Roknskapur - Postverk Føroya 1998

 

53-5  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Postverk Føroya fyri fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000, 29. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapirnar hjá Postverki Føroya fyri fíggjarárið 1998

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Postverk Føroya er stovnur undir Føroya landsstýri og virkar eftir:

- lóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya við seinni broytingum.
- lóg nr. 45 frá 9. mei 1976 um starvsfólkaviðurskiftini hjá postverkinum,
- kunngerð nr. 149 frá 19. oktober 1995 um postgjøld.

2. Endamál:

Postverk Føroya hevur, sambært løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya, við seinni broytingum, til endamáls:

  1. at lúka landsins tørv á post- og peningaflutningi innanlendis og millum Føroya og útheimin.
  2. at vera tænastuveitandi stovnur, og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá handilsligum sjónarmiðum.
  3. at laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær víðkað virksemi, tá ið viðurskiftini tala fyri tí,
  4. at hava samvinnu á breiðum grundarlag við strandferðsluna, telefonverkið, gjaldstovuna og aðrar almennar stovnar.

3. Fíggjarviðurskifti:

Sambært løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya er tað landsstýrið, sum ásetir talið á starvsfólki. Har lógarreglur ikki eru (§2, 4. stk.), verður starvsfólkið lønt og starvast eftir reglum settar av landsstýrinum. 

Allar ætlanir um útbygging, umskipan og nýskipan av postverkinum, verða gjørdar av postverkinum í samráð við landsstýrið, og skulu góðkennast av landsstýrinum, áðrenn tær verða settar í verk (§3, 1. stk.). 

Fíggjar, rakstrar- og íløguætlan fyri postverkið verður gjørd á hvørjum ári og latin landsstýrinum (§ 5, 2. stk.).

Til tess at kunna løgtingið um ta fíggjarligu gongdina hjá postverkinum er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapin fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri 1994-1998 tikin við. 

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1994-1998:

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollirna, til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjá stovninum.

7. Viðmerkingar:

Vísandi til løgtingsmál nr. 16/11 1998 samtykti løgtingið uppskot til samtyktar um góðkenning av roknskapum hjá Postverki Føroya. Í hesum verður víst á, at heitt er á Fíggjarmálastýrið um at fáa ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi "landsfyritøkum" í rættlag, og mælt verður til, at roknskapurin hjá Postverki Føroya verður tikin við í landsroknskapin fyri 1998. 

Løgtingsgrannskoðararnir hava síðani spurt, hvørji tiltøk landsstýrismaðurin hevur sett í verk hesum viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur víst til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum hevur ábyrgdina fyri landsroknskapinum og dagføring av játtanarreglunum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur svarað, at viðvíkjandi Postverki Føroya verður hildið best at bíða, til greiða er fingin á, hvussu stovnurin skal skipast í framtíðini. 

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður víst á, at allar høvuðskonti á fíggjarlógini skulu við í landsroknskapin, eisini Postverkið og aðrar landsfyritøkur. Fleiri av hesum høvuðskonti verða lopnar um, og løgtingsgrannskoðararnir hava gjørt vart við, at hetta stríðir ímóti § 1, stk. 2, í løgtingslóg nr. 33 frá 23. mars 1994 um landsins almenna roknskaparhald, sum ásetir, at landsroknskapurin í uppsetingini skal fylgja fíggjarlóg og eykajáttanarlógum, og løgtingsgrannskoðararnir mæltu tí til at taka allar landsfyritøkur við í landsroknskapin fyri 1998. Løgtingsgrannskoðararnir átala, at hetta ikki er gjørt, og heitt verður enn einaferð á landsstýrismannin um at fáa hetta í rættlag í landsroknskapinum fyri 1999.

1. viðgerð 2. mars 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. mars 2000. Uppskotið til samtyktar samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.