Almenn partafeløg - privatisering

 

52  Uppskot til  samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 8. februar, legði Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja løgtingslógaruppskot fyri tingið, um privatisering av almennum partafeløgum.

Viðmerkingar:

Sambandsflokkurin mælir til, at farið verður undir eina varisliga privatisering av almennum partafeløgum beinanvegin.

Feløgini, talan fyrst og fremst er um, eru:

P/F Føroya Banki.
P/F Føroya Tele.

Onnur feløg kunnu eisini koma við í ætlanina.

Sambandsflokkurin hevur alla tíðina hildið, at so skjótt sum ringasta kreppan var av, átti at verðið farið undir eina normalisering av eigaraviðurskiftunum í Føroya Banka. Somuleiðis var ætlanin við at gera stovnar til partafeløg bara fyrsta stigið á leiðini, áðrenn farið varð undir at privatisera.

Tað kemur eisini til sjóndar í avtalunum, sum vórðu gjørdar ímillum donsku stjórnina og Føroya landsstýri, hvørjar ætlanirnar vóru við Føroya Banka. Nevndin í Fíggingargrunninum kom eisini, saman við leiðsluni í bankanum, við beinleiðis uppskoti um, hvussu hetta kundi gerast.

Sambandsflokkurin mælir til, at farið verður undur eina varisliga sølu av partabrøvum til privatar. Byrjað verður við at selja til dømis eini 10 – 15% fyrsta árið, fyri síðani at halda fram ár um ár.

Dentur eigur at verða lagdur á, at sølan bara fer fram í millum føroyingar.

Fyri at náa út til ein breiðan keyparaskara beinanvegin, eigur at verða kannað, um teir 6000 – 7000 núverandi privatu partaeigararnir í Føroya Banka, og fyrrverandi eigarar í Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, sum fingu teirra partabrøv niðurskrivað, ikki eiga at fáa ein fyrimun í samband við keyp av nýggjum partabrøvum.

Tað er ómetaliga týdningarmikið, at Føroya Banka verða skaptar bestu umstøður til at gerast ein av „krumtappunum" í føroyska fíggjarheiminum og samfelagnum. Við einum vaksandi privatum eigaraskara fer hann eisini at hava frísku menniskjasálina sum drívmegi. Vandin er stórur fyri at bankin, í verandi støðu, ikki fær virkað, sum ein fríur banki eigur at gera, millum annað tí at nevndarlimirnir eru politiskt valdir.

Í sambandi við, at Føroya Tele og partur av Tryggingarsambandi Føroya vórðu gjørd til partafeløg, var ætlanin at koma føroyska samfelagnum burtur úr tí monopolstøðu, sum feløgini høvdu. Hetta var fyri okkum í Sambandsflokkinum bara fyrsta stigið. Tann ætlanin er framd, og borgarin hevur longu merkt týðiliga broyting til tað betra, bæði í prísum og í betri tænastu.

Næsta stigið er sjálvsagt at fara undir eina varisliga privatisering av hesum fyritøkum. Við hesum verður tryggjað, at menningin av fyritøkunum heldur fram, so borgarin framhaldandi fær eina betri og bíligari tænastu.

Tá ið Sambandsflokkurin mælir til at fara varisliga fram, so verður her hugsað um, at sera umráðandi er at fáa rætta virðið fyri ognirnar hjá tí almenna. Eisini vil flokkurin við hesum tryggja, at sølan fer fram í millum føroyingar.

1. viðgerð 16. februar 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 21. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 8. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. februar 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10. og 20. mars 2000.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen, Henrik Old, Dan R. Petersen og Jákup Sverri F. Kass) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Meirilutin hevur í viðmerkingum sínum býtt seg í tveir partar.

Annar parturin av meirilutanum (Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen og Jákup Sverri F. Kass) tekur í prinsippinum undir við framhaldandi at fyrireika privatiseringar av almennum stovnum, men heldur, at hetta skal gerast undir einum varligum og skipaðum leisti, sum landsstýrið fyrireikar.

Mælt verður sostatt til, at landsstýrið stendur fyri og skipar karmarnar fyri vinnulívinum, so at tað fær umstøður til at bera føroyska samfelagið soleiðis, sum tað er orðað í samgonguskjalinum.

Hin parturin av meirilutanum (Heini O. Heinesen, Henrik Old og Dan R. Petersen) sær onga orsøk til at privatisera tey í viðmerkingunum nevndu almennu partafeløgini og heldur ikki, at tíðin er búgvin til hetta. Eisini verður viðmerkt, at tað als ikki kann koma upp á tal at privatisera bankan, fyrr enn hann hevur goldið tað aftur, sum landið hevur lagt út fyri hann.

Minnilutin í nevndini (Alfred Olsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 24. mars 2000. Uppskot til samtyktar fall 5-0-22. Málið avgreitt.