Brennioljuavgjald

 

54  Uppskot til  løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 22. februar, legði Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju 

§ 1.

Løgtingslóg nr. 179 frá 18.12.1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg. nr. 97 frá 29.12.1998, verður tikin av.

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2001.

Viðmerkingar:

Tá ið Føroyar vóru í svárari kreppu, vórðu fleiri gjøld og skattir løgd á fólk her á landi.

Undir seinastu samgongu vórðu nakrir skattalættar framdir. Á hesum øki er at kalla eiðasørt hjá hesi samgongu, hóast valskeiðið er um at vera hálvrunnið.

Sambandsflokkurin heldur, at tíðin nú er komin til, at Løgtingið í verki sýnir vilja at fremja tiltøk, ið muna hjá øllum húskjum her á landi. Nevniliga at taka av lógina um serligt avgjald á brenniolju.

Sambært løgtingsfíggjarlógini ár 2000 gjalda húski og vinna 81 mió. kr. árliga. Ein partur av vinnuni og skipum fær síðan sambært lógini endurrindað 11 mió. kr. Nettoútreiðslan hjá borgaranum av hesi lóg er sostatt 70 mió. kr. árliga.

Við at taka av hesa lóg sleppur einstaki borgarin undan einum rættiliga tyngjandi eykaavgjaldi á brenniolju. Serliga fer tað at lætta um hjá barnafamiljum og har, nógv fólk eru í húsi. Somuleiðis fer tað at lætta um bæði hjá virkjum og almennum stovnum at sleppa undan at umsita hesa lóg.

Landskassin kemur at missa hesa inntøku, men væntandi fara inntøkurnar at vaksa nakað á øðrum økjum, orsakað av betri trivnaði.

Brennioljan er nú so kostnaðarmikil, at ikki er rætt, at Landskassin skal forvinna stórar upphæddir í eyka brennioljuavgjaldi, ímeðan húski kring landi neyvan hava ráð at gjalda fyri at hava fløvan heima.

Ein avleiðing av uppskotnu broytingini er, at hesar kunngerðir falla burtur av sær sjálvum:
Kunngerð nr. 177 frá 22.09.1993 um endurrindan av serligum oljugjaldi,
kunngerð nr. 96 frá 29.06.1994 um endurgjald av serligum oljugjaldi, sum broytt við
kunngerð nr. 26 frá 14.02.1995.

Kostnaðurin av hesum uppskoti skal síggjat í ljósinum av einum skattalætta, sum er í samsvari við samgonguskjalið og eisini landskassans risaavlop, sum ætlanin er at nýuta til at fíggja komandi nýveldi við.

Av tí at verandi løgtingsfíggjarlóg hevur inntøkurnar av nevndu lóg sum fyritreyt, er avtøkudagurin settur til 1. januar 2001.

1. viðgerð 24. februar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 9. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av Sambandsflokkinum tann 22. februar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 24. februar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1. og 8. mars 2000 og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) vísir á, at samgongan í samgonguskjalinum um fíggjar- og búskaparmál hevur avtalað, at miðað eigur at verða eftir at linka skattatrýstið á húsarhald, samstundis sum rikin verður ein varin búskaparpolitikkur.

Skal málið at lækka inntøkuskattin røkkast, er tað trupult einvegis at fremja avgjaldslækking, sum minkar inntøkur landskassans við 70 mio árliga. Meirilutin er tó sannførdur um, at landsstýrið eigur at endurskoða og regulera lógina um serligt avgjald á brenniolju. Henda endurskoðan eigur at verða samansjóðað við ætlaðu broytingunum um at linka skatta- og avgjaldsstrýstið.

Meirilutin mælir tí landsstýrinum til at halda fast við samgongusetningin og fremja avtalaðu skatta- og avgjaldstillagingarnar. Meirilutin setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við, at løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 97 frá 29. desember 1998, verður sett úr gildi. Minnilutin hevur hesar viðmerkingar:

Eitt av endamálunum við serliga avgjaldinum á brenniolju hevur verið at tryggja ein javnan prís á brenniolju, ið ikki hevur verið alt ov lágur, soleiðis at nýtslan harvið hevur verið tálmað mest møguligt. Ein tálming av oljunýtsluni hevur bæði ein búskaparligan og ein umhvørvisligan týdning. Hetta merkir m. a. eina avmarking í innflutninginum og er soleiðis við til at bøta um úrslitið á handilsjavnanum. Eisini førir hetta til eina avmarking í dálkingini av loftumhvørvinum.

Ein oljuprísur á rímiligum støði skapar virðing fyri oljuni og eggjar fólki til at spara og at fremja orkusparandi tiltøk. Vit eiga at gera okkum fullkomuliga greitt, at oljukeldurnar ikki eru ótømandi, og tí eiga vit at sýna hógv, tá talan er um nýtslu av hesi orkukelduni. Ein ótálmað nýtsla av oljuni kann skjótari gera enda á hesi orkukeldu, ið sum kunnugt ikki endurnýggjar seg sjálv. Hetta saman við teim búskaparligu og umhvørvisligu sjónarmiðunum, sum víst er á frammanfyri, eigur at viga tungt í støðutakanini.

Tað eru eisini aðrar orsøkir til, at Javnaðarflokkurin ikki kann taka undir við uppskoti Sambandsfloksins í hesum máli, m. a. at tey, sum av eini ella aðrari orsøk sleppa lætt í skatti, men eftir hesi lógini gjalda landskassanum eitt avgjald, ið tey nú sleppa undan, um lógin verður sett úr gildi. Eisini heldur minnilutin, at hetta fer at lætta um hjá øllum og ikki bara hjá pensjónistunum, lág- og miðalinntøkunum og barnaríku familjunum, ið veruliga hava tørv á einum lætta, men eisini hjá háinntøkunum og teimum múgvandi í samfelagnum, sum als ikki hava sama tørv. Minnilutin heldur ikki at hetta er rættvíst.

Undir 1. viðgerð á løgtingi, vísti framsøgumaður Javnaðarfloksins á, at um løgtingið vil nýta 70 milliónir krónir at gera gott við hjá teimum, sum veruliga hava tørv á einum lætta, so eru nógvir aðrir møguleikar fyri at veita lætta, sum bert kemur teimum til góðar, ið hava veruliga tørvin. Fyri at hjálpa pensjónistunum kunnu vit hækka viðbótina til ávísar pensjónistar. Her vísir minnilutin á uppskot Javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v. fl., har mælt verður til, at hækka viðbótina við 1.713,00 kr. um árið til hvønn móttakara.

Við at hækka barnafrádráttin í landsskattinum kunnu vit veita ein lætta til húski við børnum. Her vísir minnilutin á uppskot Javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, har flokkurin mælti til og fekk undirtøku fyri, at børn, sum eru 17 og 18 ára gomul eisini koma undir regluna um barnafrádrátt. Ein hækking í barnafrádráttinum í landsskattinum sum heild, hevði verið eitt sera rímiligt alternativ til uppskot Sambandsfloksins í løgtingmáli nr. 54. Ein triði møguleiki er at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkunum.

Vísandi til hesar viðmerkingar tekur minnilutin (Vilhelm Johannesen) ikki undir við uppskoti Sambandsfloksins og setir einki uppskot fram í hesum máli.

2. viðgerð 16. mars 2000. §§ 1 og 2 fullu 6-6-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.