Vatnið í sumbiarbergholinum

 

55  Uppskot til  løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 22. februar, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita loyvi til at gagnnýta tað vatn, ið rennur ella kann vinnast burtur úr rivum og øðrum lekum í fjallinum inni í sumbiarbergholinum.
Stk. 2. Loyvi verður latið fyri eitt tíðarskeið, ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt í upp til 5 ár í senn.
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 verður veitt, eftir at alment er lýst eftir umsóknum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann lata vera við at geva teimum loyvi, ið søkt hava eftir almenna lýsing.

§ 2. Tá loyvi eftir § 1, stk. 1, verður latið, skal landsstýrismaðurin leggja dent á, at umsøkjari hevur neyðugan førleika at fremja ætlanina, og at vatnið verður gagnnýtt á skilabestan hátt.

§ 3. Verður loyvi latið einstaklingi ella einstaklingum í felag, skulu hesir hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og vera fult skattskyldugir í Føroyum.
Stk. 2. Verður loyvi latið felag, skal felagið vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Felagið skal vera skrásett í Føroyum.

§ 4. Í loyvum eftir § 1, stk. 1, kunnu treytir verða ásettar um upplýsingarskyldu loyvishavans og um uppseting og burturbeining av útbúnaði. Eisini kunnu treytir verða settar um, nær og hvussu loyvishavin skal fara undir gagnnýting.
Stk. 2. Loyvi eftir § 1, stk. 1, sleppur ikki loyvishavara undan at fáa til vega tey loyvi, sum annars eru neyðug til virksemið.

§ 5. Loyvi eftir § 1, stk. 1, kann bert latast øðrum, um góðkenning er fingin frá landsstýrismanninum frammanundan.

§ 6. Loyvi eftir § 1, stk. 1, kann takast aftur, um tað ikki verður brúkt.
Stk.2. Somuleiðis kann loyvi eftir § 1, stk. 1, takast aftur, um ásetingarnar í hesi lóg verða brotnar, ella um treytir eftir § 4 verða brotnar.

§ 7. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2000.

Almennar viðmerkingar

Undir arbeiðinum at spreingja tunnilin til Sumbiar kom Landsverkfrøðingurin á sumri í 1988 í rivut og leyst fjall uml. 1700 metrar inni, har tað lak rættiliga nógv vatn - bara úr tí eina staðnum lóku uml. 160 l/sek. Roynt varð at tetta lekarnar, og minkaði hetta nógv um vatnmongdirnar, sum nú eru okkurt um 27 l/sek. Síðan hava verið áheitanir frá bæði kommunum og privatum um at fáa rættin til vatnið, sum kom úr tunlinum, men ivi hevur verið um spurningin um, hvør hevði rættin til vatnið, og tískil eisini um, hvør kann veita eitt tílíkt loyvi – jarðareigararnir ella tað almenna.

Spurningurin um rættin til vatnið í undirgrundini er ikki einfaldur løgfrøðiliga. Verandi lóggáva fevnir um rættin til omanávatn, og gevur tí ikki svar upp á spurningin um, hvør eigur ella hevur rættin til undirgrundarvatn. Hetta er eisini ein spurningur um, hvat ognarrætturin hjá jarðareigarum fevnir um, og hvussu langt hann røkkur niðureftir - um nakað mark er.

Hesin spurningur er ikki svaraður – hvørki í lóggávu, dómsvenju ella løgfrøðiligari teori. Tó hava fleiri rættarlærdir ta uppfatan, at ognarrætturin hjá jarðareigaranum røkkur so langt niður, sum tað higartil kenda vanliga brúkið av ognini hevur kravt.

Uttan at taka støðu til nevnda spurning generelt, verður mett, at tað almenna eigur rættin til vatnið í Sumbiarbergholinum. Vísast kann á, at higartil er vatn ikki útvunnið beinleiðis úr undirgrundini í Føroyum, og í hesum føri snýr tað seg um vatn, sum rennur í bergholið, sum tað almenna hevur latið gjørt, og sum neyvan hevði komið fyri ein dag, um bergholið ikki varð gjørt. Tað verður tí ikki mett, at slík lóg hevði gjørt inntriv í verandi rættindi hjá jarðareigarum.

Fyri at fáa eina greiða heimild til at geva privatum ella øðrum rætt til at gangnýta hetta tilfeingið, verður tó mett, at tað er ráðiligast við serligari lóggávu á økinum, soleiðis at landstýrismaðurin fær eina lógarfesta heimild til hetta. Somuleiðis skal lógin áseta tey atlit, sum skulu takast, tá loyvi verða givin.

Fíggjarligur kostnaður
Lógaruppskotið hevur ikki fíggjarligan meirkostnað av týdningi við sær.

Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Føroya Jarðarráð, Landsverkfrøðingsstovninum, Føroya Náttúrugripasavnið (Jarðfrøðisavnið), Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum.

Føroya Jarðarráð staðfestir, at rætturin til omanávatn ikki er fevndur av uppskotinum, og hevur ráðið tí ongar viðmerkingar. Føroya Náttúrugripasavn hevði viðmerkingar av lógartekniskum slag, og er uppskotið í fleiri førum broytt samsvarandi hesum. Bóndafelagið hevði onki at viðmerkja. Óðalsfelagið hevur tað áskoðan, at jarðareigarin eigur rættin til vatnið – eisini undirgrundarvatn - og mælti tí frá, at uppskotið verður sett í verk.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1. Landsstýrismaðurin fær heimild til at veita loyvi til at gagnnýta vatn úr sumbiarbergholinum, og skal loyvið tíðaravmarkast. Tað stendur til landsstýrismannin at gera av um eitt ella fleiri loyvi verða latin.

Fyri at tryggja at øll áhugað fáa møguleika at søkja um loyvi eftir stk. 1, verður skotið upp, at lýsast skal eftir umsóknum.

Landsstýrismaðurin verður ikki bundin at veita loyvi, sjálvt um lýst hevur verið alment eftir umsóknum. Hugsast kann t.d., at mett verður, at tað ikki er ráðiligt at játta nakra av innkomnu umsóknunum, jb. § 2, soleiðis at landsstýrismaðurin heldur velur at lýsa av nýggjum seinni.

Til § 2. Greinin tilskilar tey atlit, dentur skal leggjast á, tá loyvi verður latið. Tað stendur til landsstýrismannin at meta um, hvussu vatnið verður gagnnýtt á skilabestan hátt. Her kunnu atlit t.d. verða tikin at dygdini á vatninum, og til hvør tørvur er á vatninum.

Til § 3. Skotið verður upp - at um loyvi verður latið persónum - at tað verður kravt, at viðkomandi hevur fast tilknýti til Føroyar, og - um loyvi verður latið felag - at tað er skrásett í Føroyum.

Líknandi ásetingar eru í alilógini og lógini um vinnuligan fiskiskap.

Til § 4. Eftir hesi grein kunnu treytir verða ásettar í loyvinum, sum áleggja loyvishavaranum upplýsingarskyldu mótvegis landsstýrismanninum. Hugsað verður serliga um fíggjar- og framleiðsluupplýsingar. Harumframt kunnu treytir setast, ið viðvíkja uppseting og burturbeining av útbúnaði. Hesar treytir verða ætlandi settar eftir samráð við Landsverkfrøðingsstovnin, serliga við atliti at ferðsluni í økinum.

Eisini verður greidliga ásett, at loyvi eftir § 1, stk.1, ikki sleppur loyvishavara undan at fáa til vega onnur neyðug loyvi. Her verður hugsað um umhvørvisgóðkenningar v.m.

Til § 5. Greinin staðfestir, at loyvi ikki kann avhendast uttan landsstýrsismansins loyvi.

Til § 6. Fyri at sleppast kann undan at veitt loyvi ikki verður brúkt, verður heimilað landsstýrismanninum at taka loyvi aftur, sum ikki verður brúkt.

Eisini kann loyvi takast aftur, um brot verður framt á ásetingar í lógini. Her verður serliga hugsað um § 3 og § 5. Somuleiðis kann loyvi takast aftur um loyvistreytirnar ikki verða hildnar.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1. "Viðvíkjandi vatni í Sumbiarbergholinum". Upprit frá Halgir Winther Poulsen, adv., dagfest 27.08.1992.
Skjal 2. Upprit um vatn í undirgrundini frá Halgir Winther Poulsen, dagfest 26.11.1997.
Skjal 3. Fyrispurningur til Løgdeildina frá Vinnumálastýrinum, dagfestur 15.06.1999
Skjal 4. Svar frá Løgdeildini til Vinnumálastýrið, dagfest 23.08.1999

1. viðgerð 3. mars 200. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 28. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 22. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 3. mars 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 27. mars 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Óðalsfelagið, ein loyvisumsøkjara og landsstýrismannin í vinnumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen og Jákup Sverri Kass) leggur dent á, at tað við lógaruppskotinum ikki verður tikin støða til ognarrættin til vatnið, men bara ásett, at útvinning er treytað av, at loyvi er fingið frá landsstýrismanninum frammanundan.

2. viðgerð 30. mars 2000. §§ 1-7 samtyktar 28-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-1. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 524-0001/2000
Vms.j.nr. 1119-3/94
Ll.nr. 53 frá 10.05.00