

Serligur kolvetnisinntøkuskattur

280,2

 

2.275,0

 
 

2.265,2

(43%)

5.991,6

(53%)

 Talva 4. Útrokning av serskatti (1. stig)

Stødd á oljuleið: 250 mió. føt

Prísur: $17/fat

 

(Mió. Kr.)

Netto
peninga-
streymur
til oljufelag
aftaná vanl. kolvetnis-
inntøkuskatt
Útreiðslur
frá undan-
farnum árum
Saldo flutt
frá undan-
farna ári
Serinntøka áðrenn
ískoyti
Ískoyti
(20%)
Serinntøka
við ársenda
Serskattur
- 1. stig (10%)
                 

2001

-112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

 

2002

-173,0

-112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Framleiðslu-
ætlan
góðkend

2003

-177,4

-285,6

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

2004

-218,2

-462,9

0,0

-681,1

-136,21)

-817,3

0,0

2005

-1.921,4

0,0

-817,3

-2.738,7

-547,7

-3.286,5

0,0

2006

-2.886,2

0,0

-3.286,5

-6.172,7

-1.234,5

-7.407,3

0,0

 

2007

-40,8

0,0

-7.407,3

-7.448,0

-1.489,6

-8.937,6

0,0

 

2008

2.842,5

0,0

-8.937,6

-6.095,1

-1.219,0

-7.314,1

0,0

 

2009

2.583,4

0,0

-7.314,1

-4.730,7

-946,1

-5.676,9

0,0

 

2010

2.467,4

0,0

-5.676,9

-3.209,5

-641,9

-3.851,3

0,0

 

2011

2.465,4

0,0

-3.851,3

-1.385,9

-277,2

-1.663,1

0,0

 

2012

2.418,1

0,0

-1.663,1

755,0

0,0

755,0

75,5

 

2013

1.958,3

0,0

0,0

1.958,3

0,0

1.958,3

195,8

 

2014

1.755,7

0,0

0,0

1.755,7

0,0

1.755,7

175,6

 

2015

1.550,6

0,0

0,0

1.550,6

0,0

1.550,6

155,1

 

2016

1.011,1

0,0

0,0

1.011,1

0,0

1.011,1

101,1

 

2017

882,1

0,0

0,0

882,1

0,0

882,1

88,2

 

2018

650,3

0,0

0,0

650,3

0,0

650,3

65,0

 

2019

408,5

0,0

0,0

408,5

0,0

408,5

40,9

 

2020

259,7

0,0

0,0

259,7

0,0

259,7

26,0

 

2021

115,6

0,0

0,0

115,6

0,0

115,6

11,6

 

2022

-2.117,1

0,0

0,0

-2.117,1

0,0

-2.117,1

-211,72)

 
 

13.722,3

     

-6.492,4

 

723,0

 

1) Ískoyti verður roknað fyrstu ferð tað árið, ið framleiðsluætlanin verður góðkend. Ískoytið verður roknað sum 20% av serinntøku áðrenn ískoyti, t.d. 20% av –681,1 = -136,2.

2) Her verður roknað við skattligum endurgjaldi fyri avtøkukostnað. Enn er ikki gjørt av, hvussu hesin spurningur eigur at verða handfarin.

Sum sæst, verður ikki byrjað at rokna 1. stig av serskatti fyrr enn skattskylduga saldo'in, aftaná at verða givin 20% ískoyti, er vorðin positiv. Hetta merkir, at felagið hevur fingið eitt innanavkast uppá 20%, áðrenn 1. stig av serskatti (10%) verður roknað.

Talva 5. Útrokning av serskatti (2. stig)

Stødd á oljuleið: 250 mió. føt

Prísur: $17/fat

 

(Mió. Kr.)

Netto
peninga-
streymur til
oljufelag aftaná
vanl. kol-
vetnisinn-
tøkuskatt
Útreiðslur
frá undan-
farnum
árum
Saldo flutt frá undan-
farna ári
Serinntøka áðrenn ískoyti Ískoyti (25%) Ser-
inntøka við ársenda
Serskattur
- 2. stig (15%)
                 

2001

-112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

 

2002

-173,0

-112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Framleiðslu-
ætlan
góðkend

2003

-177,4

-285,6

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

2004

-218,2

-462,9

0,0

-681,1

-170,3

-851,4

0,0

2005

-1.921,4

0,0

-851,4

-2.772,8

-693,2

-3.466,0

0,0

2006

-2.886,2

0,0

-3.466,0

-6.352,2

-1.588,1

-7.940,3

0,0

 

2007

-40,8

0,0

-7.940,3

-7.981,0

-1.995,3

-9.976,3

0,0

 

2008

2.842,5

0,0

-9.976,3

-7.133,8

-1.783,4

-8.917,2

0,0

 

2009

2.583,4

0,0

-8.917,2

-6.333,8

-1.583,5

-7.917,3

0,0

 

2010

2.467,4

0,0

-7.917,3

-5.449,9

-1.362,5

-6.812,3

0,0

 

2011

2.465,4

0,0

-6.812,3

-4.346,9

-1.086,7

-5.433,6

0,0

 

2012

2.418,1

0,0

-5.433,6

-3.015,5

-753,9

-3.769,4

0,0

 

2013

1.958,3

0,0

-3.769,4

-1.811,0

-452,8

-2.263,8

0,0

 

2014

1.755,7

0,0

-2.263,8

-508,1

-127,0

-635,1

0,0

 

2015

1.550,6

0,0

-635,1

915,5

0,0

915,5

137,3

 

2016

1.011,1

0,0

0,0

1.011,1

0,0

1.011,1

151,7

 

2017

882,1

0,0

0,0

882,1

0,0

882,1

132,3

 

2018

650,3

0,0

0,0

650,3

0,0

650,3

97,6

 

2019

408,5

0,0

0,0

408,5

0,0

408,5

61,3

 

2020

259,7

0,0

0,0

259,7

0,0

259,7

38,9

 

2021

115,6

0,0

0,0

115,6

0,0

115,6

17,3

 

2022

-2.117,1

0,0

0,0

-2.117,1

0,0

-2.117,1

-317,61)

 
                 
 

13.722,3

     

-11.596,5

 

318,9

 

1) Her verður roknað við skattligum endurgjaldi fyri avtøkukostnað. Enn er ikki gjørt av, hvussu hesin spurningur eigur at verða handfarin.

Sum sæst, er innanavkastið av hesi oljuleið oman fyri 25%, tí 2. stig av serskatti (15%) slær inn. Hesi 15% eru at rokna oman á tey 10% í 1. stigi av serskattinum soleiðis, at goldið verður tá 25% í serskatti.

Á sama hátt verður hildið fram við 3. stigi, sum hevur eitt ískoyti til negativa saldo upp á 30% og eitt økt skattatrýst upp á 15%. Sostatt verður goldið 40% í serskatti, um innanavkastið á einari oljuleið er hægri enn 30%.

Sum sæst í talvuni niðanfyri, kemur oljuleiðin, sum hetta roknidømið er bygt á, ikki at gjalda serskatt á 3. stigi. Hetta er orsakað av, at innanavkastið av oljuleiðini er lægri enn 30%, og sæst hetta við, at ískoytið er hægri enn netto peningastreymurin.

Talva 6. Útrokning av serskatti (3. stig)

Stødd á oljuleið: 250 mió. føt

Prísur: $17/fat

 

(Mió. Kr.)

Netto peninga-
streymur til
oljufelag aftaná
vanl. kolvetnis-
inntøkuskatt
Útreiðslur frá undanfarnum árum Saldo flutt frá undanfarna ári Serinntøka áðrenn ískoyti Ískoyti (30%) Serinntøka við ársenda Serskattur - 3. stig (15%)
                 

2001

-112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

 

2002

-173,0

-112,5

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

Framleiðslu-
ætlan góðkend

2003

-177,4

-285,6

0,0

0,0

0,0

0,0

0,0

2004

-218,2

-462,9

0,0

-681,1

-204,3

-885,4

0,0

2005

-1.921,4

0,0

-885,4

-2.806,8

-842,1

-3.648,9

0,0

2006

-2.886,2

0,0

-3.648,9

-6.535,1

-1.960,5

-8.495,7

0,0

 

2007

-40,8

0,0

-8.495,7

-8.536,4

-2.560,9

-11.097,4

0,0

 

2008

2.842,5

0,0

-11.097,4

-8.254,8

-2.476,5

-10.731,3

0,0

 

2009

2.583,4

0,0

-10.731,3

-8.147,9

-2.444,4

-10.592,3

0,0

 

2010

2.467,4

0,0

-10.592,3

-8.124,9

-2.437,5

-10.562,3

0,0

 

2011

2.465,4

0,0

-10.562,3

-8.096,9

-2.429,1

-10.526,0

0,0

 

2012

2.418,1

0,0

-10.526,0

-8.107,8

-2.432,3

-10.540,2

0,0

 

2013

1.958,3

0,0

-10.540,2

-8.581,8

-2.574,5

-11.156,4

0,0

 

2014

1.755,7

0,0

-11.156,4

-9.400,7

-2.820,2

-12.220,9

0,0

 

2015

1.550,6

0,0

-12.220,9

-10.670,3

-3.201,1

-13.871,4

0,0

 

2016

1.011,1

0,0

-13.871,4

-12.860,3

-3.858,1

-16.718,4

0,0

 

2017

882,1

0,0

-16.718,4

-15.836,3

-4.750,9

-20.587,1

0,0

 

2018

650,3

0,0

-20.587,1

-19.936,8

-5.981,0

-25.917,8

0,0

 

2019

408,5

0,0

-25.917,8

-25.509,3

-7.652,8

-33.162,1

0,0

 

2020

259,7

0,0

-33.162,1

-32.902,4

-9.870,7

-42.773,1

0,0

 

2021

115,6

0,0

-42.773,1

-42.657,5

-12.797,3

-55.454,8

0,0

 

2022

-2.117,1

0,0

-55.454,8

-57.571,9

-17.271,6

-74.843,5

0,0

 
                 
 

13.722,3

     

-88.565,7

 

0,0

 

 Fyrisitingarligar og fíggjarligar avleiðingar

Væntast kann ikki, at hetta uppskot hevur fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar við sær fyrstu árini. Sum talvurnar 2 og 3 vísa, kann serskattur fáa stóra ávirkan á inntøkur landskassans. Talvurnar vísa hinvegin eisini, at væntast kunnu ikki serskattainntøkur fyrr enn aftaná, at vanligur kolvetnisinntøkuskattur hevur verið goldin í eitt tíðarskeið.  

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

Til broyting nr. 1

§ 10a. Serskatturin verður roknaður av inntøkuni fyri hvørja kolvetnisleið sær. Talan kann vera um ein einstakan kolvetnisfund, ella fleiri fundir, ið verða troyttir undir einum, og tískil rakstrarliga og búskaparliga eru at meta sum ein eind. Ein kolvetnisfundur er sambært § 1 í standarloyvinum fyri 1. útbjóðingarumfar: "ein samføst ífylla av kolvetnum í undirgrundini. Landsstýrismaðurin ger í ivaføri av, hvat ið metast skal sum kolvetnisfundur".

Fundurin verður avmarkaður jarðfrøðiliga og landafrøðiliga, tá ið landsstýrismaðurin í oljumálum í samsvari við § 8, stk. 2, í lógini um kolvetnisvirksemi leingir leitingar- og framleiðsluloyvið við framleiðslu fyri eyga. Landsstýrismaðurin kann sum treyt fyri leingingini krevja, at loyvishavarin sendir inn umsókn um góðkenning av leiðbyggiætlan innan ávísa freist. Búskaparliga og harvið skattliga tilveran hjá eini kolvetnisleið verður í hesi lóg mett at byrja, tá ið landsstýrismaðurin í oljumálum góðkennir eina leiðbyggiætlan fyri avvarðandi kolvetnisleið. Høvuðsreglan er sostatt, at bert inntøkur og útreiðslur eftir hesa góðkenning verða tiknar við, tá ið serskattur verður roknaður. Tó verður í § 10b møguleiki givin fyri at draga frá ávísar útreiðslur, ið viðvíkja leiting og meting av viðkomandi kolvetnisfundi ella -fundum.

Stundum umfatar ein leiðbyggiætlan samtroyting av fleiri kolvetnisfundum. Tá kunnu tøknilig og búskaparlig atlit tala fyri, at tær samtroyttu leiðirnar skattliga verða roknaðar sum ein eind. Í ivamálum ger landsstýrismaðurin í oljumálum av, eftir ráðføring við landsstýrismannin í skattamálum, hvørt samtroyttu leiðirnar skattliga verða roknaðar sum ein eind.

§ 10b. Tá uppgerðin av serinntøkuni fyri eina kolvetnisleið verður gjørd, kunnu útreiðslur, sum eru hildnar áðrenn kolvetnisleiðin er góðkend, ikki dragast frá. Tó verður loyvt at draga frá, tað árið leiðbyggiætlanin er góðkend, tær útreiðslur, sum hava beinleiðis samband við fund og meting av kolvetnisleiðini. Útreiðslur til sjálva útbyggingina koma sambært lóg um kolvetnisvirksemi vanliga ikki uppá tal, fyrr enn eftir at leiðbyggiætlanin er góðkend.

Sum dømi um útreiðslur, sum ikki kunnu dragast frá, kunnu nevnast útreiðslur til keyp av upplýsingum um seismisk úrslit v.m., áðrenn fundurin varð gjørdur, gjøld fyri forkanningarloyvi, umsóknargjøld og víddargjøld. Sum dømi um útreiðslur, sum kunnu dragast frá, kunnu nevnast útreiðslur av boringini, sum førdi til fundin av tí ávísu kolvetnisleiðini og eftirfylgjandi metingar o.a.

Skuldi tørvur víst seg, kann landsstýrismaðurin við kunngerð áseta nærri reglur um, hvørjar útreiðslur kunnu dragast frá.

§ 10 c. Uppgerðin av serinntøkuni víkur frá vanligu skattareglunum á tann hátt, at útveganarpeningur fyri ognarlutir kann dragast frá í fullum vavi útveganarárið. Ognarrættarligu treytirnar fyri at kunna draga útveganarpeningin frá í útveganarárinum eru tær somu, sum galda fyri rætti til avskriving, eitt nú um levering, og at ognarluturin skal vera brúksklárur.

Frammanundan einari frálanda kolvetnisframleiðslu verður tørvur á at útvega ognarlutir av ymsum slag. Men tørvur verður eisini á at gera stórar útbyggingar (anlæg), sum koma at vara fleiri ár. Eftir galdandi reglum fyri skattligar avskrivingar, kunnu slíkar stórar útbyggingar fyri egnu rokning ikki avskrivast, fyrr enn útbyggingin kann takast í nýtslu. Í hesi reglu verður tó skotið upp, at loyvt skal vera at draga frá í uppgerðini av serinntøkuni útreiðslur, sum eru hildnar til at gera ognir, sum skulu brúkast í sambandi við at vinna inntøkur sambært § 4, stk. 1, nr. 1 og 2, og stk. 2, frá kolvetnisleiðini, tað árið, tær eru hildnar.

Hóast ávegisgjøld vanliga ikki kunnu gera av, nær ein útreiðsla skal takast við í uppgerðina av serinntøkuni, verður kortini skotið upp, at frádráttur verður loyvdur fyri ávegisgjøld av útreiðslum fyri bygging/útvegan av ognum, sum skulu brúkast til at vinna vanliga kolvetnisinntøku eftir § 4, stk. 1, nr. 1 og 2, og stk. 2, tá sáttmáli verður gjørdur um tað við byggiharra. Í slíkum føri verður frádráttur loyvdur samsvarandi ásetingunum í avvarðandi sáttmála, tó ikki fyri eina størri upphædd enn tað, sum er vanligt fyri avvarðandi vinnugrein. Frádrátturin kann tó ongantíð vera hægri enn útveganarpeningurin fyri tann higartil leveraða og í rakstrarroknskapinum aktiveraða partin av fult avtalaðu leveransuni, tá ávegisgjaldið verður goldið.

Lutfalsligt brúk av ognarlutum, sum verða brúktir til at vinna inntøkur sambært § 4, stk. 1, nr. 1 og 2, og stk. 2, gevur rætt til lutfalsligan frádrátt av útveganarpeninginum, sum svarar til nýtsluna sambært § 4, stk. 1, nr. 1 og 2, og stk. 2.

§ 10d. Uppgerðin av serinntøkuni víkur frá vanligu skattareglunum á tann hátt, at útveganarpeningur fyri ognarlutir kann dragast frá í fullum vavi útveganarárið. Eftir § 9 skal útveganarpeningurin fyri loyvisbrøv, loyvir og rættindir, sum nevnd eru í § 4, stk. 1, nr. 3, avskrivast við javnstórum árligum upphæddum yvir 5 ár. Men tá serinntøkan verður gjørd upp, er peningur fyri útvegan av loyvum v.m., áðrenn avvarðandi leiðbyggiætlan varð góðkend, serskattauppgerðini óviðkomandi. Eru slík loyvi v.m. útvegað aftaná, at avvarðandi leiðbyggiætlan er góðkend, kann slíkur útveganarpeningur dragast frá tað árið, útveganin fer fram.

§ 10e. Uppgerðin av serinntøkuni víkur frá vanligu reglunum um uppgerð av skattskyldugu inntøkuni á tann hátt, at fíggjarligar inntøkur og útreiðslur ikki verða tiknar við í uppgerðina av serinntøkuni.

Orsøkin til hetta er, at serskatturin verður roknaður í mun til búskaparliga avkastið frá íløguni í eina kolvetnisleið. Og hetta avkastið skal gerast upp óheft av, hvussu fíggingin av íløguni er býtt millum eginpening og fremmandafígging. Í staðin fyri at loyva frádrátt fyri fíggjarkostnað, verður loyvt at gera eitt árligt ískoyti ("compounding") av skattskylduga hallinum, inntil inntøkurnar frá kolvetnisleiðini hava afturgoldið tær gjørdu íløgurnar við einum ískoyti, sum millum annað hevur í sær endurgjald fyri fíggjarkostnað.

Ætlanin er, at serskatturin skal ikki verða kravdur, fyrr enn ein kolvetnisleið er vorðin so lønandi, at innanavkastið eftir vanligan kolvetnisinntøkuskatt fer upp um 20%. Tí skal vanligur kolvetnisinntøkuskattur (partafelagsskattur), sum er goldin, dragast frá, tá serskattur verður roknaður. Men tá vanligi kolvetnisinntøkuskatturin ikki verður álíknaður fyri hvørja kolvetnisleið sær, er tørvur á – um tann skattskyldugi rekur virksemi sambært loyvi eftir lógini um kolvetnisvirksemi á fleiri kolvetnisleiðum - at býta vanliga kolvetnisinntøkuskattin millum allar hesar kolvetnisleiðirnar.

Býtið millum tær einstøku kolvetnisleiðirnar skal svara til lutfalsliga partin, tær einstøku avlopsgevandi kolvetnisleiðirnar hava givið íkast til ta skattskyldugu inntøku, sum vanligi kolvetnisinntøkuskatturin verður roknaður av.

Vísir tað seg at verða tørvur á nágreiniligari reglu um, hvussu útrokningin av nevnda býti skal útroknast, kann landsstýrismaðurin áseta slíkar við kunngerð.

§ 10f. Serskatturin er stigvaksandi í trimum stigum soleiðis, at um ein kolvetnisleið kastar av sær meira enn 20% aftaná útrokning av vanligum kolvetnisinntøkuskatti, verður serskatturin ásettur til 10%. Kastar ein kolvetnisleið av sær meira enn ávikavíst 25% ella 30% aftaná útrokning av vanligum kolvetnisinntøkuskatti, verður serskatturin ásettur til ávikavíst 25% ella 40%. Skatturin verður sostatt roknaður í trimum kumulativum stigum.

Tá goldið framleiðslugjald upp á 2% og vanligur kolvetnisinntøkuskattur upp á 27% eru drigin frá í útrokningini av serskattinum, verður markskatturin 35,6%, um serskattur á 1. stigi skal gjaldast. Skal serskattur gjaldast bæði á 1. og 2. stigi, verður markskatturin 46,3%, og skal serskattur gjaldast eftir 3. stigi, verður markskatturin 57,1%.

Tá ein oljuleið verður útbygd, fer serinntøkan tey fyrstu inntøkuárini at vera negativ. Negativa saldoin verður uppgjørd hvørt ár fyri seg, og inntil hon seinni er mótroknað í einari positivari inntøku, verður saldoini á hvørjum ári givið ískoyti upp á ávíkavíst 20%, 25% ella 30%. Ískoytið verður roknað á hvørjum ári av higartil framførdari saldo.

Gongur ov long tíð frá tí byrjað verður at útbyggja eina oljuleið, til framleiðslan byrjar, kunnu nevndu ískoyti elva til, at upphæddirnar (útreiðslurnar) gerast stórar og eggja til oyðsl, sum verður umrøtt undir enska heitinum "gold plating" ("forgylling"), jbr. umrøðuna framman fyri undir almennu viðmerkingunum. Fyri at avmarka henda trupulleika verður í stk. 5 ásett, at negativ serinntøka frá ávísum ári í mesta lagi kann framførast við ískoyti í 6 ár, áðrenn handilslig framleiðsla byrjar. Ganga fleiri ár, áðrenn slík framleiðsla byrjar, verður hallið frá teimum árum, ið liggja longur enn 6 ár aftur í tíðini, førd fram uttan ískoyti inntil tað árið, ið er 6 ár undan árinum, slík framleiðsla byrjar. Tá verður tað hetta árið, ískoytini byrja, heldur enn árið, tá ið leiðbyggiætlanin varð góðkend. Verður rætt atborið, má tað tó haldast at fara at hoyra til undantøkini, at fleiri enn 6 ár ganga frá tí, at leiðbyggiætlanin er góðkend, til framleiðslan fer í gongd. Við handilsliga framleiðslu verður meint, at ársins inntøka frá oljuframleiðslu frá avvarðandi kolvetnisleið er størri enn rakstrarútreiðslurnar frá leiðini, so sum hesar verða gjørdar upp í roknskapinum fyri vanliga kolvetnisinntøkuskattin.

Til broyting nr. 2

Talan er um at broyta § 11, stk. 3, so bæði likamligir og løgfrøðiligir persónar rinda sama prosent í skatti av vanligari kolvetnisinntøku, sum nevnd er í § 4, stk. 1 og 2, og at prosentið verður verandi 27, hóast skattaprosentið skuldi verðið broytt fyri føroysk partafeløg, sum ikki hava kolvetnisinntøkur nevndar í § 4, stk. 1 og 2. Samstundis verður staðfest í hesi grein, at øll tey, sum hava inntøku sambært § 4, stk. 1 og 2, eisini skulu rinda serskatt eftir kapittul 2a.

1. viðgerð 9. februar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 17. februar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. februar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 9. februar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16. og 17 februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismenninar Eyðun Elttør og Karsten Hansen, saman við umboðum úr Oljumálastýrinum, Fíggjarmálastýrinum og Toll- og Skattstovu Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 23. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-19/99
Fms.j.nr. 2540-64/99
Ll. nr. 26/2000 frá 7. mars 2000