Roknskapur - Sjónvarp Føroya 1998

 

53-10  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Sjónvarp Føroya fyri fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000, 21. mars, legði grannskoðanarnevndin, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, (17 tingmenn viðmæla) vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Sjónvarpi Føroya fyri fíggjarárið 1998.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagið undir Sjónvarpi Føroya er nú Ll. nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum kom í gildi 1. mars 1998. Við heimild í hesi lóg eru nærri reglur ásettar í kunngerð nr. 60 frá 17. juni 1998.

Sjónvarpsgjaldið fyri 1998 er ásett í kunngerð nr. 1 frá 21. januar 1998 við heimild í § 4 í gomlu sjónvarpslógini frá 1996, ið tá var í gildi.

2. Bygnaður:

Sambært § 17 í lógini er Sjónvarp Føroya ein sjálvstøðugur stovnur undir landinum. Sambært § 18 setir landsstýrismaðurin stjóran, sum sambært § 1 í kunngerðini hevur fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovninum mótvegis landsstýrismanninum. Stjórin hevur programábyrgdina, og til at ráðgeva stjóranum í programspurningum, setir landsstýrismaðurin eina nevnd við 7 limum.

3. Endamál:

Sambært § 17 í lógini skal Sjónvarp Føroya varpa út sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Sjónvarp Føroya skal í programvirksemi sínum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsið, sakliga og óhefta upplýsing og veita eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.

4. Fíggjarviðurskifti:

Við heimild í § 20 í lógini verður virksemið fíggjað við sjónvarpsgjaldi, sum landsstýrismaðurin ásetir. Allir sjónvarpsmóttakarar hava skyldu at rinda sjónvarpsgjald, men tað kann tó ikki verða álagt nøkrum húski at rinda meira enn eitt gjald. Sambært § 19 verður virksemið eisini fíggjað við inntøkum frá lýsingum, eydnuspølum v.m. Virksemið kann eisini verða fíggjað við játtan á fíggjarløgtingslógini, og verður hesin parturin av fíggingini at seta sum sjálvstøðugur táttur.

Stjórin ger uppskot til fíggjarætlan og tilráðing um ásetan av sjónvarpsgjaldi, ið verða send landsstýrismanninum til góðkenningar. Fíggjarætlanin verður síðani tikin við í fíggjarlógaruppskotið, sum verður lagt fyri løgtingið til samtyktar. Virksemið hjá stovninum verður tikið við á fíggjarlógina við játtanarslagnum "landsfyritøka".

- - - - -

Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1997 tikin við.

5. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998: (t.kr.)

1998

1997

1996

1995

1994

Inntøkur
Sjónvarpsgjald

13.281

12.872

12.789

13.049

13.202

Lýsingar

3.720

3.217

3.057

3.072

2.984

Sjónvarpsspøl

5.156

7.054

0

0

0

Aðrar inntøkur

406

496

329

409

352

Inntøkur íalt

22.563

23.639

16.175

16.530

16.538

Útreiðslur
Lønarútreiðslur

14.807

12.509

10.263

9.637

9.490

Aðrar útreiðslur

8.751

8.248

6.291

7.109

6.500

Íløgur, rakstrartól o.a.

1.409

3.404

0

508

1.528

Útreiðslur íalt

24.967

24.161

16.554

17.254

17.518

Rakstrarúrslit

-2.404

-522

-379

-724

-980

Landskassastudningur

0

601

530

734

1.000

Samlað úrslit

-2.404

79

151

10

20

6. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998: (t.kr.)

1998

1997

1996

1995

1994

Aktiv
Vørugoymsla

10

317

0

0

0

Innistandandi í peningastovnum

130

2.497

1.775

2.074

2.248

Skuldarar

803

892

820

888

866

Aktiv samanlagt

943

3.706

2.596

2.962

3.114

Passiv
Ognarar

2.583

2.942

1.910

2.429

2.591

Eginogn:
saldo pr. 1.1.

763

684

533

523

503

flutt frá rakstri

-2.404

79

151

10

20

Eginfígging

-1.641

763

684

533

523

Passiv samanlagt

942

3.705

2.595

2.962

3.114

7. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarfrágreiðingina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

8. Viðmerkingar:

8.1. Meirnýtsla í 1998 uppá 2,4 mió.kr.

Á fíggjarlógini fyri 1998 hevur Sjónvarp Føroya eina høvuðskonto nr. 4.24.4.01 "Sjónvarp Føroya (landsfyritøka). Á fíggjarlógini varð roknað við, at útreiðslur og inntøkur javnvigaðu. Landsroknskapurin varð lagdur fyri tingið til kunningar í juni 1999, men henda høvuðskonto er ikki við í landsroknskapinum.

Sambært eksterna ársroknskapinum fyri 1998, sum varð latin løgtingsgrannskoðarunum í august 1999, hevði Sjónvarp Føroya eitt hall uppá 2,4 mió. kr., uttan at landsstýrismaðurin í 1998 bað løgtingið um eykajáttan til hesa meirnýtslu. Sambært stýrisskipanarlógini má ongin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Í hesum føri eru útreiðslur fyri 2,4 mió.kr. hildnar í 1998 uttan heimild, og sostatt er talan um brot á stýrisskipanarlógini. Vísandi til hetta bóðu løgtingsgrannskoðararnir landsstýrismannin um eina frágreiðing um málið.

Í frágreiðingini vísir landsstýrismaðurin m.a. á, at:

Landsstýrismaðurin bygdi sína stýring av SVF á løgtingslógina um kringvarp, ið setir onnur roknskaparkrøv til SVF, tí har verður ikki lagt upp til annað enn framløgu av fíggjarætlan og roknskapi árið eftir. Er nakað har ímillum, má stovnurin sjálvur taka stig til at boða landsstýrismanninum frá.

Tí hevði Undirvísingar-og Mentamálastýrið av góðum grundum ongan kunnleika til meirnýtsluna, um tað mundið, tá meirnýtslan fór fram, og landsstýrismaðurin metir seg tí av hesi orsøk ikki at hava brotið stýrisskipanarlógina. Landsstýrismaðurin upplýsir, at hann í skrivi til sjónvarpsstjóran tann 21. desember 1999 hevur gjørt vart við, at sambært galdandi lóg og kunngerð hevur stjórin ábyrgdina av leiðsluni á SvF, og landsstýrismaðurin átalar, at stjórin ikki hevur verið nóg ansin. Landsstýrismaðurin upplýsir, at Undirvísingar-og Mentamálastýrið nú fylgir væl við fíggjarligu gongdini.

Landsstýrismaðurin vísir í frágreiðingini á, at hann ikki varð kunnaður um hallið hjá sjónvarpinum fyrr enn um mánaðarskifti apríl/mai 1999, at stig tá alt fyri eitt vórðu tikin til at tryggja, at stýrið kundi fylgja við fíggjarligu gongdini, og at stig vórðu tikin til at útvega sjónvarpinum eykajáttan.

Millum tey skjøl, ið eru løgd við frágreiðingini frá landsstýrismanninum, er eitt skriv dagfest 30. mars 1999 frá sjónvarpsstjóranum til aðalstýrið, sum byrjar soleiðis:

"Sum áður fráboðað landsstýrismanninum í óformligari samrøðu, hevði Sjónvarp Føroya 2,4 mió.kr. í rakstrarhalli í 1998. Hallið kemst av, at inntøkurnar sviku.

Fíggjarliga støðan er eisini vánalig í inniverandi fíggjarári, serliga orsakað av restgjaldinum fyri íløgurnar í byggingina, sum SvF í ár noyðist at átaka sær yvir raksturin. Haraftrat hóttir ein umfatandi tørvur á íløgum í nýggja tøkni fíggjarligu støðu stovnsins.

Eisini er í skrivandi løtu útlit til, at SvF oman á hesi viðurskifti noyðist at átaka sær nógv ta hægstu lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hesi viðurskifti bera í sær, at SvF kann koma í átrokandi gjaldførisvanda longu seinni í ár."

Lansstýrismaðurin upplýsir, at tá hann óformliga var kunnaður um, at SVF fór at hava eitt hall í 1998, seint í mars 1999, boðaði hann sjónvarpsstjóranum frá, at hann vildi hava hesa leysu og sera óformligu fráboðan skrivliga. Sjálvt um skrivið er dagfest 30. mars 1999, so er skrivið ikki sent frá SVF fyrr enn 9. apríl 1999 og innjournaliserað í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum tann 12. apríl 1999.

8.2. Eykajáttan uppá 1,6 mió.kr

Tann 19. juli 1999 bað landsstýrismaðurin fíggjarnevndina um eina eykajáttan uppá 1,6 mió. kr. Tann 21. juli 1999 boðaði fíggjarnevndin frá, at meira enn tveir fimtingar av nevndarlimunum kravdu, at eykajáttanin skuldi veitast við løgtingslóg.

Tann 23. juli 1999 gav landsstýrismaðurin gjaldstovuni boð um at flyta sjónvarpinum 1,65 mió.kr. til rindan av lønum og øðrum útreiðslum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Fíggjarmálastýrið í skrivi, dagfest 19. juli 1999, ásannaði, at landskassin var bundin av teimum bráfeingis gjaldførisskyldum, ið SVF hevði. Tí var inntrivið hjá landsstýrismanninum eisini gjørt, fyri at skyldur landskassans ikki skuldu gerast størri enn neyðugt var. Landsstýrismaðurin upplýsir, at landsstýrið var kunnað um málið.

Tann 23. juli 1999 sendi landsstýrismaðurin eina umbøn um eykajáttan (eykajáttanarlóg) til Fíggjarmálastýrið.

Í uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999, sum varð lagt fyri tingið tann 16. september 1999, varð løgtingið biðið um eina eykajáttan uppá 1,6 mió.kr. til SvF.

Í álitinum til uppskotið vísir fíggarnevndin á, at peningurin longu er nýttur, og at talan tí ikki er um eina vanliga eykajáttan sambært stýrisskipanarlógini. Fíggjarnevndin átalar hesa mannagongd og ger vart við, at tilmælið frá nevndini um at samtykkja uppskotið ikki skal skiljast, sum at nevndin góðkennir framferðarháttin hjá landsstýrismanninum í juli 1999.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á landsstýrismannin um at upplýsa, hvat eykajáttanin uppá 1,6 mió.kr. er ætlað til.

Í frágreiðingini til løgtingsgrannskoðararnar váttar landsstýrismaðurin, at eykajáttnin er at skilja sum hallið í 1998 uppá 2,4 mió.kr., frádrigið "eginognina" uppá 0,8 mió.kr., sum SVF hevði við ársbyrjan. Landsstýrismaðurin vísir á, at gjaldførið hjá sjónvarpinum gekk undan í juli 1999, orsakað av hallinum frá 1998, og at ætlan landsstýrismansin við hesi eykajáttanini var at skapa javnvág í eginogn sjónvarpsins til komandi ársskifti 1999/2000.

Tí gjørdi landsstýrismaðurin av at lata landskassan leggja neyðuga gjaldførið út, og landsstýrismaðurin álegði samstundis stjóranum í SvF at spara so mikið á rakstrinum, at javnvág kom at vera millum inntøkur og útreiðslur í 1999.

Sambært fyribilstølum vísir roknskapurin hjá Sjónvarpi Føroya fyri 1999 eitt hall uppá uml. 1,5 mió.kr. Í hesum sambandi vísir landsstýrismaðurin á, at hann hevði allar góðar orsøkir at halda, at javnvág fór at verða millum útreiðslur og inntøkur fyri 1999. Millum annað vístu mánaðarroknskapir og framskrivingar frá SVF, so seint sum miðjan november 1999, at so fór at verða. Eisini vísti ein óvildug grannskoðarafrágreiðing frá Rasmussen og Weihe, tann 22. november 1999, at SVF í 1999 fór at hava eitt avlop upp á kr. 263.000.

Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at í álitinum frá fíggjarnevndini til uppskotið um eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999 stendur:

"undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentamálum upplýst fíggjarnevndini, at við árslok er útgoldna upphæddin afturgoldin til landskassan. Fíggjarnevndin heitir á landsstýrismannin um at hava eftirlit við, at peningurin verður endurrindaður."

Løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á landsstýrismannin um at upplýsa, hvussu umrøddu viðmerkingar skulu skiljast.

Í frágreiðingini frá landsstýrismanninum er hesin spurningur ikki svaraður. Aðalstjórin hevur síðani upplýst, at her má vera talan um eina misskiljing, tí eykajáttanin varð ætlað til at fíggja gjaldførishallið í 1998.

8.3. Rokningar uppá 1,2 mió.kr ikki við í roknskapinum hjá Sjónvarpi Føroya

Á fíggjarlógini fyri 1998 er ein høvuðskonto nr. 4.24.4.04, sum ber heitið "Sjónvarp Føroya (løgujáttan)". Játtanin á hesi høvuðskonto er 2,8 mió.kr. Í upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum var játtanin 5,4 mió.kr. Fíggjarnevndin lækkaði løgujáttanina við 2,6 mió.kr., og í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1998 førdi fíggjarnevndin fram, at SVF kundi fíggja írestandi løgutørvin yvir raksturin. Hugsandi er, at fíggjarnevndin hevur grundað sína avgerð á, at í fíggjarlógaruppskotinum hjá SVF (landsfyritøka) verður roknað við einum yvirskoti uppá 2,3 mió.kr.

Fíggjarmálastýrið/landsarkitekturin sendi Sjónvarpi Føroya 2 rokningar uppá íalt t.kr. 1.232, sum samanlagt svara til meirnýtsluna á løgujáttani í 1998. Onnur rokningin uppá 451 t.kr. er dagfest 22. juli 1998. Eftir rokningini at døma, er talan um útreiðslur, sum SVF skal endurrinda, men sum av praktiskum orsøkum fyribils eru bókaðar á løgujáttanina. Um tað, sum stendur skrivað á rokningini, skal takast fyri fult, hava hesar útreiðslur uppá 451 t.kr. onki við løgujáttanina at gera. Tann seinna rokningin uppá 780 t.kr., sum er dagfest 25. februar 1999, tykist vera ein rokning til SVF uppá meirnýtsluna á løgujáttanini.

Báðar rokningarnar eru bókaðar 4. mei 1999, og tær eru inntøkuførdar í landsroknskapinum fyri 1998 á høvuðskonto "4.24.4.04 Sjónvarp Føroya (løgujáttan)". Játtanin á hesi høvuðskonto er 2,8 mió.kr., og eftir at umrøddu 1,2 mió.kr. eru mótroknaðar, er samsvar ímillum játtan og nýtslu. Av skjølunum sæst, at rokningarnar eru sendar gjaldstovuni 4. mei 1999, og at tær eru bókaðar sama dag eftir umbøn frá landssarkitektinum, sum skrivliga kunnar gjaldstovuna um, at sjónvarpsstjórin hevur lovað landsarkitektinum at gjalda rokningarnar beinanvegin.

Á fíggjarlógini fyri 1998 hevur Sjónvarp Føroya eina høvuðskonto 4.24.4.01 "Sjónvarp Føroya (landsfyritøka). Rokningarnar til Sjónvarp Føroya uppá 1,2 mió.kr. eru ikki útreiðsluførdar á hesi høvuðskonto, og sum áður nevnt, er hon als ikki við í landsroknskapinum.

Eksterni ársroknskapurin fyri 1998 hjá Sjónvarpi Føroya vísir eitt hall uppá 2,4 mió.kr., men rokningarnar uppá 1,2 mió. kr. eru heldur ikki tiknar við í hesum roknskapinum, hóast Sjónvarp Føroya sambært landsroknskapinum við árslok 1998 stendur sum ein skuldari við 1,2 mió.kr. Í ársfrágreiðingini í eksterna roknskapinum hjá Sjónvarpi Føroya verður m.a. víst á, at um- og nýbyggingin av stovninum gjørdist dýrari enn upprunaliga mett, og upplýst verður at: "Byggingin nervaði kortini ikki gjaldførið í 1998, og í skrivandi løtu er óvist, júst hvussu restgjaldið verður posterað."

Vísandi til, at tað eftir øllum at døma ikki var rætt atborið játtanarliga og roknskaparliga í hesum máli, bóðu løgtingsgrannskoðararnir landsstýrismannin um eina frágreiðing.

Landsstýrismaðurin vísir í frágreiðing síni á, at hann ikki var vitandi um umbókingina í 1998 av rokningunum, og at at ein serlig kanning í november 1999 váttaði varhugan av, at umrøddu rokningar uppá 1,2 mió.kr ikki vóru við í roknskapinum hjá sjónvarpinum í 1998, og í skrivi dagfest 23. desember 1999 verður grannskoðari sjónvarpsins biðin um eina frágreiðing. Grannskoðarin vísir á, at tað var og er óvist, um sjónvarpið skal gjalda rokningarnar, sum tí ikki vórðu tiknar við í roknskapinum fyri 1998. Eisini vísir grannskoðarin á, at spurningurin um restgjaldið fyri íløgurnar er umrøddur í ársfrágreiðingini í roknskapinum fyri 1998. Sostatt metir grannskoðarin ikki, at nakað er dult fyri roknskaparlesaranum. - Í hesum sambandi vilja løgtingsgrannskoðararnir vísa á, at í omanfyri umrødda skrivi dagfest 30. mars 1999 frá sjónvarpsstjóranum varð aðalstýrið skrivliga kunnað um, at umframt hallið frá 1998 uppá 2,4 mió.kr., var fíggjarliga støðan "eisini vánalig í inniverandi fíggjarári, serliga orsakað av restgjaldinum fyri íløgurnar í byggingina, sum SvF í ár noyðist at átaka sær yvir raksturin".

Í frágreiðingini vísir landsstýrismaðurin á, at inntøkur sjónvarpsins sambært § 19, stk.3, í Ll. nr. 22/1998 um kringvarp v.m. ikki kunnu nýtast til annað endamál enn at framleiða sendingar, og at umbyggja hús fellir uttanfyri hesar ásetingar. Annars er landsstýrismaðurin samdur við Fíggjarmálastýrinum, sum er komið til ta niðurstøðu, at tær 1,2 mió.kr. skulu útreiðsluførast aftur á løgujáttanini í landsroknskapinum fyri 1999, og at kravið móti SvF skal førast aftur, vísandi til, at "Í fíggjarlógarálitinum fyri 1998 verður sagt, at Sjónvarpið kundi fíggja írestandi íløgutørvin yvir raksturin, men tá avtornaði var als ikki pláss fyri hesum á rakstrinum hjá Sjónvarpinum".

8.4. Niðurstøða

Løgtingsgrannskoðararnir meta, at frágreiðingin frá landsstýrismanninum í hesum máli lýsir orsøkirnar til, at hann ikki bað løgtingið um eykajáttan til meirnýtsluna. Landsstýrismaðurin hevur evstu ábyrgdina av, at allar játtanir á hansara øki verða hildnar, og løgtingsgrannskoðararnir mega staðfesta, at:

1) Sjónvarp Føroya í 1998 hevði eitt hall uppá 2,4 mió. kr., uttan at landsstýrismaðurin í 1998 bað løgtingið um eykajáttan til hesa meirnýtslu

2) landsstýrismaðurin onki játtanareftirlit hevði við sjónvarpinum í 1998, og at sjónvarpsstjórin ikki boðaði frá, at játtanin í 1998 ikki kom at halda

3) hóast landsstýrismaðurin longu í mars 1999 óformliga varð kunnaður um rakstrarhallið uppá 2,4 mió.kr., varð ein eykajáttanarlóg ikki løgd fyri løgtingið fyrr enn tann 12. september 1999

4) landsstýrismaðurin tann 19. juli 1999 bað fíggjarnevndina um eykajáttan

5) landsstýrismaðurin tann 23. juli 1999 ávísti pening fyri útreiðslur, ið havdar vóru í farna fíggjarári, uttan játtan frá løgtinginum, hóast tveir fimtingar av nevndarlimunum í fíggjarnevndini, vísandi til § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini, kravdu málið avgjørt við løgtingslóg

6) meirnýtslan í 1998 á eini høvuðskonto viðvíkjandi umbygging av sjónvarpinum varð umbókað í stríð við grundleggjandi játtanarreglur

7) hóast sjónvarpið hevur eina høvuðskonto á fíggjarlógini í 1998, er henda høvuðskonto ikki við í landsroknskapinum. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður gjørt vart við, at hetta stríðir ímóti Ll. nr. 33/1993 um landsins almenna roknskaparhald

8) sjónvarpið í 1999 eftir øllum at døma hevur havt eitt rakstrarhall uppá uml. 1,5 mió.kr., hóast landsstýrismaðurin hevur upplýst, at javnvág kom at vera millum útreiðslur og inntøkur í 1999.

1. viðgerð 11. apríl 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 3. mai 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 20-5-0. Málið avgreitt.