Roknskapur - Landsroknskapir 1995-1998

 

53-11  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av Landsroknskapunum fyri fíggjarárið 1995-1998

A. Upprunauppskot
B. Frágreiðing til landsroknskapirnar
C. 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 21. mars, legði grannskoðanarnevndin,  sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, (17 tingmenn viðmæla) vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar  

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna landsroknskapirnar fyri fíggjarárini 1995-1998.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

Innihaldsyvirlit

1. Inngangur *
2. Frávik ímillum játtan og nýtslu fíggjarárini 1995-1998 *
3. Landsroknskapurin 1998 *

3.1. Generelt um meirnýtslu *

4. Landsroknskapurin 1997 *
5. Landsroknskapurin 1996 *
6. Landsroknskapurin 1995 *
7. Fíggjarstøðan 1995-1998: *
8. Aðrar viðmerkingar: *

8.1. Fíggjarmál *
8.2. Skattamál *
8.3. Almanna- og Heilsumál *
8.4. Útbúgving og gransking *
8.5. Mentanar- og Kirkjumál *
8.6. Fiskivinnumál *
8.7. Vinnumál *

1. Inngangur

Sambært § 45, stk. 1, í stýrisskipanarlógini skal landsroknskapurin verða lagdur fyri løgtingið til kunningar í seinasta lagi seks mánaðir eftir fíggjarárslok. Seinnu árini hevur verið trupult at hildið hesa tíðarfreist:

Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at tað frá og við landsroknskapinum fyri 1998 hevur eydnast at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Sambært § 45, stk. 3, í stýrisskipanarlógini, skulu løgtingsgrannskoðararnir leggja fyri løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum saman við sínum viðmerkingum. Sambært § 45, stk. 2, skulu løgtingsgrannskoðararnir fara ígjøgnum árliga landsroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.

Í løgtingslóg nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. eru greiniligari reglur ásettar um arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum og um roknskapargrannskoðanina, sum løgtingsgrannskoðararnir grundað sítt arbeiði á.

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið frágreiðingina frá landsgrannskoðanini um grannskoðan av landsroknskapinum dagfest 8. mars 2000, sum er viðløgd sum fylgiskjal til hetta løgtingsmál. Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini gjøgnumgingið grannskoðanarfrágreiðingar frá privatum grannskoðarum, sum grannskoða partar av landsroknskapinum. Harumframt hava løgtingsgrannskoðararnir havt samskifti við landsstýrið um ávís mál.

2. Frávik ímillum játtan og nýtslu fíggjarárini 1995-1998

Í § 1 í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almanna roknskaparhald er ásett, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjar- og eykajáttanarlógum fyri árið, talan er um, og skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins fyri farna fíggjarár, aktiv og passiv landsins og broytingunum hesum viðvíkjandi í árinum. Við heimild í § 3 í lógini eru nærri reglur um roknskaparhald landsins ásettar í kunngerð nr. 114 frá 22. august 1996.

Í sambandi við at landsroknskapirnir skulu leggjast fyri tingið, hava løgtingsgrannskoðararnir heitt á landsgrannskoðanina um at gera eina frágreiðing um frávik ímillum játtan og nýtslu fyri hvørt av hesum fíggjarárum. Hetta er gjørt á s. 130-168 í hjáløgdu frágreiðing.

Í frágreiðingini verður eisini kunnað um viðgerðina av fíggjarlógar- og eykajáttanarlógum. Umframt ta meirnýtslu, sum staðfest er í landsroknskapinum, kemur ofta fyri, at útreiðslur longu eru hildnar, áðrenn biðið verður um eykajáttan. Víst verður á, at Fíggjarnevndin ár um ár hevur átalað hetta, og hevur gjørt vart við, at sambært § 44, stk. 2, í stýrisskipanarlógini má eingin útreiðsla haldast, fyrr er játtan er fingin til vega á fíggjarlóg ella eykajáttanarlóg.

Víst verður eisini á, at í fleiri førum samsvara játtanartøl, játtanarslag, nummar ella heiti á høvuðskonto í landsroknskapinum ikki við samsvarandi játtan í kunngjørdum eykajáttanarlógum. Løgtingsgrannskoðararnir heita á landsstýrismannin um at fáa hetta í rættlag framyvir. I onkrum føri eru smærri bókingarfeilir ein orsøk til frávik millum játtan og nýtslu.

Í summum førum eru høvuðskontoir lopnar um í landsroknskapinum (landsfyritøkur). Hetta hava løgtingsgrannskoðararnir áður átalað. Løgtingsgrannskoðarunum kunnugt, koma hesi viðurskifti í rættlag framyvir.

3. Landsroknskapurin 1998

Almannamál, lógarbundnar útreiðslur

Nógv tey størstu frávikini ímillum játtan og nýtslu eru undir almannamálum, har lógarbundnar útreiðslur samanlagt eru nærum 30 mió.kr. hægri enn játtanirnar. Vísandi til s. 42 í frágreiðingin, hevur landsstýrismaðurin upplýst, at hann fleiri ferðir hevur biðið um eykajáttan til lógarbundnar utreiðslur, men Fíggjarmálastýrið hevur tikið hetta av eykajáttanarlógini, áðrenn uppskotið er farið í tingið.

Fíggjarnevndin hevur í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000 víst á, at ásetingin í § 42, stk. 2, í stýrisskipanarlógini um, at eingin útreiðsla má verða goldin uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, skal skiljast soleiðis, at ein vanlig løgtingslóg ikki er nóg góð heimild fyri at brúka pening. Ein landsstýrismaður hevur tí, eisini viðvíkjandi lógarbundnum útreiðslum, eina rættarliga skyldu at leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, um játtanin á fíggjarlógini ikki er nóg stór, ella í øðrum lagi leggja uppskot um at broyta stuðulslóggávuna fyri tingið. Hetta er nú staðfest í broyttu játtanarskipanini, sum kom í gildi 1. januar 2000.

Á s. 41 í frágreiðingini verður víst á, at útgreiningin av forsorgarútreiðslum á s. 219-220 í landsroknskapinum ikki er røtt, tí av einum tekniskum mistaki eru tekstur og tøl forskotin.

Læraraskúlin

Í álitinum til eykajáttanarlógaruppskotið fyri oktober átalaði Fíggjarnevndin harðliga, at Læraraskúlin hevði økt virksemið munandi, uttan at neyðug játtan var fingin frammanundan. Vísandi til s. 70-72 í frágreiðingina um Læraraskúlan upplýsti landsstýrismaðurin fyri fíggjarnevndini, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið var í ferð við at skriva eina frágreiðing um meirnýtsluna hjá læraraskúlanum, og at landsstýrismaðurin tí bíðaði við at staðfesta ábyrgdina. Frágreiðing var liðug 15. november 1999. Niðurstøðan var, at tað er ógjørligt at staðfesta, at rektarin einsamallur hevur ábyrgdina av meirnýtsluni - hetta var øllum avvarandi myndugleikum kunnugt - og tí fær rektarin ikki nakra átalu, men eina "innskerping" um framyvir at halda játtanina.

Vísandi til frágreiðingina frá Landsgrannskoðanini visti Undirvísingar- og Mentamálastýrið longu í mars/apríl 1998, at játtanin var undirmett í mun til ætlaða virksemið, og at skúlanum tørvaði 1,2 -1,6 mió.kr. Umbøn um eykajáttan varð ikki løgd fyri tingið fyrr enn 21. oktober 1998, eftir at 2 flokkar vóru tiknir inn á skúlan í juni 1998. Um orsøkina upplýsir landsstýrismaðurin, at val var útskrivað, og nýggjur landsstýrismaður fyrst tók við um hálvan mai 1998. Løgtingsgrannskoðararnir meta, at talan er um eina undanførslu og átala, at landsstýrismaðurin ikki fyrr bað um eykajáttan.

Klakksvíkar Sjúkrahús

Á eykajáttanarlógini fyri desember 1998 varð játtanin til Klaksvíkar Sjúkrahús hækkað við 2,5 mió.kr. Í viðmerkingunum vísir landstýrið á, at sjúkrahúsið ikki fyrr enn 6. november 1998 boðaði Almanna- og Heilsumálastýrinum frá væntaðu meirnýtsluni, og tí var ov seint at seta tiltøk í verk, sum kundu tálma nýtsluni. Landsstýrið upplýsir, at neyðugt verður at kanna viðurskiftini, so henda støðan ikki kemur at endurtaka seg.

Almanna- og Heilsumálastýrið heitti á ein grannskoðara um at kanna meirnýtsluna í 1998. Í grannskoðanarfrágreiðingini verður víst á, at uml. 1,4 mió.kr. av útreiðslunum, sum vórðu bókaðar í 1998, viðvíkja roknskaparárinum 1997. Staðfest verður eisini, at fleiri av skjølunum viðvíkjandi 1997 eru bókað medio 1998. Um orsøkina, til at útreiðslur frá 1997 eru fluttar til 1998, varð upplýst fyri grannskoðanini, at játtanin fyri 1997 var ov lítil. Frágreiðingin er dagfest 5. januar 1999, og løgtingsgrannskoðararnir eru síðani kunnaðir um, at tænastumannakanning er sett í verk av embætisførsluni hjá umsjónarmanninum fyri brot á galdandi reglur um periodisering, fyri at fjala útyvir eina meirnýtslu og fyri ikki nóg samvitskufult at taka neyðug stig til at halda játtanina.

---------

Fíggjarnevndin átalaði, at Føroya Kærustovnur var farin at virka uttan játtan, og at edv-grundútbúgving á Føroya Handilsskúla varð byrjað, uttan at játtan var fingin.

Á eykajáttanarlógini fyri oktober fekk Heimarøktin eina eykajáttan. Í álitinum vísti Fíggjarnevndin á, at tá Heimarøktin í 1997 fekk eina eykajáttan, átalaði nevndin vantandi játtanareftirlit. Nevndin væntaði tí, at Heimarøktin framyvir kundi halda virksemið innan givna játtan.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at meirnýtlsan av studningi til lærupláss, sum Læruráðið umsitur, hevur eina so lutfalsliga stóra meirnýtslu, hóast Læruráðið, vísandi til s. 83, síðst í november boðaði frá, at játtanin kom at halda.

Ein stór meirnýtsla er viðvíkjandi játtanini "tiltøk fyri alivinnuna" undir vinnumálum, har nýtslan er 10,7 mió.kr. í mun til játtanina uppá 2,1 mió.kr. Á s. 135 í frágreiðingini er greitt nærri nærri frá hesum.

Vísandi til umrøðuna í frágreiðingini á s. 109-110 av eykajáttanarlógini fyri oktober 1998 viðvíkjandi "Størri Verkætlanir", átala løgtingsgrannskoðararnir, at løgtingið ikki fekk allar upplýsingar, sum vórðu av týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Lønarkarmur/lønarútreiðslur

Í frágreiðingini er eisini víst á tær høvuðskontoir, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Talan er um fleiri stór frávik, sum stava frá misskiljingum, sum síðani eru rættað. Størstu frávikini annars eru á lógarbundnum játtanunum undir Almannamálum. Í sundurgreiningini í viðmerkingunum til fíggjarlógina er als ikki er roknað við lønartútgjaldingum. Kortini er talan um lønarútgjaldingar uppá 12-13 mió.kr. Løgtingsgrannskoðarnir átala hetta ósamsvar og heita á landsstýrismannin um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Onnur stór frávik eru Landsverkfrøðingurin og játtanir, sum hesin stovnur umsitur. Á kontoum er farið er uppum lønarkarmin við yvir 8 mió.kr.

Harumframt er nógvir stovnar farnir nakað uppum ásetta lønarkarmin.

Tað hevur verið ein ávísur ivi, um lønarkarmurin, sum ásettur er í viðmerkingunun til fíggjarlógina, er bindandi, ella er ein fyrisitingarlig áseting ímillum landsstýrsmannin og stovnsleiðaran. Í broyttu játtanarskipanini, sum fíggjarnevndin tók við í álitinum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2000, er nú staðfest, at landsstýrismanninum er ikki loyvt at fara uppum ásetta lønarkarmin (standardkonto 11).

Strandferðslan

Eisini Strandferðslan hevði eina stóra meirnýtslu uppá góðar 5 mió.kr. Í einari C-átekning viðvíkjandi játtanini hjá Strandferðsluni á fíggjarlógini fyri 1998 og 1999 er ásett:

"Heimilað verður Strandfaraskipum landsins av flyta avlop/hall millum ár, soleiðis at sveiggjað verður um játtanarstøðið við í mesta lagi 5% árliga. Uppsamlaða avlopið yvir 4 ár kann í mesta lagi verða 10% av játtanini, og uppsamlaða hallið kann í mesta lagi verða 5% av játtanini."

C- átekningin er strikað í 2000. Vísandi til roknskapin fyri 1998 er meirnýtslan góðar 5 mió. kr., svarandi til 11,1% av játtanini uppá 45,5 mió.kr. Roknað á henda hátt, er meirnýtslan/hallið sostatt í prosentum meira enn tað dupulta av ásetta markinum fyri uppsamlaðum halli, og løgtingsgrannskoðararnir bóðu landsstýrismannin um eina frágreiðing.

Av frágreiðingini gongur fram, at so seint sum tann 1. desember 1998 kunnaði Strandferðslan Vinnumálstýrið um, at stovnurin í 1998 fór at fáa eitt hall uppá 1,5 - 2 mió.kr., t.v.s. eitt hall, sum lá innanfyri 5% av játtanini. Uppá fyrispurning frá Vinnumálastýrinum, hví metingin í desember 1998 ikki helt, hevur Strandferðslan upplýst, at orsøkirnar vóru:

Strandferðslan spurdi tann 6. mei 1999 Vinnumálastýrið, um tað var neyðugt við eini eykajáttan at fíggja hallið í 1998. Vinnumálstýrið vísti hesum aftur, tí árið, har hallið er staðfest, longu var runnið. Víst varð á, at hallið er "fíggjað" av likvidum hjá landskassanum við tað, at tað varð mett ikki at vera í tráð við játtanarskipanina at biðja løgtingið um eykajáttan fyri eitt ár, sum er farið.

Løgtingsgrannskoðararnir halda, at tað er átaluvert, at Strandferðslan hevur brúkt meira pening enn heimild var til, hóast stovnurin so seint sum í desember mánaði metti, at játtanin kom at halda.

Sjónvarp Føroya

Henda høvðskonto er ikki við í landsroknskapinum. Sambært eksterna roknskapinum hevði sjónvarpið eitt hall uppá 2,4 mió.kr. Meirnýtslan er nærri umrødd í løgtingsmáli nr. 53/10-1999 har roknskapurin er lagdur fyri tingið til góðkenningar.

3.1. Generelt um meirnýtslu

Hallið hjá sjónvarpinum í 1998, peningarflytingin til sjónvarpið í juli 1999 og uppskotið til eykajáttanarlóg í september 1999 hava fingið nógva umrøðu, og nógvir spurningar eru reistir um, hvat rætta játtanarliga og roknskaparliga mannagongdin er í einum tílíkum máli. Meirnýtslan hjá Sjónvarpi Føroya í 1998 er ikki ólík meirnýtsluni hjá Strandferðsluni í 1998. Báðar eru "landsfyritøkur", ið bóka sjálvar. Um hallið hjá Strandferðsluni fyri 1998 ikki varð fíggjað "av likvidum hjá landskassanum", hevði Strandferðslan komið í somu gjaldføristrupulleikar, sum Sjónvarpið í 1999 kom í, orsakað av meirnýtsluni í 1998.

Løgtingsgrannskoðararnir hava roynt at kanna hesi viðurskifti fyri at finna fram til, hvat rætta mannagongdin er, um ein tílík støða stingur seg upp í framtíðini

Sjónarmið hjá Vinnumálastýrinum
Sum víst á omanfyri um meirnýtsluna hjá Strandferðsluni í 1998, metti Vinnumálastýrið, at tað ikki var í tráð við játtanarskipanina at biðja løgtingið um eykajáttan fyri eitt ár, sum er farið, og hallið var tí "fíggjað" av likvidum hjá landskassanum.

Sjónarmið hjá Fíggjarmálastýrinum
Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum um, hvørja støðu Fíggjarmálastýrið hevur til henda spurning.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur svarað, at ein játtan, sum útgangsstøði, er fyri eitt ávíst fíggjarár. Endamálið við játtanini er at heimila ein ávísan almennan aktivitet, sum krevur eina fíggjarliga heimild. Um tað verður staðfest, eftir at játtanartíðarskeiðið er av, at nýtslan hevur verið størri enn játtanin, nyttar einki at biðja um eina eykajáttan, tí peningurin er jú longu nýttur í einum farnum játtanarskeiði.

Er talan um vanligan almennan stovn, ið ikki hevur egnan roknskap og likviditet, so hevur praksis verið higartil, at hóast játtanin er brúkt, ber framvegis til at ávísa av avvarðandi høvðuskonto. Hóast Sjónvarp Føroya og Strandfaraskip Landsins eru landsfyritøkur við egnum roknskapi og likviditeti, so er eingin munur á hesum stovnum og teimum, ið ikki hava egnan roknskap og likviditet, tí í báðum førum eru tað stovnar hjá landinum, og landskassin hongur uppá allar skyldur hjá teimum. Fíggjarmálastýrið er tí av teirri áskoðan, at um ein stovnur hevur egnan roknskap og likviditet, er tað ikki avgerðandi fyri, um neyðugt er at søkja um eykajáttan fyri meirnýtslu í einum farnum játtanarskeiði.

Fíggjarmálastýrið er samt í, at tørvur er á greiðari mannagongd, hvussu farið verður fram, tá ein tílík støða stingur seg upp. Hóast løgtingið ikki kann veita eykajáttan fyri eitt farið fíggjarár, eigur løgtingið at hava møguleika at viðgera hesi mál og t.d. mótrokna ta óheimilaðu nýtsluna í játtanini fyri árið eftir.

Sjónarmið, ið Fíggjarnevndin hevur ført fram
Fíggarnevndin hevur óbeinleis nomið við umrødda spurning. Í álitinum viðvíkjandi eykajáttanarlógini fyri november 1999-2, verður m. a. víst á, at sbr. § 43, stk. 1, í stýrisskipanarlógini er ein fíggjarlóg galdandi fyri eitt álmanakkaár, men víst verður eisini á, at sambært § 43, stk. 2, er ásett ein serlig skiftistíð. Í álitinum frá fíggjarnevndini viðvíkjandi fíggjarlógini fyri 2000 vísir fíggarnevndin m.a. á, at ein landsstýrismaður, eisini viðvíkjandi lógarbundnum útreiðslum, hevur eina rættarliga skyldu altíð at syrgja fyri at leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, um heimildin á fíggjarlógini ikki er nóg stór. Fíggjarnevndin vísir eisini á, at landsstýrismaðurin má gjalda upphædddir, sum borgarin sambært lóg hevur krav uppá. (Borgarin kann fara í rættin og fáa dóm við eftirfylgjandi tvingsilsfullgerð fyri upphæddini).

Sjónarmið hjá løgtingsgrannskoðarunum
Løgtingsgrannskoðararnir meta, at ein útreiðsla, sum stovnsleiðari, landsstýrismansins vegna, hevur bundið landið at gjalda, í nógvum førum kann sammetast við eina lógarbundna upphædd, sum ein borgari sambært lóg hevur krav uppá.

Landsstýrismaðurin hevur eina rættarliga skyldu at bóka allar útreiðslur á rætt fíggjarár, og vísandi til skiftistíðarskeiðið, sum ásett er í § 43, stk. 2, kann landsstýrismaðurin í tíðarskeiðnum fram til 1. apríl, eftir at fíggjarárið er lokið, ávísa pening av farnu fíggjarlógini fyri útreiðslur, sum eru havdar í farna fíggjarári. Eftir 1. apríl fellir henda serliga heimild burtur, og landsstýrismaðurin hevur hereftir onga heimild at ávísa pening fyri útreiðslur, sum havdar eru í farna fíggjarári.

Samanumtikið kann sigast, at sambært stýrisskipanarlógini má ongin útreiðsla verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Ein landsstýrismaður hevur tí skyldu at fylgja neyvt við, at allar játtanir halda. Men hevur ein stovnsleiðari/landsstýrismaður brotið hesa áseting og bundið landið á ein hátt, so borgari hevur eitt rættarligt krav at fáa eina ávísa upphædd, má upphæddin bókast á rætt fíggjarár, og kann ein landsstýrismaður ávísa pening fram til 1. apríl eftir at fíggjarárið er lokið.

Hjá stovnum, ið hava skiftandi inntøkur, ella har talan er um, at kommunur ella onnur refundera ávísan part av útreiðslunum, kann tað koma fyri í fíggjarárinum, at gjaldføristørvurin er hægri enn nettojáttanin á fíggjarlógini. Sambært roknskaparkunngerðini er tað álagt gjaldstovuni at taka sær av at fíggja gjaldføristørvin, harundir taka avgerð um, hvørjir stovnar kunnu trekkja uppá peningastovnskonti landskassans. Viðvíkjandi heimild at fíggja ein skiftandi gjaldføristørv hjá landsstovnum í fíggjarárinum kann vísast til § 25 á fíggjarlógini, har tað m.a. verður heimilað at fíggja broytingar í "virði" og "skuld v.m.". Teir roknskaparpostar, sum hetta fevnir um, eru t.d. tænastu-, vøru- og aðrir debitorar, millumrokningar við kommunur og almennar stovnar, tíðaravmarkingar, vøru- og tænastukreditorar v.m. Ein landsstýrismaður hevur skyldu at ansa eftir, at játtanin á fíggjarlógini samanumtikið heldur, og at tann peningur, sum verður lagdur út, kemur innaftur.

Viðvíkjandi víðari viðgerð av eini meirnýtslu á eini høvuðskonto í farna fíggjarári, kann nevnast, at sambært § 11, stk. 3, í Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. er álagt avvarandi landsstýrismanni, í seinasta lagi 6 mánaðir eftir fíggjarárslok, at lata løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing hesum viðvíkjandi. Henda áseting er galdandi frá og við fíggjarárinum 1999.

Løgmaður og landsstýrismenn hava rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teimum málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Teir hava skyldu at halda lógir og geva tinginum rættar upplýsingar. Ein meirnýtsla er brot á stýrisskipanarlógina, og hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar. Tí er umráðandi, at ein landsstýrismaður í frágreiðing síni gevur løgtingsgrannskoðarunum nágreiniligar og sannar upplýsingar um orsøkina til eina møguliga meirnýtlsu. Tá roknskapurin síðani verður lagdur fyri tingið til samtyktar, verður tað løgtingið, sum tekur endaliga støðu til, hvørjar avleiðingar ein møgulig meirnýtsla skal hava fyri landsstýrismannin.

4. Landsroknskapurin 1997

Almannamál, lógarbundnar útreiðslur

Eins og í 1998 eru nógv tey stórstu frávikini ímillum játtan og nýtslu undir almannamál, har lógarbundnar útreiðslur samanlagt eru nærum 35 mió.kr. hægri enn játtanirnar.

Læraraskúlin

Eins og í 1998 var játtanin til Læraraskúlan undirmett, og ikki fyrr enn í september 1997 varð umbøn um eykajáttan uppá 0,5 mió.kr. løgd fyri tingið. Hóast hesa eykajáttan hevði skúlin eina meirnýtlu uppá 0,8 mió.kr.Vísandi til s. 70-72 í frágreiðingini, vísir landsstýrismaðurin á, at orsøkin til, at eykajáttanin varð løgd so seint fyri tingið, var, at fíggjarskipanin var alt ov stirvin, skipanin við fíggjarnevndaskjølum var ógreið, og ongin eykajáttanarlóg var í væntu. Landsstýrismaðurin tryggjaði sær á samgongufundi politiska undirtøku fyri eini eykajáttan, og um hálvan mei gav landsstýrismaðurin boð um at taka nýggjar næmingar inn á skúlan.

Løgtingsgrannskoðararnir meta, at ein tílík grundgeving ikki kann góðtakast. Játtanarskipanin er og hevur altíð verið púra greið á hesum øki, ein landsstýrismaður skal útvega sær játtan, áðrenn hann brúkar pengarnar. Játtanina skal landsstýrismaðurin útvega í løgtinginum/fíggjarnevndini og ikki á einum samgongufundi.

-------

Á eykajáttanarlógini fyri november fekk Heimarøktin eina eykajáttan uppá 4,3 mió.kr. Talan var um eina meirnýtslu, sum stovnurin ikki megnaði at spara innaftur. Fíggjarnevndin átalaði, at játtanareftirlitið ikki var nóg neyvt.

Hóast tvær eykajáttanir hevði Føroya Sjómansskúli eina meirnýtlsu. Ein minniluti í Fíggjarnevndin átalaði, at sama dag, sum nevndin viðgjørdi eitt fíggjarnevndarskjal um eykajáttan til at leiga "Lars A. Kruse", fór skipið námsferð við sjómansskúlanæmingum.

Somuleiðis átalaði ein minniluti í Fíggjarnevndini, at stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum varð settur í starv, áðrenn játtan var útvegað.

Á s. 125-126 verður víst á, at høvuðsorsøkin til frávik í millum játtan og úrslit hjá Rúsdrekkasøluni var, at útreiðslur/íløgur vóru væl hægri enn mett.

Lønarkarmur/lønarútreiðslur

Í frágreiðingini er eisini víst á tær høvuðskontoir, har farið er uppum ásetta lønarkarmin. Talan er um fleiri stór frávik, sum stava frá misskiljingum, sum síðani eru rættað. Størstu frávikini annars eru á lógarbundnum játtanunum undir Almannamálum. Í sundurgreiningini í viðmerkingunum til fíggjarlógina er als ikki er roknað við lønartútgjaldingum. Kortini er talan um lønarútgjaldingar uppá 10 mió.kr. Løgtingsgrannskoðarnir átala hetta ósamsvar og heita á landsstýrismannin um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Onnur stór frávik eru Landsverkfrøðingurin og játtanir sum hesin stovnur umsitur. Á hesum kontoum er farið er uppum lønarkarmin við yvir 10 mió.kr.

Harumframt er nógvir stovnar farnir nakað uppum ásetta lønarkarmin.

5. Landsroknskapurin 1996

Almannamál, lógarbundnar útreiðslur

Eisini í 1996 eru nógv tey stórstu frávikini ímillum játtan og nýtslu undir almannamálum, har lógarbundnar útreiðslurnar samanlagt eru uml. 39 mió.kr. hægri enn játtanirnar.

"Nólsoyar Páll"

Í sambandi við viðgerðina av eykafíggjarlógini, har m.a. játtanin til keyp og umbygging av "Nólsoyar Páll" var hækkað við 3,1 mió.kr til 12,3 mió.kr., átalaði Fíggjarnevndin, at landsstýrismaðurin ikki hevði útvegað eykajáttan, áðrenn peningurin varð nýttur. Minnilutin í fíggjarnevndini metti, at løgting og figgjarnevnd í hesum máli vóru drigin uppá tráð, tí stórt sæð allar fyritreytir fyri samtyktini um at keypa annað vaktarskip vóru brotnar. Á s. 112-117 í frágreiðingini verður greitt frá eini kanning av málinum. Í stuttum kann sigast, at málið um "Nólsoyar Páll" beinleiðis kostaði landskassanum 7 mió.kr., nógv arbeiðsorka fór fyri skeyti, og málið hevur darvað og dýrkað fiskiveiðieftirlitið í áravís. Løgtingsgrannskoðararnir hava heft seg við, at sambært álitinum frá fíggjarnevndini frá viðgerðini av upprunaliga eykajáttanarlógaruppskotinum upplýsti landsstýrismaðurin á fundi í fíggjarnevndini, at skipið var 10 ára gamalt í staðin fyri 26 ára gamalt. Løgtingsgrannskoðararnir meta samanumtikið, at talan er um eitt ræðandi mál, sum landsstýrismenn og umsitingin mega læra av.

Lønjavningargrunnurin, inntøkutrygd v.m.

Á s. 157 í frágreiðingini vísir landsgrannskoðanin á, at sambært landsroknskpinum er talan um eina meirnýtslu uppá 9 mió. kr., netto, viðvíkjandi inntøkutrygd v.m., sum Lønjavningargrunnurin umsitur. Sambært roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum er talan um eina minninýtlsu uppá uml. 9 mió.kr., netto. Sostatt er talan um ein mun uppá uml. 18 mió.kr. ímillum roknskapirnar. Orsøkin er, at roknskapurin hjá Lønjavningargrunninum, sum vísir veruligu nýtlsluna, ikki er samansjóðaður við landsroknskapin. Løgtingsgrannskoðararnir hava í fleiri ár heitt á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Hesi viðurskifti komu í rættlag í landsroknskapinum fyri 1997, tá allar útgjaldingar vórðu bókaðar í landsbókhaldinum.

Fíggjarnevndin staðfestir í nógvum førum, at útreiðslur longu eru hildnar, áðrenn biðið verður um eykajáttan og átalar m.a. Matrikulstovuna, Hjálpartólamiðstøðina, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Tekniska Skúla í Tórshavn og Fiskiveiðieftirlitið .

Í sambandi við viðgerð av eykajáttan uppá 530 t.kr. til Sjónvarp Føroya, sum vísti á vantandi inntøkur, helt Fíggjarnevndin tað ikki vera rætt av almennum stovni at leggja eina fíggjarætlan, ið bygdi á inntøkur, sum ongin lógarheimild var fyri. Tað var ikki nóg mikið, at stovnurin hevði fingið ábending frá politiska valdinum um, at eitt uppskot til løgtingslóg, sum kundi givið meira inntøkur, fór at verða samtykt í løgtinginum. Sjónvarp Føroya átti at lagt sendiskráir og fíggjarætlan eftir galdandi fortreytum.

6. Landsroknskapurin 1995

Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógaruppskotið vísti landsstýrið á, at rakstrarútreiðslurnar vóru 10 mió.kr. hægri enn mett á fíggjarlógini, tí at tað tíanverri enn vóru stovnar, sum ikki tóku fíggjarlógarstýringina í nóg stórum álvarara. Sum dømi vóru nevnd Strandfaraskip Landsins, Postverkið, Føroya Studentaskúli, Matrikulstovan og Serforsorgin. Av stuðulsjáttanum, sum høvdu trupult við at leggja ætlan, vóru nevnd Inntøkutrygd hjá fiskimonnum, Íløgustuðulin og Stuðul til nýggjar vinnur. Fíggjarnevndin átalaði, at landsstýrið ikki hevði lagt uppskotið fyri tingið fyrr enn 8. desember, og sostatt var stýrisskipanarlógin ikki hildin.

Játtanin til sjúkrakassar var hækkað á eykafíggjarlógini, orsakað av, at sjúkrakassarnir ikki kundu krevja inn hækkaða C-limagjaldið, tí kunngerðin ikki var lýst. Í álitinum átalaði fíggjarnevndin, at kunngerðin, av umsitingarligari líkasælu var lýst 2 ár ov seint.

Viðv. inntøkutrygd v.m. er eins og árini frammansundan frávik ímillum roknskapartølini í landsroknskapinum og roknskapin hjá Lønjavningargrunninum. Játtan og nýtsla javnviga í landsroknskapinum, sambært roknskapinum hjá Lønjavningargrunninum er talan um eina meirnnýtlsu uppá 3,7 mió.kr., netto.

Í viðmerkingunum til eykafíggjarlógina viðvíkjandi eykajáttan til barnaforsorg verður víst á, at endurgjaldsuppgerðirnar frá kommununum í áravís eru komnar ov seint inn, og tí hevur periodiseringin í landsroknskapinum verið skeiv. Framyvir er ætlanin at fáa hetta í rættlag, og tí er tørvur á eini eykajáttan at rinda uppgerðir viðv. gomlum árum.

Stórstu frávikini millum játtan og nýtslu eru á játtanum, sum Landsverkfrøðingurin umsitur. Talan er um bæði meir- og minninýtlsu, men netto er so at siga samsvar millum játtan og nýtslu. Í frágreiðingini verður víst á, at játtanirnar á fíggjarlógini eru bólkaðar øðrvísi enn útgreiningarnar frá landsverkfrøðinginum, og at játtanirnar á fíggjarlógini meira og minni heppið eru býttar upp í rakstur, viðlíkahald og íløgur.

7. Fíggjarstøðan 1995-1998:

Yvirlit yvir aktiv og passiv í landsroknskapinum árini 1995 - 1998:

(mió.kr.)

1998

1997

1996

1995

Aktiv

Kapitalogn í landsfyritøkum

1.101

1.072

180

154

Parta- og lánsbrøv

182

83

85

85

Rentu- og avdráttarfrí lán

188

165

70

71

Útlán

246

236

201

213

Goymslur

10

8

-

-

Skatta-, toll- o.t. skuldarar

128

144

124

127

Tænastu-, vøru- og aðrir skuldarar

162

124

212

267

Innistandandi í Landsbankanum

1.104

954

826

1.012

Banka-, girokonti og kassapeningur

136

87

80

80

Í alt

3.257

2.873

1.778

2.009

Passiv

Innanlandsskuld

704

749

770

1.122

Uttanlandsskuld

4.646

5.800

5.783

5.789

Onnur skuld

259

246

378

370

Skuld í alt

Útjavningarkonto:

Saldo 1. januar

-3.922

-4.336

-5.272

-5.314

Rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit

1.372

178

79

8

Ymsar broytingar

198

236

39

33

Saldo 31. desember

Í alt

3.257

2.873

1.777

2.008

Á s. 17-23 er grannskoðanin av fíggjarstøðuni umrødd.

"Kapitalogn í landsfyritøkum" í 1997 er vaksin munandi. Økingin stavar í høvuðsheitum frá at Fíggingargrunnurin frá 1992 var tikin við í landsroknskapin í 1997. Í seinastu frágreiðing mæltu løgtingsgrannskoðararnir til at fáa greiði á hesum roknskaparposti. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað frá, at Fíggjarmálastýrið er farið undir at greiða henda spurning.

Í seinastu frágreiðing átalaðu løgtingsgrannskoðararnir, at fleiri partabrøv, sum onki virði hava, vóru tikin við í roknskapin, og at ongin føst mannagongd er viðvíkjandi goymslu av partabrøvum. Hesi viðurskifti eru nú um at vera komin í rættlag.

Innistandandi í Landsbankanum skal í minsta lagi svara til 15% av bruttotjóðarúrtøkuni. Í seinastu frágreiðing varð víst á, at útrokningin av bruttotjóðarúrtøkuni byggir á eitt leyst grundarlag, og at hugtøkini "landskassin" og "landsstovnar" í lógini um Landsbankan og í lógini um innlán í Landsbankan og lán úr Landsbankanum vóru ógreið, og løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til at fáa greiðu á hesum viðurskiftum. Vísandi til frágreiðingina er einki ítøkiligt hent á hesum øki, og løgtingsgrannskoðararnir fara enn einaferð at mæla landsstýrismanninum til at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

Í seinastu frágreiðing vístu løgtingsgrannskoðararnir á ta stóru óvissu, sum er viðvíkjandi avstemmingum av skattaeftirstøðum, og løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at taka stig til at loysa umrøddu trupulleikar á hesum týðandi øki. Hóast eitt stórt arbeiði er gjørt, átala løgtingsgrannskoðararnir, at komið ikki er á mál, og heitt verður enn einaferð á landsstýrismannin um at raðfesta hesa uppgávu høgt, og áseta eitt greitt ábyrgdarbýti.

Í 1998 minkaði uttanlandsskuldin úr 5,8 til uml. 4,6 mia.kr. Høvuðsorsøkin er, at danska stjórnin avskrivaði 900 mió.kr. sambært avtaluna ímillum landsstýrið og donsku stjórnina frá 10. juni 1998. Avskrivingin varð inntøkuførd og ávirkaði rakstrar-, løgu- og útlánsúrslitið.

Í frágreiðingini verður annars víst á, at landsroknskapurin ikki gevur eina fullfíggjaða mynd av ogn og skuld landsins vísandi til, at fleiri landsstovnar/-grunnar ikki eru við í landsroknskapinum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur boðað frá, at Fíggjarmálastýrið er farið undir at greiða henda spurning.

8. Aðrar viðmerkingar:

Í frágreiðingini frá landsgrannskoðanini verður kunnað um úrslitið av grannskoðanini av ymsum stovnum, grunnum og skipanum á ymsum málsøkjum. Niðanfyri hava løgtingsgrannskoðararnir gjørt sínar viðmerkingar, vísandi til hesa frágreiðing.

8.1. Fíggjarmál

Løgtingsgrannskoðararnir mæla landstýrismanninum til at greiða tey ivamál við játtanarskipanini, umrødd eru á s. 9-14, so greiða fæst á, hvat skal við á fíggjarløgtingslógina, og hvussu tey ymisku hugtøkuni skulu skiljast. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at landsstýrismaðurin hevur sett fólk til at útgreina hetta arbeiði.

Løgtingsgrannskoðararnir meta framvegis, at tað hevði verið skilagott við einum betri samstarvi /samskifti við løgtingið um tílík grundleggjandi viðurskifti, í góðari tíð áðrenn eitt fíggjarlógaruppskot verður lagt fyri tingið.

Á s. 15 verður edv-trygd á Gjaldstovuni umrødd. Edv-trygd er eitt øki, sum eisini verður nevnt undir skatta-, almanna- og fiskivinnumálum. Løgtingsgrannskoðararnir meina, at landsstýrið má taka eina grundgivna støðu á hesum øki til, hvørji aðalkrøv skulu setast øllum landsstovnum.

Vísandi til s. 15-16 hevur Fíggjarmálastýrið ikki enn, 5 ár eftir at landsroknskaparlógin kom í gildi, gjørt vegleiðing um roknskaparreglugerðir. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at Fíggjarmálastýrið hevur boðað frá, at reglugerðin verður liðug í næstum.

Á s. 16-17 vísir landsgrannskoðaðin á, at tryggingarviðurskiftini hjá almennum stovnum eru ógreið. Hetta er eitt mál sum landsgrannskoðanin hevur umrøtt síðani 1992. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur ítøkiligar ætlanir um at loysa málið.

8.2. Skattamál

Á s. 25 verða roknskapar- og trygdarreglurnar á Toll og Skatt umrøddar. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til at raðfesta hetta arbeiði høgt. Í frágreiðingini verður annars víst á, at stórur tørvur er á líknandi reglum á øðrum økjum t.d. á Almannaøkinum og Fiskivinnuøkinum.

Á s. 27 um Tollkreditt verður víst á, at tað framvegis er vandi fyri stórum tapi, tí at trygdin, sum er ásett, er í lægra lagi.

8.3. Almanna- og Heilsumál

Á s. 30 - 33 verður víst á, at talan er um fleiri grundleggjandi veikleikar í sambandi við umsiting av lógarbundnum útreiðslum, sum gera, at innanhýsis eftirlitið á fleiri økjum ikki hevur verið nøktandi. Viðvíkjandi pensiónsútreiðslum verður á s. 33 - 40 m.a. víst á, at nógv ivamál hava verið um, hvussu inntøkuviðurskiftini og broytingar í hesum skulu ávirka pensiónsútrokningarnar. Kærunevndin hevur tikið fleiri "prinsippiellar" avgerðir, sum greitt hava sett til viks lógartulkingar hjá Almannastovuni, uttan at Almannastovan síðani hevur broytt praksis í øðrum líknandi málum. Har rentuinntøkan er tikin við í útrokningargrundarlagnum, er hon sum oftast ikki dagførd í fleiri ár, í fleiri førum ikki síðani 1992 ella 1993, tá hon varð "roknað", og tískil eisini er skeiv. Hetta hevur í fleiri førum ført við sær, at ov lítið ella ov nógv er goldið í pensiónsviðbót í áravís, og at viðbót til ávísar pensiónistar ikki er goldin ella goldin av órøttum.

Viðvíkjandi forsorgarútreiðslum verður á s. 40 - 51 m.a. víst á, at skjalprógvan av veitingum ikki var nóg fullfíggjað, at kontering av veitingum ikki var nøktandi, at ein konteringarleiðbeining framvegis ikki er gjørd, at endurmeting sambært § 12 ikki var farin fram, at tað verður mett skeivt og misvísandi framhaldandi at kontera lønarútreiðslur undir § 17, at nærri reglur fyri veitingum eftir § 18 framvegis ikki eru gjørdar, og at tað framhaldandi verður rindað fyri undirvísing á ALV-skúlanum, hóast ongin lógarheimild til tess er í almannalóggávuni.

Viðvíkjandi dagpeningaútreiðslum verður á s. 50 - 55 m.a. víst á, at í fleiri málum vóru ikki allir teigar í umsóknarblaðnum fyltir út, nýtti útrokningarhátturin er ikki rættur í øllum førum, tilmeldingarskjalið og umsóknarblaðið til sjálvbodnu skipanina eru ikki nøktandi, og nærri reglur um treytir/rættindi fyri hesar bólkar eru ikki ásettar. Orsøkin til fleiri av nevndu trupulleikum er, at verandi kunngerð ikki er nøktandi. Víst verður eisini á, at átrokandi tørvur er á at broyta og samskipa umsiting og lógarásetingar um dagpening vegna sjúku frá ávikavist Almannastovuni, Vanlukkutryggingini og Lønjavningarstovuni.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at hóast fleiri av omanfyri umrøddu trupulleikum viðvíkjandi umsiting av lógarbundnum almannaútreiðslum hava verið umrøddir í frágreiðingum í áravís, eru teir ikki loystir. Heitt verður á landsstýrismannin um at seta munagóð tiltøk í verk, so umsitingin á hesum stóra útreiðsluøki framyvir kemur í eina trygga legu.

Á s. 55 - 56 verður mannagongdin viðvikjandi brúkaragjøldum fyri heimahjálp umrødd. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at onki er gjørd fyri at bøta um hesi viðurskifti.

Vísandi til s. 58 - 62 um Heilbrigdið heita Løgtingsgrannskoðarararnir á landsstýrismanninum um sum skjótast at greiða teir nógvu ivaspurningarnar. Løgtingsgrannskoðarararnir mæla landsstýrismanninum til, at játtanin til Heilbrigdið og Blákrossheimið framyvir verður veitt sum ein rakstrarjáttan.

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið roknskapirnar og grannskoðanarprotokollirnar hjá teimum trimum sjúkrahúsunum fyri árini 1996-1998, vísandi til s. 62 - 67 um. Vísandi til viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini verður heitt á landsstýrismannin um at tryggja, at øll tey umrøddu viðurskiftini koma í rættlag.

8.4. Útbúgving og gransking

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður átalað, at innkrevjingin av útbúgvingarlánum ikki var nøktandi, og heitt á landsstýrismannin um at fáa viðurskiftini í rættlag. Á s. 83 verður sagt frá, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið síðani hevur arbeitt við at fáa viðurskiftini í rættlag.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, vísandi til s. 69, at lærararnir á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna fáa skattafrítt endurgjald fyri at ferðast til og frá skúlanum, hóast ongin heimild er.

Viðvíkjandi Studentaskúlin í Kambsdali átala løgtingsgrannskoðararnir at skúlin, sum umrøtt á s. 70, hevur keypt, selt og endurfíggjað farteldur, og at hetta ikki er bókað í roknskapinum.

Fróðskaparsetur Føroya verður umrøtt á s. 73-75. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til at greiða spurningin um, í hvønn mun Fróðskaparsetrið er ein sjálvsognarstovnur.

Vísandi til s. 75-78 átala Løgtingsgrannskoðararnir, at fíggjar-/roknskaparligi parturin av málsviðgerðini hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í sambandi við grannskingarætlanir als ikki hevur verið nøktandi.

Føroya Skúlabókagrunnur og Bókamiðsølan, eru umrødd á s. 78-82. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til skjótast gjørligt at dagføra lógargrundarlagið, at greiða millumrokningina við landskassan, finna fram til eina hóskandi játtanarskipan og at greiða viðurskiftini viðvíkjandi Bókamiðsøluni.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, at rakstrartølini fyri ferðaendurgjald til lærupláss, sum greitt er frá á s. 83, ikki hava verið eftirfarandi í fleiri ár.

8.5. Mentanar- og Kirkjumál

Á s. 86-89 verður Mentunargrunnur Føroya Løgtings umrøddur. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til sum skjótast at áseta nágreiniligar reglur fyri stuðli úr Mentunargrunninum.

Løgtingsgrannskoðararnir átala, vísandi til s. 89-95 , at teir settu spurningarnir viðvíkjandi Kirkjugrunninum ikki eru viðgjørdir, og at nýggju kunngerðirnar als ikki eru nøktandi.

8.6. Fiskivinnumál

Stuðulsskipanir, sum Lønjavningarstovan umsitur, verða umrøddar á s. 97-105. Víst verður m.a. á veikleikar við edv-skipanini, manglandi avstemman og góðkenning av roknskapum, at tørvur er á greiðari reglum, serliga viðvíkjandi umsiting/útrokning av mánaðarligum minstaforvinningi til útróðrarmenn. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til at skunda undir at fáa umrøddu viðurskifti í rættlag.

Sjúkratrygd er umrødd á s.102-105. Landsgrannskoðanin vísir m.a. á, at:

  1. Til ber at fáa sjúkratrygd og dagpening frá Føroya Vanlukkutrygging samstundis

  2. Til ber at fáa sjúkratrygd og hava aðra inntøku samstundis

  3. Lógin er ikki samskipað við lógirnar um dagpening frá Almannastovuni og frá Vanlukkutryggingini

  4. Eingin umsóknarfreist er ásett

  5. Frítíðarløn verður útgoldin, hóast tað ikki er ásett í lógini

Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum til sum skjótast at taka stig til at broyta lógina í samráð við landsstýrismannin í Almanna- og Heilsumálum.

Umsitingin av lógini um stuðul til Fiskivinnumenning á landi verður umrødd á s. 107-109. Víst verður m.a. á, at parturin av lógini um kilostuðul ikki longur tænir upprunaliga endamálinum, at stuðulin til vørumenning o.a. í ein ávísan mun hevur sama endamál, sum "grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál", og at tørvur er á nærri reglum fyri málsviðgerð. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at málsviðgerðin ikki hevur verið nóg neyv og einsháttað.

Játtanin til Fiskivinnuroyndir er umrødd á s. 118-119. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at játtani er alt ov lítið útgreinað, og átala, at hesi viðurskifti ikki eru broytt.

Vísandi til umrøðuna av Forskotsgrunni fiskiflotans á s. 105-107, mæla løgtingsgrannskoðararnir landsstýrismanninum til at greiða heimildarspurningin viðvíkjandi umsitingargjaldinum.

8.7. Vinnumál

Grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál er umrøddur á s. 121-123. Løgtingsgrannskoðararnir átala enn einaferð, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki hevur umskipað grunnin til eksternan grunn, sum álagt við Ll. nr. 33/1992.

Grunnur Ferðavinnunar er umrøddur á s. 123-124. Í frágreiðingini vísir landsgrannskoðanin aftur á ógreiðu játtanarviðurskiftini viðvíkjandi stuðli til ferðavinnuna og ímillum Grunn Ferðavinnunar og Ferðaráð Føroya. Løgtingsgrannskoðararnir mæla enn einaferð landsstýrismanninum til at fáa greiði á umrøddu viðurskiftum.

Endurgjaldsgrunnur alivinnunar er umrøddur á s. 126-127. Í frágreiðingini vísur landsgrannskoðanin millum annað á, at tað er sannlíkt, at landskassin heftir fyri einum møguligum endurgjaldi, sum grunnurin ikki megnar at lyfta, um fiskur verður tikin eftir boðum frá landsdjóralæknanum. Vinnumálastýrið hevur upplýst, at arbeitt verður við at greiða hetta mál. Løgtingsgrannskoðararnir meta, at talan kann verða um eina "tikkandi bumbu" fyri landskassan og mæla landsstýrismanninum til at skunda undir at fáa greiði á umrøddu viðurskiftum.

Ábyrgdargrunnurin er umrøddur á s. 128. Løgtingsgrannskoðararnir mæla landsstýrismanninum til at endurmeta endamálið við grunninum.

1. viðgerð 11. apríl 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 3. mai 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 25-1-0. Málið avgreitt.