Roknskapur - Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu 1998

 

53-7  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av roknskapi fyri Grunnin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð

Ár 2000 29. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til niðanfyristandandi frágreiðing samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 1998.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag:

Vísandi til løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um "Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu" varð Vakstrarhúsgrunnurin tikin av, og ogn grunsins varð flutt grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu sum stovnsfæ. Í kunngerð nr. 140 frá 19. september 1997 ásetti landsstýrismaðurin nærri reglur um umsiting, lán og stuðul úr grunninum.

2. Fyrisiting:

Grunnurin verður fyrisitin av einum av landsstýrismanninum tilnevndnum stýri við 3 limum. Dagliga virksemi stýrisins verður fyrisitið av Føroya Ídnaðargrunni.

3. Endamál:

Grunnurin hevur til endamáls at veita lán og studning til vakstrarhús og uttandura grønmetisframleiðslu.

Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartølini hjá Vakstrarhúsgrunninum fyri 1994-1997 tikin við.

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

 

5. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1993-1997:

 

6. Roknskapargrannskoðanin:

Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.

1. viðgerð 2. mars 2000. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 7. mars 2000. Uppskotið til samtyktar samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.